Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 — 17. DESEMBER 1998 tíðindablaðið 5082. EN varpsmaðurin Helgi Jacob- sen funnu okkum ein, ið vit skuldu royna at temja. Eftir stutta frágreiðing um hetta ódjór, id er stórri, koyrir skjótari og er verri at stýra, enn ein heldur, hildu vit av- stað. Fyri framman lá kava- oyðan, og álitið var nýggi ferðafrændi okkara; scoot- arin. Á kavascootara Og tað var sum at verða tveittutur á ein av hesum rodeo-tarvunum. Eftir held- ur varisliga byrjan, fór alt fylgið avstað, men skjótt øktist ferðin og so var bert at fylgja við. Nú skal tað ikki ljóða, sum at tað ikki var stuttligt, tí tað var tað, men at koyra slíkan kavascootara er nak- að, ein skal venja seg við. Torført er at gera samanber- ingar. Kennist kanska, sum at verða tveittur í eina vaski- maskinu. Hann er kraftmikil og fyri ein óroyndan tungur at fáa tamarhaldið á og hoppini og ristingarnar kunnu vera 6gvuslig. Tó, hetta steðgaði okkum ikki, og mest av gllum mintu vit helst um eitt av øgiligu motorsúklufylgju- num, (ið fær fólk at hugsa tað ringasta), har vit fóru í myrkrinum gjøgnum frost- oyðina og einki annað sást fyri framman, enn einar 10 - 15 reyðar baklyktir. (Les- arin skilir, at útsendi var ikki altíð líka framaliga í fylginum). Tó, kavascootarin er hent amboð hjá sámunum. Hev- ur kanska á ein hátt fingið teir inn í 20. øld, við sínum fyrimunum og vansum og síni øgiligu ferð. Tad, sum við reinsdjóri mundi vera tað mesta av eini dagsferð, kláraðu vit uppá einar 2 - 3 tímar. Er ein einsamallur og royndur á scootara, so gongur helst skjótari. Sámar eru, sum tíðin er liðin, vorðin partur av nú- tíðini. Sámabóndin hevur nú altíð tveir búðstaðir. Bert part av árinum heldur hann til í tjaldi. Mergjað nátt í lavvo Á vegnum steðgaðu vit av og á, millum annað, tí vit skuldu seta rypufellur, snar- ur, ið vit síðani kannaðu morgunin eftir. At enda tyktist tað, sum var ikki endi á ferðini og ikki endi á villu vetrarvídd- unum. Vit koyrdu og koyrdu og vóru heilt einsa- møll her úti, øll vit 20 - 25 ferðandi. Vit vóru frammi við stóra tjaldið umleið kl. 22. Tjald- ið eitur á sámiskum ein Layvo. Á ferðini við okum vóru tveir sámar, umframt leið- aran frá heimaverjuni. Knút frá Sami Travel og Ole Anders, ið er sámabóndi. Hann byrjaði beinanvegin at gera til reiðar í miðum tjaldinum eldstaðin, bálið, sum skuldi verða okkara lívsnerv hesa nátt. Hann hongdi yvir eldin grýtur við eplum og við reinsdjórakjgti. Í bíðitíðini royndu vit turt reinsdjóra- kjøt, ið minnur um føroyska skerpikjøtid, men er saltari, tí tað er eitt sindur saltvid- gjørt. Tveir tímar seinni hugnaðu vit okkum við drekkasúpan, kjøti og epl- um. Eisini fingu vit hvør sitt bein, og royndu vit frálíka mergin. Hetta var góður mergur, men sera feitur. Nógvur mergur er eisini í slíkum beini, tí tað er stórt. Roykur Ikki yvir at dylja, at tey flestu nú kendu mødi, men ikki fyrr enn nú, klokkan var um eitt á nátt, høvdu vit líkasum stundir at práta saman og at læra hvønn annan at kenna. Prátið og skemtið gekk, men sum náttin leið fullu fólk frá og at enda hoyrdust bert brak- ini frá bálinum, men tá mundi eisini vera seint. Stórsti vandin tóktist tó vera nógvi roykurin, ið fylti tjaldið. Sera tjúkt var til tíð- ir, so valla sást fram um nøsina. Antin fyri royki ella fyri tárum í eygunum. Men vandi var eingin á ferð, tí bálið kravdi jú, at ein passaði eldin alla nátina, so vaktarmaður var á og trygdin í lagi. Tessvegna sovnaði fjøldin rundan um eldin og svav trygt einar 3 - 4 tímar í soviposa og á reinsdjóraskinni. Longu klokkan sjey var aftur sták- an og klokkan 7:30 var liðið aftur á ferð á scootarunum. Rýpa var eingin í fellu- num, so vit hildi leiðina fram og koyrdu nú annan og longri veg, tí nú sást eis- ini meira, tí tað ljósnaði meira og meira. Vit fylgdu gomlum farleiðum, ið merktar vóru við steyrum, við pílum á. Sum steyrarnir dagaðu upp móti dekka morgun- hválvinum, høvdu teir tó lyndi til at minna um kross- ar, festar í stórar klettar. Fastfrystu løturnar Vit koyrdu og koyrdu yvir dalar og fjøll. Einar fyra tímar koyrdu vit og tá vit komu vegin fram til høllina, skiftirúmini og brúsurnar, høvdu vit tilsamans lagt einar 70 kilometrar afturum okkum á kavascootara á villu víddunum. Og hver einstakur kilometur merkt- ist í ørmum og kroppum hjá okkum óvandu. Men undir heitu brúsunum hvarv hetta, meðan vit reyndu at sodna alt, ið okkum hevði verið fyri. Men slíkt tekur tí og enn er kanska ikkí rættiliga gingið upp fyri okkum ferð- andi, hvussu stórt eitt upp- livilsi nátt í vrá á villini vetr- arvídd í grundini er. Slíkt verður okkum neyvan unt at uppliva aftur, men minn- ini hava vit. Og fastfrystu løturnar, ið tilber at seta í myndab6kina heima í stov- uni. Av sonnum gekk royk- fylta nåttin í lavvo >sámi- liga< fyri seg. Ein lúr Á skránni henda næsta dag At enda hoyrdist bert brakini frá bálinum, meðan fólkið svav í roykfylta tjaldinum v Á vegnum steðgaðu vit av og á, millum annað, tí vit skuldu seta rypufellur, snarur, ið vit síðani kannaðu morgunin eftir. Såmin og leidarin i sonevndu heimaverjuni legði lag á okkara vóru m.a. ymsir fyri- lestrar, og sjáldan hevur nakar fyrilestrahaldari havt ta fragd, at hava so sam- Seyðir yvirkoyrdir: Á „Ein maður í Kollafirði misti lan seyðin, tá | eða trailari rendi á seyðirnar. Funnið varð far 1, bilin, DAGEINN OLSEN %. Ein maður í Kollafirði ein trailari úr Runavík rendi á allar 4 seyðirnar við Missónshúsið í Kolla- misti allan seyðin. Maðurin, ið er pensíún- ístur, var sjálvsagt harmur um missin, men tíverri boðaði førarin ikki frá 6- happinum og politiið segði sr einki kone til málið. tykkjandi lurtarafjøld, dúgliga varð Mødda ferðaliðið hevði tamt scootåran, sodnað rein- inntil týsdagin 4 seyðir. Nú eigur hann ongan, tí % num. Sn mannin, ið firði týsdagin og maðurin Sostatt fóru kollfirðingar sjålvir at vita, um feir kundu fáa greiðu á måli- "mist heði, og ein vinmadur fóru at leita. Tcir spurdu seg fyri, hverjir bilar høvdu verið á ferð á veg- num týsdagin og eftir nak- að av kanningararbeiði funnu tes bilin. Hetta vísti seg at vera ein trailari úr Runavík. Úr Kollafirði verður sagt, at bilførarin hevði einki gjørt við málið, men tí nikkað. dj6rakjøtid og kendi seg nú ikki eiga so nógv eftir á í sín lut - uttan kanska ein langan, góðan og uppiborn an lúr. bilånarin vildi fegin hava | hetta avgreitt Kollfirð- ingar lótu síðani málið til politiið í Runavík. Po!itiið í Runavik váttar, at arbeitt verður við hesum málinum, men vil annars ikki gera viðmerkingar til smáluurnar í málinum, meðan arbeiðið fer frem. Men ikki er tað hvønn dag, at maður missir allan | sín seyð eftir lítlari løtu. Og heldur ikki hendir tað ofta, at heilir fýra seyðir verða yvirkoyrdir uppá eingang. |