Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| - StíF spældi Kyndil Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998 sosialurin, box 76, 110 torshavn - tif 31 18 20 - av vøllinum Hondbóltur: Tað var klassi, tå StÍF vann á Kyndli mikukvøldid EMiL L. JACOBSEN Kyndil var oddaliðið, men tað var StÍF, sum átti lógvabrestirnir í høllini á Hálsi mikukvøldid. Allir spældu upp til sítt besta, eingin sveik, og tí vann strandaliðið uppi- borið 27-23 á Kyndli, sum varð fullkomiliga runnið um koll í seinna hálvleiki. Tað var annars heimaliðið, sum kom betur frá byrjanini, og teir lótu ikki SUF koma framum, fyrr enn tjúgu minuttir vóru spældir. Men so fóru strandingar hinvegin at draga frá, og tá hálvleikt var, vóru teir á odda 16-13. Í byrjanini av seinna hálvleiki minkaði Kyndil til 16-15, men so fór StiF veruliga í gongd, og næstu minuttirnar spældu teir nak- að av tí besta, sum hevur verið at sæð higartil í kappingini. Havnar- menninir blivu mestsum áskoðar- ar eina løtu, og teir raknaðu ikki við aftur, fyrr enn stødan var 22- 16 til StlF. Munurin minkadi eitt sindur aft- fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo ur, og Kyndil royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti ongantíð veruliga gestirnar aftur, sum fyri aðru ferð í landskappingini vunnu á Kyndli, umframt at teir eisini vunnu á teimum í steypakappingini, tá sum 2. deildarlið. Tað er torført at taka nakran framum á StIF-liånum, men kort- ini er tað ikki synd fyri hinar at nevna tveir: Sveinbjørn Poulsen, sum visti stak gott strikuspæl, og 23 5 5, | Lesið eisini ítróttin á Internetinum wwwsoslalurin.so = málverjan Johan Danielsen, sum hevði nógvar frálíkar bjargingar, m.a. eina týdningarmikla, tá hann vardi fyri brotskastið frá Jacobi Jónsson. Tá vóru tríggir minuttir eftir, og stødan var tå 26-23 til StÍF. Hevði bólturin farið í mál tá, kundi endin á dystinum blivið meira spennandi, enn hann bleiv. Tað kundi hann kanska eisini, um Kyndil hevði havt eitt sindur meira hepni við skotunum hjá sær. Einaferð tók bólturin báðar steng- urnar, áðrenn Johan fekk fatur á honum, og eina aðru ferð lá hann og hoppaði inni á strikuni, áðrenn málverjin ognaði sær hann. Men StÍF átti dagin, og teir tykj- ast nú at hava fingið gott tak á Kyndli, sum teir hava vunnið tríggjar ferðir í ár. Sigurin var eisini týdningarmikil á tann hátt, at strandingar nú eru komnir upp á triðja pláss. Kyndil er framvegis nummar eitt, men teir kundu uttan iva hugsað sær at vunnið miku- kvgldið, tí so høvdu teir verið rættiliga langt framman fyri tey flestu av hinum liðunum. Men nú tódnaði stigatalvan aftur, og vit kunnu vænta okkum eitt sera spennandi endaspæl, har fleiri lið fara at liggja framvið eftir FM heitinum, sum VÍF hevur vunnið tvey tey seinastu árini Kyndil-StÍF 23-27 (13-16) Kyndil: Jacob Jónsson 10 (1), Rúni Poulsen 4, Hans Aki Dahl- Christiansen 3, Regin Petersen 2. Hannis Wardum 2, Uni Wardum StÍF: John Petersen 8, Artur Jo- hansen 5 (3), Sveinbjørn Poulsen 5, Jónleif Sólsker 4, Agnar Høj- gaard 3, Marius Joensen 2 Avaringar: Kyndil 2 , StfF ] Utvisingar: Kyndil 4, StÍF 5 Reytt kort: SUF I Dómarar úr Neistanum: Hjalm- ar Petersen & Jåkup Sverri Kass Kyndil vann grundspælið Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu á StÍF mikukvøldid, og tað merkti samstundis, at føroyameistararnir vunnu grundspælið EMiL L. JACOBSEN Eins og menninir eru kvinnurnar hjå Kyndli nå lidnar vid grund- spælid, og øvugt monnunum klår- aðu tær at enda við einum sigri móti StÍF. Dysturin var ikki so góður sum mansdysturin, men hann var eins spennandi, og spenningurin helt sær næstan heilt til endan. Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki. Kyndil kom upp á 5-2, men StÍF javnaði til 5-5, og so gekk javnt á til hålvleiks, tå stødan var 13-13. Kyndil hevði munin, tå tær førdu 12-10, men StIF kom væl við aftur móti end- anum av hålvleikinum. Tað koyrdi sera væl hjá Kyndli løtuna frå 2-2 til 5-2, men so blivu fleiri spælarar skiftir út, og rútman fór við spælarunum út á bonkin. Annars hevði verjan hjá Kyndli trupult við at dekka strikuspælaran Alis Høghamar (tær dekkaðu aft- anfyri hana í staðin fyri framm- anfyri, so hon altíð kundi spælast), og í fyrra hálvleiki fekk Kyndil trý gul kort, umframt at StÍF av tí sama fekk fleiri brotskøst (annars er vert at leggja til merkis, at ongin útvísing var í gllum dystinum). Seinni hálvleikur var eisini javnur fyrsta korterið. Tá stødan var 17-16, noyddist venjarin hjá StÍF-kvinnunum Johan Danielsen at rýma eina løtu, tí hann skuldi spæla við monnunum beint aftaná, og hann sá eisini eitt sindur mis- nøgdur út, tå hann fimm minuttir seinni kom inn aftur og sá, at stød- an nú var 21-16! Tað er ivaleyst óheppið, at venj- arin ikki fær verið hjá liðnum alla- tíðina, men hetta var eisini stødan í fjør, og tá tyktist tað ikki at nerva stórvegis. Hjá Kyndli fór tað mesta í gjøgnum høgru álopssíðu, har Lotte Sørensen og Herborg Joen- sen skiftust um at skora, meðan vinstra síða var rættiliga >lamin<. Sum ikki einaferð hevði Sóley Mikkelsen nógv at siga fyri StIF, og tá spælið hjá strandakvinnum koyrdi sera illa ta einu løtuna, megnaði Sóley kortini at skjóta trý mál á rað (frá 22-17 til 22-20). StÍF hótti, men tær komu ikki nærri enn 24-22. Tað var eisini í lagi, at Kyndil vann dystin, tí sam- anumtikið vóru tær betri í einum dysti, har bæði liðini høvdu góðar og ringar letur. Kyndil endar grundspælið á 19 stigum av 24 møguligum, meðan StÍF, sum framvegis hevur ein dyst eftir — heimavglli móti VB — Í rðvegia hevur 12 stig. So stórur var mun- urin ikki millum hesi bæði liðini seinasta kappingarár, men tað er framvegis góð tíð hjá StÍF til at taka tað mista innaftur. Kyndil-StÍF 26-23 (13-13) Kyndil: Lotte Sørensen 9 (1), Conny Poulsen 4, Beinta Sørensen Paula B. Jacobsen er sloppin frå Beintu Sørensen, men Marita Hermansen spældi ein finan dyst 4, Herborg Joensen 3, Ann Hansen 2 (1), Jérun Ludvig 2 Frida S. Johannesen 1, Brynhild Klein 1. StÍF: Sóley Mikkelsen 10 (2), Paula B. Jacobsen 6 (1), Bjørg Mikkelsen 3, Hanna Thorleifsson Mynd: Jonhard Hammer 2, Alis Høghamar 1, Birna Mikk- elsen 1. Avaringar: Kyndil 3, SUF I Utvisingar: Kyndil 0, StiF 0 Dómarar úr Neistanum: Hjalm- ar Petersen & Jákup Sverri Kass Vestmenningar vunnu avgreiðslusigur á KÍF Hondbóltur: VÍF tók seg tvey stig inn á Kyndil, tá teir vunnu stórsigur á KÍF EMiL L. JACOBSEN Vestmenningar høvdu lætt spæl í útsetta dystinum móti KÍF miku- kveldið. Kollfirðingar kláraðu at fylgja við fram til 4-3, men so struku føroyameistararnir avstað, og teir litu ongantid aftur um bak aftur. VÍF vann at enda 38-24, og tað má sigast at vera ein stórur sigur. Munurin var stórur longu í hálv- leikinum, tá vestmenningar førdu 18-10. Og í seinna hálvleiki øktist munurin bert. Aftur hesaferð komu allir úti- spælararnir hjá VIF á málskjútt- aralistan. Raskastur var Hjalmar Klein Olsen, sum skeyt átta mál. Såmal Joensen fekk sjey. Hjå KIF, sum hesaferð spældi uttan Róa Árting, var Súni Fríði Johannesen besti málskjútti við sjey, meðan Allan Mørkøre skeyt seks mál. VÍF andar nú aftur í nakkan á Kyndli. Har eru tvey stig á muni, og tey kunnu vestmenningar ogna sær longu í morgin, leygardagin, tá teir fáa vitjan av StÍF. Men um StÍF hinvegin heldur taktirnar frá mikukvøldinum móti Kyndli, fáa vit ivaleyst ein rimmar dyst í Vest- manna í morgin. KIF er í løtuni næstniðast, seks stig frammanfyri Tjaldrið. Sunnu- dagin verða tað júst Tjaldrið og KÍF, sum spæla í Runavík. Um tað ikki eydnast KÍF at vinna tann dystin, verða tað bert tvey stig á muni millum tey bæði niðastu lið- ini, tá endaspælið byrjar. KÍF-VÍF 24-38 (10-18) KÍF: Súni Fríði Johannesen 7, Allan Mørkøre 6, Eddie Joensen 4, Vagnur Johannesen 3, Jákup Dam 2, Jónálvur Johannesen 1, Emil Petersen 1. VIF: Hjalmar Klein Olsen 8, Såmal Joensen 7, Martin Humme- land 6, Aki Olsen 4, John Zach- ariasen 4, Agnar Joensen 3, Aki G. Olsen 3, Rógvi Nielsen 2, Oy- vindur Brimnes 1. Åvaringar: KIF 3, VÍF 3. Utvisingar: KIF 2, VIF 2. Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen á Hanus Kúrberg. 3