Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0S8salurfn 21 Karensdagar - eisini framyvir Stendur tað til Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin skal karensdagalógin ikki avtakast. Orsøk: Ein avtóka verður ov kostnaðarmikið Uppsktoið um at taka av lógina um karensdagar fellir uttan iva í tinginum, tí samgonguumboðini í trivnaðarneynd- ini taka ikki undir við uppskotinum RIGMOR DAM Miðflokkurin legði 4. nov- ember uppskot fram um av- tóku av karensdagalógini. Nú er trivnadarnevndin komin við álitið í málinum, og har verður staðfest, at ein meirluti ikki tekur undir við uppskotinum. Ein Bæði lokka og Javnaðarflokkurin hava áð- ur roynt at fáa broytingar í lag, viðvíkjandi karensdag- alógini. Hetta var í ávika- víst 1995 og 1996. Báðar ferðirnar til fánýtis. Nú roy- nir so Miðflokkurin enn ein- aferð. Í uppskotinum, sigur Jen- is av Rana úr Miðflokkinum m. a., at longu í 1993, tá skipanin við karensdøgum varð sett í gildi, varð víst á, at ivasamt var, um sparing var í hesari lóg. Víst varð tá á vána royndir í grannalond- um okkara og vandan fyri beinleiðis negativum ári- num á samfelagsbúskapin. Hann sigur, at grundarlagi hjá landsstýrinum tá, var ein meting av, at lógin ikki fór at ávirka sjúkradaga- mynstri. Men, sigur hann, alt týðir uppá, eins og í grannalondum okkara, at tey hjáárin, sum fleiri vistu fóru atkoma, hava verið her hjá okkum. Tí setir hann spurnartekin við, um ikki hesi hjáárin, saman við kostnaðinum av at umsita hesa lóg, heilt hava tikið fíggjarliga grundarlagi und- an hesari sokallaðu sparing. - Samanumtikid man hendan lógin hava ført lítið annað enn tyngjandi byrðar inn í dagliga dagin hjá mangari frammanundan illa staddari føroyskari familju, leggur Jenis av Rana aftur- at. kunnu spara meira ålitinum frå trivnadar- nevndini stendur, at nevndin á fundi við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hevur fingið upplýst, at tað almenna sparar 4,8 mill. kr. árliga av karensdagalógini, og at landsstýrismaðurin metir, at um skipanin fæst at virka betur, kann sparingin koma uppá 10-12 mill. kr. árliga. Tað er útfrá hesum, at meirilutin, Páll á Reyna- túgvu og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum og Rúna Sivertsen og Jákup Suni Joensen úr Fólkaflokk- inum, metir, at tað er ov kostnaðarmikið at avtaka karensdagalógina, og heita tey tí eisini á landsstýris- mannin, um at bera so í bandi, at lógin kemur at virka betur. Sum nú er, hev- ur meirlutin fingið tað fatan, at skipanin ikki virkar nóg væl á gllum arbeiðspláss- um. Minnilutin í nevndini, Hans Pauli Strøm og Krist- ian Magnussen úr Javnad- arflokkinum og Marjus Dam úr Sambandsflokki- num, taka harafturímóti undir við uppskotinum frá Jenis av Rana. Í álitinum frá neyndini sigur minnilutin, at seinastu 20 árini hava fólk í føstum starvi fingið lén undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi. Men í 1993 samtykti Løgtingid lógina um karensdagar, sum ein liður í sparingunum tá Minnilutin ivast í, um lógin hevur virkað eftir ætl- an, og um lógin verður um- sitin soleiðis, at øll eru lika fyri lógini. Eisini sigur minnilutin seg ikki taka undir við tí ósolidariska hugburði, at fólk, ið eru sjúk, framhaldandi skulu revsast, við at missa lønina 2 teir fyrstu sjúkradagarnar Tímalent eisini kar Tímalgnt fólk hava rætt til dagpening undir sjúku. Hesi hava altíð verið umfatað av eini karensdagaskipan, so- leiðis at tey fáa sjúkradag- pening frá 3. degi og ikki frå 1. degi. Jenis av Rana hevur ti eis- ini lagt uppskot fyri tingið, um at javnseta timalønt við fastlønt å hesum økinum. Sostatt ynskir hann, at allir lónmóttakarir skulu hava rætt til løn undir sjúku frá 1. degi. Heldur ikki hetta uppskot varð gingið á meti í åliti- num frá trivnadarnevndini. Sami meirluti sum oman- fyri, te. umboð Tjóðveld- isflokksins og Fólkafloks- ins, mæla tinginum frá at taka undir við uppskotinum Grundgeving teirra er enn einaferð, at tað fer at hava ov stórar útreiðslur við sær fyri landskassan at broyta dagpeningaskipanina á hes- um gki. Nevndin hevur á fundi við Helenu Dam á Neystabø, fingið upplýst, at ein slík broyting í dagpen- ingaskipanini kemur at kosta um 10 mill. kr. árliga. Minnilutin í nevndini, te. umboð Javnaðarflokksins og Sambandsflokksins, tek- ur undir við uppskotinum. Hetta er eisini við somu grundgeving sum í karens- dagaskipanini, at verandi skipan er ein ósolidarisk skipan, sum revsar fólk tå tey eru sjúk. Fakfeløgini gjørdu eina roynd Fakfeløgini hava roynt at åvirka politisku myndug- leikarnar til at taka undir vid uppskotunum frá Miðflokk inum. Umboð fyri fakfeløg ini, tann sokallaði "sjey- manna bólkurin", segði í eini åheitan til politisku flokkarnar tann 11. novem- ber, at karensdagaskipanin ikki hevur nakra positiva ávirkan á samfelagið og bú skapin. Eisini siga tey, at tað er teirra (politikaranna) å- byrgd, at allir løntakarar bæði fastløntir og tima- løntir, verða settir eins fyri lógina. Tí heita fakfeløgini á flokkarnar, um at taka undir við uppskotinum um avtøku av karensdagalógini og uppskotinum um lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð. Fakfelggini sum eru í "sjey manna bólkinum" eru: Før- oya Arbeidarafelag, Starvs- mannafelagið, Sjúkrasystra- felag Føroya, Havnar Ar- beidsmannafelag, Havnar Arbeidskvinnufelag, Havn- ar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag. Jóvgvan Sundstein, fyrrv. tingformaður: JAN MULLER Ein av teimum, sum hevur sitid longst á løgtingi, er Jógvan Sundstein, sum eitt skifti var tingformaður. Nú tjakið hevur tíkið seg upp um løgmanslønirnar og uppskot er komið fram um tað vil Jógvan Sundstein fegin gera eina viðmerking til málið. -Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at lønarvidurskiftini hjá tingmonnum verða endurskoðað, og eg haldi eisini, at uppskotið, sum Finnbogi Ísakson sum for- maður hevur lagt fyri tingið, er á heilt góðari leið. Jógvan Sundstein vísir á, at tá tosað verður um út- reiðslur, so er uppskotið ikki nógv dýrari enn verandi skipan. Fæst ein nýggj skip- an, so fæst alt í rætt lag. Tingmenn fáa tá rætt og slætt løn fyri at vera ting- menn. Teir skulu arbeiða fyri hesa lønina. Teir skulu ikki hava serligt gjald fyri nevndararbeidi og man reg- ulerar gjøldini til at búgva uttan fyri Havnina til at vera so nær tí sum hetta veruliga kostar sum møguligt. Harvid er tað rætt, at nakrir tingmenn koma at fáa minni enn teir fáa í dag, og nakrir fáa meira. Men tað er ikki órímuligt, tí teir skulu hava løn fyri starvið at vera tingmenn og í tí starvinum hoyrir so eisini skyldan til at gera alt tað, sum hoyrir til tingarbeiðið, tvs. meta á tingfundi, ar- beiða í nevndum og haraftr- at tey síðuarbeiði, sum er at hava politiskar fundir ol. runt landið. Jógvan Sundstein heldur annars ikki tað er rætt, at blanda hetta málið við ting- mannalønum saman við lønarsamrådingunum á ar- beiðsmarknaðinum. -Tað er Hækkið lønirnar hjá tingmonnum ein spurningur um at fáa henda partin av tí politisku skipanini at virka. Fyrr- verandi tingmaðurin og tingformaðurin vónar tí, at uppskotið hjá núverandi tingformanni verður við- gjørt og viðtikið, soleiðis at vit fáa skipað viðurskifti í landsins parlamenti. Tað hevði verið okkum gllum at gagni í síðsta enda og polit- isku skipanini til heiðurs. Tingmenn skulu hava hægri løn - og fáa løn fyri arbeið- ið, teir gera. Tað er ikki rætt at blanda hetta saman við lønarsamrådingunum