týsdagur 15. desember 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SESlaluin
Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998
Nýggi ungi fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen:
Sakførardreymurin mátti
víkja fyri politikkinum
— Eg haldi tað ger einki, um eg nevni her í hesum sambandi, at sum óviti var eg so lítil á vøkstri í mun til mínar javnaldr-
ar, og hevði satt at siga ikki annað at brúka enn min munn, tí royndi eg at berjast, gekst ikki væl, so tað ráddi um at siga
tingini og so sleppa sær til beins; tá var eg kvikur! Og nú sigur Jórgen Niclasen, um at velja millum politikk og lestur: —
Hevði eg skula liva henda partin um aftur, hevði eg tikið lesturin fyrst og so kundi politikkurin komið aftaná, men tað er
altid lætt at vera eftirklókur. Mánadagin tók Jørgen Niclasen við sum landsstýrismaður í fiskivinnumålum
Hegni Hoydal er ikki longur yngsti maðurin í Tinganesi. Jórgen Niclasen er trý ár yngri - 29 ára gamal. Men Tjóð-
veldisflokkurin eigur framvegis metið í ungum landsstýrismonnum: Heðin Klein og Hergeir Nielsen vóru ávikavist
…
27 og 28 åra gamlir, tå teir gjørdust landsstyrismenn i 1978
Olavur í Beiti
Jørgen Niclasen er føddur í
Servági, 1969, í Gistingar-
húsinum hjá ommuni, og
verður sostatt 30 ár í nýggja
árinum
Og Jørgen er ynskti mað-
ur, sum hevur sitið á tingi,
tá ið hann kom inn fyri
Svend Aage Ellefsen og sat
í einar 14 dagar fyri hann
tá. Eitt skifti sat hann fyri
Svend Aage í 1989 og aftur
í 1990, men tá ið Svend
Aage fór út í landsstýrið frá
1991-93, gjørdist Jørgen
fastur tingmadur. Men Jørg-
en kom fyrstu ferå inn å ting
vid valid 1994 og afturvald-
ur var hann í 1998. Hetta er
hansara politiska Í
stuttum fram
søgå 1
ul mánadagin,
tá ið hann so tók vid sum
landsstýrismaðu fiski
ga, € 3 k tid
er b
Avr sku sstør
in, Jørg N n hevu
floksins, kunnu vit nevna,
at hann i 1991-93 var for-
maður í Almanna- óg Heils-
unevndini; frå 1994-96 for-
maður i Landsstyrismåla-
nevndini; frå 1996-98 for-
maður í Vinnunevndini og
limur í Norðurlandaráð-
num, har hann var valdur
til næstformann í Norður-
landanevndini. Eftir løg-
tingsvalid í 1998, varð hann
so valdur til formann i
Figgjarnevndini, har hann
var formaður til fíggjarlóg-
arálitið var liðugt í farnu
viku.
Umframt at nýggjur for-
maður skal veljast í Fíggj-
arnevndina, skal Grein 19-
nevdin eisini hava nýggjan
formann, har Jørgen Nicla-
sen eisini hevur sitið sum
formaður síðan nevndin var
endurskipað í heyst.
Politiska tendringin
Um politisku tendringina,
sigur ungi fiskimálaráðharr-
in, at hann helt sína fyrstu
poltisku réðu antin í 5. ella
6. flokki. Gubbi Jørgen
Niclasen, Sune Jacobsen,
sum var floksalærari hjá
Jørgen, skipaði fyri valfundi
í flokkinum, har næmingar
so skuldu umboða sín flokk
og skuldi eisini argument-
erast fyri, hví tú hevði valt
henda tin flokl
Ti t nið tå var
Uu SKU ða a
KEN sterk borð
Norrg ella ikk g hver
um sum teir ymsiku flokk-
arnir høvdu. Fólkaflokkurin
var fámentur í tí flokkinum,
og neyvan var framløgan
yvirbevísandi, tí veljara-
kanningin vísti, at 2 atkvød-
ur vóru til flokkin, áðrenn
kanningina, og 2 eftir kann-
ingina
— Eg haldi tað ger einki,
um eg nevni her í hesum
sambandi, at eg var so lítil
á vøkstri tá í mun til mínar
javnaldrar, og hevði satt at
siga ikki annað at brúka,
sjon rmið-
grundgeva fyr
enn mín munn, tí royndi eg
at berjast, gekst ikki gott,
so tað ráddi um at siga ting-
ini og so sleppa sær til
beins; tá var eg kvikur!
Hart at vera
- Men satt at siga, so havi
eg altíð havt eldhuga fyri
politikki, og hesin eldhugi
slapp rættiliga at standa sína
roynd, tá ið eg kom í Hoy-
dalar í 1985. Har var hart at
vera høgravendur, tí reyðari
umhvørvi haldi eg ikki, eg
havi verið í í lívinum. So
politisku samanbrestirnir
haruppi vóru harðligir, men
høvdu kortini onga åvirkan
á vinskapin okkara millum.
Hoydalar var ein sera góð
tíð, sum menti meg ótrúliga
nógv, tí måtstøda gevur
styrki, um tú ikki boygnar
um tvøran
På 1
— FikKatraðs-sosta isma og
T
ið tå
Jarntjald vóru orðini,
vórðu brúkt, so tað kendist
sum ein sigur, tá Berlin-
mårurin fall!
Stillar upp
Eftir Hoydalar hevði Jørgen
hugsað nógv at farið niður
á sakfgraraskúla, men hann
valdi at arbeiða eitt ár, áðr-
enn hann skuldi fara. Hetta
árið, tað var í 1988, arbeiddi
Anfinn Kallsberg ynskir
nýggja landsstýrismanni-
num vælkomnum í Tinga-
nes
Mynd: Jens Kristían Vagn
Mynd: Jens Kristian Vang
hann í familjufyritøkuni,
Handilsvirkið Niclasen, í
Sørvågi.
— Hetta sama årid gjørdist
eg eisini aktivur f Våga
Fólkafloksfelag, og heitt var
á meg at stilla upp til løg-
tingsvalið sama ár. Eg fekk
næstflestar atkvødur á list-
anum, og gjørdist varamad-
ur hjá Svend Aage. Sam-
stundis fekk eg eisini møg-
uleika at meta á tingi, og
gjørdist meiri og meiri bitin
av hesum, og endin gjørdist
so at sakaførardreymarnir
måttu vikja fyri politikki-
num.
— Hevdi eg skula liva
henda partin um aftur, heyði
eg tikið lesturin fyrst og so
kundi politikkurin komið
aftaná, men tað er altíð lætt
at vera eftirklókur.
Við rættiligari ferð
Eftir hetta - sum vit longu
hava nevnt í innganginum
um gll ålitisstørvini og árini
á tingi - kann ikki sigast
annað enn, at skjótt hevur
gingist hjá Jørgeni Niclasen
upp eftir politiska stiganum,
og mánadagin tók tann 29-
ára gamli sørvingurin so við
sum fiskivinnumálaráð-
harri, sum má metast at vera
ein sera tungur postur í
landsstýrinum, men mongu
ålitisstørvini og eisini árini
á tingi, hava givið honum
góða og tungtvigani barlast.
— Eg siggi fram ímóti eini
spennandi og eisini truplari
uppgåvu í landsstýrinum, tí
sessurin sum fiskimálaráð-
harri hevur altíð verið ein
buldraligur sessur og útlitini
nú, eg havi tikið við, gera
hann ikki minni krevjandi,
tí bæði fiskaprísur og fisk-
anøgdir eru óvanliga høgar
nú, og tað kann lættliga
henda at hesi bæði fara nið-
ureftir aftur.
— Men tað er mín vón, at
vit við skilagóðum loysnum
kunnu bæði klára, tá ið tað
gongur upp og eisini, tá ið
tað gongur niður. Tað er
skjótt hvønn vegin, tå ið vit
tosa um og hava við at gera
hesa vinnu, sigur nýggi
fiskimálaráðharrin.
Familjulívið ovast
— Hóast tað eru stórar letur,
tá ið tú verður valdur í pol-
itikki, so eru tær allarbestu
upplivingarnar, eg havi
havt, í familjulívinum. Løt-
an á kirkjugólvinum við
brúðarvígslunað, tá ið eg
giftist Annelenu, og so løt-
urnar, tå id vit fingu Lindu,
sum nå er 5 år, og Åsvør,
sum er 3 år. Hesar triggjar
løturnar eru uttan samanber-
ing tær triggjar størstu f
mínum lívi.
— Tað kann eingin ivi vera
um, at politikkur og fam-
iljulív ikki harmonera ser-
liga væl saman, tí ofta eru
langir dagar og tú ert nógv
burtur frá konu og børnum,
og tá ið tú so endiliga ert
komin til hús, skulu allar
uppringingarnar svarast. Tí
krevst nógv av familjuni at
hava ein politikara í húsi-
num, men eg eri takksamur
fyri tað tolnið, ið hevur ver-
ið víst mær og mínum
starvi.
— Hetta tolni og hesin
studul heimanifrå gevur
mær styrki at halda fram og
stand ímóti i politikki. Til
tíðir er ágangurin móti ein-
um politikara sera stórur.
Ítróttarmaður og
tónleikari
Umframt at hava havt sera
stóran áhuga í politikki øll
árini, og nú at skula umsita
eitt stórt målsøki úti í Ting-
anesi, so hevur Jørgen
Niclasen eisini verið ítrótt-
armaður og tónleikari.
Jørgen spælir enn flogbólt
við mesistaradeildarliðnum
hjá SI, og í 1993 gav Jørgen
saman við Jákupi á Stong-
um út bandið >Ég vil út<.
Um tað var út í Tinganes,
hann longu tá droymdi um,
er ikki lætt at meta, men nú
er hann so sloppin >út< í
Tinganes eisini.
— Hóast eg havi verið við
í hornblástri og spælt popp-
tónleik og flogbólt, so
strekkir tíðin ikki til longur.
Hesi ítriv hava eitt fyri og
annað eftir verið noydd at
dvína fyri politikkinum og
familjuni, sigur nýggi fiski-
málaráðharrin, sum vit iva-
leyst fara at hoyra nógv frá
nú, hann hevur tikið við
sum fiskimálaráðharri.