mikudagur 16. desember 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS!AMÅN
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
Farið inn í framtíðina
Við opnum eygum
-Ég vildi trúð, at eitt modell sum kundi víst seg at vera skilagott, var ein útviklingur yvir nókur
år, har tit hava ein vøkstur í búskapinum, og har ein partur av ti vøkstri stigvist fer til at minka
um blokkin sigur Knud Heinesen, sum nú fer frá sum formaður í Fíggingargrunninum um ynskið
hjá fóroyingum at fáa fullveldi ella meira sjálvstýri. Sjálvur sær hann helst, at Fóroyar framhald-
andi eru við í ríkisfelagsskapinum. -Hvat enn fóroyingar gera er tað umráðandi at kanna avleið-
ingarnar av broytingum, soleiðis at ein fer inn í ein útvikling við opnum eygum
Jan MULLER
Nevndin i Figgingargrunn-
inum hevði fund í Havn í
farnu viku. Fundur var eis-
ini við løgmann um tað
uppskotið til vidtøkur fyri
nýggju nevndina í Figging-
argrunninum, sum lands-
stýrið hevur gjørt. Núver-
andi nevndin skal góð-
kenna hesar vidtøkur fyri
at skapa eitt nýtt grund-
arlag at koma víðari og fyri
at kunna velja nýggju
nevndina. Lagt er upp til,
at landsstýrið skal velja
nýggju nevndina innan ]
januar
Knud Heinesen, fráfar-
andi formaður í Fíggingar-
grunninum sigur við Sos-
ialin, at teir á fundinum á
Hafnia góðkendu hesar
viðtøkur.
Á fundinum varð eisini
gjørd ein frágreiðing fyri
alt hetta árið. Eftir fundin
var degurði fyri nevndar-
imunum í Fíggingargrunn-
inum, legmanni, um-
boðum fyri bankan og
ødrum
Frå vid sorgblidni
Knud Heinesen hevur ver-
ið formaður í grunninum,
síðani Richard Michelsen,
fyrrverandi tjóðbankastjóri
fór frá. Hann sigur, at tað
er við sorgblídnu, at hann
gevst nú, tí honum hevur
dámt hetta arbeiðið.
-Hinvegin er tað heilt nát-
túrligt, at nevndin í Fígging-
argrunninum nú verður vald
av føroyingum aleina, nú
tað er ein partur av avtaluni
við donsku stjórnina, sum
gjørdist ein endi á ti kapi-
talinnspræning, sum kom í
føroysku bankarnar. Eg
haldi hetta er rætt og kann
heldur ikki vera ødrvisi.
Fíggingargrunnurin er
annars partur av tí sakar-
máli, sum er millum stjórn-
ina og Den Danske Banke.
Hetta er so eitt mál, sum
nýggja nevndin í bankanum
skal arbeiða víðari við.
Fíggingargrunnurin og
landsstýrið hava stevnt Den
Danske Bank og tað pro-
venu, sum kann koma
burtur úr slíkari rættarsak,
skal fara til statskassan, nú
tað longu er goldin end-
urgjald til landsstýrið.
Í dag fellur ein dómur í
hesi sak. Tað er um hvørvitt
Grenborgfrágreiðingin
kann brúkast sum partur av
prévførsluni í sakarmáli-
num. Den Danske Bank
heldur tað er ikki rætt at
loyva brúk av hesi írá-
greiðingini, men hin part-
urin heldur hana vera eitt
týðandi skjal.
Stór framstig
-Nú tú sær aftur í tíðina
og støduna í dag, hvat
hevur tú at siga?
-Tað eru hend nógv fram-
stig í føroyska búskapinum
bæði i fiskivinnuni og í
Føroya Banka, sum vit
hava við at gera. Góða úrs-
litið hevur gjørt, at tað hev-
ur verið møguligt at lata
støðugt stórri upphæddir frá
bankanum til landsstýrið.
Og tað vóna vit eisini verð-
ur stødan hjá nýggju nevnd-
ini hvat viðvíkur 98.
Knud Heinesen vil íkki
koma við nøkrum boð uppá,
nær tað er skilagott at
privatisera bankan. Hetta er
ein politiskur spurningur.
Og hetta kann bert lata seg
gera stigvíst. Ein kann siga,
at tað er rætt at privatisera
bankan, tá tað gongur væl,
og ikki tá tað gongur illa.
-Hevur bankin gjørt eitt
gott arbeiði?
-Eg haldi, at bankin hevur
gjørt eitt bæði professionelt
og gott arbeiði, sum vit í
Fíggingargrunninum hava
verið væl nøgdir við.
-Nú vit síggja, at danska
åvirkanin í Føroyum
verður minni og minni,
sær tú so eisini fyri tær, at
danski bankastjórin fer úr
Føroyum í næstu framtíð?
-Jørn Astrup Hansen
hevur ein sáttmála, og tað
er eitt mál millum hann og
nevndina. Eg havi ikki var-
hugan av, at nakað verður
broytt har. Tað heyði verið
náttúrligt, at Astrup til sína
tíð, tá sáttmálin gongur út,
verður avloystur av einum
føroyskum bankastjóra. Tað
verður um eini fimm ár
minnist meg rætt.
Knud Heinesen sigur seg
vera nøgdan vid Jørn Astrup
Hansen og bankaleidsluna
annars. -Vit hava ikki havt
orsøk til at koma vid at-
finningum móti hansara ar-
beiði. Sum professinellur
bankamaður halda vit í
nevndini, at hann hevur
gjørt eitt rættiliga gott ar-
beiði.
Fullveldi ol.
Vit spurdu Knud Heinesen,
sum hevur føroyskar røtur
og sum eisini hevur verið
ráðharri í Danmark, hvat
hann heldur um orðaskiftið
um ríkisfelagsskap og full-
veldi.
-Tað er ilt hjá mær at meta
um. Tað er í hvussu er týdn-
ingarmikið at fáa gjølla lýst,
hvørjar avleidingarnar
verða av einum fullveldi
ella stórri sjálvstýri, soleiðis
at ein kann fara inn í ein
nýggjan útvikling við opn-
um eygum.
-Men sær tú fegin, at
Føroyar framhaldandi eru
í rikisfelagsskapi?
-Tað er greitt við tí stødu-
takan eg havi til Føroyar.
Men eg dugi eisini at síggja
ein tørv á nútímansgerð av
statsrættligu støduni í mun
til ta núverandi heimastýris-
Nevndin í Fíggingar-
grunninum, sum fer frá
innan árslok. Fv. Jórgen
Ulriksen, fyrrv. banka-
stjóri, John Danielsen,
roknskaparstjóri í SEV
Knud Heinesen, nevndar-
formaður, Eskild Trolle,
advokatur og Jógvan
Ellefsen, advokatur. Nú
nýggj neynd skal veljast
av landsstýrinum verður
áhugavert at síggja, um
talan verður um eina reint
politiska nevnd, eina
nevnd við embætismonn-
um í Tinganesi ella við
politiskt óheftum umboð-
um úr Føroyum og um-
heiminum. Fráfarandi
nevndin í Figgingargrunn-
inum mælir til at ein óheft
nevnd verður vald, soleið-
is, at hon kann virka sum
millumlið millum Føroya
Banka og landsstýrið.
Mynd Jens K. Vang
lógina. Tað er heilt eyðsæð.
-Føroyar sum suverenur
statur?
-Hvat skilur man vid ti?
-Tað er m.a. egna
grundlóg, egna stjórn,
egið umboð í ST osfr.
-Eg haldi, at hetta meira
er meira ein spurningur, um
ein kann klára tað bú-
skaparliga.
-Heldur tú við tíni vitan
um Føroyar og føroyingar,
at tað ber til?
-Eg vildi trúð, at eitt mo-
dell, sum kundi víst seg at
vera skilagott var ein út-
viklingur yvir ngkur ár, har
tit hava ein vøkstur í bú-
skapinum, og har ein partur
av ti vøkstri stigvíst fer til
at minka um blokkin.
-Men landsstýrið vil
fyrst taka politiskt sjálv-
ræði!
-Tað haldi eg ikki, at eg
skal leggja meg út í. Eg
haldi eisini, at eg eri ov
langt frá Føroyum til at
hava eina føling vid ti.
Knud Heinesen, formaður
í Fíggingargrunninum
tosar við Bjarna Olsen,
formann í
Búskaparráðnum. Mynd
Jens K. Vang