Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998 Súkklarin Sverri Mohr Edvinsson: — Eg gloymi ongantið fyrsta túrin niðan úr Funningi Fyrstu ferð Sverri Mohr Edvinsson súkklaði niðan gjøgnum brekkuna úr Funningi, loysnadi saðilin, og hann súkklaði tí uttan saðil allan vegin úr Funningi til Havnar EL! HENTZE EMIL SIMONSEN Súkklarin Sverri Mohr Ed- vinsson gloymir ikki fyrsta túrin niðan úr Funningi. Men lat tað bíða eitt sind- ur enn. Soleiðis varðveita vit spenningin, sum var tað ein jólakalendar!, ið aftan- fyri eima av lúkunum goymdi hesa merkisverdu g stuttligu hending. Og tá ð vit nevna orðið jólakal- endar1, hugsi eg við eitt um seta, vælsmakkandi sjoku- látu. Hendingin í brekkuni niðan úr Funningi er eisini sét, men smakkar kanska ikki so væl í munni Sverra, hóast hann uttan at himprast flennir í kíki eftir sær sjálv- um. Ná, men lat okkum nú ikki dvølja longur í Funn- ingi. Vit eru komin upp á súkkluna og halda leiðina áfram. Rakar sær áðrenn hann fer í brúsu Sverri Mohr Edvinson er føddur heima á Sandi. Hann er 33 ára gamal. Giftur og eigur ein fittan lítlan son, ið kanska einaferð frammi í tíðini fer at verða súkklari eins og pápin. Sverri er deildarleidan hjá Sparikass- anum å Sandi Hann sigur um seg sjålv- an, at hann hevur fasta livs- rútmu. Alt verður gjørt eftir einum fastløgdum mynstri. Tá ið hann kemur upp um morgunin, rakar hann sær fyrst og síðani undir brúsu. Fyrst brúsubað og so at raka sær er óhugsandi fyri Sverra. Fasta rútman kemur honum til góðar, tá ið ill- veður er, og hann skal út at súkkla. Tað er líkamikið, hvussu veðrið er, tí áðrenn hann veit av, stendur hann og letur seg í súkkluklæðini, og uttandura er hann. — Tú gongur so høgt upp í hetta her, tað er títt egna, og tú hevur fulla ábyrgð fyri tær sjálvum, sigur hann. Hann sigur seg vera pessi- Mistur, positivan pessimist, ið fyrr bara var pessimistur. Svigarmamman heldur hann vera svakan Tá ið undirritaði royndi at fáa fatur á súkklaranum, skuldi ringjast til Húsavíkar, haðani konan er ættað. Jú, tað er gamaní at metast leygarmorgunin hálvgum ellivu, sigur Sverri og legg- ur afturat, at automatiski vekjarin, tað er sonurin Hallur, nokk skal fáa for- eldrini at vakna nóg tíðliga. Og tíðliga má Sverri fara úr heitu songini henda kalda vetrardag, tí hann ætlar sær at renna heimum. Svigar- mamman heldur hann vera svakan! Men hetta er bara Sverri, tá ið hann er bestur! Hann heldur ikki, at tað er nakað legið í at renna sær ein túr. Tað er heilt nátúrligt fyri henda sera seriøsa ítr- óttarmannin, ið samstundis er sera lítillátin — alt ov lít- illátin, munnu flestu kenn- ingar hansara siga um hann. Kanska er tað hansara stilla lyndi, sum er orsøkin. Hví gera nógv burturúr sær sjálvum, tykist hansara motto at vera, uttan at und- irritaði skal siga, at hetta er ein góður ella ringur egin- leiki. Og hóast úrslitini hava verið góð, høvdu tey kanska kunnað blivið betri, um Sverri hevði eitt sindur meira av tí >fanden í vold- ske<, sum eyðkennir eitt nú Boga Kristiansen. Sverri verjir seg sjálvan við at siga, at hann ongantíð hevði ætl- anir um at blíva nøkur stjórna. Men eg fari at loyva mær at pástanda, at hetta bert er undanførsla, sum súkklarin ikki kann brúka til nakað sum helst. Í sínum ungu døgum og heilt fram til 1995, tá ið hann fór undir at luttaka í súkklukapping- um, spældi hann í einum tónleikabólki á Sandi. Men tá ið súkklan bleiv keypt, seldi hann øll síni ljóðferi. Hann hevur ikki spælt síð- ani uttan onkuntíð við kenn- ingini kanska. — Eg klári bert at hava eitt ítriv ísenn. Summi klára fleiri, men als ikki eg. Fari eg undir nakað er tað við lív og sál, sigur hann. Hesi orð fortelja hugburðin, og tí eigur hann at stremba so høgt sum yvirhøvur gjørligt og jarða allar hugsandi und- anførslur. Rættiligt álop, heldur onkur lesari kanska. Eitt vinarligt spark í reyvina, heldur onkur annar. Velji og vraki sum tit vilja! Súkkluáhugin kveiktist á háskúla Sverri og eg sita gott nú, so eg tendri bandupptakaran og ferðin á súkkluni er rættiliga byrjað. Súkklutúr- urin kennist heldur tungur í fyrstani, sum um kalda luft- in steðgar orðunum, men tá ið ein løta er gingin og hitin er komin í kroppin, fæst glid á, og Sverri traðkar á pe- dalurnar. Túrurin flytir okk- um bæði aftur og fram í undarliga fyribrigdinum tíð. Eg spyrji hann, nær hann byrjaði at súkkla, og hvar áhugin kom frá? - Sum smádrongur spældi eg fótbólt, men ong- an landskappingardyst, haldi eg. Eg dugdi ikki at spæla, kláraði ikki at sam- skipa rørslurnar og høvdid og alt tað, ið skal rigga í bóltspólum. So eg gavst nærum beinanvegin við tí. Í 1986 fór eg á háskúla í Noregi, og har fór eg undir regluliga rennivenjing. Tað var eitt fak, sum eg hevði: at renna og strekkja út. Í skúlanum vóru eisini tveir SUKKjarar Ein u kilometrar, men tað ætlaði eg ongantíð at gera aftur. Síðani háskúlatíðina í Nor- egi havi eg altíð runnið í tí smáa. Tá ið eg so fekk læru- pláss í Sparikassanum og kom at kenna Jóhan Brend, birtist súkkluhugurin av nýggjum. Eg hevði eina gamla kappsúkklu við til Havnar. Og í tí smáa fór eg undir regluliga súkkling niðan á Velbastaðháls og onkuntíð til Kirkjubøar. Tá ið Jóhan Brend fekk frænir av loyndarmáli mínum, lokkaði hann meg við til venjingar hjá Súkklufelagn- um, men eg tordi ikki reiði- liga við mínari sukklu, tí hinir súkklararnir vóru so smartir og sóu so øgiligir út. So keypti eg mær eina góða bíliga kappsúkklu og fór so við ein Kaldsbakstúr, ið vanliga er månakvøld. Og tá byrjaði tað so rætti- liga. Hetta var beint áðrenn ólavsgkuna í 1995, og teir vóru júst afturkomnir av Oyggjaleikunum. Nakad aftan á ólavsgku skuldi eg so kappast móti hinum á 100 kilometrateininum. Eg hevði aldrin súkklað hetta strekkið. Men teir royndu súkklararnir hjålptu mær væl og lærdu meg, hvussu eg t.d. skuldi sita. Tilgongd- in av nýggjum súkklarum var nærum ongin, so eg bleiv væl lærdur. Bogi bað meg royna fyrst at súkkla 70 kilometrar, tí so kom eg í øllum førum aftur til Havnar, og tað gekk. So fór eg við til kappingina. Saðilin loysnaði Nú eru vit komin til lúku 24 á jólakalendaranum. Vit lata spakuliga upp við spenningi. Aftan fyri lúkuna er mynd av súkklara, men súkklan hevur ongan saðil. Teksturin sigur, og Sverri lesur: — Á veg niðan úr Funn- ingi loysnaði saðilin, men eg hevði eingi amboð, so eg tordi ikki at gevast. Tá ið eg so kom til Havnar og sá allar áskoðararnar, tá tordi eg so slettis ikki at gevast. Tað var byrjanin. Móti jól- um 1995 keypti eg eina ord- iliga súkklu, tí tá hevði eg tikið avgerð um at luttaka av álvara, sigur hann. Eg venji alt árið Hugsa tær at súkkla úr Funningi til Havnar við ongum saðli! Tað man helst krevja sín mann. Og tí spyrji eg Sverra, hvat krevst fyri at luttaka á tí stødinum, hann er á? - Tað er so ymiskt, hvussu fólk venja. Fyri mítt viðkomandi fann eg bein- anvegin út av, at eg noyddist at venja alt árið. Eg kann ikki halda frí um veturin. Í fjør hevði eg 14 dagar, har eg ikki vandi, og í ár havi eg hildið frí í ein mánað. — Í ti smáa fór eg undir regluliga súkkling nidan á Velbastaðháls og onkunfíð til Kirkjubøar. Tá ið Jóhan Brend fekk frænir av loyndarmáli mínum, lokkaði hann meg við til venjingar hjá Súkklufelagn- um, men eg tordi ikki reiðiliga við mínari sukklu, tí hinir såkklararnir vóru so smartir og sóu so øgiligir út, sigur Sverri Mohr Edvinsson um, tá hann av fyrstan tíð fór at súkkla Súkkling er næstan bara kropsligt. Eg havi føst prin- sippir at ganga eftir. Sum dømi kann eg nevna, at eina viku venji eg nógv, ta næstu meira, uppaftur meira ta tridju og so øgiliga lítið ta fjórðu. Hvíldin er sera um- ráðandi fyri ikki at niður- venja seg sjálvan. Eg súkkli ikki hvønn dag. Eg átti helst at vant hvønn dag, og summir gera tad, men so er tad alt hetta vid familju og arbeidi. Mikudag havi eg altíð brúkt sum súkklufrí- dag, og fríggjadag royni eg eisini at halda frí, tí tá hevur tú brúk fyri hvíld eftir eina langa arbeiðsviku, men allar hinar dagarnar eri eg í gongd. Eg venji einaferð um dagin. Tað góða við súkklingini er eisini tað, at venjingartíðin er effektiv. Frá tí eg havi sett meg í saðilin, og til eg eri aftur í túninum, er eingin steðgur. Nærum ongin tíð verður brúkt til prát. Onkuntíð við venjaran, men so práta vit, meðan vit súkkla. So við og við finnur tú eisini út av, hvat tær dámar. Summir súkkla langt, summir dyrka brekkur, aðrir ræðast brekk- ur. Summir eru góðir til ein- kultstart. Tú kann vera góð- ur í eini kapping eitt ár og vánaligur eitt annað. Til ein- kultstartarnar t.d. venur tú medvitað sýrumarkið. Venj- arin Jens Glerup hevur kunnað okkum um ymisku økini. Tað er at finna út av, hvar mørkini hjá tær eru. Pulsmátari er á súkkluni, ið fortelur tær eitt og annað. Í einum umráði venur tú feitt- brenning, einum gðrum konditión. Í einkultstarti t.d. súkklar tú vanliga á sýru- markinum, so tú akkurat ikki fær sýru. Og tað ber væl til at venja tað. Men tað eru ikki øll sum tola somu pínu merkir her sigur, veruleikanum, at súkklari á tí stóðinum, tú er á, verður noyddur at kenna KrOpp n og vita, nann virkar. — Jú, tað er rætt. Súkklar- arnir eru rættiliga bevístir um hesi tingini, og tað er avgjørt neyðugt. Í fyrstani súkklaði eg bara fyri at súkkla. Tú hevur ein ggiliga framgongd ta fyrstu tíðina bara við at fara út at súkkla. Men so noyðist tú bevíst at gera okkurt ávíst. T.d. ein tysdag at súkkla lætta súkkl- ing kanska, bara fyri at venja motorikkin í musku- laturinum, so at alt arbeiðir væl saman. So vidhvørt kann tú venja hørd inter- vallir, ella spurtir. Ein súkklukapping endar sum oftast við einum spurti. Eis- ini er neyðugt at vita nakað NVUSSU