fríggjadagur 18. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Best er sjálvsagt
at vera fræls og rík
At samgongan hevur sett sær sum mál at
rokka fullveldi, innan veruleikin gongur
upp fyri fólki, eru tað helst fleiri, sum halda.
Okkurt er, sum bendir á, at man hevur
valt at lata oyruni aftur fyri ollum ávaring-
um um, at hetta gongur ov skjótt, og at vit
fáa ikki fylgt við. Aheitarnir um at fáa greið
boð um, hvønn samfelagsbygnað vit hava
fyri framman, verða burturforkláraðar við
at vera ósakligar og óviðkomandi. Eisin
bendir nógv á, at vit veruliga hava nakað
at stúra fyri, so hvert sum samgongan
kemur fram við hugsjónum um eitt lág-
lenarsamfelag, har vælferðin í menniskja-
heiminum Feroyum verður prísurin.
Seinasta dømiå var undir orðaskiftinum í
tinginum nú um dagarnar, tá uppskotið
um avtøku av karensdagalógini var til
viðgerðar. Tjóðveldismaðurin Finnur
Helmsdal legði ikki fingramar ímillum, men
viðgekk blankt, at:
»Havandi i huga, at vit hava sett seglini
fram ímóti fullveldinum, og figgjarliga
grundarlagiå undir landskassanum og
samfelagnum hevur alstéran tydning, tå
haldi eg ikki, at tað er rætt, at vit í eini
handavend siga farvæl til 10-12 mill. kr.<
So er tað sagt. Okkum nýtist ikki at verða
skírð fyri at koma við illgitingum og dóm-
adagsprofetium longur. Veruleikin er
greiður - at nú er stungið út í kortið:
Karensdagarnir verða ikki tiknir av, og
heldur ongar ætlanir eru um dagføring, tå
tað snýr seg um lenarsamráðingar, fólka-
pensiónir, barnaansing, og ikki minst lestr-
arstuðulin.
At Fólkaflokkurin og Sjálvstýriflokkurin
føra ein slíkan politikk, kemur ikki óvart á.
Men at Tjóðveldisflokkurin selur seg sjálv-
an og slúkar so stórar kamelar, fyri at fáa
loysing frá Danmark, er orkymlandi.
Føroyska samfelagið hevur nú ligið í
skeljasori í fleiri ár, tí einasta vinna okkara
sveik. Nú betur stendur til — yvirskotið í ár
verður væntandi 578 mill. kr. og næsta år
247 mill. kr. Tað er tí nattúrligt, at krøv
verða sett til samgonguna, á teimum økj-
um, sum hava verið ringast fyri. Harvið er
ikki sagt, at vit skulu oyðsla yvirskotið
burtur, men nógvir borgarar í Føroyum
hava verið illa fyri í alt ov langa tíð, og
hava tí krav uppá at fáa endurgjald og
part í yvirskotinum.
Ein russiskur studentur varð spurdur, hvat
hann helt verða betri: Áðrenn jarntjaldið
fall, tá tey vóru ófræls og rík, ella nú, tey
vóru fræls og fåtøk. Hann svaraði tað
einasta rætta: Tað var betri um vit vóru
fræls og rík! Sostalurin
Politisk viðmerking:
Bara aðrenn tað
eydnast at villeiða
Tað er so lætt at niðurgera,
ákæra og geva øðrum skyld-
ina. Í politikki tykist tørvurin
á tí at vera beinleiðis propor-
sjónalur við vantandi egin
boð uppá, hvat eigur at verða
gjørt.
Tað er eisini lætt at aftur-
visa øllum úttalilsum frá ser-
frødingum, tå úrslitið ikki
hóvar tær sjálvum. Men tá
onkur sigur okkurt, sum tú
kanst brúka politiskt, so kanst
tú gera tað til sjálvan sann-
leikan.
Vit hava sæð hetta ferð eftir
ferð í sambandi við kjakið um
rikisrættarligu støðuna. Velj-
arakanningar verða lagdar
undir at manipulera. Búskap-
arfrødingar og statsrættar-
frødingar, sum ikki mála ræð-
umyndir upp, verða skúgv-
aðir av borðinum og tagdir
burtur. Koma hinvegin ser-
frødingar ella danskir polit-
íkarar á pallin, sum tala ímóti
sjálvstýri, verða orð teirra
brúkt sum fastslignir sann-
leikar - ofta uttan ein tann
einasta kritiskan spurning.
Skógvaskjóting
Eg vóni ikki, at hetta fer at
halda fram. At vit aftur fara
at brúka alla orku at skjóta
hverjum ødrum i skógvarnar,
hver hevði skyldina fyri hetta
og hattar í 70'unum og 80'u-
num. At vit aftur fara at tosa
um, hvat ilt hini vilja gera
móti pensiónistum, sjúkum,
brekaðum og lesandi. At vit
siga: “Um bert vit høvdu sitið
við valdið, so høvdu øll fing-
ið alt gott. Vit fingu tíverri
ikki gjørt tað, tá vit Á sótu við
valdið, men tá var alt jú heilt
Eg vóni, at hetta kann
broytast komandi árið. Tað
arbeiðið, sum landsstýrið
hevur sett í verk, fer at leggja
eitt greitt grundarlag fram um
langtíðarætlanir, sum allir
flokkar vónandi kunnu brúka
sum felags stødt undir orða-
skiftinum og ósemjunum.
Villeiðingar valdast
Eg skal ikki gera viðmerk-
ingar til skrivid frå Marius
Dam til fjølmidlarnar, men
heldur lata fólk sjålvi meta
um rættleikan og sannleiks-
virðið í tí, sum verður ført
fram. Marius setir navn und-
ir greinarnar og tað er so
meira enn tey, sum rópa seg
sonevnda "Starvsnevnd sam-
bandsfloksins” gera.
Nógv hevði verið vunnið, um
atfinningarnar vórðu bygdar
á tað sum landsstýrið veru-
liga ætlar og ger í sjálvstýr-
ismålum. Og ikki á tað, sum
landsstýrið ferð eftir ferð
verður lagt undir at vilja og
gera.
Tildømis eru nakrir bein-
leidis fyrispurningar settir til
min f Sosialinum frå Roberti
Robertson. Eg vil fegin royna
at svara Roberti, men spurn-
ingarnir byggja á eina grund-
leggjandi misskiljing um ætl-
anir landsstýrisins. Nevni-
liga, at landsstýrið vil kubba,
kvetta og skerja. At lands-
stýrið ikki fyrireikar seg ella
følir seg fram. Og at nú skulu
ávísir “tilstandir ianførast í
Føroyum”. Helst er hendan
misskiljingin íkomin, tí at
hesir ógrundaðu pástandir
verða førdir fram aftur og aft-
ur. Men tað ger teir ikki meira
sannar fyri tað.
Eg skal tí endurtaka í stutt-
um, hvat í veruleikanum fer
fram við sjálvstýrisarbeiði-
num í landsstýrinum og á
tingi, so tann støðuga vill-
leiðingin kanska kann fáa ein
enda.
Málsetningar
Landsstýrissamgongan hevur
sett sær sum mál, at Føroyar
skulu skipast sum eitt land
við fullveldi eftir eini neyvari
fólkaræðisligari ætlan. Tað
merkir heilt einfalt, at vit»
ynskja at fáa staðfest, at evsta
valdið yvir Føroyum liggur
hjá føroyskum myndugleik-
um og at Føroyar frítt kunnu
taka lut í altjóða samstarvi
við onnur lond á jøvnum feti.
Hetta skal henda í neyvum
samstarvi og samráðingum
við donsku stjórnina, har vit
ynskja eina tillagingartíð til
búskaparligt og umsitingar-
ligt sjálvbjargni. Endamálið
er at skapa einar búskapar-
liga sjålvbjargnar Føroyar,
har vit sjålvi taka alla åbyrgd-
ina av vælferdini og framtid
okkara.
Fólkaræðið
Landsstýrið kundi sjálvsagt
farið beint til Danmarkar at
samráðast um eina slíka skip-
an. Men samgongan er púra
samd um, at onki skal setast
í verk, uttan at Føroya Løg-
ting og Føroya fólk góðtaka
framtíðarskipanina. Og ongin
endalig avgerð verður tikin,
fyrrenn allar avleiðingar, øll
krøv og allir møguleikar eru
neyvt kannaðir og lagdir á
borðið.
Hetta verður ikki gjørt bara
fyri at hava tað formliga í
lagi. Endamálið er, at allir
føroyingar skulu taka støðu
og vera tilreiðar at fara undir
hesa avbjóðing at byggja land
og skapa eina sjålvstøduga
tjóð.
Tí hevur landsstýrið lagt
málini um rikisrættarligu
støduna fyri tingið og hevur
støðugt kunnað allar flokkar
um, hvgrjar fyrireikingar eru
settar í verk.
Nevndir eru settar at greina
allar búskaparligar, løgfrød-
isligar og umsitingarligar av-
leidingar, krøv og møguleikar
í einum sjålvstødugum Før-
oyum. Men nevndirnar skulu
eisini lýsa dømi um aðrar
skipanir millum heimastýris-
lógina og fullveldi.
Uppskotið um at seta eina
grundl6garnevnd er partur av
fyrireikingunum. Skulu vit
tosa um einar sjålvstødugar
Føroyar, mugu vit eisini vid-
gera, hvussu okkara stýris-
skipan, rættarskipan og tey
grundleggjandi virðini skulu
vera. Og hetta arbeiðið er eft-
ir mínum tykki alneyðugt,
uttan mun til um flokkarnir
ynskja fullveldi, eina so-
nevnda sjálvstýrislóg ella
eina nýggja heimastýrislóg.
Nei til upplýsing
Tað var sostatt ikki eitt upp-
skot um grundlóg, sum her-
verk varð framt ímóti í tingi-
num. Men hinvegin eitt upp-
skot um eina nevnd, ið skal
fyrireika og gera uppskot um
eina grundlóg og eina rættar-
skipan fyri Føroyar. Tá upp-
skotið er klárt, kann tað bert
setast í verk um tingið og
fólkið góðkennir tað - eins og
ein nýggjur sáttmáli millum
Føroyar og Danmark.
Tað sum tveir andstødu-
fiokkar á tingi eru ímóti, er
sostatt ikki bara málsetning-
urin um fullveldi. Teir hava
samstundis atkvøtt ímóti at
fáa allar upplýsingar á borðið
um, hvat krevst av okkum
fyri at gerast ein sjålvstødug
tjóð og at lata tingið og fólkið
taka endaligu avgerðina.
Tann tridi andstøduflokkurin
hevur atkvøtt fyri at fåa alt å
bordid, men hevur hinvegin
sagt seg taka endaliga stødu,
tå verkætlanin er någreinad.
At byggja eitt skip
Eg havi fyrr nytt eina mynd,
har sjålvstyrisætlanin hjå
samgonguni kann samanber-
ast vid at byggja eitt skip. Vit
hava sett okkum målid um at
byggja eitt skip, ið skal bera
seg sjálvt. Eitt skip, sum vit
sjálvi fíggja og eiga. Har vit
sjálvi skulu standa á brúnni,
manna maskinrúmið, dekkið
og kabyssina og har vit frítt
kunnu sigla um allan heim.
Ætlanin er í fýra stigum:
1. Vit hava sett eina skitsu-
verkætlan upp, sum tingið
hevur tikið undir við.
2. Nú er farið undir at detail-
prosjektera skipið og at gera
eina neyva ætlan fyri, hvussu
skipið kann fíggjast og bera
seg sjálvt, hvørjar inntøku-
møguleikar skipið kann
rokna við og hvgrji mið vit
kunnu og eiga at troyta. Sam-
stundis hava vit skotið upp
at viðgera, hvussu skipið skal
innrættast, hverjar reglur
skulu galda umborð og hvørji
grundleggjandi rættindi skulu
tryggjast manningini (grund-
lógarnevndin).
3. Tá verkætlanin, fíggjar- og
rakstrarætlanin eru klárar,
verður tilfarið lagt fyri tingið.
Síðani skal samráðast við
donsku stjórnina um, hvussu
skipið kann gerast sjóklárt.
Síðani verður komið aftur til
tingið við einum sáttmála.
4. Góðkennir tingið sáttmál-
Høgni Hoydal
an, skal hann leggjast til alla
manningina at góðtaka. Tást-
aðni verður endaliga stóða
tíkin til, um skipið skal
byggjast, fara av bakkastokki
og í vinnu. Verður tað góð-
kent, skal so bæði tingið og
øll manningin eisini gera av,
hvgrjar reglur skulu galda
umborð við eini grundlóg.
Hvat ynskja vit?
Hetta meta vit vera ein sera
væl fyrireikaðan og fólka-
ræðisliga tryggan framferð-
arhátt. Til tess at fáa neyvar
upplýsingar á borðið er neyð-
ugt, at vit hava sett okkum
málið um, hvat skip vit
ynskja at byggja, og hvat vit
skulu samráðast við danir
um.
Um flokkar ynskja at
byggja nakað annað - tildøm-
is eitt hálvt skip, ein bjarg-
ingarbát, eina brúgv uttan
skrokk ella kanska keypa eitt
brúkt skip - so mugu teir siga
tað og gera rakstrarætlanir
eftir tí. |
Um flokkar ynskja, at vit
framvegis skulu sigla undir
einum ødrum reiðaríi, sum
ger reglugerðina og letur trið-
ingin av rakstrinum í studn-
ingi, so má greið støda takast
til tað. Um vit framvegis
skulu sigla sum manning um-
borð á einum leigaðum skipi,
pjøssa uppá tað við måling
og einum nýggjum navni
kanska, so eiga vit at siga tað
við reiðaríið. Tá verður tað
framvegis teirra avgerð,
hvussu nógvan studning skip-
ið fær frameftir og hvar tað
kann sýkja sær havn at keypa
útgerð og proviant. Tá eigur
gamla reiðaríið skipið, hevur
ábyrgdina og kann geva tí
sleip, um tað rennir á land.
At rokningin fyri sleip og
umvæling so kann verða send
til manningina - og serliga til
dekkarar, messudreingir og
kamarsgentur - mugu vit
sjálvandi liva við, um vit
velja ta loysnina.
Ørkymlan gagnar ongum
Fólk eiga sjálvsagt at koma
við atfinningum og krgvum
til ætlaninar. Og tá endaliga
verkætlanin liggur á borði-
num um eitt hálvt ár, ber til
hjá øllum at gera av, um hald
er í ætlanini ella í ræðumynd-
unum. Men at tosa um kvett,
kut, manipulasjón og vant-
andi fyrireikingar, kann bert
tæna til at ørkymla fólk og
skapa ótryggleika.
Høgni Hoydal