mikudagur 16. desember 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
—————————i—o"
Sambært Jón Róa er John Petersen besti leikarin í foroysku kappingini
Byrjaði sum fimm ára
gamal
Jón Rói var einans fimm ára gamal,
tá ið hann byrjaði at spæla fótbólt
við pinkulingunum hjá HB. Síðani tá
hevur hann vunnið ikki færri enn 61
heiðursmerkir í ymiskum kapping-
um, bæði innandura og uttandura.
Feroyameistari hevur Jón Rói verið
nakrar ferðir, umframt at hann eisini
hevur vunnið onkra steypakapping-
ar. Í ár var Jón Rói við til at vinna
greipuna í dreingjadeildini.
Hóast Jón Rói nú er vorðin sáttmála-
leikari, so merkir hetta ikki, at hann
bert skal spæla í vaksnamannadeild-
ina. Komandi kappingarár hevur
evnaríki drongurin framvegis aldur
til at spæla í dreingjadeildini, og tað
er fyrst og fremst her, at hann skal
brúka sínar kreftir. Tó er ikki óhugs-
andi, at Jón Rói eisini fer at verða
við til at mynda unglingaliðið hjá
HB.
Sjálvandi hevur Jón Rói eisini ein
dreym um meguliga at sleppa at
royna seg á besta liðnum hjá HB í
tíðindablaðið S082u
eitt nú einum dysti i kappingini í .
Legmanssteypinum, men viðgongur
samstundis, at hetta er rættuliga 6-
hugsandi, hóast hann fer at hava
aldur til at spæla í vaksnamanna-
deildunum komandi kappingarár.
Annars hevur Jón Rói luktað nakað
til tað at venja saman við leikarun-
um á feroyameistarunum í 1. Deild.
Tvær ferðir um vikuna venja 1.
Deildarleikararnir hjá HB fótbólt
innandura í vetur, og tá hava Jón
Rói og nakrir av hinu ungu evnaríku
spælarunum eisini verið við til venj-
ingarnar. Um hetta sigur fryntligi
unglingin, at tað er eitt stórt uppliv-
ilsi, men samstundis eitt ótrúliga
stórt lop frá at venja við dreingjun-
um, tí at ferðin á spælinum er so
nógv hægri, umframt at allir hinir
spælararnir eru nógv sterkari enn
hann kroppsliga:
Sáttmálin hjá Jón Róa hevur við sær,
at hann skal venja 4-5 ferðir um vik-
una, umframt at leika dyst. Afturfyri
fær hann so eina lítla samsýning frá
felagnum, umframt at hann fær góð-
Yngd nr. 33 - 16. des. 1998
ar treytir viðvíkjandi allari útgerðini,
sum hann nýtir í fótbóltinum.
Áleypari ella
frammaliga á miðjuni
Tað eru fleiri serkøn innan fótbólt í
Feroyum, ið síggja Jón Róa sum
kanska evnarikasta spælaran, ið før-
oyingar eiga. Hann er sera skjøtur,
hevur ein framúr góðan teknikk,
men kanska mangla longu limirnir
eitt sindur av kjøti, sum tað so ofta
ger hjá dreingjum í hasum aldrinum.
At hann hevur sera gott skil fyri
spælinum, ger ikki støduna verri.
Jón Rói hevur roynt seg á bæði U14
og U16 landsliðunum hjá Føroyum,
og hann var millum leikararnar, ið
myndaðu føroyska U16 landsliðið,
ið tók lut í NM í Feroyum herfyri.
Bæði á landsliðunum og á dreingja-
liðnum hjá HB spælir Jón Rói antin
frammaliga á miðjuni ella sum á-
leypari. Sjálvur sigur hann, at hon-
um dámar best í álopinum, men hev-
ur tó heldur ikki nakað ímóti at
spæla á miðjuni.
15
Sum sína fyrimynd hevur Jón Rói
kenda franska landslidsleikaran Zin-
edine Zidane, ið hann metir sum
heimsins besta fótbóltsspælara. Av
spælarum her heima á klettunum
stendur John Petersen úr B36 ovast
á listanum hjá Jón Róa
Satsar upp á fótbóltin
Spurdur, um hvat hann ætlar sær við
fótbóltinum, svarar Jón Rói kvikliga,
at hann ætlar sær so langt, sum hann
røkkur
Fyrst er málið at sleppa á besta liðið
hjá HB, men seinni ætlar hann sær
at sleppa út um landoddarnar at
royna seg. Stóri dreymurin hjá Jón
Róa er, at hann ein dagin kann renna
inn á Old Trafford í Manchester í-
klæddur reyða búnan hjá Manchest-
er United, sum er felagið hjá honum
Tó viðgongur Jón Rói, at tað er ógv-
uliga trupult at sleppa langt í fótbólt-
, Og tiSkll setur hann sær IKK
uttanlanda Jan fotbolturin her
heima liggur stillur. Men hugurir
at halda fra KK! ef e1s
Vinirnir halda tað er
cool
Tað er lætt at ímynda sær, at javn-
aldrarir hjá Jón Róa øvunda honum,
at hann er vorðin sáttmálaleikari,
men so er ikki. Hann sigur, at bæði
floksfelagar og vinir annars halda, at
tað er cool, og at hann ikki hevur
merkt nakað til øvund.
Tað er tó ikki frítt, at man sum 9
Floksnæmingur í Kommunuskúlan-
um er eitt sindur errin av at verða
yngsti sáttmálaleikari í landinum,
sigur Jón Rói at enda við einum
brosi.
YNGD
- Vit fylgja
við fyri
teg!