Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2luUrMn - Hetta er ikki ein provokation sigur Gunnleivur Dalsgarð, um kravið til 60 % lønarhækking, sum er sett fram ímóti landsstýrinum til sáttmálasamráðingarnar fyri 1999 RIGMOR DAM -Fakfelggini verða ofta á- kærd fyri ikki at taka lut í samfelagskjakinum, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum Gunnleivur Dals- garð, - men í hesum føri- num er tað júst tað vit gera. Við at vísa á tann veruleik- an, sum limir okkara hava verið fyri gjøgnum kreppu- árini. - Kanningar okkara vísa, at tað er føroyski løntakarin, sum hevur goldið fyri kreppuna, og tí er tað bara natúrligt, at vit nú krevja endurgjald — júst sum lands- stýrið — gjørdi yvirfyri donsku stjórnini. Nú hevur landið fingið 1,5 mia. kr., so mugu okkara viðurskifti eisini normaliserast. Síðani 1993 hava limir okkara beinleiðis goldið 90 mill. kr, og úrslitið av okkara kann- ingum vísa, at reallgnar- missurin 1990-1998 hevur verið 25,7%, og um keypi- orkan skal verða tann sama í 1999 sum í 1990 skulu lønimar hækka 57,6%. - So hetta er ikki ein prov- okatión, men bara veruleik- in svart uppå hvitt. Ein pol- itisk manifestation kanska. Hvat er endamålid vid at seta fram hesi órealistisku lønarkrøv? - Endamálið er at vísa á tann veruleikan, sum er i løn Skattu dag, og taka stødi i hesum undir samrådingunum. Vit mugu tosa ut frå ti, sum er hent og hava tad i huga. Soleiðis hava vit eitt ógvu- liga týdningarmikið amboð fyri samráðingarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð. - Men vit siga eisini, at tað ber til at fáa normalis- erað viðurskiftini á annan hátt, t.d. við at broyta sátt- málan. Men høvdu tit ikki staði sterkari um tit høvdu gjørt hesar kanningar saman við hinum feløgunum? - Felggini eru samd um, at tað ikki ber til at sam- ráðast saman. Í '90inum hava ongar samráðingar verið um tey ymsu serkrøv- ini, feløgini hava hvør sær. Tå hevur talan einans verid um lønarnidurskurd. Fyri at fáa serkrøvini við, noyðast við at samráðast hver sær. Men vónandi kunnu hini feløgini eisini brúka okkara kanningar, og tey hava verið sera spent uppá úrslitið av teimum. Nú hava tey fingið úrslitini, og so er tað bara upp til tey, hvussu tey ynskja at gera nýtslu av teimum. Krevini Hvat er tað tit ynskja? - Seinastu samráðingarár- ini hevur einans verið tala um lønarnidurskurd, og gll hini viðurskiftini hava ligið á láni. Vit halda at tíðin nú er búgvin til at tosa um onn- ur øki eisini. Høvudskravid frå okkum í Starvsmanna- felagnum hesaferð, verður at fáa eina nýggja lønarskip- an. Sum nú er hava vit 40 lønarflokkar og 90 stig. Tað sum vit ynskja er m.a. at taka allar flokkar burtur og einans hava 40 stig, sum so verða tengd at starvslýsing- um. Hetta er ein kollvelting av lønarskipanini, og tað er sera torført at gera eina nýggja skipan, tí áhugamál- ini eru nógv, og báðir partar kava sína hugsan um, hvussu ein slík broyting kan fara fram. Tí hava vit eisini kravt, at fara til samráðing- arborðið. ár frammanund- an, so vit ikki sita í síðstu løtu við semingsmanni og verkfallshóttanum yvir okk- um. - Harafturat ynskja vit eina 35 tímars arbeiðsviku, 6 vikurs feriu og umsorgar- dagar. Og eftirlgnarskipanin skal eisini hækkast upp á 12% åjavnt við restina av almenna arbeiðsmarknaði- num. Bíligari umsiting Í løtuni verður nógv tosa um at almenna umsitingin skal minkast, effektiviserast og rekast bíligari. M.a. i fíggj- arlógini er hædd ikki tíkin fyri møguligum lønarhækk- r ir. Tek årsløn — Pristals- Gunnleivur Dalsgarð, formdaur i Starvsmanna- felagnum ingum. Hetta kemur allar- helst at rakad limir tykkara, sum f framtidini skulu renna skjótari fyri ein bíligari pen- ing. Hava tit gjørt tykkum nakrar tankar hesum við- víkjandi? - Tað er púra galið, at man ikki tekur hædd fyri hesum í fíggjarlógini. Um vit ynskja eitt vælvirkandi samfelag, mugu vit hava eina vælvirkandi umsiting. Vandin fyri einum lågløn- arsamfelagi er ein reellur vandi í dag. Tí gera vit eisini kanningar av lønarvidur- skiftunum í grannalondum okkara. Í ávísum limabólk- um hjá okkum, verða fólk yvirbjóðaði av grannalond- unum. Tað er ikki góður politikkur at fólk noyðast at rýma higani, so vit noyðast at keypa tey aftur við ser- ligum ágóðum. Hetta er sjálvsagt eitt gki, vit mugu VELOUR frakki - svartur, reyður 699,- vekstur 121.378 0 123.008 4.424 121.175 4.917 108.722 11.085 103.805 — 12.708 104.288 — 15.615 113.861 19.500 117.780 — 22.888 116.929 — 26.760 117.578 — 30.398 fr. frit.isk. 198.787 201.298 201.974 182.569 191.459 191.459 196.116 200.358 200.358 byrgja upp fyri og eisini skapa treytir fyri at tey kunnu verða verandi her. gjøld 77.408 78.291 80.798 83.847 87.854 87.192 82.556 82.578 83.429 83.285 Handilin er å tremur vid jólagávuhugskotum innan klæðir, taskur og skógvar. NÝGGJAR TASKUR: Ferðataskur, skúlataskur, canvas, akslataskur í svørtum nylon, leðurtaskur, pungar í leður og nylon. - Mán.-hós. 9.00-18.00 Frí.-ley. 9.00-20.00 Sun. 14.00-20.00 í Tróndargotu tlf. 318200 Í kanningarskjólunum sigur Starvsmannafelagið, at síðan 1990 hava stórar broytingar bæði í lønini, skattinum og livikostnaði ávirkað gongdina í tóku realårslønini, og missurin hevur verið stórur. Men hyggja vit bara eftir støduni í dag og samanbera hana við 1990, so er tað serstakliga prisvøksturin sum stendur eftir. At ein nakað lægri tók årsløn skal liva við einum kostn- adarstødi, sum er 30% hægri enn í 1990. Og seinasta fráboðanin um vøksturin í prístalinum seinasta 12 mánaðarskeiðið upp á yvir 4 % gevur møguliga eina ábending um uppaftur hægri livikostnað í nærmastu framtíð.