týsdagur 15. desember 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S08Zlyfn
Avgerðarrætturin hjá Fíggingargrunnurin á fóroyskar hendur
Landsstýrið
harvið eisini
valdið á
Foroya Banka
Landsstýrð skal nú velja limirnar i F. Íggingargrunninum,
sum so aftur velja nevndina í Føroya Banka. Harvið hava
føroyskir myndugleikar fulla valdið yvir eitt nú Føroya
Banka.
JAN MULLER
Figgingargrunnurin hevdi
fund í Havn í farnu viku.
Sambart avtaluni millum
landsstýrið og stjórnina er
tað nú Føroya landsstýri,
sum skal velja limirnar í
grunninum. Grunnurin vel-
ur so aftur nevndina í Før-
oya Banka. Her verður tann
broyting, at meðan tað fyrr
hevur verið ein danskur
meiriluti, sum ger av hver í
síðsta enda verður at standa
á odda fyri í Fíggingar-
grunninum og harvið eisini
Føroya Banka, so verður
hetta í framtíðini okkara
egnu myndugleikar gjøgn-
um teirra avgerðarrætt í
Fíggingargrunninum.
Higartil hevur forsætis-
ráðharrin valt tríggjar og
landsstýrið tveir av lim-
unum í Fíggingargrunnin-
um. Nú verður tað so lands-
stýrismaðurin, ið fær á-
byrgdina av gkinum, og
sum hevur fullu ábyrgdina
av at velja nevndina í
grunninum.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður sigur, at hetta merkir,
at landsstýrismaðurin kann
vísa sína ónggd við t.d. Før-
oya Banka við at skifta
nevndina í Fíggingargrunn-
inum út, men hann kann
framvegis ikki diktera nakra
nevnd, og tað skal hann
heldur íkki.
Løgmadur sigur, at tess
uppgáva er at ansa eftir, at
vit hava stabilitet og kon-
tinuitet allan vegin, og tað
roknar hann eisini við, at
landsstýrið fer at syrgja fyri.
Uppá fyrispurning hvgrjir
fyrimunir eru við, at lands-
stýrið nú fær fullu ábyrgd-
ina av Fíggingargrunninum
og harvið eisini Føroya
Banka sigur Anfinn Kalls-
berg, at tá fáa vit í hvussu
er eina nevnd, sum hevur
føroysk áhugamál. Hann
vísir tó ikki aftur, at tað eis-
ini ber til at velja útlend-
ingar í nevndina.
-Men tað er tá altíð betri,
at vit hava valt eina nevnd,
sum hevur ta føroysku
heildina í bakhgvdinum.
-Hvussu tá við privatis-
ering av bankanum!
Anfinn Kallsberg,
løgmaður
-Tað varð gjørd ein
avtala millum landsstýrið
og stjórnina í síni tíð, har tú
stigvíst skuldi privatisera,
men eg kann ikki siga, nær
bankin er búgvin til at verða
privatiseradur. Latið okkum
nú taka eitt stig í senn. Latið
okkum fáa hesa prosessina
uppá pláss, áðrenn vit fara
undir annað. Her er nógv,
sum skal gerast.
Anfinn Kallsberg, lógmaður eftir „Krosskastsendingina“: Útgreiningararbeiðið má vera liðugt fyrst
- Tidin ikki búgvin at tosa um
búskaparligar avleiði
spurning
JAN MØLLER
Anfinn Kallsberg sigur, at
tann, sum í løtuni fer inn í
eitt djúpt orðaskifti um hesi
viðurskifti, hevur ikki neyð-
ugar upplýsingar tøkar til at
vera á einum nóg tryggum
grundarlag til at føra hetta
tjak. Hann sigur hetta sum
eina viðmerking til orða-
skiftið í m.a. sjónvarpssend-
ingini „Krosskast“ um full-
veldi og búskaparliga partin
av tí.
Hvat heldur løgmaður um
tað, sum åvikavist Høgni
Hoydal og Jóannes Eides-
gaard førdu fram í Kross-
kasti. -Eg veit ikki, men
viðvíkjandi tí búskaparliga,
so eru báðir tveir líka langt
úti á „glattísi“, tí teir hava
báðir tveir eins og eg einki
grundarlag at viðgera tað út
frá.
Annars vóru teir kanska
nokk so samdir um enda-
málið men ikki um, hvussu
langt tú kemur til at røkka
endamálinum.
Skeiv at seta tel og
áramál á
Undir orðaskiftinum kom
fram, at búskaparfréðingar
halda, at blokkurin kann
avviklast eftir fimm árum.
Hetta heldur løgmadur vera
burturvið at taka upp.
-Hvørjar fortreytir hevur
man til at siga, at tú kanst
tillaga búskapin eftir fimm
árum, ella fyri tað trimum
ella tjúgu? Tú hevur ikki
nakað grundarlag undir at
hava hatta orðaskiftið, og tí
má eg endurtaka, at tað er
spill av orku og kanska
dyrkan av einum trupulleika
at hava eitt orðaskifti á
einum so spinklum grund-
arlag.
Høgni Hoydal hevur nú
sett fleiri nevndir og annars
givið teimum ymsu stýru-
num tvs. tí almenni um-
sitingini boð um at útvega
tilfar í sambandi við út-
greiningararbeiðið. Vit
spurdu løgmann, um vandi
ikki er fyri, at tann almenna
umsitingin við hesum
verður rættiliga ovbyrjað,
soleiðis at gerandismálini
fara at koma í aðru rgð!
-Eg haldi tað er rætt at
fara undir hesar kanning-
arnar, men eg skal lova fyri,
at landið verður ikki lagt
lamið av teirri orsøk. Her
verða nógvar uppgávur hjá
umsitingini at taka sær av
komandi tíðina, og har
verður ikki helmað í heldur.
Løgmadur nevnir her fleiri
av týðandi málunum, sum
landsstýrið saman við
umsitingini skal avgreiða.
Her er talan um samráð-
ingar við onnur lond, bæði
um landgrunnsmark, fiski-
mark, handilssåttmålar og
alt møguligt annað.
-So tad er heilt vist, at vit
brúka kreftirnar soleiðis, at
vit so sanniliga eisini fáa
nøkur úrslit, sum koma
samfelagnum til góða skjót-
ast gjørligt.
Men hvat sigur løgmaður
og formaður fólkafloksins
til, at hansara egnu menn á
tingi, Bjarni Djurholm og
Óli Breckmann í viðgerðum
í tinginum seta kílar í full-
veldispolitikkin hjá tjóð-
velisflokkinum ella í hvussu
er hava lyndi til at sláa hann
upp í glens og gera gjøldur
burtur úr honum?
-Tað er sama svarið.
Trupulleikin er tann, at man
sigur: hvar er tann búskap-
arligi parturin í hesum,
áðrenn man fer undir eitt
orðaskifti. Eg hevði sagt, at
orðaskiftið á tingi um
grundlégarnevndina skuldi
bert snúgva seg um at seta
hasa nevndina. Og so
punktum. Ein fer ikki út í
eitt orðaskifti um búskapar-
ligar og stýrisskipanarligar
spurningar, uttan at tú hevur
nakað at taka stødu út frá.
Og tað hava vit ikki í dag.
Løgmadur vísir á, at hann
so oftani hevur sagt, at man
brúkar kreftir uppá nakað,
sum ein fyrst skal brúka
orku uppá, tá tíðin er búgv-
in til tess.
-Merkir hetta, at stevið í
Tinganesi ikki er so gott?
-Stevið er gott. Har
verður hatta ikki umrøtt, og
eg tími heldur ikki at gera
tað í tinginum. Men vit eru
samdir um at seta hesar
bólkarnar og hvat teir skulu
gera. Og tá úrslitið av
teimum fyriliggur, so skulu
vit nokk taka ta politisku
viðgerðina í Tinganesi, sum
-Tjakið um, hvussu Fóroyar skulu skipast búskaparliga, ætli eg mær at taka aktivt lut í, tá útgreini
hjá serfrødingunum, vit hava sett niður, er komið á borð
spekuglatión. Og tað vil eg ikki at brúka orku
orðaskiftið í SVF-sendingini Krosskast og ann
ið. At viðgera hetta nú er bara orðklúgvari og rein
uppá í løtuni sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður í eini viðmerking til
ars orðaskiftið sum heild á tingi og samfelagnum um henda
skal til.
-Sær tú fyri tær, at úrslitið
av tí viðgerðini kann blíva,
at tað t.d. ikki ber til at fara
undir at minka um blokk
eftir tí ætlan, sum lagt hevur
verið upp til?
-Hatta er ein hypotetiskur
spurningur. Eg síggi einki
fyri mær, fyrr enn eg síggi
tølini.