Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 15:á4r tíðindablaðið SOS Yngd nr. 33 - 16. des. 1998 Nr. 235 — 16. DESEMBER 1998 Jón Rói Jacobsen er yngsti sáttmálaleikarin í foroyskum fótbólti. 15 ára gamli havnardrongurin heldur tað verða ein dreym, at hann nú hevur fingið sáttmála við barndómsfelagið HB Terji Nielsen Hann trúði ikki sínum egnu oyrum, tá ið leiðslan í Havnar Bóltfelag setti seg í samband við hann, tí at teir fegnir vildu skriva sáttmála við seg, men í dag er 15 ára gamli Jón Rói Jacobsen yngsti fótbóltsleikarin í Feroyum, sum hevur ein sáttmála Her er Jón Rói (hogrumegin) í dysti við feroyska U-16 landsliðnum við felagið hjá sær. Samstundis sum Jón Rói skrivaði sáttmála við HB, skrivaðu tveir aðrir av liðfelegunum hjá Jón Róa á dreingjaliðnum hjá felagnum, 15 ára gamli Vagnur M. Mortensen og 16 ára gamli Teitur Ellingsgaard, eisini undir tvey ára sáttmála, so sigast kann, at peninga- fótbólturin nú eisini av álvara er farin at gera vart við seg í yngru deildunum. Hvussu tað bar til, at HB vildi skriva sáttmála við teir triggjar evnariku leikararnar, dugir Jón Rói ikki at svara upp á hetta kveldið, ið Yngd hitti hann í felagshølunum hjá Havn- ar Bóltfelag, men hann hevur tó okkurt boð. Millum annað hevði B36-venjarin, Tomislav Sivic, vent sær til bæði Jón Róa og Vagn og roynt at fingi teir at skift til grannafelagið.