Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1998síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skrivstovufulltråi til Løgmansskrivstovuna Eitt starv, sum skrivstovufulltrúi á Log- mansskrivstovuni - landsfólkayvirlitinum - er leyst at sokja. Talan er ikki um eitt nýtt starv, men um eina umskipan og rationalisering av Landsfólkayvirlitinum. Hovuðsuppgávur Hevuðsuppgávurar eru: Landsfólka- yvirlit og menning av skrásetingarmeg- uleikum. Harumframt verður talan um vanligar fyrisitingaruppgávur. Starvið Viðkomandi skal í stóran mun arbeiða við edv-skránni og skal luttaka í arbeið- inum við at endurskoða persónsskrá- setingarlógina. Viðkomandi skal lýsa tørvin á skráseting og útfrá tí gera krav- festing um, hvussu skráin skal skipast v.m. Arbeiðið verður gjørt í tøttum sam- starvi við samstarvspartar hjá Lands- fólkayvirlitinum. Førleiki Tann, ið verður settur skal hava útbúgv- ing sum HA, HD ella líknandi og royndir í at arbeiða sjálvstoðugt. Harumframt skal viðkomandi hava innlit í og áhuga fyri EDV Setan Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið og verður lent í 20. lønar- flokki. Setanarøkid er Løgmansskriv- stovan við tilhoyrandi stovnum og aðal- stýrini. Arbeitt verður við fyrisitingarlig- um umskipanum, og tann ið verður sett- ur, skal tí tola broytingar í starvsviður- skiftunum. Umsókn Umsókn við prógvum 0.ø. verður at senda Løgmansskrivstovuni, Post- smoga 64, 110 Tórshavn, og verða okk- um í hendi seinasta lagi 4. januar 1999. Starvið verður sett skjótast til ber. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rúna Joensen, deildar- stjóra, tlf. 35 10 10. Landsfólkayvirlitið er fyrisiting hjá Løgmans- skrivstovuni, hvers hevuðsuppgáva er skráset- ing av borgarum landsins. Á landsfólkayvirlitin- um starvast tvey fólk. Frá fyrst í januar 1999 húsast Landsfólkayvirlitið i Skibsteds Pakkhusi tíðindablaðið S0Sjaluin Framtaksgrunnurin verður nú føroyskur Nr. 241 — 18. DESEMBER 1998 Í sambandi við at Framtaksgrunnur Fóroya við ársskiftið verður skrásettur sum ein fóroyskur vinnurekandi grunnur, halda vit at tað er rætt at almenn- ingurin verður kunna Framtaksgrunnurin varð stovnaður út frá felagslýs- ingini frá fundi millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri tann 17. no- vember 1994. Grunnurin fór til verka í januar 1995, eftir at nevnd var vald og hevði skipað ség. Grunnurin var stovnaður sum ein vinnurekandi grunnur. Hann hevur til endamáls á marknaðarbú- skaparligum treytum at gera íløgur í nýggjar verkætlan- ir, ætlanir um at víðka vinnuvirksemi og í fyritøk- ur, ið hava verið gjøgnum munandi umstrukturering og skuldarumskipan. Grundkapitalurin var 2 mió. krónur, og harafturat fekk grunnurin lán uppá 198 mio. krónur. Danska stjórn- in og Føroya Landsstýri komu við hver síni helvt av grundkapitali og láni. < Grunnurin hevur í hesum tíðarskeiði gjørt ílegur í 7 fyritøkur fyri 115 mio. krónur. Høgurnar eru gjørd- ar sum partapeningur. I byrjanini gekk striltid vid rakstrinum í tveimum teimum størstu fløgunum, P/F Faroe Seafood Prime og P/F Føroya Fiskavirking. Grunnurin hevdi sum ådur nevnt bert 2 mio. krónur í grundkapitali. Hann gjørd- ist insolventur og mátti bidja um at fåa lånikapital umlagdan til eginogn, um hann aftur skuldi gerast sol- ventur. Henda umlegging tók so drúgva tid, at grunn- urin f nærum eitt år var darvaður í arbeiði sínum. Aðrenn umbønin at um- leggja skuld til eginpening var formliga avgreidd, vendi gongdin í feløgunum, og gav raksturin nå eitt av- lop, id tryggjadi, at grunn- urin gjørdis solventur aftur. Óvissan hjá grunninum gjørdi, at umsóknir, ið ging- nar vóru á møti, ikki høvdu tíð at bíða eftir grunninum, og fóru tí aðrar vegir. ka kek skal sambært avtaluni frá 10. juni 1998, millum donsku stjórnina og Føroya Lands- styri skråsetast sum vanlig- ur vinnurekandi grunnur, og danska stjórnin fer burtur úr grunninum. Danska stjórn- in umleggur sítt lán uppá 99 mio. krónur til grundkapi- tal, soleiðis at grundkapi- talurin verður 101 mio. krónur. á Gongdin 1998 Rakstrarliga gongdin í 1998 hjá grunninum fer væntandi at vísa eitt avlop uppá um- leið 35 mio. krónur áðrenn skatt og umleið 30 mio. krónur eftir skatt. Av hesum avlopi stava tær 11 mio. krónur frå sølu av Fiska- sølubygninginum, medan størsti parturin av restini stava frå rakstraravlopi i 1998 hjå Fiskasøluni og Fiskavirking. Grunnurin kemur sostatt, nå hann kemur å føroyskar hendur og verður skrásett- ur, at hava eina eginogn uppá umleið 115 mio. krón- ur. Nidurstøda Sambært vidtøkurnar fyri grunnin og felagslysingina frå 17. november 1994, hevur grunnurin til enda- máls at selja út av sínum partabrøvum, tá fløgan er búgvin til tað. Øll feløgini, sum grunnurin hevur gjørt fløgur f eru intakt. f tf einu fløguni hevur grunnurin longu selt sini partabrøv vid nøktandi vinningi. Tí vil tað Børkuvegur, 620 Runavík | mosa TI; 248480 ið er månadag-friggjadag frá kl. 9—16 | Nýggjar TANNPROTESUR || Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari | | — BERGUR | | Á REYNATRØD | |} ður um gongdina og stóðu verða eitt natúrligt mál hjá grunninum í nærmastu na hjá grunninum Tórshavn framtíð at halda fram við at Sverri Hansen, selja út av sínum partabrøv- neyndarformaður um. Til minnis um okkara góða vin Kristian Gunnleiv í Garðastovu, f. 30.1.1978 - d. 21.11.1998 Tað vóru syrgilig boð vit fingu leygardagin 21. november, at tú, okkara Kristian Gunnleiv, ikki var millum okkum longur. Vit, ið hava verið vinir fgjøgnum so nógv år, og tú sum altíð hevur verið okkara besti vinur - ein vinur, ið vit settu alt okkara álit á - skuldi vera deyður av ferðsluvanlukku, tað skilja vit ikki, men Gud hevur eina meining við lívi okkara, og so skuldi tað verða tú, ið hann hevði brúk fyri hesu ferð. Tað er ringt at skilja, men hví skal Gud ikki hava brúk fyri tær, tá ið vit ikki kundu verða teg fyri uttan? Tú var tann besti. Tað kennist so meiningsleyst, at ein so ungur og lívsglaður drongur, sum tú, skuldi fara frá okkum so tíðliga og brádliga. Spyrjandi sita vit eftir. HVÍ? Vit høvdu so nógv og gott saman við tær - mangar góðar hugnaligar løtur, stórar ætlanir - og saknurin er so stórur, at vit kunnu ikki nevna tað við orðum. Men minnini um teg - okkara góði Kristian Gunn- leiv - eru góð, ikki bert góð, men sera góð. Og til tykkum sum mist hava. Tú góða Gudny, tú hevur mist ein son, ið setti so ógvuliga stóran pris uppá sína mammu. Má Harrin og sonarinnar móðurkærleiki verða ein styrki og troyst í hesi sváru tíð. Og tit systkini hjá Kristian Gunnleiv - Olaf, Marius, Sigga, Saloma og Johanna - má Harrin styrkja tykkum eftir missin av einum góðum beiggja. Og so tú, góða Gurli, at tín elskaði drongur skuldi verða tikin frá tær á tínum fødingardegi, er óskilj- andi, men má Harrin styrkja teg í sorgini eftir at hava mist tín elskaða. Má Harrin styrkja tykkum øll, og geva tykkum megi til at liva víðari, tí vit eiga eina vón um, at vit síggjast aftur einaferð. Ragnar, Allan og Eyðun tann 16. desember 1998 A