fríggjadagur 18. desember 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ENE
|
Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998
tíðindablaðið SES2lufn
Vit skulu hava fleiri móguleikar fyri læknaviðgerð:
Sjúklingar
skulu ikki bara |
til Danmarkar
— Nú skulu donsk sjúkrahús ikki longur verða einasti
móguleiki hjá fóroyingum, sum noyðast uttanlands at fáa
serviðgerð av ymsum . Fyrsta stigið verður at fáa avtalu í
lag við íslendingar, men tað er eisini ætlanin at brúka
heilsuverkið í óðrum londum
ÁKI BERTHOLDSEN
Føroyingar, sum verða sjúk-
ir og mugu fáa serviðgerð
uttanlands, skulu í framtíð-
ini hava fleiri møguleikar
enn bara at fara á donsk
sjúkrahús.
Føroyskir myndugleikar
hava annars avtalu við
danskar myndugleikar um,
at vit kunnu senda føroy-
ingar á donsk sjúkrahús,
sum krevja serviðgerð, ið
ikki fæst í Føroyum.
Og tað hevur borið í sær,
at so at siga allir føroyskir
sjúklingar, ið hava havt
brúk fyri ymsari serviðgerð,
ið ikki fæst í Føroyum, hava
verið sendir til Danmarkar.
Bara hendinga ferðir eru
sjúklingar sendir aðrastaðni,
men tá hevur viðgerðin ver-
ið avtalað frá ferð til ferð.
Men tað er ongin loyna,
at tann serviðgerð, sum er í
Danmark, er ikki altíð tann
besta, hóast danska heilsu-
verkið er rættiliga framma-
liga á mongum gkjum.
Føroyingar betala fyri alla
læknaviðgerð uttanlands.
Og landsstýrið heldur, at
tá ið vit betala kortini, so
kunnu vit akkurát tað sama
brúka peningin til tað bestu
viðgerðina, sum ber til at
fáa.
Tí ætlar Almanna- og
Heilsumálastýrið í Lands-
stýrinum at kanna møgu-
leikarnar fyri at fáa avtalur
við sjúkrahús í ødrum lond-
um enn í Danmark, so at vit
framyvir hava fleiri møgu-
leikar fyri at senda okkara
sjúklingar hagar viðgerðin
er tann besta.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at ætlanin er heilt av-
gjørt at varðveita avtalurnar
við danska Ríkissjúkrahús-
ið, tí í mongum fórum er
viðgerðin í Danmark tann
besta, sum er yvirhgvur er
tók.
— Men tað er heldur ongin
loyna, at í summum fórum
er onnur lond fremri enn
danir eru.
— T.d. viðganga danir
sjálvir, at teirra krabba-
meinsviðgerð er ikki so góð
sum í gðrum londum, og
danir eru nú farnir at tosa
um at senda sínar krabba-
meinssjúklingar til Týsk-
lands til viðgerðar.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at hetta er eitt dómi
um eina heilt álvarsliga
sjúku, har viðgerðin í gðr-
um londum er fremri enn í
Danmark.
Tí heldur hon at tað er
rætt at royna at fáa avtalur
við heilsuverkini í ødrum
londum um ymsa viðgerð.
Hon sigur, at tað verður
fyrst og fremst hugsað um
hini Norðurlondini.
Men hon hugsar eisini um
onnur lond, eitt nú Týskland
og Ongland.
Hon viðgongur, at tað
kann tykjast eitt sindur
fremmant at senda føroy-
ingar so langt av landi og
tað er skjótt at sjúklingurin
kann kenna seg einsamall-
an.
— Og tað er avgjørt ikki
ætlanin at sleppa teimum
uppá fjall, tí tann sosiali
parturin av eini viðgerð
hevur eisini týdning fyri
heilsubótina.
Men hon heldur eisini, at
tað er í mongum fórum, at
tann læknaliga viðgerðin
heilt avgjørt vigar tyngri
enn tann sosiali parturin. Tí
heldur hon, at vit eiga at
royna at geva okkara sjúkl-
ingum, enn bara at senda
teir til Danmarkar.
Hon heldur ikki, at tað
verður nakrar trupulleiki at
fáa slíkar avtalur ílag. Hon
sigur, at tað hevur í hvussu
so er ongin trupulleiki verið
í teimum einstøku fórum,
har tað er gjørt.
Ísland
Helena Dam á Neystabø
sigur, at tað fyrsta, ftøkiliga
stigið í royndunum at fáa
avtalur um serlæknaviðgerð
við onnur lond enn Dan-
mark, verður tikið heilt
skjótt.
Og tað verður at royna at
fáa eina avtalu ílag við ís-
lendska heilsuverkið.
— Vit vita, at íslendingar
eru rættiliga frammaliga í
viðgerðini av ymsum sjúk-
um, eitt nú hjartasjúkum,
giktasjúkum og ymsum
húðsjúkum, sum eru vanl-
igar í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at arbeitt hevur verið við
at fáa íslendska heilsumála-
ráðharran, Ingibjørg Pålma-
dóttir, til Føroyar at vitja,
og líkt er til, at vitjanin kann
koma í lag einaferð í vár.
— Á vitjanini hjá henni í
Føroyum er ætlanin at um-
røda møguleikarnar fyri at
fáa eina avtalu um at vit
kunnu senda føroyskar
sjúklingar yvir til íslands,
sum hava serviðgerð fyri
neyðini.
— Í sambandi við viðgerð
í Íslandi hava vit eisini góð-
ar møguleikar at taka okk-
um av sjúklingunum, uttan-
um tað sjálvt læknaligu við-
gerðini,
Hon sipar til, at vit hava
føroyska sjómansheimið,
Ørkina í Reykjavik, har
sjúklingar kunnu gista í
sambandi við viðgerðina.
Kristiliga Sangkórið
jólagudstænastu
Sunnudagin verður sang-
gudstænasta í Havnar
Kirkju. Tað er Kristiliga
Sangkóri, sum skipar fyri,
og tað verður Heri Joensen,
prestur, sum prædikar.
Hanus Joensen, kórleiðari
sigur, at sungin verða kend
jólalgg.
Kristiliga Sangkóri hevði
15. november í ár jubile-
umskonsert í sambandi við,
at 45 ár vóru liðin síðani, at
kórið varð stovnað.
— Í summar vóru vit eisini
ein túr í Noregi, har vit m.
a. sungu í Nidarosdomen,
sigur Hanus Joensen.
Tey koyrdu runt við bussi
í Noreg og sungu ymsa-
staðni - og tey lata væl at
túrinum.
Sanggudstænastan í
Havnar kirkju verður klokk-
an 16.
Higartil eru at kalla allir fóroyskir sjúklingar sendir til Danmarkar, sum hava havt
serviðgerð uttanlands fyri neyðini. Men í summum fórum er viðgerðin í ðrum londum
betri enn í Danmark. Nú verður arbeitt við at fáa avtalur við onnur lond, so at vit eisini
kunnu senda sjúklingar hagar, eitt nú til Íslands, Noregs, Svørikis, Onglands og Tysklands
AE =S--
Vinarliga send mær
eintøk av "Sálmar & Sangir i Nyggjum Búna
Navn 2 2
Búst.:
Tel.:
Utfyll lepan, klipp hann ut og send hann til:
3
-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-mail: tryarin þpost.olivant. fo