mikudagur 16. desember 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOSAMMÅN
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
Tá mentanarstevnan varð
sett í 1987 í Fuglafirði hevði
Gunnar Hoydal, skald, ein
inngang til stevnuna við
einum epilogi. Hann segði
millum annað: Føroyar var
eitt stórt land. Síðan tá hava
hesi orð Gunnar Hoydals
sjóað fyri oyrunum, um
hetta stóra landið vit eiga.
Nú var hetta sæð við einum
skaldaeyga, men tó so er
tankin ikki so fjart av leið,
at skaldið ikki kennir
hvussu fyrifert í samfelagn-
um. Ofta eru skaldini tey,
sum eru framman fyri sam-
felagsrákið og siga hvussu
fer at verða. Tey eru eisini
tey, ið revsa og sveiggja við
koyrlinum. Eisini kann
hetta sigast, tá ið komið
verður til skil og vit, at
skaldakynstrið dregur upp í
ættina, og spádómur tess
sigur okkurt um hvussu til-
veran er tengd at forsjónum.
At Gunnar talar um hetta
stóra landið í skaldavend-
ingum, er skaldskapur.
Summar dagar heldur tú, at
hetta landið er stórt, men so
aðrar dagar kennur tú tað
eins lítið sum eitt dism úti í
tí stóra bláa havi.
Hugsið tykkum aftur til
bóndasamfelagið, sum jú
var eitt aldargamalt samfel-
ag. Tað hevåi hvílt í sær
sjálvum í gldir. Tá ið lívs-
mynstrið skal broytast, fell-
ur altíð av mann og mann
ímillum, ikki bert tað, men
eisini getan verður tung at
ganga, til tú hevur funnið
stevið í tí nýggja samfelagn-
um. Vit fóru jú frá bónda-
samfelagnum til eitt veiði-
samfelag - fiskivinnusam-
felag. Tað eru einans hundr-
að ár liðin síðani hetta
hendi. Bóndasamfelagið var
fleiri hundrað ára gamalt,
og hevði røtur fleiri túsund
ár aftur í tíðina.
Ofta verður havt á munni,
at tað gongur skjótt... og so
hetta keðiliga orðið, sum tú
hoyrir detta um tanngarð-
arnar: Útviklingurin krevur
tað. Gongur tað skjótt? Nei,
tit tað gongur ikki so skjótt,
sum vit halda. Vit hava enn
ikki funnið stevið í fiski-
vinnuni. Ein loysn er í dag,
ein onnur í morgin og í
ovurmorgin er ein nýggj
loysn fyri fiskivinnuna.
Hvat er um at verða?...
Sjúrð' Andrias sáli, segði...
tað var hýsumurtuin, tað
galt! Hann var-útróðrarmað-
ur, men hann var eisini fil-
osoffur. At finna stevið í
okkara samfelag, at finna
útav hvussu vit skulu veiða,
hvar vit skulu veiða, hvussu
nógv vit skulu veiða hvussu
fiskiamboðini skulu verða,
ganga kanska eini trý
hundrað ár, áðrenn hetta er
komið upp á pláss. Vónandi
verða aðrar vinnur her á
landi, men undarligt hevði
hetta verið, um ikki fiski-
vinnan hevði ein tátt í okk-
ara samfelag. Fisk vilja fólk
hava.
Hugsast kann, at tað
gongur ikki so skjótt við
okkara framburði, sum vit
halda. Vit tosa um td. at
leggja kommunur saman, so
tað verður lættari og bíligari
at reka samfelagið. Hver
sigur tað, at tað verður bíl-
igari? Er ikki ein færri av
nútímans snildi í hesi
gongd, at telniskar loysnir
skulu kaga út igjøgnum
gluggan og fáa skil á øllum,
og so tá ið alt er sett upp á
pláss, ja, so ásanna vit, betur
var tað gamla?
Í seksti-, sjeyti- og áttati
árunum var loysnin: Bygda-
menning. Nógv ljóð var um
hetta. Bøkur vórðu skriv-
aðar um evnið, einstakling-
ar og politikkarar stóðu og
talaðu um hesa gongd. Lítið
var hugsað um, at tað var
hýsumurturin, sum skuldi
bera øllum uppi, hóast øll
sýntust at vera góð við
hann, var tað ikki tann rætti
kærleikin til henda fitta
»fisk«. Vit kenna gongdina.
Vit sóu rovini standa eftir,
tá ið hýsumurturin sang sín
síðsta sálm Dávids frammi
í kór í okkara lítla samfelag
undan kreppuni. Hýsumurt-
urin visti, at tað skuldu
ganga mong, mong ár til
føroyingurin fann stevi, tå
ið um tilveruna galt.
Nú er loysnin. Kommun-
ur skulu leggjast saman!
Vit skulu hava stórri eindir
fyri at reka alt skjótari og
bíligari. Gud gevi mær tann
góðan tíð at tala. Eg skilji
lítið av hesum herrópi, og
minni skiltu vit tað gamla:
Bygdamenningina! Gamla
Lena á Grundlendi í Oynd-
arfirði, plagdi at siga.
„Lukka, betri var, um tað
var javnari og tynri!< Svá
segði hon. Bygdafólk eru jú
filosoffar. Tey hava alt á
kroppinum á sært. Hvert lot,
hvert strá, hvørja túgvu,
hvønn íðukálv og hvert ský-
rák. Nú skal alt takast frá
teimum. Kommununar
skulu setast út. Tað er vorð-
ið so fátæksligt, og ikki ber
til at ganga um og fáa eina
troyst, nei, rópið er saman-
legging. Hví?
Sjálvandi skal hetta gerast
við eini løgtingslog. Løgid
tykist hetta mær, tí landið
hevur enn ikki definerað sín
landspolitikk. Tað sóu vit
undir herrópinum: Bygda-
menning. Landið hevur
ongantíð ført landspolitikk.
Landið hevur ført komm-
unupolitikk, og ger tað enn.
Tann, sum sterkastur er,
vinnur. Tað verður ov drúgt
at fara út í æsir við hesum,
men bygdirnar hava mist so
nógv tey síðstu árini t.d.
heimbygd mín Fuglafjørð-
Viðmerkingar:
Hví skulu kommunur-
nar leggjast saman?
ur. Eftir syndaflóðina vit
vóru igjøgnum, er so nógv
skoldað, at lítið er eftir av
tí, ið rósaðist ímillum Kamb
og Borgina. Nú hava vit
bert, og bert og aleina ein
stovn eftir í bygdini:
Kommunan!
Tað síðsta, sum vit hava
úti á bygd, skal takast og
leggjast onkunstaðni, har vit
ikki koma dagliga. Hetta er
tann síðsti demokratiski
stovnurin, tú hevur, hvar tú
kanst fara at vita um tað,
sum hevur við teg og tíni at
gera. Bygdir hava mist skúl-
ar, handlar, fólk eru flutt av
bygd, mist arbeiðláss og nú
skal tað síðsta takast. Alt
skal verða so snoðið í hesi
teldutíð, hóast tað, er tað
hýsumurturin, ið ber øllum
uppi, og hann grýnur at okk-
um og sigur so tigandi:
Kæru føroyingar, tað gong-
ur ikki so skjótt, sum tit
halda, og fyri Guðs skyld
leggið ikki kommunurnar
saman, tí landið er heldur
ikki so stórt, sum tit halda
tað vera. Havið tað heldur
tynri og javnari, so skal alt
legnast hjá tykkum! Og fyri
at verða eitt sindur bíbilsk-
ur: so skal alt annað tykkum
verða givið!< Hugsið tykk-
um, hetta er ein hýsumurtur,
ið sigur hetta!
Tá ið bygdirnar eru drign-
ar so upp á tráð, at tað eru
einans tóm hús, ið standa
Frits Johannesen í
Fuglafirði
og gána úti á bygd, tá er alt
farið. Stórt spell! Tá ið
øskukalt er úti á bygd, eru
Føroyar burtur. Tá er ful-
veldisdreymurin ein farsa.
Tá ið tær stóru eindirnar
fara at telja teg og títt, skalt
tú bara hylja upp um høgur
og laga upp fyri dyrnar og
lesa títt Faðir vár og signa
teg, tí tú vart tann síðsti før-
oyingurin og síðsti bygda-
maðurin ella kvinnan.
Frits Johannesen
Ljót og fullkomuliga rong oddagrein í Dimmalættign 10.12.98 kallaður:
Nú eru kuplarnir góðir!
Her er ein sóga um friðarfólk, ið veruliga vildu nakað, sum oddagreinin sóknast eftir
Ég átti ein vitugan og
kenslusaman (citat úr
Dimmalætting 1977) pápa,
sum bygdi alt sítt lív uppá,
at vera hjálp hjá sjúkum og
niðurundirkomnum føroy-
ingum og útlendingum við.
Undir krígnum var hann
millum mangt annað við til
at taka - hálvar og minni
heilar bretar - upp úr sjón-
um og fjørduni rundan um
Sandagerð, og bera teir nið-
an á hospitalið. Hesir vóru
vanligir bretar úr armeraða
trolaranum »Lincoln City <,
sum varð bumbaður av
týskum flogførum - á vágni
- stutt frá okkara heimi.
Hetta var einki ynskiligt og
eitt sera ótespuligt arbeiði,
eitt arbeiði; sum fær hvort
eitt kenslusamt menniskja
at hata kríggj og ta hermegi,
ið lestar og drepur 100 tals
milliónir av ósekum menn-
iskjum.
Hetta var m.a. ein av
grundunum til, at hann -
sjályt um fólkafloksmenn
Br rr
tveitti hann út úr flokkinum
- segði ja til at vera stillari
hjá Karsten Hoydal, tá tjóð-
veldismenn stillaðu hann
upp til fólkatingsvalið í
1960, og hvørs ætlan var at
forða fyri, at vit fingu hasa
NATO hernadarstødina í
Føroyum. Jú! tað var friður,
sum lá fremst í huganum.
Hasir mennirnir høvdu upp-
livað tveir veraldarbardag-
ar, so latið ongan iva vera í
tí, at teirra ynski um einar
hernadarfriar Føroyar, var
álítandi.
Eisini tá - sum við dóm-
arakanningini - samtykti eitt
einmalt løgting, at Føroyar
skuldu vera neutralar og
ikki standa innan nakran
hernadarblokk, eins og Svø-
riki.
Ja! Ofta er torført at finna
útav, hver ræður her heima.
Hóast vit vóru fylt við
lovorðum um, hvussu kupl-
arnir kundu bjarga okkara
egnu skipum »sogar« eisini
M/S Hans Hedtoft, sum
is 7 AA 4
fórst undir Grønlandi, so
vistu hesir menn, at kupl-
arnir høvdu eittans enda-
mål: »At vera ein »Early
warning station«, um russar
vendu atommissilunum
ímóti USA«… Sostatt vóru
Føroyar eitt sera tydningar-
mikið hernaðarmál og
kundi verið sprongdar í smá
pettir, fyri ikki at steðga
russisku rakettunum at
røkka USA.
Hvi bleiv oyggjarvegurin
bygdur hasa leidina, tå veg-
urin framvid Kaldbaks-
fjørdinum var bæði betri og
styttri, og hvar bleiv Mars-
hallhjålpin av sum føroy-
ingarnir skuldi hava?
Nei leidaraskrivari - kupl-
arnir hava ongantid verid
góðir og eru tað væl heldur
ikki nú, og avmilitarisering
er vónandi ikki skúgvað til
viks. Eg skilji ikki hvussu
nakar kann spyrja: >Hvussu
við hervaldinum, um tit fáa
fullveldi?<
Vit skulu ikki hava nakað
hervald, vit hava einki at
brúka tað til. Um nýggjur
verðaldarbardagi skuldi
brosti á, so er teknikkurin
soleiðis háttaður í dag, at
sjålvt um vit høvdu 25-30
føroyskar hermenn vid hvør
sinari kanón í Mjørkadali,
(tað verða ikki ráð til fleiri),
so hevði mótstøðuhermað-
urin, sum trýsti á knappin
bert flent - og vekk vóru vit.
Hatta kunnu vit í hvussu so
gera nakað við nú, og halda
Føroyar uttan fyri alla her-
naðarmegi. Hugsið um Rus-
land, ið sendir stød fyri
milliardir út í rúmdina, sam-
an við 16 ødrum tjóðum,
meðan fólkið svøltar, har
eru vit hjålparleys, men ikki
her.
Tó er her eitt afturat, sum
eg ikki skilji, og tað er hví
alt skal vera so loyniligt úti
í Tinganesi? Einsaferð var
lovað føroyingum alment
innlit, men tað mugu tit
hava gloymt, og sjálvt um
vit ikki skulu stinga ngsina
í alt, tit gera her úti, so er
tað hóast alt nógv fyri, at
fólkið skal hoyra hesi
ymisku tíðindini frá morg-
unsendingini hjá útvarpin-
um, sum teir hava frá Jyl-
landsposten og gðrum
donskum avísum, tí nú hev-
ur ein ella annar professari
við donsku universitetini -
funnið fram til - kannað -
roknað út - o.s.fr. hetta og
hatta um Føroyar. Tað hevði
verið rættari og hugaligari
at fingið tíðindini úr Tinga-
nesi.
Eisini hugsi eg um luft-
rúmið yvir Føroyum, men
tað mugu vit væl bíða eftir,
til Jyllandsposturin er kom-
in so langt.
OG satt at siga, so er tað
ikki JUST komið fram, at
danir fingu nógv burturúr
týdningarmiklu strategisku
stóðu Føroya. Hatta hava
føroyingar vita í nógv ár,
Palleba er ikki býttur, so
hatta flotta altjóða krígs-
tjóðveldisfólk undir at
spæla nú, er gamalt. Før-
oyingar hava onga orsøk til
at lata danir fáa ágóðan av,
at vit í >kalda krígnum<
vórðu nýtt sum >kanón-
fødi«.
Nei! Løgmadur og vara-
løgmaður skuldi ongantíð
verið farnir til Danmarkar
aftaná loysingarvalið, og
kalla tað: >Vit fara til Dan-
markar at samráðast<, men
at > Vit fara fyrst at gera upp
við Danmark, og síðani at
samráðast<. So høvdu vit
sloppið frá hesum umaftur
og aftur og fram-tjakinum,
um blokkin, tjakið! sum
bert ger okkum í ørviti, tí
vit at enda ikki finna út av,
hvat hvør hevur sagt og hví!
OG aftaná eina uppgerð,
hevði blokkurin kanska ikki
verið so stórur og virðis-
mikil, at krøkt seg í.
11.12.98.
Elin Dahl Johannesen
ør Giv ibsáauld
ment
3738183