Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998 lagið Búgvin þa Han i Jacot Debes, dr. phil um- mæiir Her upp undir jól er komið út annað bind av stórverki- num hjá Petur Jacob Sig- vardsen. Hitt fyrra bindið kom í fjør um hesa tíð. Eg skrivaði tá ngkur orð um ta bókina, og eg eri so fram- ligur at loyva mær at siga, hvat ið eg haldi um hesa seinnu. Tað er ikki løtuverk at seta seg við so stórari bók, har sum hvert orð må lesast við spekt, og ikki minni at gera eina samanfataða met- ing av einum so stórum verki. Tí hóast stóra vídd røkkur henda bók inn í hvgnn krók í føroyskum bygdarlívi, soleiðis sum ein uppvaksandi drongur sá og fataði hetta lív í einum tíð- arskeiði, sum hevði sínar røtur aftur í eldri tíð; men samstundis í einum tíðar- skeiði, tá ið so mangt tók at broytast, og tá ið leiðin varð løgd inn í eitt nýtt samfelag. Tí Petur Jacob byrjar end- urminningar sínar, t.V.S. endurminningar frá barna- árunum (og ikki frá gllum lívinum) nakað fyri, at ann- ar heimsbardagi brast á; men til ber at siga, at høv- uðsspennið liggur í stríðs- árunum. Tað var eitt tíðar- skeið, sum kom hvgrjum menniskja í Føroyum við. Ikki minst viðkvæmar barn- asálir mundu kenna hesar umstødur, tå ið alt liv var óvist, og lítið mundi vera fast. Tríggir heimar Í hinari greinini nevndi eg hollendska søgumannin Jan Huizinga, sum hevur skriv- að eina bók, „Homo lud- ens“, um, at uppprunin til alla mentan var spæl barna- nna. Spæl barnanna er ein eftirgerð av lívinum hjá teimum vaksnu. Soleiðis verður mentan borin longur fram á vegin. Hesar báðar stóru og virð- ismiklu bøkur hjá Petur Jac- ob byggja bådar upp undir tydningin og virðið í tulk- tíðindablaðið SOSjalun Kvoða til fedrarnar ella fedranna tala til tey ungu Hans Jacob Debes, dr. phil., ummælir bókina „Úr Gjáar sógu. Barnaminni 2“ eftir Petur Jacob Sigvardsen. For- Vinstrumegin standa húsini hjá Jóan Jákupi Olsen. Á trappuni har var avreiðingarplássið í bygdini. Smádreingirnir á brúnni eru frá vinstru: Dánjal, Steinfinn og Asfinn ingini hjá Jan Huizinga. Í hvørjum samfelagi vóru tveir heimar: Ein harður og veruligur og so sama ment- an sum eftirgerð, sum spæl. Og tó: Ein triðja dimensjón var hin ósjónligi heimur, sum gll trúðu uppá, men sum eingin sá. Hann var tó ikki minni veruligur fyri tað. Allar hesar tríggjar heim- ar hevur Petur Jacob fingið við í eina ótrúliga væl skriv- aða kulturella „tríeinigheit“ (ella „hina heilagu trinn- ing“, sum tríeinigheitin eit- ur í føroyskari løgmansrødu frá 1300árunum. Og slíkt verk er ikki lítið verk. Ein og hvør føroysk bygd hevur altid verid ein bygd fyri seg. Menniskjan lagaði seg sum frægast eftir givn- um umstødum, sum lítið kundi gerast við. Hetta gav hvgrjari bygd sín dám. Gamli Darwin hevur ikki livað til fánýtis. Ein hyster- isk og ikki serliga væl grundað „kommunusaman- legging", at gera Føroyar til eitt valdømi fer uttan iva at gera minni tann „pluralitet“, sum júst liggur í nógvum mentanarliga sjålvstødug- um eindum, har hvør bygd er nakað fyri seg. Men kortini liggur sum mentanarsøguligt perspek- tiv, og sum nationaltsøgu- ligt perspektiv, at søgan hjå einari føroyskari bygd er søgan hjå øllum bygdum. Sofus Debes (tv) og Svend Poulsen - Svend å Grundini, telefonmaður Musikkmenn kundu kanska havt kallað hetta eitt tjóð- skaparligt tema við variati- ónum. Og variatiónirnar eru so nógvar í verkinum, at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskrift- ir og undiryvirskriftir fyrst. Og síðan aftasta textkapittul um tøkkina til fedrarnar. Hon er einki minni enn ein national útgangsbón. Poetisk og musikalsk skriving Petur Jacob hevur, sum gll, ið kenna hann, vita, eina poetiska æðr. Hann hevur eisini eina musikalska, og sovorðnar æðrar munnu hoyra nakað saman til tess at skapa eina æstetiska heild í einum stórum bókmenta- verki. Einki kemur úr ong- um, og einki kemur uttan grund dettandi niður úr luft- ini, Har eysturi hjå Lisabeth og Karl Jacob stóð og stendur enn) eitt fínt og stórt orgul. Tað hevði Karl Jacob keypt í Aberdeen í krigsins vandatíðum, so sum rithøv- undurin greiðir frá. Tað var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarð- arsluppini „Fame“, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skips- menninir halda andakt á dekkinum við orgultónum. Tað má hava verið onkur musíkalskur fuglfirðingur, sum hevur spælt. Faðirbróð- irin Jóannes á Flotti fatlaði henda stóra lut og bar hann nidan úr Fjøru. Tað skuldi sterkt bak til hjá einum manni. Eg hugsi mær, at hesin vinsæli maður bar bókstav- iliga musikalitetin ella møguleikan fyri at kalla hann fram, inn i húsini Yviri á Bo. Hetta musiska elementið er ikki tikið fram í hesum ummæli sum nakað, ið hekk leyst, men mest sum bak- grund fyri tí málsliga musi- kalitetinum í hesum bókum, sum Petur Jacob hevur skrivað. Innihald Og hvat stendur so í hesi bók? Kapitlini eru nógv, bæði sum høvudskapittul og undirevni, so sum nevnt var omanfyri. Ogjørligt er í við- fangi sum hesum at viðgera tey gll, enn minni teir úr- valdu partarnar, til lýtar. Ein ummælari hevur tó ta skyldu at greiða áhugaðum so nøkulunda frá, hvat ið stendur í bókini og so at hava nakrar metingar um tað. Ikki tí tað hevur verið nógvur dramatikkur í lívi- num hjá dreingjum og gent- um í Føroyum í teimum døgum, sum á mangan hátt var eitt tíðarhvarv. Tað var einki keðiligt liv at vaksa upp við Gjógv. Tað dugir høvundurin at skriva saman til eina fast skipaða heild, eins í teirri fyrru bók- ini logiskt samanhangandi og í vøkrum og réligum stíli, tó ikki uttan stillføra ironi við einum yvir ella undirtóna av takksemi móti