Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! | Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2lufn 25 — Tú er so nógvar tímar einsamallur úti á vegnum, at tå er nærmast i terapi hjá tær sjálvum. Tú hugsar nógv, meðan tå súkklar um kost. Vit hugsa ggiliga nógv um kost beint áðrenn kappingar. Skal eg til ein harða drúgva kapping, drekki eg nógv vatn dagin fyri og kann finna upp á at eta ein heilan litur av ísi kveldið fyri, fyri at fylla vøddadepotini. Utgerdin må vera i topp Tað er spennandi at lurta eftir einum ítróttarmanni, sum er so væl vitandi um sítt ítriv. Sum er so bevístur um venjing og hvat skal til fyri at vera við. Men eitt er tann kropsligi parturin av súkklingini: Sverri Mohr Edvinsson. Ein annar er út- gerðin. Gamla kappsúkklan hjá tær frá 1995 kundi ikki brúkast, men hvat krevst so? — Utgerðin er dýr, bæði tí at hon noyðist at vera tað og so eitt sindur av móta eisini, tí hinir hava tað. Men taka vit t.d. gearskiftið, so skal tað rigga. Tað skal rigga hvgrja ferð. Tað má ikki vera so, at í einum spurti byrjar alt at skrambla og skinkla. Vit súkkla long strekki, so tað er eitt krav, at alt er í lagi. Ketur, tann- hjól, hjól, alt skal vera av einum ávísum kvaliteti fyri at halda, og tað ger ein van- lig súkkla ikki. Hon heldur í eitt ár, so byrjar hon at gerast leys ymsastaðni. Eg hugsaði ikki um tað í byrj- anini, men aftan á eina tíð, tå ið eg hevði fingið nýtt stell, eitt ordiliga gott. Stell- ið er ein dýrur partur av súkkluni, men tá følir tú eis- ini ein ggiligan mun. Tað ger tað, sum bidid verður um. Tá ið tú traðkar, fer tað beinleiðis út í hjólið. Ikki at tað breiðir seg út til onkr- ar veikleikar í stellinum. Stellið skal verða lætt og stívt. Kravið er ein løtt súkkla, serliga her í Føroy- um. - Hvat skal súkklan kosta? — Hevur tú súkklu fyri undir 10.000 kr. og luttekur í kappingum, so er hon ræðuliga bílig. Ein miðal- súkkla liggur um 16-17.000 kr. og tær dýru um 30.000 kr. Ein súkkla er ikki bara ein súkkla. Tú byggir hana upp alla tíðina. Allir partar- nir av súkkluni skulu passa til tín. Longdin á stellinum. Longdin á róðurspinninum. Pedalarmurin skal eisini hava røttu longdini í mun til tín. Hetta ger, at tú fellur inn í súkkluna ordiliga. Tú bllvur als ikki móður upp á sama máta. — Tað vil siga, at tú ikki bara kann seta teg upp á eina eina ella aðra súkklu og fara avstað? — Nei, ikki um tú skal kappast móti hinum. Tá eg byrjaði, hevði eg sum sagt bara eina vanliga súkklu, einar joggingskógvar, men hinir bóðu meg fáa mær ein- ar súkkluskógvar. Við van- ligum skóm traðkar tú 100 prosent niður eftir. Við súkkluskóm traðkar tú 60 prosent niðureftir og 40 pro- sent aftur og fram. Serliga í brekkunum kemur hetta væl við. Súkkluskógvarnir hava harðan botn, so tú gerst ikki móður í fótunum. So er tað vindm6tstødan, tú berjist ímóti. Klæðini hava týdning og eisini hjólini. Flestu súkklur hava tvey sett av hjólum. Eitt við høgum felgum. Summi hjól hava fløt egari, sum venda fram- eftir, venda síðuna til vind- ættina. Hjólini eri stiv og góð, tey rulla nógv betur enn onnur hjól og tá serliga í undanbrekku. Súkklu- hjálmar, sum ganga aftur- eftir. Eisini serligar súkklu- buksur. Onki er so keðiligt sum at súkkla leingi og alt flákrar. Buksurnar hava tjúkka máttu í skrevinum. Súkkluna stillar tú inn, so afturparturin er fastur nið- urat. Summir hava eina súkklu til einkultstart og eina aðra til hinar kapping- KNEE. arnar. Alt hetta og okkurt afturat er neyðugt at hava, skal tú vera við millum teir bestu. Nu er det barskt, nu ger det ondt... Nú, vit hava súkklað eina góða løtu, sigi eg við Sverra, at eg kenni meg eitt sindur troyttan, og at eg iv- ist í, um eg kann fylgja við honum. Einum toppvandum súkklara. Men beint, sum eg havi sagt tað, komi eg at hugsa um brot úr bókini hjá Willi Reilo: >Bedst nár det gælder<, og eg siteri úr bók- ini: »Jeg løber orienterings- løb på eliteniveau. Hen mod slutningen af et løb, når kroppen begynder at prot- estere, plejer jeg at tænke: Nu er det barskt, nu gør det ondt. Det er godt, for så falder de svage fra!« Hvussu mundi gingist, um hann hevði sagt: hetta klári eg aldrin!?? Við hesum í huga spyrji eg Sverra, um ikki tann sálarligi parturin telur nógv í súkkling? Og um hann brúkar sålarfiga venjing? — Eg venji ikki tað sålar- liga, ikki medvitandi. Men tå er so nógvar tímar einsa- mallur úti á vegnum, at tú er nærmast í terapi hjá tær sjálvum. Tú hugsar nógv, meðan tú súkklar og ímynd- ar tær eisini, at onkur er í reyvini, so at tú má koyra skjótari. Serliga í einkult- starti ræður um at vera sál- arliga sterkur. Tá verkir kroppurin allur sum hann er. Men har er tað týdningar- mikið, at tú hevur góð úrslit í skjáttuni. Tú gerst sjálv- sikkur. Í hinum kappingun- um hevur tað eisini týdning sjálvandi, og tá ið tú nevnir dómi hjá Willi Reilo, so hugsi eg beinanvegin um Jóhan Brend. Hann gevur bara upp, tá ið hann kemur í eina brekku. Tað er helst eitt ella annað, sum bloker- ar, tí hann klárar tað væl, um hann vil. Umráðandi er at hugsa positivt. Tá ið Bogi Kristiansen, ið er meistarin í brekkunum, er við, hava hinir givið upp áðrenn. Í ár hendi tað, at Gunnar Dahl- Olsen hevði sett tað í seg, at hann skuldi f... halda danskarunum, sum komu upp her at súkkla. Gunnar vann eisini onkra etapu. Hann hekk í teimum, og tað var altíð á målstrikuni tað bleiv avgjørt. Tað staðfestir tydningin. Tú blívur upp á ein ella annan máta so sjálv- sikkur. Tað lýsir út av tær, at her kemur ein vinnari Summir eru altíð nr. 1. Eg eri sum oftast nummar 3. — Men átti tú so ikki at trúð eitt vet meira upp á, at tað í veruleikanum ber til at blíva bestur? — Jú helst, tí undir venjing eri eg ofta bestur, og áðrenn kappingina í ár vann eg stevnuna inni á Skála. Nú eftir kappingina var triathl- on kappingin fyri lið. Gunn- ar fór avstað langt áðrenn meg, men eg var yvir ein minutt skjótari enn hann. Í royndarkapping herfyri í 52 kilometrastrekki var eg tríggjar minuttir framman fyri Gunnar. Í avgerandi kappingum kenni eg tað væl, tá ið eg havi vunnið, tí tá eri eg eisini meira enn 100 prosent ferdigur, eg detti á målstrikuni. Í hinum kappingunum komi eg bara trillandi um málið. Eg kenni tað væl aftaná, at her kundi eg havt gjørt tað betri. Men úrslitini og venjingarstødan eru sanniliga eisini avger- andi fyri, hvussu tú sålarliga er fyri. Tað sálarliga spælir inn hjá gllum fólki. Fólk flest halda, at hevur tú súkklað 50 kilometrar, so må tú vera í ørviti. Hevur tú súkklað 100 kilometrar, so má tú vera óhugnaliga góður. Soleiðis hevði eg tað eisini einaferð. Teinurin til Kaldbaks var drúgvur, men tá ið eg hevði verið har, so var tað ikki so ræðuligt. Síð- ani gjøgnum tunnilin til Kollafjardar. Slepp tær heimaftur sum skjótast, segði eg við meg sjálvan. Alt var so ókent og langt burturi. Og soleiðis kundi eg hildið áfram. > Myndamaðurin vitjar, men vit práta víðari Men tað sleppur Sverri ikki, tí beinini kennast tung nú. Eg biði hann siga eitt sindur um súkkluumstøðurnar í Føroyum. — Tær eru góðar. Býrt tú í Havn kann tú sleppa undan brekkum heilt norður til Streymin. Men skal tú venja brekkur ber til at fara niðan á Oyggj og víðari niðan til kuplarnar. Ein annar møgu- leiki er at taka súkkluna við í bilin og koyra norður til Eiðis. Súkkla nakrar ferðir niðan á Eiðisskarð. Tað er gott at kunna súkkla teir longu teinarnar, men tað ber ikki rættuliga til í Sand- oynni. Fyrimunurin er so, at tú venur bæði at standa og sita, meðan tú súkklar. Meðan vit súkkla víðari í stovuni, kemur myndamað- urin, men vit missa ikki konsentratiónina av ti. Myndamaðurin klikkir, og Sverri prátar víðari um áhugan fyri súkkling í Før- oyum. Áskoðararnir eru ikki nógvir. Øgiliga fáir. Súkkling savnar ikki fólk, ikki enn í hvussu so er. Tað løgna er. at súkklaramnir kenna næstan allar åskod- ararnar. Tad er at likna vid eina stóra familju. Foreldr- ini, ommurnar og abbarnir, systkini og kanska onkur einstakur uttanfyristandandi Úrslit higartil: hyggja at, sigur hann Ég royna at fiska eftir ein- um svari frá Sverra, um hvussu hann kann bllva eins góður og teir bestu. Sverri sigur, at teir bestu eru í topp- venjing fysiskt, og at teir eru vanir at vinna — Eg mangli helst tað sál- arliga yvirskotið, ið skal til Sjálvsagt eru teir, sum nú eru í Danmark og súkkla, betri fyri, men tað sigur hin- vegin, at føroyskir súkklarar eru góðir Hvussu verður áhugin vaktur? sikk lin »r ræt i - Súkkling er rættiliga nýgg ítróttargrein í Førovum. Tal- ið a íkklaru 3 luttaka k UKK kvøldstårurin eitt høvi, men hann endar sum oftast sum eitt venjingarkvøld, og er so eitt ólukkudýr við, so kemur hann aldrin aftur. Ein máti at skapa áhuga í Sandoynni er kanska at síggja stikkl- ararnar oftari í kapping. Tey ungu í hvussu so er síggja upp til okkum, og tað kann skapa ein áhuga, sigur hann. Klárur til Oyggjaleikir Sverri og eg hóma mállinj- una nú. Spurturin er byrj- aður, men beint áðrenn klár: eg at spyrja hann, hverjar ætlanir hann hevur í kom- andi ári, um hann ætlar sær við á Oyggjaleikirnar, og hví hann ikki var við, sein ast leikirnir vóru? — Eg bleiv biðin at koma við. Konan var tá við barn, og eg sá, at tíðspunktið passaði ikki saman, so eg gav avboð beinanvegin Men hevði tað verið næsta barnið, so veit eg ikki. Har- afturat helt eg, at eg var ikki nóg góður tá at luttaka á landslidsstødi. Men kom- andi ár eri eg klárur, um eg sleppi við, og eg eri til reið- ar at offra meg fyri hinar. Av heimligu kappingunum satsi eg mest upp á einkult- startin. Har skal eg vera minst nummar tvey. Í Grand Prix hugni eg mær saman við hinum. Mær dámar onk- ursvegna ikki kappingina, og eg havi longu vunnið hana einaferð, leggur Sverri skemtandi afturat. I køkinum hjå Sverra norðuri í Havn hongur stór- ur jólakalendari við fleiri enn 24 lúkum. Aftanfyri lúkurnar goymir hann úrslit og minnir og ætlanir í súkklulívinum. So er bert at vóna, at ongin lúka goymir súkklu við ongum saðili! 1995: tað fyrsta árið nr. 8 av 10 luttakarum í 100 km. 1996: nr. 3 Grand Prix Føroyar nr. 4 einkultstart FM30 km nr. 6 100 km 1997 nr. 1 Grand Prix Føroyar nr. 3 einkultstart FM 30 km 1998 nr. 3 f'Statoil Kring Føroyar og Grand Prix Føroyar og 100 km