fríggjadagur 18. desember 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Signar á Brúnni, landsstýrismaður:
tíðindablaðið S082luN
Kirkjan týðandi partur
av okkum sjálvum
- Bókin um yngru hválvkirkjurnar kemur út júst í einum skeiði, har kirkjan er
meiri aktuell enn nakrantíð. Kirkjan stendur fyri stórum og týðandi
broytingum, segði Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum í réðu á
samkomu í Listaskálanum, í sambandi við at triðja bókin í bókaverkinum hjá
J. P. Gregoriussen um fóroysku kirkjurnar er komin út.
Tur KUÐLBRC
Í triðju bókini um føroysku
kirkjurnar, Yngru hvålv-
kirkjurnar, eru 15 kirkjur
umrøddar frá Svínoyar
1878 ul Sandavågskirkju,
sum er frå 1917. Hvør kirkja
sær fær umrødu i serstakari
grein av høvunda, sum hev-
ur neyðuga førleikan og
kunnleikan
Tað er Forlagið í Støplum
við John Dalsgarð sum gev-
ur bøkurnar út. Á samkom-
uni í Listaskálanum í sam-
bandi við útgávuna greiddi
hann frá, hvussu bókaverkið
kom í lag
- Tá Palli fyri góðum fýra
árum síðani legði hugskotið
um kirkjubøkurnar fyri meg
helt eg hann vera øran i
høvdinum. Ikki tí at eg ivad-
ist í hansara egna innsatsi
bæði við tekningum og
teksti. Heldur sá eg tað sum
eitt fíggjarligt óðamanna-
verk at fara undir eina so
dýra framleiðslu. Her skuldi
alt umhugsast gjølla, so
eingi óráð skuldu takast
- Men tað vísti seg skjótt,
at Palli hevði longu ukið
hædd fyri hesum eisini. Tað
hevur ligið væl fyri at út-
vega stuðul til prentingina
av bókunum, og tað er hesin
stuðul, sum hevur gjørt tað
møguligt at prenta eitt so
stórt og glæsiligt verk.
- Hesi árini vit hava sam-
starvað um útgávuna av
bókaverkinum um føroysku
kirkjurnar, hava verið sera
lærurík og åhugaverd. Ut-
lendingar, sum hava hoyrt
um útgávuna av bókaverki-
num, undrast á, at nakar
hættar sær undir slíkt verk
Teir duga heldur ikki at
skilja, at tað skal vera so
stórur áhugi fyri einum
verki sum hesum. Men tá
teir so hoyra meira um ar-
beiðið og kanska síggja
bøkurnar, eru teir heilt ov-
farnir, og gerast áhugaðir.
- Vit kunnu undrast á,
hvat tað er, sum ger tekn-
ingarnar hjá Palla so sera
væl egnaðar til at endurgeva
hesar bygningar og lutir.
Eitt av loyndarmálunum
haldi eg vera, at Palli sær
tingini og samspælið teirra
millum skjótari enn vit onn-
ur, og soleiðis fær hann
manað tað fram í myndum
sínum, sum hevur týdning,
meðan tað, sum minni týdn-
ing ella ongan týdning hev-
ur verður sett til viks ella
útihýst, segði John Dals-
garð.
Her er alt
Eisini Signar á Brúnni,
landsstýrismaður í menta-
málum, flutti fram rødu á
samkomuni. Hann segði
millum annað:
- Kirkjan er ímyndin av
føroyingum sum eitt kristið
fólk. Um tvey ár eru túsund
ár liðin, síðan kristnitrúgvin
varð boðað føroyingum. I
1000 ár hava ymiskar kirkj-
ur staðið víða hvar í landi-
num og kalla á gomul og
ung. Í 1000 ár hevur okkara
fólk savnast í kirkju í gleði
og sorg. Í gldir var kirkjan
at kalla einasta savrandi
stovnur og einasta savnandi
hús á bygd víða hvar í land-
inum og tí er kirkjan stovn-
urin eins og húsið sjálvt ein
týðandi partur av okkum
sjálvum. Tað er at fegnast
um, at Palli Gregoriussen,
arkitektur, fyri nøkrum ár-
um síðani fór undir at geva
bøkur út um føroysku kirkj-
urnar. Hvør bók hevur eftir
mínum tykki verið betri enn
onnur, prýddar við listarlig-
um tekningum samstundis
sum væl undirbygdur tekstir
fylgja við. Tað er eydnast
Palla ikki bert at endurgeva
kirkjurnar í listarliga hug-
takandi myndum, tað er eis-
ini eydnast honum at savna
eitt lið av rithøvundum, sum
hava megnað at skriva hug-
takandi og hugvekjandi
tekstir til at undirbyggja
myndirnar. Á henda hátt
hava vit fingið eitt byggi-
søguligt verk sum sam-
stundis er eitt sidsøguligt
verk á sera høgum dygdar-
stigi. Her er alt, byggilist til
ymsar tíðir, bygdasøga,
kirkjusøga og sidsøga. Her
kunnu vit siggja, hvat okk-
ara fólk og okkara hand-
verkarar hava megnað til
ymsar tíðir. Her kunnu vit
síggja, hvgrjar hugmyndir
prestar, kirkjufólk og mynd-
ugleikar hava havt um,
hvussu ein kirkja skuldi
síggja út. Her kunnu vit av-
lesa tey ymisku byggilist-
arligu og sidsøguligu rák,
sum hava gingið gjøgnum
tíðir, bygdir og býir. Jú,
hetta er eitt gott verk frá tí
fyrstu bókina til hesa. Og
tékk hava J. P. Gregoriussen
og rithøvundarnir fyri hetta
valaverkið, sum tit hava
skapt.
- Bókin um yngru hválv-
kirkjurnar kemur út júst í
einum skeiði, har kirkjan er
meiri aktuell enn nakrantíð.
Kirkjan stendur fyri stórum
og týðandi broytingum.
Sum ein liður í ætlan okkara
um Føroyar sum politiskt
fullveldi hevur Landsstyrid
sett nevnd at fyrireika eina
føroyska kirkjulóggávu, ið
millum annað ber í sær at
vit taka fulla ábyrgd av
kirkjuni. Vit vænta okkum
nógv av hesum arbeiði. Ég
vænti og vóni, at arbeiðið
fer at verða til gagns fyri
føroysku kirkjuna, føroyskt
trúarlív og føroyskt kirkju-
liv, og at vit fara at fåa eina
føroyska fólkakirkju, sum
stendur eins fast á grundini
Signar á Brúnni ,
landsstýrismaður í
mentamálum
Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998
8, HdindublaDD SONNE ed
John Dalsgarð og Palle
Gregoriussen við nýggju
bókini um yngru hválv-
kirkjurnar
og tann núverandi, og sum
fer at líva eins væl og hend-
an vit nú hava, segði Signar
á Brúnni.
Trúgvur ímóti
tí upprunaliga
Palli Gregoriussen takkaði
i stuttari rødu øllum teim-
um, sum hava verid vid f
útgávuni. Hann hevur altíð
verið sera nærlagdur, trúgv-
ur móti tí upprunaliga og í
hesum sambandi tók hann
fram Sandavágs kirkju
- Kirkjurnar verða eldri
tær mugu røkjast og tíbetur
verða tær í dag røktar vi
} hava vit sæð, a
u MEI í
g að er ikk
altíð líka Stuttiig t at siggji
Man skal vera ógvuliga var
in við at nerta kirkjurna
yvirhøvur, tí tær eru so
gamlar. Sandavágskirkja
hevur fylt 80 ár. Magnus á
Kamarinum bygdi kirkjuna
og tað var ein stór avbjóð-
ing. Øll eru glad fyri at eiga
kirkjuna í bygdini og hon
stendur í einum vøkrum og
fríum umhvørvi. Men fyrst
f sekstiårunum fekk hon
eina skifertekju, sum ikki å
nakran hått klæddi hana og
torntekjan varð eisini gðr-
vísi umframt tekjan á sakr-
istiinum. Hon hevði jú
reyða tekju framman undan.
Kirkjan hevði ilt av hesi
góðu tekju og mundi næstan
hoknað undan henni. Tíbet-
ur sóu fólk at hetta bar ikki
til, men tey vistu ikki rætti-
liga, hvussu tey kundu
bjarga kirkjuni. Uni Paturs-
son og eg komu so upp í
leikin og í neyvum sam-
starvi við kirkjuráðið og
myndugleikarnar annars
fingu vit bjargað kirkjuni og
ført hana aftur til ta upp-
runaligu útsjóndina við hesi
góðu rukkutekju og styrkt
hana, so hon nú er so sterk
sum nakrantíð. Kirkjuráðið
hevur sjålvt åtikid sær at
måla hana alla sum hon er
innan í upprunalitirnar. Tað
er stuttligt hjá sandavágs-
ingum at eiga ein slíkan dýr-
grip. Vónandi kant
standa soleiðis fram)
eði Palli Gregoriusse
um før
Gomiu
yysku Kirkjurnar €ita
trækirkjurnar g
Eldru hválvkirkjurnar
Fjórða og seinasta bókin,
sum helst fær heitið Nýggj-
ari kirkjur, fer at fevna um
17 kirkjur frá Gjáar kirkju
frá 1925 til Dals kirkju frá
1957. Hon kemur ætlandi út
móti jólum næsta ár.