Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 41 Ógildis- lýsing Mortifikatión Fráboðað er Føroya Lívs- trygging, at niðan fyri nevndu tryggingarskjøl eru burturblivin 14-682 Jákup Herji Hermansen 14-699 Jens Pauli Poulsen 14-5850 Eyðun Jo- hannesen 14-6110 Áki Danielsen 14-6877 Egil Petersen 14-6918 Eyðun Jo- hannesen 14-530027 Jóngerð J. Purkhús 14-800001 Anna Tordis Andreasen 14-800004 Tordis Mohr 14-800011 Hanus Peter- sen 14-800012 Johannes A. Ellingsgaard 14-800014 Kára Wacher 14-800022 Sólrun Jacob- sen 14-800023 Hans Jørn Nielsen 14-800024 Marianna Clementsen 14-800027 Katrin Foss- dalsá 14-800028 Sigbrand Johansen 14-800034 Dóris Nolsøe 14-800039 Frígerð Jacob- sen 14-800042 Arnhold Fjalls- stein 14-800047 Aksel Poulsen 14-800048 Meinhard S. Hentze 14-800051 Oddbjørg Olsen 14-800053 Sonja Joensen 14-800054 Jóna Morten- sen 14-800063 Helgi Skorá 14-800071 Elin Danielsen 14-800078 Anna Gøthe 14-800081 Jákup P. M. Mortensen 14-800106 Inga Joensen 14-800109 Korinta Jarn- foss 14-800150 Sólbjørn Skou- bo 14-800170 Heidi Poulsen 14-800174 Marianna J. Eystberg 14-800186 Sunnvør Nicla- sen 14-800187 Rannvá Skála 14-800188 Sofía Højgaard Poulsen 14-843316 Brandur Øssursson 14-870467 Jóhanna Joensen 14-870578 Beinta Poulsen 14-870664 Oddvør Olsen 14-870677 Birna Dahl 14-870685 Thomas Dam Tey, ið møguliga hava nevndu tryggingarskjøl í hendi, verða biðin at prógva ognarrætt sín áðr- enn 6 mánaðir eru farnir. Prógvar eingin ognar- rættin, áðrenn nevndu tíðarfreist, verða skjølini søgd ógildug og nýggj tryggingarskjøl verða út- skrivað. Tórshavn, tann 31.desember 2003 P/F FØROYA LÍVSTRYGGING Fíggjarleiðari til Gøtu kommunu Søkt verður eftir fíggjarleiðara at arbeiða til Gøtu kommunu skjótast gjørligt. Høvuðsábyrgdarøkið verður: • Fíggjarstýring • Ábyrgd av bókhaldi • Journalisering • Fólkayvirlit • Aðrar fyrifallandi uppgávur Útbúgving: • HH, Merkonom (roknskap) ella líknandi • Góðan kunnleika til EDV • Umsøkjarar við royndum innan økið hava fyrimun. Persónligir eginleikar: • Ágrýtin og kunna arbeiða sjálvstøðugt • Góðir eginleikar at samskifta við onnur • Góð samstarvsevnir Setanarviðurskiftir: • Løn sambært sáttmála ímillum Starvsmannafel- agið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið • Talan er um fulltíðarstarv. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 441012. Umsókn við prógvum og viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. januar 2004 kl. 12.00. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella onga at taka. Havnarmeistari til Leirvíkar kommunu Leirvíkar Kommuna arbeiðir við at betra um um- støðurnar á havnarøkinum og á bingjuplássinum. Munandi útbyggingar verða framdar av havnar- økinum komandi árini, samstundis sum ætlanin er at økja um viðlíkahaldið og eftirlitið við havnar- økinum, sum fevnir um økið innanfyri grótkastið við ferjuleguna til grótkastið á Kráartanga. Frá fyrst í komandi árið verður bingjuplássið skipað sum endurnýtslupláss í IRF-skipanini og skal plássið tí vera mannað, tá ið tað er opið. Leirvíkar kommuna søkir tí eftir einum havnar- meistara at arbeiða fulla tíð frá 01. mars 2004 ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar eru: • Viðlíkahald og eftirlit við øllum havnarøkinum, bátahylinum og øllum bátadráttum v.m. • Umsjón við bingjuplássinum og vera á plássin- um, tá ið opið er. Royndir: • Royndir innan arbeiðsmarknaðin • Hava eina viðkomandi útbúgving. Lønarviðurskifti: • Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógv- um skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. januar 2004. Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka. Leirvíkar Kommuna Postrúm 42 · 520 Leirvík Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennu bygdarráðsfundirnir í 2004 verða hildnir í skúla- kjallaranum hesi hóskvøld, kl. 19.00. • 22. januar • 19. februar • 18. mars • 22. apríl • 27. maj • 17. juni • 19. august • 23. september • 21. oktober • 18. november • 09. desember Oyndarfjørður,tann 31.des.2003 Oyndarfjarðar bygdaráð Reingerðarfólk til Verkstaðið Vón! Verkstaðið Vón søkir hervið eftir einum reingerðarfólki, at arbeiða 20 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast tilber og er lønt sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Arbeiðsgevarafelagið. Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður og er dagliga karmur um arbeiðslívið hjá uml. 40 vaksnum menningartarnaðum og starvsfólkum teirra. Á staðnum er dagliga stórt og fjøltáttað virksemi millum kl.8.00 og 16.00. Arbeiðstíðin hjá reingerðarfólkinum verður sostatt uttanfyri hesi tíðarbil. Umsøkjarin skal vera fleksibul og hava áhuga fyri at arbeiða á einum arbeiðsplássi í støðugari menning, og skal somuleiðis vera røkin og lættur at samstarva við. Skrivlig umsókn skal verða leiðaranum, Maud Wang Hansen, Verkstaðið Vón Box 2003 Fo 165 Argir í hendi í seinasta lagi 14. januar 2004. Almennir kommunu- stýrisfundir 2004 26. januar 30. august 23. februar 27. september 29. mars 25. oktober 26. apríl 15. november 27. mai 29. november 28. juni 13. desember Sjóvar kommuna C M Y K 41 40 Eftir at Immi Dam trýsti á startknøttin í fosturtøkumálinum eru Kristian Magnus- sen og miðflokkaung- dómar farnir at senda í stereo. Ein øgilig skurvblanding. Og tað er sannleikavirðið ikki vorðið størri av. Tú kanst bera yvir við einum dulnevndum ungdómsfelagsskapi, ið heldur seg einsa- mallan stríðast fyri eini rættari sak, meira eigur tó at kunna krevjast av einum tingmanni, ið hevur sitið á løgtingi í tíggju ár. Í hvussu er, at hann stríðist við reinum vápnum tá ið hann fer í politiskt víggj Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður Naser hader og Tjóðveldis- flokkurin hava einki við hvønn annan at gera, so- leiðis sum Kristian Magnus- sen roynir at geva eina ábending um í Dimma- lætting tollaksmessudag. Khader umboðar Radikala vinstraflokkin á Fólkatingi og skuldi harvið verið politiskt meira slektaður við gamla sjálvstýri - heldur enn nakran annan flokk í Føroyum. Hesum fingu vit eisini ein varhuga av fyri kortum, tá ið Kenneth Rasmussen boðaði frá nýggja politikkinum hjá yngra ættarliðnum í Sjálv- stýrisflokkinum. Floksfor- maðurin gav honum eitt álvarsligt nefs í bløðunum, men Kenneth er væl hann ið koma skal, so væntandi er, at tað verður eitt gamalt sjálvsstýrið í øðrum og heilt nýggjum hami, ið kemur undan kavi, eftir valið 20. januar komandi. Tað var annars Bill Justin- ussen, sum byrjaði alt hetta humbukkið í donskum fjølmiðlum. Viðmerking- arnar síðani liggja allar í slóðini frá honum. Eisini tær hjá Kristiani. Løgið, at ein andstøðutingmaður ígjøgnum seks ár onki ann- að hevur á hjarta og at bjóða sínum veljarum, ein slakan mánað fyri valið, enn tað at fara uppí hetta til høvið produseraða miðflokka- gruggið í donskum og føroyskum fjølmiðlum? Skal ikki leggja honum ráð, men hugsaði at hann kanska heldur fór at taka aftur í aftur seinasta tingdagin fyri jól, tá ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, og ditto hansara í trivnaðarmálum, Bill Justinussen, við totalari arrogansu, í tveimum syftum, royndu at dylja fyri løgtinginum at teir høvdu brúkt 7,1 millión krónur við ongari játtanarheimild. Spell at fjølmiðlarnir vóru farnir í vikuskiftisfrí, nú tá ið teir báðir bókhaldararnir smeltaðu niður sum tvey kjarnorkuverk. Var ikki politisk undantaksstøða í landinum, hevði meginpart- urin av løgtinginum syft teir burtur frá radiatorunum úti í Tinganesi hendan dagin. Og hvat við rossahandlinum hjá Kára P. Højgaard og Óla Breckmann hendan sama dagin? Hví mundi hann vera íkomin? At halda í teymarnar á teimum ið við valdinum sita, at vera ein agressivur politiskur varð- hundur, skuldi eisini verið ein fornemm andstøðuupp- gáva? Ella rættari, ein neyð- ug uppgáva hjá øllum teim- um ið eru vald til at forvalta lóggevandi valdið. Men tað er so eiðasørt, og forrestin, hví brúkar Kristian ikki heldur sína politisku orku til at siga føroyingum frá síni og javnaðarfloksins støðu til fosturtøkumálið, heldur enn at villeiða fólk um hvatið hann heldur at undirritaði nú einaferð meinar um bæði hetta og hatta? Hvørjum málum Bill ann- ars ætlar sær at røkka, við at úttala seg sum hann ger, í útlendskum bløðum, tað kann bara Várharra vita. Í næstan hálvthundrað ár hevur sama fosturtøkulógin verið galdandi í Føroyum. Lítil ella eingin mótstøða hevur verið ímóti tulkingini av lógini øll hesi árini. Ikki fyrrenn nú, tá ið Miðflokkurin hevði tørv á eini politiskari nitju, vera føroyskir læknar mistonktir fyri »óneyðug« fosturdráp av ráðharra sínum. Hann ætlar sær sjálvur at hertaka læknamiðstøðirnar, at gerast ein partur av praksis hjá kommunulæknunum. Hetta kemur sjálvandi ikki óvart á nakran, hann boðaði longu frá hesum sama tá ið hann sessaðist sum lands- stýrismaður, at hann ætlaði sær at hava eitt vakið eyga við journalunum hjá før- oyskum kommunulæknum. Hann man ikki halda lítið um seg standa. Hugmóðin er fullkomin. Her er eingin virðing, eingin agi, einki álit og ongin tvívegis ábyrgd. Hugsi at flestu føroyingar munna vera samdir við Elisabeth Thorsteinson tá ið hon sigur við Linu Prasz tíðindakvinnu á Politiken: »Det er en helt utrolig anklage mod os. Jeg synes ikke, vi skal have fri abort, men man bliver da nødt til at tage sociale hensyn. Des- uden ville det i et lille sam- fund som vores være et brud på tavshedsløftet, hvis vi skal til at vise Bill Justin- ussen hver enkelt begrun- delse for at få foretaget abort.« Tá ið undirritaði var spur- dur av Linu Prasz hvat ið eg sum fólkatingsmaður kundi gera við málið, varð svarað, at einasti møguleiki kundi verið at spurt avvarðandi ráðharra í donsku stjórnini, hvussu hann hevði stillað seg, skuldi Bill í einingi gjørt álvara av síni funda- mentalistisku kós í hesum máli. Tað er ein loddrøtt lygn tá ið Kristian Magnuss- en leggur meg undir at hava ætla mær inn á Danating fyri at fáa danir at hjálpa til við at liberalisera føroysku fosturtøkulógina. Og reing- ingin í dulnevnda brævinum hjá ungum fyri Miðflokkin er ikki lakari tá ið tey siga: »Okkara« umboðsmaður á Christiansborg, ímyndin fyri føroyskari loysing, var noyddur at leita sær hjálp frá dønum, fyri at finnast at rikna fosturtøkupolitikkin- um í egnari samgongu…« Undirritaði hevur ikki leita sær nakra hjálp í hesum máli. Málið er ikki tikið uppá tungu á Danatingi. Og sjálvt um tað helst er neyð- ugt við eini dagføring av eini hálvthundrað ára gaml- ari lóg, og neyðugt at skipa viðurskiftini undir føroysk- ari lóggávu, so taki eg als ikki undir við eini liberalis- ering av regluverkinum um fosturtøku. Heldur ikki eini herðing. Ber tað til á skilvís- an og sosialt rættvísan hátt at minka um talið av fosturtøkum í Føroyum, tá eigur tað sjálvandi at vera miða ímóti tí, sum tað eisini stendir skrivað í einum sam- gonguskjali, ið nú er søga. Soleiðis sum »danska« lóg- in frá 1956 hevur verið tulk- að og soleiðis sum siðvenjan er vorðin, er prinsippið í lóggávuni helst tað sum før- oyingurin ynskir at liva við. Eisini í framtíðini. Skjótt er óføddum at bæsa. Tí krevst eitt greitt og magnfult lógar- verk, ið verjir tey óføddu so væl sum yvirhøvur gjørligt. At kóka politiska suppu úr, og skapa klandur um eitt so eymt mál sum hetta, tað er monnum til lítlan sóma. Hetta vera míni seinastu orð um fosturtøkumálið á hes- um sinni, og eg frábiði mær nýggjar yvirtulkingar og at ósannindi verða løgd mær í munnin. Hetta er eisini gald- andi fyri onnur enn Kristian Magnussen. Tað verður hópurin av málum at loysa hjá teimum ið koma sær inn um tinggátt eftir løgtingsvalið, latið okkum fáa boðini um hvussu menn ætla sær at stjórna landinum, heldur enn at leita við ljós og lykt eftir trupulleikum, sum eru ørsmáir og sum meinigi maðurin at kalla er samdur um. Farið valla skeivur tá ið eg sigi at meginparturin av føroyska fólkinum er samt um fosturtøkupolitikkin. Meina at hann skal vera á leið sum hann er. Eitt lítið fátal tekur undir við fríari fosturtøku, ímeðan ein ann- ar marginalbólkur brúkar ella kanska heldur mis- brúkar fosturtøkuspurningin sum beitu í eini desperatari roynd eftir politiskum valdi. Skjótt er óføddum at bæsa VALGREINAR