mikudagur 16. desember 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
Ódnin fáar
sær
skaðar við
Rættuligt ódnarveður leikaði mána-
dagin og týsnáttina á kring landið.
Hvirlurnar vóru nógvastaðni væl
sterkari enn 40m/sek, men hóast tann
nógva vindin, hendu serstakliga fáir
skaðar
JOHN JOHANNESSEN
Vindurin var nógvur mána-
dagin og týsnáttina. Ymsa-
staðni kring landið siga
fólk, at hetta ódnarveðrið
hevur verið eitt tað ógvus-
ligasta, tey hava upplivað.
Men sjálvt um vindurin
hevur verið nógvur, hava
løgreglustødirnar = kring
landið ikki fingið nógvar
skaðafráboðanir.
Av Tvøroyri frættist, at
takið á íróttarhgllini í
Trongisvági tók at ríva um
middagsleitið mánadagin.
Hóast tann nógva vindin,
fóru menn upp á takið og
fingu fest pláturnar so mik-
ið, at tekjan ikki reiv meira.
Á Norðadalsskari var
nógvur vindur, og ein há-
spenningssteyri gav eftir tí
nógva vininum og koppaði.
Á Kambsdali fór ein bilur
út av vegnum, og tå løg-
reglan skuldi koma til hjálp-
ar, var um reppið, at ein
hvirla eisini tók løgreglu-
bilin av vegnum.
Í Leirvík tók ein hvirla
nøkur skúlabórn. Millum
hesi var ein genta, ið breyt
kjálkabeinið, tá hon small
niður aftur í skúlagarðin.
Annars var talan um smá-
ar skaðar kring landið. Eini
hús á Nesi á Toftum fingu
eitt sindur av skaða, nakrar
smáar ruskbingjur fuku eftir
vegnum í Runavík, og endin
var, at ein teirra kom beint
tíðindablaðið SOS)
á ein bil. Í Klaksvík loysn-
aðu nakrar takplátur á
tveimum húsum, men
sløkkilidid kom til hjálpar
og fekk forda fyri, at tekj-
urnar rivu heilt. I Klakksvik
feyk somuleiðis ein bilur út
av vegnum, og triggir aðrir
bilar í Klaksvík fingu skaða
av, at ymsikt rusk feyk á
teir.
Úr Vágum og úr Sand-
oynni frættist ikki um nakr-
an skaða. Ur Sandoynni
verður harafturat sagt, at
ættin var góð og minnast
Sandoyingar tískil ógvus-
ligari vind.
Lesarabrav
Klaga um rutuleiðina
Tórshavn Klaksvík
Sum ferðandi við Strand-
faraskip Landsins til dag-
ligt, vil eg vegna 12 ferð-
andi vísa ta størstu misnøgd
við rutusambandi millum
Tórshavn og Klaksvík og
samstundis heita á Strand-
faraskip Landsins um, at fáa
samskipað bygdaleidir og
strandfaraskipið M/f Dúgv-
una, soleiðis at hetta rutu-
samband verður brúkiligt.
Hetta er ikki fyrstuferð eg
havi sett meg í samband við
stjóran á strandferðsluni og
greitt honum frá hesi stóðu
Hetta er 3 ferð innan I 1/2
mánaða at >Dúgvan< er far
in undan bussrutuni úr Tórs
havn.
Gongdin hesuferð:
Bussfgrarin, ið koyrdi buss-
in frá Kambsdali til Fugla-
fjarðar månamorgunin
14.12.98. upplysti, at hann
hevdi ringt til >Dúgvuna<
kl. 08.00 fyri at kunna skip-
aran um, at bussurin bleiv
eitt sindur seinkadur. Buss-
førarin fekk ikki samband
við >Dúgvunax tí eingin tók
telefonina á brúnni á
>Dúgvuni<.
Vit sum sótu í bussinum
sóu at >Dúgvan< var við at
leggja frá bryggju, beint
sum bussurin kom koyrandi
oman á ferjuleguna. Buss-
førarin blunkaði við ljós-
inum móti >Dúgvuni< uttan
úrslit. >Dúgvan< var farin
og kom ikki aftur.
Fólk í bussinum vóru ikki
blíð. Onkur skuldi í skúla,
annar á skeið og triði til
arbeiði í Klaksvík. Vit fingu
bussførarin at koyra ferða-
fólkið til Leirvíkar at bíða,
tí í Fuglafirði er einki høli
til tey ferðandi. Tað í sær
sjálvum er hart átaluvert.
Meting:
Sigast skal at einir 4-6 buss
ar vóru á Kambsdali um
08.00 tíðina. Hetta at eingin
hesum bussum kundi
bera so í bandi, at fáa okk
um til Klaksvíkar við
>Dúgvuni< er undir alt låg-
mark og øllum kritikki.
Vit sum ferdandi meta
hesa stødu vera ótolandi og
at ein almennur stovnur
sum Strandfaraskip Lands-
ins fyrst og fremst eigur at
hava servisuna í hásæti.
Krav:
Vit sum ferðandi krevja, at
henda klaga verður vidgjørd
í størsta álvara og krevja
eina skriftliga frágreiðing,
ið kann lýsa henda trupul-
leika soleiðis, at hetta ikki
hendir aftur.
Tey ferðandi, ið vóru við
henda ólukkutúr, hava øll
skriva undir eina klagu, og
kunna hesar undirskriftir
síggjast á hjálagda klagu-
skrivi.
Vinarliga,
vegna tey ferðandi
Finnur Joensen
Hesi ferðandi vilja vísa sína
misnøgd við tårin úr Tórs-
havn 14.12.98 kl. 06.30 til
Klaksvíkar:
Andras Sólstein Klaks-
vík, Einar Hansen Tórs-
havn, Richard Heinesen
Saltangará, Allan G. Sim
onsen Tórshavn, Sonni
Djurhuus Tórshavn, Christ
ian P. Djurhuus Tórshavn,
Mirjam H. Larsen Vågur,
Jóhanna Maria Mørkøre
Tórshavn, Palli Mellem-
gaard, Páll Thomassen
Svínoy, Banyen Brinch og
Finnur Joensen Argir.
Eyðun Elliør, oljumálaráðharri og Malan Marnersdøttir, rektari
Mynd: Jens Kristian Vang
Oljumálaráðharrin
fekk frágreiðing
um olj
JAN MULLER