mikudagur 16. desember 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
He
s
F
$
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
tidindabladid
23
Ummæli: :
sum smådreingir og (helst
vid Sjúrða á Flettu sum for
manni) róðu umborð
Frá krígstíðini eru eisini
aðrar myndir, t.d. tað ið
menn prátaðu um kríggið;
men sjómenn plaga at tosa
lítið um vandaferðir.
Frá útróðrarmonnum er
ein frásøgn, sum ber yvir-
skriftina „Á útróðri í út-
nyrðingsódn“, um eina
minniliga ferð hjá sjey-
mannafarinum „Langabba“.
Formaður á bátinum mundi
vera ein, ið stóð mær so nær
sum nakar. Hóast frásggnin
er drúgv, lýsir hon vilkorini
hjá útróðrarmonnum har
norðuri. „Langabbi“ mundi
ikki vera tann einasti, sum í
ringum umstødum næstan
ótrúliga slapp heim um Riv-
tanga og sleit upp land. Men
Hjalmar á Teigunum dugdi
eisini so væl at skapa dram-
atikk.
Bardagaár
Við heimsbardaganum kom
óhugnin í alt føroyskt sam-
felagslív. Nógvir av pápu-
num sigldu í hesum vanda-
tíðum, og altíð var óvist, um
teir komu aftur. Sjálvandi
varð nógv tosað um alla 6-
vissuna, ótryggleikan og
vandan í henni. Hesum
greiðir Petur Jacob livandi
og sannførandi frá. Radio
var bara í heilt fáum húsum.
Í handlinum hjá Petur Krist-
iani var eitt Evropakort við
knappanálum, sum vóru
fluttar, so hvgrt eydnan
skifti. Eftir knappanálunum
varð lagdur ein reyður tráð-
ur, sum sýndi tey skiftandi
hermótini. Hetta var eisini
siður (sum vera man oftast
í loynd) í londum í Evropa
yvirhøvur.
Longu annan dagin fyri
ella dagin fyri at Føroyar
vórðu hersettar 12. april,
vórðu fólk við Gj6gv varug
við, at álvarsamar stundir
stóðu fyri framman. Eingin
sigur seg vita um hesa hend-
ing uttan gll tey Gjáarfólk,
sum hoyrdu brestirnar frá
tungum kanónum í stórum
sjóbardaga norðanfyri. Fólk
hoyrdu skotríðirnar, men
sóu einki.
So kom myrkaleggingin,
og so komu minurnar. Onk-
ur rak á land við Gjógv, og
skaði stóðst av so sum í gðr-
um bygdum. Onkur varð
skotin. Allir vandar vóru
veruleiki. Og hvussu var
vandin fyri skipum og
skipsmonnum? Hann
Á Litlafløtti. Hóast myndin
er yngri, so er spælið
kortini tað sama. Í tí |
fremsta bátinum eru Ólav-
ur og Heðin, og í bátinum
høgrumegin eru Dánjal og
helst Jákup ..
. i á tf x:1516
45 82 hjá í i% 8
gt
mundi telja meira. Tysk
flogfør komu inn yvir bygd
ina, eisini einaferð menn
vóru á fjalli á várgongu, so
at fjallmenninir máttu
krógva seg, har sum lívd
kundi vera. At kríggj var,
mundi vera sjálvt bórnunum
greitt, tá ið tey fyri fyrstu
ferð sóu brynjaðar bretskar
hermenn í bygdini. Tað hev-
ur sjálvandi verið spennandi
at síggja so sjáldsamar gest-
ir. Tað segðist, at hermenn
vóru Uppi á Barmi og kann-
aðu møguleikan fyri at gera
krigsflogvøll har.
Rekin
Gjógv er gott rekapláss á
høgætt og serliga á land-
nyrðingi. At leita eftir reka
er helst ein natúrligur og
góður siður í trotatíðum, tá
ið alt hjálpir til.
At leita eftir reka var eis-
ini ein mentanarformur fyri
seg. Men rekar í krígstíðum
av hasum slagnum kundu
bæði vera góðir og ringir
minur og aðrir spreingi-
knøttar og so annað, sum
kundi koma væl við. Tá
kundu menn leggja nógv
fyri. Dreingirnir skuldu jú
eisini læra seg at verða reka-
menn. Væl kendur er hin
stóri flakin, sum Kristian
Jóhannes fann Eysturi í
Fjøru. Hann var av tí góða
slagnum. Tey, sum vóru
børn tá, minnast enn alt tað
góðgætið, sum fingið varð
úr honum.
Men eisini undir hesum
undarligu umstødum lagaði
barnasálin seg eftir givnum
veruleikum og gjørdu eisini
hann eftir. Sjógvurin hjá
børnunum við Gjógv var
fyrst og fremst Áin, og hó-
ast partar av Anni kundu
vera Ólastovuáin, Gortruáin
og aðrar „áir“, so var barn-
ahavið fram um øll onnur
tann passaliga djúpi og
vakri Litlifløttur. Tað man
vera fáur drongur, sum ikki
hevur verið „kópur“ ha
Har høvdu dreingirnir bátar
har gjørdu teir havnir og
bryggjur. Har var ein heilur
vaksnamannaheimur í litl-
ari, men trúgvari útgávu.
„Aurora“
Á trappuni hjá Olsen løgdu
smådreingjabåtarnir upp
veidina. Har sat ålvarsamur
maður (eins og tann niðri í
Gjónni) og gjørdi veiðina
upp, skrivaði vektarseðlar
og hevði annars samvitsku-
fult alla umsiting av útróðr-
inum við steinum sum fiski.
Aurora, sum sigldi við fiski,
tá ið reiðarin og fiskakeyp-
arin hevði tíð, var tó ikki
nøkur stásilig snekkja; hon
var ein blikkkassi; men var
nú ikki verri far fyri tað, og
helst hevur verið neyðugt
hjá henni at taka nógvan
fisk, tí at útróðrarmenninir,
dreingirnir, vóru nógvir, og
teir fiskadu nógv. So nógv,
at við hvort mátti Stóraskip
hjá Petur Jacob hjálpa til.
Aurora og Stóraskip av-
reiddi Niðri á Sandinum.
Har vóru Aberdeen, Grims-
by og Hull.
Innløga og gjaldføri
mundi sum f ødrum fiski-
skapi vera hampuligt. Gull-
ið fekst úr sandinum Niðri í
Fjøru. Tað vóru tinnurnar. Í
upplaðaðum handlum ovar-
laga í Fjøruni høvdu gent-
urnar handlar, og har kundu
alskyns vørur keypast fyri
tinnur. So gll henda barna-
mentan var ein væl virkandi
samfelagslig og búskaparlig
skipan, minst líka væl virk-
andi sum tann í vaksna-
mannaheiminum. Páparnir
sigldu til Bretlands og
keyptu forkunnugar verur
har. Dreingirnir sigldu í
Ánni og keyptu líka for-
kunnugar vørur frá gentu-
num Niðri í Fjøru.
G03:1 vs i GM 3ysk
Loysing við Gjógv og tá
ið mentan var skeiv
Í hesum møguligu fullveld
istíðum verður kanska oak
ur politiskur sjónleikur, sum
verður spældur umaftur.
Men tað var sanniliga ikki
spæl hjá ungdóminum við
Gjógv, tað, sum Petur Jacob
fortelur um føroyskan poli-
tikk f krigsårunum.
Tá ið Thorstein Petersen
og Poul Petersen vóru á pol-
itiskum fundi við Gjógv,
vóru teir inni hjá Karl Jac-
ob. Sjálvandi sat hann undir
hvgrjum orði. Hann greiðir
frá politiskum fundum í
privathúsum (hjá fólka-
floksmonnum væl at
merkja) og serliga einum í
Dansistovuni uppi á Gjógv
og einum í neystinum í
Trødni. Har gekk ikki milt
fyri seg.
Radioapparatini vóru fá
tá á dógum. Menn og ung-
lingar tyrptust í einum hús-
um at lurta eftir úrslitunum,
sum Telegrafstødin í Havn
sendi út 14. september
1946. Verturin var ikki loys-
ingarmaður, og tá teir høvdu
talt saman, varð komið til,
at meiriluti var fyri stjórn-
aruppskotinum. Tá letur í
einum unglingi: „Tit hava
gloymt mentuna!“ Talt varð
umaftur, og rætt heyði hann:
Meiriluti var fyri loysing.
Við Gjógv høvdu 74 atkvøtt
fyri loysing og 24 fyri
stjórnaruppskotinum (ávik-
avist Fólkafloks og Sjálv-
styrisfloksatkvødur).
Farið varð í kirkjukjall-
aran eftir flaggstongini hjá
ungmannafelagnum ,,Nord-
stjórnini“. Hon var av
bambus og so stór og høg,
at hon varð brúkt til stranga,
tá-ið menn vóru til bjarga.
Hon varð sett niður í Ánna
og surrað at Brúnni, og tað
stóra flaggið hjá ungmanna-
felagnum varð vundið á
stong.
Øllum dámdi helst ikki
Vandi var fy t onkur kon
og tók hetta igg1ð niður
hendi unnumorgun
Dreingirnir vóru tá, skrivar
Petur Jacob, eitt sindur
móðir og orkaðu lítið meira
Tá kom ein eldri bulmikil
maður (eg hugsi mær, at tað
man hava verið Gamli Pæt-
ur) og bað teir fara heim at
sova; hann skuldi sita undir
Merkinum. Har hekk Merk-
ið sum tekin ella heldur
prógv um, at Føroyar vóru
frælsar. Henda sega er søg-
an um ta idealismu, sum
Føroya ungdómur fyrr
hevði, men sum hvarv.
Hvør veit, kanska er hon
komin aftur nú.
„Barnsins gaman“
Gaman og leiku vórðu tá
ikki keypt og kundu nóg illa
keypast. Hjá børnunum var
tað natúrligt at skapa sjálv.
Barnamentanin er ein
gjøgnumgangandi partur av
báðum bókunum, tí sum rit-
høvundurin sigur:
„Sum nomið er við aðra-
staðni í hesum bókaverki,
so vóru tey vaksnu, og tá
serliga foreldrini, fyrimynd
barna. Her royndi so smá-
gentan at stíga í spor móður
sínar, og sonurin elti faðir
sín. Hetta var so sjónskt at
síggja bæði í barnaspølu-
num og ti, børnini vóru uppi
f arbeidslivinum. Tad ber ti
sjålvandi illa til at skriva
sini barnaminni og ikki
gretta um barnsins leik og
spæl, tí satt at siga, so
spældu vit tt, at tad er skriv-
ad sum ein samanfatan av
øllum ti, sum lagt hevur ver-
ið fram, og í takksemi fyri
at hava fingið tann frammi-
hjárætt at vaksa upp við
Gjógv, í hesi bygd við so
nógvum møguleikum.
Vakrari kann tað ikki sigast:
„Her var alt lívsgrundar-
ið So nhøvdu forfedrar
okkara eisini ta føstu livså
skoðan ella rættar
> tilfeingi, ið
trúgv, at
alt ta var at fáa
úr lívsgrundarlagi teirra, var
Guðs gáva. Teirra lutur var
so at arbeiða, røkja og um-
sita væl hetta lívsgrundar-
lagið og tær ognir, teimum
vóru litnar til, og gjørdu teir
tað, høvdu teir tað álit á
Skapara sín, at hann so eis-
ini gav teimum tað, teimum
tørvadi til lívsins uppihald.“
Hetta er einki minni enn
ein heilskapt heimsmynd
hjá rithgvundinum, og hon
er stutt og greið (hóast hon
er væl longri í kapitlinum).
Henda bókin er prýdd við
o.u. 160 frálíkum myndum
frá Gjógv. Tað er neyvt
samsvar millum myndirnar
og sjálvan tekstin, sum tí
kenst enn meira livandi og
nærstaddur at lesa.
Aðrenn Yvirlit og fólka-
nøvn og Myndaeigarar
standa aftast í bókini, er eitt
Eftirmæli, sum ber heitið:
»Kvøda til fedrarnar“. Her
skal bara endast við tveim-
um teimum seinastu reglu-
num:
„Dýrmætan ferning frå
fedrum vit fingu í kova.
Stórur er saknur, nú hesi
í moldini sova.“
Petur Jacob Sigvardsen
hevur sanniliga sett teimum
eitt virðiligt minni.
Bókin er prentað og inn-
bundin hjá Einars Prent, og
tað má sigast um hesa, eins
og sagt var um ta fyrru bók-
ina, at hon er einki minni
enn eitt prentlistarverk og
eitt prýði fyri føroyskt
prenthandverk.