hósdagur 17. desember 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leiðin gekk til Alta (1): ferdafråsøgn(fyrri partur)
tíðindablaðið S082ur
Nr. 240 — 17. DESEMBER 1998
——W"—————————— SS
Ole Anders er sámabóndi.
Hann byrjaði at gera til
reiðar bálið, og hongdi
grýtur við eplum og
reinsdjórakjóti yvir eldin
Í vrá á villini vetrarvíddum
Hósdagin 10. desember savnaðist eitt lið av innbodnum norðurlendskum tíðindafólkum á nýggja flogvøllinum við
Oslo í Noreg, Gardermoen. Og kósin lá norðureftir til Norðurnoreg, til Alta kommunu í Finnmørkini. Nordisk Journ-
alistcenter í Árhus og Nordisk Informationkontor í Alta skipaðu fyri. Á skránni stóð m.a. gisting í sámatjaldi og
scootaraferð. Náttin í tjaldinum gekk við góðum reinsdjórakjóti til matna og eitt sindur av svøvni. Hóast nógva roykin
frá bálinum í miðum tjaldinum, so má sigast, at túrurin og náttin gingu „sámiliga“ fyri seg
ORÐ OG MYNDIR:
DAGFINN OLSEN
Umboðandi Tíðindablaðið
Sosialin og Útvarp Føroya
sessaðust vit báðir føroysku
luttakararnir í Kastrup í
flogfarinum til Oslo.
Men eydnan gongur ofta
egnar leiðir og leiðirnar eru
nógvar í Kastrup. Vit vórðu
nakað seinkað og komu ikki
uppfrá, tí beint áðrenn frá-
ferð legði flogtøkningur til
merkis, at næsahjólið var
brotið. Hetta seinkaði okk-
um og kom illa við, tí bert
ein tíma høvdu vit í Oslo at
finna flogfarið til Alta.
Vit komu tó avstað at
enda. Komin til Oslo høvdu
vit eitt korter at skifta flog-
far. Men við góðari hjálp frá
fryntligu starvsfólkunum,
vunnu vit upp flogfarið í
síðstu ltu. Vit vóru ávegis
til Alta í Finnmørkini.
Alta
Soleiðis at flúgva Noreg frá
enda í annan tekur meira
enn tveir tímar. Á vegnum
skuldu vit millumlenda í
Tromsø, men heldur harð-
liga gekk fyri seg, sum flog-
skiparin eisini ávaraði um.
Eftir lendingina kallaði
hann lendingina fyri „usæd-
vanlig ubehagelig“.
Tá vit komu til Alta um tvey
tíðina var myrkt.
Í flogfarinum úr Oslo
mundu vit vera flest allir
luttakarar, uttan lokalu
norðmenninir. Men vit
kendust ikki enn. Í bussi
koyrdu vit, sum vóru við
flogfarinum, til eina innan-
dura fótbóltshell, ið Tórs-
valla fyrisprákarar óivað
áttu at sæð. Orsøkin til høll-
ina er óivað, at tað ofta er
myrkt og nærum altíð sera
kalt, so illa fæst verið
Kuldin var ikki so
øgiligur, mundi liggja um
10 stig minus. Úti í myrkr-
inum bíðaði
kavascootarin, ið vit tvey
og tvey skuldu ferðast á
uttandura.
Í kantinuni fingu vit kaffi,
ið har á staðnum verður
mett sera týdningarmikið.
Liðið var nú savnað, og
hvør einstakur segði hver
hann var. Vit skuldu nú
beina leið út í Finnmørkina
á scootara, fyri at liggja nátt
í sámatjaldi. Leiðarin, sámi
og leiðari í norsku „heima-
verjuni“, greiddi nú frá
ymsum praktiskum, vit
fingu kavaklæðir og boð um
at leggja alt eftir okkum,
sum vit á nakran hátt kundu
vera fyri uttan. So tað bleiv
ikki til so nógv annað enn
myndatólið, ið gjørdist
darvandi vidføri.
Sami Travel skipadi fyri
ferdini og åtgjørdi okkum
væl. Væl ballaði í stivlum,
vøttum, brillum, draktum
og skinnhúgvum vóru vit
ferðabúgvin.
Leiðin gekk síðani við
bussi eitt petti av leiðini út
í Finnmørkina, til eina so-
nevnda fjallastovu, har ábit
var at fáa: te, kaffi og smurt
breyð.
Síðani byrjaði ferðin av
álvara. Kuldin var ikki so
øgiligur, mundi liggja um
10 stig minus. Úti í myrkri-
num bíðaði kavascootarin,
ið vit tvey og tvey skuldu
ferðast á. Eg sjálvur og út-