Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ítróttar S08S2lur Ongantíð áður havi eg hoyrt so vælnggdan og fegnan útgevara Men tað skilji eg so væl, tí: Mentunargrunnur Student- afelagsins gevur út skald- skapin hjá Jóanis Nielsen! Jógvan Ísaksen er primus motor í Mentunargrunni Studentafelagsins! Og Jógvan Isaksen situr so og innstillar til hesar ym- isku virdislønirnar, tad sum hann sjálvur gevur út! Man stjórin í Gyldendal sita í donsku innstillingar- nevndini, kundi verið áhug- avert at spurt ella stjórin í Málá Menning í Íslandi? Tað var nú sera heppið, at eg tók åhugaverdu samrød- una upp fríggjadagin í Viku- skiftis-sendingini hjá Suna Merkistein! Tá ið eg í inni- haldsyvirlitinum hoyrdi, at samreða fór at verða við lim í innstillingarnevndini til norðurlendsku heidursløn- ina, vakti hetta beinavegin mín sterka hug, og var eg kvikur sum ein leopardur at stinga eitt tømt band i band- uppte ! Sera áhugavert, Suni, at tú treiv eitt sindur í hetta evni, ið man hava havt sera stóran áhuga millum fólk, ið hvussu so er millum okkum skrivandi. Men tað var nú spell, at tú ikki vart eitt sindur spískari í tínum spurningum og kanska meiri grópandi og áhaldandi, nettupp tá ið tað snúði seg um útgevaran Jógvan Isaksen, innstillaran Jógvan Isaksen og ógegnið hjá Jógavni Isaksen! Har átti tú ikki at latið hann sloppið so lætt, sum hann slapp! Men eg rokni við at hetta verður helst tikið upp í øðrum sambandi, tí óhepn- ari virksemi og meiri spill- andi hartil, kann neyvan hugsast at nakað er, ið hvussu so er ikki í nøkrum, sum eg havi við at gera! Og nú eri eg fegin um at eiga eitt eintak av hesi sam- rødu, tí sum eg lurtaði eftir samrøduni við Jógvan Isak- sen, rithevund og primus motor í Mentunargrunni Studentafelagsins, hevði eg ikki tråd tí, um eg hevði ikki møguleikan at spæla sam- røduna einaferð aftrat! Lurtarin rúsaður Lat meg eisini siga, at tað at hoyra Jógvan Isaksen í hesi samrødu, og í teim flestu, sum eg havi hoyrt higartil, er sum at hoyra eitt sprelskt konufólk, sum met- ir seg at hava hitt heimsins fittasta og besta og snøØgg- asta mannfólk, og ein av fyrstu døgunum er so ætl- anin, at tey fara at giftast! Hon greidir frå sini eydnu å gin so sera yvirdånandi og eiggiligan hátt, at tå rúsast av henni og fært næstan hug at biða um hana ella bert at sleppa at halda um hana eitt sekund, meðan hon teskar tær sidursælu sína í oyrad! Eisini f hesi samrøduni verður lurtarin rúsaður av greiðu og sjålvsøgdu av- gerðini hjá Jógvani Isaksen at stilla Jóanis Nielsen inn til norðurlendsku virdisløn- ina í ár, nakrar fáar tímar eftir, at yrkingasavnið hjá honum er komið út! Ella vóru tað tveir dagar aftaná! Var nevndin komin til líka skjóta niðurstøðu, um eitt annað forlag gav yrkingar- savnið út, kundu vit spurt fyrst. Og vit kundu eisini spurt - tó at eg neyvan rokni við at fáa nakað svar frá Jógvani - bíðaði nevndin ikki við innstillingini, til yrkingarsavnið var í handl- unum? Eg havi ikki enn sæð navn Jóanisar í útlendsku Ólavur í Beiti bløðunum í sambandi við innstillingina, og tað fær meg at seta henda seinna spurningin! Latið okkum hyggja eitt sindur neyvari at, hvussu hetta sær út, tá ið ein út- gevari situr í eini nevnd sum innstillar til alt hetta ym- iska. Jógvan Isaksen nevndi í samrøduni, hvussu stóran tydning tað hevði fyri høv- und at verða innstillaður, tó at hann ikki fekk sjálva virdislønina! Ferðingar í fleiri lond, upplestur á skúl- um og við lærdar háskúlar, »treff« av ymsikum slagi, reyp, sleikjan og herðaklapp - ikki minst! Men tað hevur ikki bert tydning fyri høvundan, tí so sanniliga hevur tað eisini týdning fyri forlagið (les Mentunargrunn Studenta- felagsins, har Jógvan Isak- sen er formaður) at hava ein høvund á síni bókaskrá, sum er innstillaður ikki bert eina ferð, men upp í fleiri Oljuleitingin fer neyvan at darva fiskivinnuni Í dag klokkan 10.30 verður løgd fram frågreiding frá eini granskingarverkætlan um viðurskifti millum fiskiskap og oljuleiting og tær búskaparligu avleiðing- arnar ein møgulig oljuvinna kann hava fyri fiskiskapin å føroysku landleidunum. Saga Petroleum hevur fíggjað verkætlanina, Fróð- skaparsetur Føroya hevur staðið fyri verkætlanini, meðan Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrødingur, hevur tíkið sær av fakliga innihaldinum í verkætlan- mi. Tveir høvudsspurningar eru vidgjørdir. Kapping um havleiðir og kapping um ar- beidsinegi um havleidir Verður farið at bora eftir olju vid Føroyar verða um- stødurnar at troyta grunn- arnar broyttar. Fiskivinnan hevur higartil havt grunnar- nar at kalla fyri seg sjálvan. Møguligt virksemi førir við sær boripallar, leitivirksemi og økta skipaferåslu i før- Fiskiskapur og oljuleiting á somu havleiðum kann føra vid sær strid millum ymisk åhugamål. hvussu stór hesi stríðsmál kunnu gerast ella hvørjar avleið- ingar verða fyri fiskivinn- una av at oljuvirksemi legg- ur hald á havleiðir, veldst nógv um hvgrjar leiðir talan er um og hver fiskiskapur er å leidini. Frágreiðingin lýsir roynd- irnar aðrastaðni við fiski- skapi og oljuvirksemi á somu havleiðum og hvussu viðurskiftini millum vinn- urnar verða stýrd. Komið verður eisini inn á hvørja ávirkan sjóstgðir hava á fiskiskapin og hvussu mett verður um avleiðingar fyri fiskiskapin av oljuvirksemi. Fremsta endamålid vid verkætlanini hevur verið at lyst åvirkan å fiskiskapin av at oljuleitipallar leggja halda á fiskileiðir. Enn eru ongar itøkiligar ætlanir um at fara undir oljuleiting á føroyska landgrunninum. Metingarnar í frágreiðingini eru tí grundaðar á dómi, har ein hugsar sær, at boripallar verða settir ymsastaðni á økinum, sum oljufeløg hava nominerað til oljuleiting. Urslitini visa, at boripall- ar å valdu leidunum kunnu darva fiskiskapinum. Men av tí taðneyvan verður talan um meira enn tveir leiti- pallar í føroyskum sjógki samstundis, er lítið, ið bendir á, at virksemi verður til serliga stóran ampa fyri fiskiskapin ella fer at skerja veidumøguleikarnar mun- andi. Utrokningardømi visa, at um ein pallur t.d. verður lagdur á eina leið har trolarar vanliga royna, er søguliga veiðan á leiðini, ið fer fyri skeytið, ein lut- falsliga lítil partur av árliga inntøkugrundarlagnum. Vist verður í hesum sam- bandi eisini á, at tað ber til at skipa so fyri, at ávirkan á fiskiskapin av oljuleiting verða sum minst. Tað er tí av alstórum týdningi, at tær reglur og skipanir, sum skulu stýra samvirkanini millum fiskiskapin og olju- leiting, taka fyrilit fyri áhugamálunum hjá bæði fiskivinnuni og oljuvinnuni. Kjarnin í gllum hesum er samskifti millum partarnar og at sjónarmiðini hjá fiski- vinnuni verða tíkin við longu frá byrjan, farið verður undir at fyrireika ftøkiligar ætlanir um olju- leiting og -boring. Eitt av endamålunum vid verkætlanini hevur verið at finna hóskandi hátt at meta um ávirkanina á fiskiskapin av oljuvirksemi, m.a. grundað á tey veiðuhagtgl, sum eru tek. I tí sambandi kann nevnast, at ein trupul- leiki er, at veiduhagtølini ikki eru fullfíggjað fyri teir skipabólkar, ið royna mest á fiskileiðum, sum sam- stundis eru áhugaverðar í oljuhgli. Tær nógvu villur- nar gera, at sum er kann bert ein partur av taltilfarinum nýtast. Hóast hetta, so geva tølini eina mynd av hvar fiskiskapurin fer fram og hvgnn týdning ymisku leiðirnar hava. Men verður farið undir itøkiligar olju- ætlanir vid Føroyar og ætlanina í tí sambandi er at fáa til vega neyvar og hald- góðar árinskanningar, er neyðugt at bøta munandi um hagtalsgrundarlagið. Kapping um At oljuleiting vid Føroyar leggur hald å fiskileidir er kanska tað sjónligasta og mest beinleiðis árinið á fiskivinnuna. Men olju- virksemi kann eisini hava aðra ávirkan á fiskivinnuna, enn tann, ið beinleiðis stendst av boripa:lum í før- oyskum sjógki. Fiskivinnan kann eisini verða ávirkað av Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998 rt ferðir! Hetta verður jú brúkt hverja einastu ferð navn høvundans verður nevnt í sambandið við bókuútgávu hjá Mentunargrunni Stud- entafelagsins, at tað og tað árið - árini í flestu fórum -, var høvundin innstillaður til Norðurlendsku Virdisløn- ina! Dygd, sært tú, hesin rit- høvundur er innstilladur upp i fleiri ferðir til Norð- urlendsku Virdislønina, so keyp, góði lesari, tí hetta er ein virdur høvundur! Jú, sanniliga er tað ein fyrimunur at fáa síni verk útgivin á forlagnum hjá Jógvani Isaksen! Nú er tað skjótt vorðin ein treyt eisini, at verk títt skal verða útgivið á hesum forlag! Og í fjør var eisini eitt navn á skránni hjá hesum forlag, sum varð innstillað, Carl Jóhan Jensen; men tað, at Tóroddur varð innstill- aður, skilja vit so, tá ið vit hoyrdu nevndina verða navngivna f Utvarpinum fríggjadagin! Og tað árið, tá ið eingin var innstillaður - hetta vísti eg eisini á tá - var tað, tí at eingin úr fjós- inum hjá Mentunargrunni Studentafelagsins hevði givið nakað út! Ikki innhabilur Viðvíkjandi spurninginum hjá útvarpsmanninum um inhabilitet, ógegni, so var Jógvan Isaksen sera skjótur at sleppa sær undan, og av svarinum at døma, metti hann seg ikki at vera inn- habilan! Jógvan Isaksen er primus motor, formaður, í Mentun- agrunni Studentafelagsins! Jens Helgi Toftum, sum hevur tikid sær av fakliga innihaldinum i verkætlan um oljuleiting og fiski- vinnu, sum Fróðskapar- setur Føroya hevur gjørt og Saga Peproleum fíggj- að at oljuvinnan ella aðrar vinnur fáa tørv á arbeiðs- megi. Grundað á eina meting av hvussu leitivirksemi verður við Føroyar og eftirspurn- ing eftir føroyskum vørum, tænastum og arbeiðsmegi í tí sambandi, verður spurt um fiskivinnan fer at merkja økta kapping um arbeiðs- megi. Ella um oljuleiting og tað virksemi, ið av henni stendst, ger at fólk rýma úr fiskivinnuni í oljuvinnuna ella aðrar vinnugreinar, ið veita eini oljuvinnu vørur og tænastur? Royndirnar aðrastaðni siga okkum, at í leititíðar- skeiðnum er ávirkanin á búskapin lítil. Hetta saman við metingum um at í mesta lagi tveir leitipallar verða á føroysku landleiðunum samstundis, bendir á, at ávirkanin á føroyska bú- skapin verður lítil, bæði í sjálvum sær og samanborið við ta ávirkan og tær broyt- ingar, sum búskapurin ann- ars er fyri av náttúru- og marknaðarávum. Leitiskeiðið fer neyvan at leggja lunnar undir serliga nógv nýggj føroysk arbeiðs- pláss. Boripallarnir hava manning og serfrødingar Mentunargrunnur Studenta- felagsins gevur skaldskapin hjá Jóanis Nielsen út! Jógv- an Ísaksen situr í neyndini - saman við Ebbu Hentze - sum innstillar til Norðurlendsku Virdisløn- ina! Og hesin maður metir seg ikki at vera innhabilan í hesum máli, og helst heldur ikki í nøkrum ødrum máli, tá ið Mentunargrunnur Stud- entafelagsins gevur út, og Jógvan Isaksen og Ebba Hentze innstilla! Ikki innhabilur, Jógvan Is- aksen?! Vinir og kenningar Er tað veruliga so illa statt í Føroyum, at ein nevnd, sum skal innstilla rithøvund og verk hansara til slíka virðis- løn, ikki kann mannast av ødrum enn rithøvundum?! Og er tad veruliga so illa statt í Føroyum, at Jógvan Isaksen og Ebba Hentze eru teir einastu føroyingar í gll- um heiminum, sum í mann- aminni skulu manna hesar ymsiku nevndirnar sum inn- stilla, og innstilla teir somu høvundarnar eftir tørni?! Og hvussu ber tad so til, at ikki onnur forløg fåa sitt umboð í hesa nevndina? Og hví eru bert 3 umboð í nevndini, har Jógvan Is- aksen og Ebba Hentze fyri tað kundu sitið einsamøll? Er eingin sál eftir í ment- anini her á landi ella hevur tað ongantíð verið tað?! Ólavur í Beiti rithevundur við sær og tey arbeiðspláss, sum verða knýtt at pall- unum á landi er fá. Flestu vøru- og tænastuveitingar, sum føroyskt vinnuliv kann fåa lut f, kunnu veitast av verandi virkjum. Nidurstødan vidvikjandi kapping um arbeidsmegi millum fiskivinnuna og møgulig nýggj arbeiðspláss í leitiskeiðnum er, at hóast oljuvirksemi kann ávirka føroyska búskapin og at hetta umvegis kann ávirka fiskivinnuna, so verður ávirkanin valla so stór, at fólk fer at leita sær úr fiski- vinnuni í oljuvinnuna ella aðrar vinnur í so stórum tali, at tað hevur skaðiliga ávirkan á fiskivinnuna. Skuldi hetta kortini hent, so er ikki vist, at orsøkin er, at oljuvinnan ella aðrar vinnur veita fólki serliga góðar treytir og sømdir, men kanska heldur tí at kapping- arstødan hjá fiskivinnuni er so vánalig á arbeiðsmarkn- aðinum.