Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998 ítróttar ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo } KÍ fær enskan venjara næsta á Fótbóltur: Nú hevur KÍ endiliga fingið avgreitt venjaraspurningin hjá sær. Nýggi venjarin verður onglendingurin Tony Parris, og hann er ikki heit ókendur í Klaksvík EMiL L. JACOBSEN Meðan hini liðini í 1. deild hava avgreitt sín venjaraspurning fyri rímiliga langari tíð síðani hava fingið sín venjaraspurning upp á pláss, hevur tað verið meira 6- greitt, hvussu stødan hevur verið hjá KÍ. 5 Men ni er greitt, at KI fær ensk- an venjara til komandi kapping- arår. Tann 43 åra gamli Tony Parr- is er madurin, sum skal taka sær av Kl-liðnum komandi ár, og hann er ikki heilt ókendur í Føroyum. Fyri 20 árum síðani var hann eisini venjari hjá KÍ, og tá var hann eisini venjari hjá føroyska lands- liðnum. Síðani tá hevur Tony Parris m.a. verið hjálparvenjari hjá navn- frama Bobby Robson (tað var áðr- enn hesin bleiv enskur landsliðs- venjari fyrst í 80-unum), hann hevur verið knýttur at bæði Bolton Wanderers og Crystal Palace í Onglandi, og seinastu árini hevur hann hildið til í USA, har hann hevur verið samskipari av college- fótbóltinum og sjálvur eisini hevur vant eitt college-lið. Tað hevur leingi verið greitt, at Kl-venjarin seinastu trý árini, Jó- annes Jakobsen, ikki verður í Klaksvík næsta ár, og tað hevur gingið eitt sindur av tíð at fáa venjaraspurningin upp á pláss. Samband hevur eisini verið við onkran dana — onkur helt, at fyrr- verandi danski landsliðsspælarin Flemming Povlsen var upp á tal, men tað var ikki rætt — men nú er ein avtala við gamla kenningin Tony Parris so fingin í lag. Parris kemur til Føroyar í feb- ruar, og hann ber orð fyri at vera ein harður venjari, sum krevur, at spælararnir hjá sær eru væl fyri kropsliga. Venjingin hjá KÍ byrjar eisini longu í januar, og eingin ivi man vera um, at Tony Parris fer at díkja á klaksvíkingarnar teir fyrstu mánaðirnar, so alt tað, sum er farið síðani kappingin endaði, verður tikið inn aftur sum skjótast. Sáttmáli er ikki skrivaður enn, men ætlanin er so, at Tony Parris skal vera í Klaksvík í fyribils eitt ár. på Kl-liðið fer annars at síggja ngkulunda tað sama út sum í ár. Zoran Mancic er farin til Royn, men allir hinir verða verandi í Klaksvík, hóast onnur felgg hava ligið framvið eftir onkrum av teimum. Póllendingin Marek Wierzbicki verður eisini verandi, og tað hevur verið upp á tal, at onkur annar póllendingur eisini skal spæla við KI í 1999. Men einki er avgjørt á tí økinum enn. Lesið eisini ítróttin á | Internetinum www.sosialurin.fo 2 John Hansen og teir í KÍ fáa venjara úr Onglandi komandi kappingarár. Tað er Tony Parris, sum eisini var venjari hjá KÍ fyri tjúgu árum síðani Mynd: Alvur Haraldsen Nógvur hondbóltur í blaðnum í dag