hósdagur 17. desember 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 240 — 17. DESEMBER 1998
Óli Breckmann:
tíðindablaðið S0S82lurfn
Høgni Hoydal provo-
kerar Folkaflokkin
Undir viðgerðini av fíggjarlógini 1999 týsdagin, kom orðaskifti eina løtu upp
á eitt meira ideologiskt stóði, har Hógni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum
greiddi frá, hvussu eitt vælferðarsamfelag, eftir hansara tykki, átti at sæð út í
framtíðini
RIGMOR DAM
Hann segði m.a. at í londu-
num kring okkum er man í
ferð við at gera upp við tað
sokallada nordurlendska
vælferdarmodellid. Man er
í einum hugsjónarligum
vakuum. Kjarnin í hesum
modellum hevur verið ein
blandingsbúskapur. Tær 6-
hepnu avleiðingarnar í hes-
um blandingsbúskapið, ger-
ast alt sjónligari. Man kundi
sagt, at skipanirnar í m.a.
Danmark og Svøriki hava
tikið tað ringasta frá kapit-
alismuni og tað ringasta frá
sosialismuni = eystanfyri.
Staturin hevur verið brúktur
til at hjálpa kapitalismuni á
fótur aftur, tá hon hevur rent
seg sjálva á sjógv. Man hev-
ur stuðla einum vinnulívið,
sum ongantíð fekk møgu-
leika at standa á egnum
beinum, og almennum skip-
anum, sum tað ikki var
grundarlag fyri at fíggja í
samfelagnum.
- Tað er trupult, tá staturin
skal vera tann stóra móður-
in, sum tryggjar hvønn ein-
stakan í samfelagnum, tí tá
tekur staturin eisini frælsið
og sjálvræðið frá tí einstaka.
Hann klientger fólkið. I
Danmark hevur man td.
eina ørgrynnu av fyrrtíðar-
pensionistum og arbeiðs-
leysum. Spurningurin er,
um tey í veruleikanum eru
ein partur av vælferðasam-
felagnum. Tey verða í hes-
um skipanum hildin fast utt-
anfyri samfelagið, og fáa
neyvan møguleika fyri at
koma inn aftur sum sjálv-
støðug individ. Vit mugu
gera upp við hendan tankan,
at staturin við at klientgera
fólk, kan tryggja nakað per-
sónligt frælsi.
Um hvat vit skulu gera,
segði Høgni Hoydal, at vit
noyðast at finna eitt nýtt
innihald í hugtakinum væl-
ferð, og eftir hansara tykki
merkir vælferðasamfelagið
ikki, at øll skulu gerast part-
ur av eini stuðulsskipan hjá
statinum.
- Tað er ikki rímuligt, at
øll, uttan mun til inntøku,
skulu hava rætt til fólka-
pensión, segði hann.
- Tí eftir mínum tykki,
merkir vælferð og eitt sam-
haldsfast samfelag, at tey,
sum hava meira orku skulu
gjalda meira, enn tey, sum
hava minni orku. Hvør letur
eftir evni og nýtur eftir
tørvi.
Eisini segði hann, at lykl-
aorðið átti at verið sjålvreg-
ulering. Marknaðarkreftir-
nar eru eitt ógvuliga effek-
tivt amboð, til at skapa eitt
dynamiskt vinnulív. Men
tað má stýrast undir føstum
treytum, settar av tí al-
menna. Og so má vinnulívið
klára seg innan teir karmar
sum eru settir.
Um studning til vinnu-
lívið, segði hann, at høvuds-
trupulleikin í studningi er,
at vinnulívið verður klientar
á eini konto, og tað mugu
vit koma burtur frá.
- Vit mugu gera langtíð-
arætlanir og finna nakrar
skipanir, sum eru sjálvreg-
ulerandi, bæði tá talan er um
pensiónir, barnaansing, být-
ið millum land og komm-
unu og ikki minst vinnulív-
ið.
Óli Brekmann
fortørnadur
Oli Brecmann úr Fólka-
flokkinum var ikki blíður
aftaná, og bað Høgna Hoy-
dal lata vera við at provo-
kera Fólkaflokkin í hesum
samgongusamstarvinum.
Hann sipaði til samgongu-
skjali og segði seg vóna, at
Tjóðveldisflokkurin eisini
stóð inni fyri tí. Hann segði,
at Høgni Hoydal ikki skuldi
halda fyrilestur fyri sær og
ødrum fólkaflokksfólki, um
hvat marknaðarbúskapur er,
og hvør leiðin millum fríu
marknaðarskipanina og so-
sialismu er. Eisini minti
hann á tær tíðirnar, har
Tjóðveldismenn ferðaðust
kring heimin og sungu úr
líttum reyðum bókum, tí tá
var tað rein stalinisma, teir
løgdu fyri dagin.
akið er kærkomið
Chrisian Magnussen úr
Javnadarflokkinum fegnad-
ist um, at kjakid um figgj-
arlógina tók hesa vend.
Hann segði, at tað var gleð-
iligt at hoyra Høgna Hoydal
tosa um hvørjar mekanism-
ur gera, at fólk ikki trívast,
og um hvussu man skal
fíggja vælferðina hjá teim-
um, sum verða tveitt av í
svinginum í hesum markn-
aðarbúskapinum. = Hann
segði eisini, at Javnaðar-
flokkurin sjálvandi fer at
luttaka í hesum kærkomna
kjaki.
Miðflokkapolitkkur?
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í al-
manna- og heilsumálum,
tók undir við upplegginum
frá Høgna Hoydal. Hon var
samd við honum um, at kli-
entgeringin ikki var av tí
góða, og segði seg frødast
um at Tjóðveldisflokkurin
hevði flutt seg inn á miðj-
una av føroyskum politikki,
har møguligt er at tosa um
Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi er ikki
samdur við Høgna Hoydal, landsstýrismanni um, hvussu
vælferðarsamfelagið eigur at verða skipað
sjálvsábyrgd og sjálvregul-
ering av einum samfelagi,
sum vit sjálvi skulu hava
ábyrgdina av í framtíðini.
Hon helt at hetta vóru nýgg-
ir tónar frá Tjóðveldisflokk-
inum, tí hetta letur upp fyri,
at vit sunnu veita teimum
eina tænastu, sum veruliga
hava brúk fyri tí. Eisini
segði hon, at man eigur ikki
at halda fast við eini skipan,
har bara man hevur ein
studning, tað verið seg til
børn ella ung ella gomul
ella skip ella vinnu, skulu
øll hava líka nógv, óansæð
um tørvur er á tí. Tí tå er
eingin møguleiki at fíggja
viðurskiftini hjá teimum
sum veruliga eru við skerd-
an lut.
Takk
Eg vil á henda hátt hjartaliga takka nevndini í Havnar
Róðrarfelagi fyri tann stóra heiður, mær varð sýndur
á ársveitslu felagsins í heyst, har eg varð útnevnd til
at vera heiðurslimur í Havnar Róðrarfelag, hesum
søguliga og stolta felag, sum eg so trúliga havi fylgt
og stuðlað, alt tað eg kann minnast. Hesin heiður
rørdi hjartastreingir mínar — og fekk ein at hugsa um
virðið í sunnum og virknum ítróttarfelagsskapi, sum
hevur vart heilt frá unglingaárum, og til nú hárini
eru farin at grána. Mongu heilsanirnar í sambandi
við útnevnanina úr gllum landinum, bóru boð um
ógloymandi trúfesti og vinskap, sum hevur fevnt yvir
eina hålva øld, og vil eg tí eisini nýta høvid til at
takka tykkum øllum somlum fyri, at tit mintust meg
á hesum heiðursdegi mínum.
At verða sett undir liðina av megnarkvinnuni
Andreu Árting, hon sum tann fyrsti heiðurslimur, og
eg sum tann næsti í søgu Havnar Róðrarfelags, tað
kenst sum sannur heiður. Og ynski eg mínum góða,
gamla felagi blíðan byr í komandi árum, og lat okkum
enn, sum áður, vísa, at knotur eru í teimum
manningum, sum fara strúkandi út av Álagerðsvík.
Enn einaferð takk øll somul, og eg nýti høvid til at
ynskja tykkum gllum somlum eini gleðilig jól.
Við takkarkvødu, Ingibjørg Poulsen
føroysk
teppir/plaid
í nåtturu-
litum
og litað,
- ein rimmar
gáva!
ONKI FLOVAR
SUM JÓLAGÁVAN
FRÁ VILMA!
FØROYSKAR HOSUR
& SKÓLEISTAR
VOTTIR 8 HANDSKAR
HÚGVUR & HETTUR
TURRIKLÆÐI og SJAL
UNDIRKLÆÐI
á TROYGGJUR
Vilma hevur
gávuna, ið flovar! ;
„N. Finsensg. 22 - Tlf, 313675