týsdagur 15. desember 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0Slalurin
Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998
Grov vanvirðing av teimum gomlu, teimum sjúku og teimum veiku:
Pensjónirnar og
aðrar almanna-
veitingar verða
útgoldnar fyrrenn
23. desember.
--Hetta líkist ong-
um og er tað
sama sum at
siga, at tey fáa
ongar pengar at
halda jól fyri,
heldur Vilhelm
Johannesen
AK! BERTHOLDSEN
— Hetta er so grov vanvirð-
ing av teimum veikastu í
samfelagnum, og tað má
broytast í stundin:
Nógv av teimum, sum fáa
pensjónir og aðrar almanna-
veitingar, hava onga vissu
fyri, at tey fáa pensjónirnar
útgoldna fyri jól.
Vilhelm Johannesen, for-
maður í figgjarnevndini,
sigur, at hann hevur fingið
upplýst fyri heilt vist, at
pensjónirnar, og aðrar al-
mannaveitingar, verða ikki
tøkar posthúsunum og pen-
ingatovnunum fyrrenn Toll-
aksmessudag, 23 desember
Vilhelm Johannesen hev-
ur fyribils hevur tikið for-
manssætið í figgjarnevnd-
ini, eftir at Jørgen Niclas-
sen, sum var formaður, tók
við sum landsstýrismaður í
fiskivinnumálum í gjár.
Hann sigur, at hann er
skelkaður av hesum tíð-
indum um, at pensjónirnar
verða ikki útgoldnar fyrrenn
í allarsíðstu løtu uppundir
jól
— Eg haldi, at hetta er so
grov vanvirðing av teimum
veikastu í samfelagnum-
teimum gomlu og teimum
sjúku- at eg havi ikki orð
fyri tí, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
Hann sigur, at tá ið pen-
sjónirnar ikki verða tøkar
fyrrenn 23. desember,
merkir tað allarhelst, at tær
bara verða tøkar á teimum
stóru posthúsunum tá.
— Helst verða tær sostatt
ikki tøkar á teimum smáu
posthúsunum á útoyggj
fyrrenn eftir jól.
Hann sigur, at tískil verða
tað nógv gomul og sjúk fólk
kring landið, sum als ongar
pengar fáa at halda jól fyri í
ár.
Ein til øll ørindini
Men Vilhelm Johannesen
heldur, at yvirhøvur, at tað
er alt ov seint at fáa pen-
Pensjonistar
pening at halda
hjá teimum, sum búgva við
eitt høvudsposthis.
— Tað er næstan tað sama
sum at siga, at tey fáa ikki
pensjónina fyrrenn eftir jól.
— Tí tað vil siga, at allir
pensjonistar fáa í allar besta
føri ikki meiri enn ein ein-
asta dag at avgreiða øll síni
— Hetta má broytast
í stundini fyri at
sleppa undan hesi
grovu vanvirðingini
av teimum gomlu og
sjúku, heldur Vil-
helm Johannesen,
sum fyribils er for-
maður í fíggjar-
neyndini
jólagrindi, at taka pengirnar
út, og t.d. at keypa jólagáv-
ur, umframt at keypa tað,
sum annars skal til fyri at
fáa eini hugnalig jól.
Tó er tað púra vist ongin
sum helst møguleiki at
senda nakrar jólagávur, tí
tær koma í øllum fórum ikki
fram fyrrenn millum jól og
nýggjár.
Ger mannamun
Vilhelm Johannesen sigur,
at tá ið pensjónirnar verða
so seint útgoldnar í desemb-
er, verða tey sjúku og tey
veiku enntá verri fyri enn
onnur, sum fáa løn frå tí
almenna, og tað heldur hann
er langt úti.
Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur ongar fundir:
—Ti tað er altíð vanligt, at
í jólamánaðinum fáa tey í
almennum starvi lønina í
góðari tíð, fleiri dagar áðr-
enn tey plaga at fáa løn
vanligar mánaðir.
Tað verður aftur soleiðis
í år, at tey alment løntu fáa
lønina fyrrenn vanligt nú í
desember.
Tí heldur hann tað vera
heilt burturvið, at tað al-
menna skal liggja og bela
omaná pensjónunum líka til
Tollaksmessudag.
— Nú vit hoyra, at yvir-
skotið á fíggjarlógini í ár
verður næstan 300 milli-
ónir, mátti tað verið ráð til
at framskundað fólkapen-
sjónina nakrar dagar, so at
tey, sum hava mest brúk fyri
pengum, fáa ein rímiligt
skotbrá av avgreiða síni
jólagrindi í, heldur enn at
tað almenna legst á peng-
arnar nakrar dagar eyka fyri
at pína tær seinastu rent-
urnar burturúr teimum.
Broytast í stundini
Vihelm Johannesen sigur, at
hann hevur tíverri ongan
møguleika at reisa málið í
tinginum, tí tað verður ong-
in tingfundur aftur í ár, har
tað ber til hjá tingmonnum
at seta munnligar fyrispurn-
ingar.
— Men sum virkandi for-
maður í figgjarnevndini fari
eg við hesum at heita á
Karsten Hansen, landsstýr-
ismann í fíggjarmálum og
Helenu Dam á Neystabø,
landsstýrsmann í almanna-
og heilsumálum um at fáa
hetta broytt, so at allir pens-
ionistarnir fáa pensjónina
útgoldna í góðari tíð fyri jól,
sigur Vilhelm Johannesen.
Hetta er en máti at seta
okkum út av spælinum
--Tað sær út til, at
alt virksemið í
vinnunevdini hjá
løgtinginum er
hildið uppat,
hóast fleiri stór
mál liggja og
bíða
ÁKI BERTHOLDSEN
— Hetta er ein máti at seta
andstøduna út av spælinum
uppá.
Henrik Old er ikki serliga
fegin um arbeiðslagið í
vinnunevndini hjá løgting-
inum.
Sjålvur er hann limur í
vinnunevndini, men hann
fýlist á, at tað hava ongir
fundir verið í nevndini nú í
langa tíð.
Samstundis liggja fleiri
mál, summi teirra stór mål,
í nevndini og bíða.
--Tað sær út til, at alt virk-
semið er lagt stilt
— Serliga heppið er hetta
ikki. Men hetta er so ein
máti at seta andstøduna út
av spælinum uppá, sigur
Henrik Old.
Hann sigur, at eftir øllum
at dóma er orsøkin til at so
lótið kemur á skaftið í
vinnunevndini tann, at
formaðurin í nevndini,
Heini O. Heinesen, eisini er
nevndarlimur í figgjar-
nevndini.
Og spurningurin verður
reistur, hvussu rætt tað er,
at nevndarformadurin í
vinnunevndini, samstundis
er mur í figgjarnevndini.
— Vinnunevndin er tann
nevndin, sum hevur mest at
gera, umframt fíggjar-
nevndina.
— Og tað er ein trupul-
leiki, at formaðurin í aðrari
nevndini, samstundis er
nevndarlimur í hiínari
nevndini, tí so kemur ar-
beiðið í aðrari nevndini at
halta.
Fella fyri freistini
Ein avleiðing av, at so fáir
fundur hava verið hildnir í
vinnunevndini, er, at summi
mál, sum liggja í nevndini,
nú eru í vanda fyri at fella
fyri tidarfreistini.
Mål, sum eru løgd fyri
tingið, og sum verða beind
í nevnd, skulu verða við-
gjørd løgd fyri tingið aftur,
áðrenn 30 dagar eru farnir.
Eitt mál, sum er í vinnu-
nevndini, og sum Henrik
Old hevur serligan áhuga
fyri, er uppskotið sum
javnaðarflokkurin legði fyri
tingið um at játta djúpvatns-
trolarunum fløgustudul í try
år afturat.
Málið varð beint í vinnu-
nevndina 18. november.
Sostatt er seinasta freist
at fáa tað úr nevndini aftur
18. desember, og tað er
fríggjadagin.
Men tað verður mett at
verða 6møguligt, tí talan er
um eitt rættiliga umfatnadi
mál, sum krevur at nógv
fólk verða boðsend til fund-
ar.
Tað ber til at biðja Løg-
tingsformannin um undan-
taksloyvi, so at ein nevnd
fær meiri enn 30 dagar at
viðgerða eitt mål.
Men so vítt, vit hava
fingið upplýst kann tað bara
koma uppá tal, tá ið talan er
um serliga stór og krevjandi
mál, ella har tað er neyðugt
at útvega fleiri upplýsingar,
sum tað ikki ber til at útvega
áðrenn freistin er úti.
Tað er neyvan nóg mikið,
at fáa freistina longda, at
nevndarlimir ikki hava havt
stundir at hildið fund.
Men gongur ov long tíð,
ber eisini til hjá tingfor-
manninum at leggja málið
fyri tingið til 2. viðgerð
nevndarålit
Henrik Old sigur, at hann
harmast um, at málið um
djúpvatnstrolararnir ikki
kom framaftur, men nú sær
hann svart uppá, at tað
yvirhøvur kemur framaftur.
Hava bíðað
Formaðurin í vinnunevnd-
ini, Heini O. Heinesen sig-
ur, at tað hevur ikki verið
umstødur at hildið fund, tí
tað hevur verið so nógv at
gera.
Og hann heldur ikki, at
tað var rætt at fáa varamann
í figgjarnevndini, mitt undir
viðgerðini at fíggjarlógini,
tí tað hevði órógvað við-
gerðina.
Hann sigur eisini, at tað
er trupult at halda nevnd-
arfundir sama dag, sum
tingfundir eru.
Og tað verður tingfundur
alla hesa vikuna og í
komandi viku er ætlanin at
fara í jólafrí.
Men ein grund til, at mál-
ið um fløgustudulin til djúp-
vatnstrolararnar hevur bíð-
að eftir, at nýggjur lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum varð tilnevndur, eftir
at John Petersen fór frá,
sigur Heini O Heinesen.
Hann metir tó hetta ikki
sum nakran trupulleika, tí
tá ið farið verður eftir teim-
um, er tað skjótt at avgreiða
eitt mál.