Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOSlalrn Karsten Hansen: Ikki ráð at ganga Starvsmannafelagnum á móti: — Skulu vit ganga kravinum frá Starvsmanna- felagnum á móti, kunnu vit akkurát tað sama lata Fóroyar aftur og stongja hurðina . — Men eg ivist ikki í, at vit finna eina loysn, sum øll eru nøgd við, uttan at lønirnar hækka, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri ÁKI BERTHOLDSEN — Vit hava ikki ráð til at hækka lønina hjå teimum alment løntu enn. I sambandi vid lønarkrøv- ini skal Starvsmannafelagið ikki vænta sær nakra serliga vælvild frá Karsten Hansen, nú samráðingarnar verða í næstum um nýggjan sátt- mála. Og tað verður helst langt frá eisini. Tí nú sigur Karsten Han- sen í eini viðmerking við Sosialin, at hesuferð ætlar hann ikki, at limirnir í Starvsmannafelagnum skulu fáa lønarhækking yvirhøvur. Tad eru annars ikki eiti å lønarkrøv, sum Starvs- mannafelagið hevur sett fram ímóti Landsstýrinum, nú samráðingar verða um nýggjan sáttmála í næstum. M.a. hevur Starvsmanna- felagið kravt eina lønar- hækking uppá heili 60%, umframt 35 tíma arbeiðs- viku, umframt seks viku summarfrí, og harafturat umsorgardagar, fyri at nevna nøkur av krøvunum. Hinvegin er mótkravið frå Landsstýrinum, at lønin skal ikki hækka. Veruleikafjart Karsten Hansen heldur ikki, at krøvini hjå Starvsmanna- felagnum eru serliga realis- tisk. — Annars er tað ikki min uppgáva sum so at halda nakað åvist um lønarkrøv- ini. --Starvsmannafelagið hevur sett krøvini fram og so verður tað vidgjørt. Men tað er greitt, at tað verður ómetaliga trupult at ganga teimum á móti, eisini fyri ein lítlan part. — Vit hava ikki ráð at geva limunum í Starvsmannafelag- num meiri í løn enn. — Tað hevur tvørtur- ímóti ómetaliga stóran týdning, at vit halda fast um ein varnan fíggjar- politikk. Og tá ið vit síggja, hvussu før- oyingar liva í dag, er tað altso ikki heilt burturvið, heldur Karsten Hansen — Og tað vænti eg eisini, at tey fara at skilja. Karsten Hansen sigur, at skulu limirnir í Starvs- mannafelagnum hava meiri í løn, slepst ikki undan, at øll onnur eisini fara at krevja meiri í løn. Tað er heldur onki at ivast í, at eisini fakfeløgini á pri v- ata arbeidsmarknadinum fara at leggja eitt slíkt trýst á lønarlagid, at tað fer at beina fyri gllum okkara kappingarføri. Fíggjarmálaráðharrin sig- ur, at verða øll krøvini hjá Starvsmannafelagnum løgd saman, er talan um eina løn- arhækking upp å yvir 100%. — fløtuni betala vit stivl- iga 1,4 milliard f almennum lønum. Skulu krøvini hjå Starvsmannafelagnum gangast å møti, koma al- mennu lønirnar at hækka uppf meiri enn 2,8 milli- ardir. — So kunnu vit akkuråt tad sama lata Føroyar aftur og stongja Føroyar. — Tí so verða ikki meiri enn einar 200 milliónir eftir at býta út til øll onnur enda- mál, pensjónir, heilsuverk, strandferðslu, viðlíkahald og alt annað. Mugu halda tern Karsten Hansen heldur ikki, at tað er rúmd fyri lønar- hækkingum nú. — Vit eru í ferð við at fáa tamarhald á búskapin. Og tað er ómetaliga týdningar- mikið, at vit fáa lagt okkum nøkur oyru á kistubotnin at standa ímóti við. Tí øll eru væl greið yvir, at tann fiska- prísur, sum er nú, fer ikki at halda sær. — Og fyribils hava vit ikki fleiri bein at standa á, enn fiskivinnuna. — Møguliga fáa vit fleiri Ongin lønarhækking til folk i almennum starvi bein at standa á einaferð. — Men inntil tað hendir, mugu vit taka stóðu útfrá tí veruleika, sum er. Og tí noyðast vit at vera ómeta- liga varin. — Samstundis arbeiða vit av kraft uppá at royna at rationalisera og at gera al- mennu umsitingina bíligari — Og tað er alt umrådandi, at vit fáa alt hetta í rættlag, og fáa gjørt okkum greitt, hvussu hetta samfelagið skal rekast, áðrenn vit fara at byta út til høgru og vinstru. Annars er Karsten Han- sen ikki samdur i, at keypi- kraftin hjå limunum i Starvsmannafelagnum er so vånalig, sum tey vilja gera tað til. — Síggja vit, hvussu fólk liva, haldi eg ikki, at tað er heilt við síðuna av, sigur hann. — Og eg haldi, at tað eru eisini onnur mál í samfel- agnum, sum hava týdning at fáa í rættlag, og sum mugu raðfestast minst líka frammaliga sum hetta. T.d. arbeiða vit fyri at menna pensjónirnar. Men starvsmannafelagið hevur eisini onnur króv, um- framt lønina. Hvat við teim- um, t.d. 35 tíma arbeiðs- viku, umsorgardagar og seks viku sumarfrí? — Nú samráðast vit, so fáa vit at síggja. Men tað er greitt, at 9 verður summarfrítíðin longd, og arbeidsvikan stytt, er tað eisini eitt slag av lønarhækking. Í hvussu so er, fer tað at økja almenn- u útreiðslurnar munandi. — Tí vit vita, at tað al- menna arbeiðið, sum skal gerast, krevur eina ávísa ar- beiðsorku. — So skulu tey, sum eru í almennum starvi nú, hava stytri arbeiðstíð, skulu fleiri fólk til. — Og tað kostar Finna eina loysn Men er tað ikki rímiligt, at limirnir i Starvsmannafel- agnum fáa tað aftur, sum tey hava mist av teimum krepputiltókum, sum vórðu set í verk. m.a. lønarnidur- skurdin? --Alt er ikki so svart og hvítt. Tá ið kreppan leikaði á, mátti okkurt gerast. Og limirnir í Starvsmannafel- agnum gingu sjálvbodnir við til at fara niður i løn í samráð við Landsstýrið — Hin møguleikin var, at nógv fólk varð sagt upp - Tí fóru øll niður í løn fyri at varðveita sum flest fólk í starvi. Og hetta var eisini tann betra loysnin, tí harvið varðveittu so nógv fólk sum gjørligt arbeiðið Annars ivast Karsten Hansen ikki í, at tað fer at bera til at samráðast seg fram til eina virðiliga avtalu við Starvsmannafelagið, sum báðir partar vera nøgdir við, og at fer at bera til at finna ymsar mátar at beta um sáttmálan uppá, uttan lønarhækking, tí vit halda, at tað tænir øllum pørtum best í longdini. Í hesum liggur, at Lands- stýrið hevur onnur tilboð til Starvsmannafelagið í skjátt- uni, sum bøtir sáttmálan aðrar vegir enn við eini løn- arhækking. Men Karsten Hansen vil ikki nevna tey áðrenn samráðingarnar verða. Fáa kanska pensjónina í góðari tíð áðrenn jól Møguleikarnir verða kannaðir fyri at fram- skunda útgjalds- dagin so at pen- sjónir og aðrar almannaveitingar verða goldnar í góðari tíð fyri jól Áki BERTHOLDSEN Almanna- og heilsustýrið kannar møguleikan fyri at framskunda útgjaldsdagin av pensjónum, so at pen- sjónir og almannaveitingar verða útgoldnar í góðari tíð fyri jól. Í Sosialinum í gav gav Vilhelm Johannesen, lands- stýrismaður ilt av sær, tí at ætlanin er ikki, at pensjón- irnar og aðrar almannaveit- ingar skulu vera tøkar í pen- ingastovnum, og á posthús- um fyrrenn Tollaksmessu- dag 23. desember. — Tvs. at nógva staðni á smábygd koma tær ikki fram fyrrenn eftir jól. Men í besta føri fáa pensjonistar av ymsum slag bara ein dag at avgreiða gll jólagrindini, og tað helt hann vera stóra vanvirðing av teimum veik- astu í samfelagnum. Hann heitti tí á Helenu Dam á Neystabø, landsstýr- ismann í almanna- og heilsumæalum um at fáa tað broytt. Og hon sigur, at tað eru nakrir dagar síðani, at hetta málið var reist og kannað verður nú, um tað ber til at broyta útgjaldsdagin so at pensjónirnar verða útgoldn- ar fyrr. Men hon sigur, at talan er ikki um nakran illvilja, men tað er ikki bara sum at siga tað at broyta útgjaldið, tí tað er neyðugt við ikki sért av fyrireikingum. — Eitt er, at útgjaldsdagar- nir fyri alt árið verða fast- lagdir longu fyrst í árinum. — Eitt annað er, at Post- verkið er ikki fegið um at liggja inni við so stórum upphæddum ov leingi. — Men kanska kundi tað verið uppvigað av, at ar- beiðstrýstið á posthúsið hevdi linkað nakað Tollaks- messudag, um pensjónirnar komu fyrr. Helena Dam á Neystabø sigur, at fyrispurningur er sendur Postverkinum at vita, hvat tey siga til at útgjaldsdagurin verður framskundaður. — Hevur Postverkið onki ímóti tí, verður spurt hjá Almannastovuni, um tað ber til hjá teimum at broyta útgjaldsdagin. — Men skal hann fram- skundast hjå Almannastov- uni, skal tað verða gjørt í seinasta lagi í morgin. Og tað er óvist um tað yvirhøvur ber til, tí arbeiðs- byrðan á Almannastovuni er stór Annars vísir Helena Dam á Neystabø á, at tað er ikki vanligt, at pensjónir og aðr- ar veitingar veðra útgoldnar fyrrenn beint uppundir jól. — Talan er m.a. um fram- eftirgoldnar veitingar, so út- gjaldið er altíð lagt so tætt uppundir tann fyrsta í hvørj- um mánaða sum gjørligt. — Vit skulu ikki húsast fyri fólk, men tað kann verða eitt sindur óheppið at tað verður útgoldið alt ov langt frammundan. Hon vísir eisini á, at sam- an við útgjaldinum seinast í november, var boðað frá, at úgjaldið í desember kom ikki fyrrenn 23. desember, so tað kom ikki óvart á fólk. --Annars sigur landsstýr- ismaðurin í almanna- og heilsumálum, at brenni- og samskiftisstudningurin er útgoldin fyrst í hesum mán- aðinum fyri nettupp at byrgja upp fyri jólunum og teimum eykaútreiðslum, sum fólk hava.