Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 — 19. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOS Jórgen Niclasen fiskimálaráðharri: Nógv bendir á at Beskytteren verður leigaður — Men enn er 6- greitt, nær enda- lig stóða verður tikin ÁKI BERTHOLDSEN --Tað er nógv sum bendur á, at vit fara at leiga Be- skytteren. Hetta kundi Jørgen Nicl- asen, fiskimálaráðharri for- telja tingmonnum hósdagin. Og í gjáramorgunin end- urtók hann hetta fyri Sos- ialinum. Hann sigur, at enn hevur landsstýrið ikki fingið allar teir neyðugu upplýsingar- nar, men arbeitt verður uppá at útvega teir. — Men eftir tí, sum fyri- bils er komið fram, bendir nógv á, at vit fara at leiga Beskytteren í hvussu so er ímeðan tað nýggja skipið verður bygt. Annars ber ikki til at taka endaliga stóðu fyrrenn allir upplýsingarnir eru fingnir til vega. Upplýsingar, sum mangla, eru m.a. hvat hann kostar at leiga, hvør skal betala tær broytingar, sum skulu gerast fyri at fáa hann skrásettan, hvussu verður við eykalutum - um vit kunnu brúka av eykaluta- goymsluni hjá donsku verj- uni, og, hvat tað kemur at kosta, ella um vit skulu hava Á okkara egnu eykaluta- goymslu. Somuleiðis mugu vit hava greiði á, hvat hann kostar í rakstri. Jørgen Niclasen sigur, at eftir tí, sum higartil er kom- ið fram, er líkt til, at Be- skytteren verður væl dýrari í rakstri, enn Tjaldrið er. — Eftir upplýsingum, eg Nógv bendir á, at Beskytteren verður fóroyskt vaktarskip havi, fer Beskytteren at kosta 5,1 milliónir meiri, bara í olju og hýrum, enn Tjaldrið ger. Og tað mugu vit útvega pening til. Jórgen Niclasen sigur, at hann fær eitt tilmæli í næstu viku frá umsitingini við gllum upp- lýsingum um Beskytteren. Nær tað tilmælið kemur, veit hann ikki. Men tað ber ikki til at taka endaliga stóðu fyrrenn tá. Eftir umrøduni á Tingi at døma halda nógvir tinglim- ir, at tað er rætt at royna a Beskytteren í hvussu so er eina tíð, til vit fáa eitt nýtt skip. Sí eisini greinina nið- anfyri. Beskytteren kann skjótt blíva dýrur at leiga Beskytteren er 5,1 milliónir dyr- ari i rakstri enn Tjaldrid, bara i olju og manning, sigur Jørgen Niclasen. Tad er ósatt, sigur Hen- rik Old AkI BERTHOLDSEN Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumålum, Jørgen Niclasen, ætlar ikki at leypa framav í spurninginum um nytt vaktarskip. Tað boðaði hann frá á tinginum hósdgin, tá ið um- bønin frå Landsstýrinum um eina eykajåttan var til viðgerðar. M.a. hevur Landsstýrið bidid um 16 milliónir eyka til nýtt vaktarskip nú í ár. Og tað funnist nógvir tingmenn hvassliga at. Ein spurningur sum fleiri reisti, var, hví Beskytteren ikki verður leigaður fyribils, til vit fáa gjørt okkum heilt greitt, hvat vit vilja á økin- um. Kann verða dýrur Annars helt hann, at málið um at leiga Beskytteren er ikki so einfalt, sum ting- menn vildu gera tað til. Tað er kannað nágreini- liga um, hvgrjum treytum tað ber til at leiga Beskytt- eren undir, men enn eru allir upplýsingar ikki fingnir til vega. —T.d. hevur tað verið sagt, at vit fáa hann fyri onki. — Men hóast hann kanska verður bíligur, er tað ein sannroynd, at enn hava dan- ir ikki svara fyrispurningi okkara um prís. — Vit vita eisini, at hann hevur verið skrásettur sum krígsskip og at tað verður neyðugt við eini umbygg- ing, um hann skal skrásetast sum handilsskip. " — Men hver skal betala, er ógreitt. Vit vita heldur ikki, um vit fáa eykalutirnar, sum danska verjan hevur, ella um vit eisini skulu útvega okkum eykalutagoymslu. Jørgen Niclasen sigur, at tað er heldur ikki heilt greitt hvgrjar rakstrarútreiðslur- nar verða. — Men eitt vita vit, og tað er, at hann brúkar munandi meiri í olju enn Tjaldrið ger, og tað nýggja skipið, vit ætla at byggja, ger. --Beskytteren brúkar fyri umleið 1,6 millión meiri í olju um árið enn Tjaldrið ger. — Og tað enntá nú ímeðan oljuprísurin er ógvuliga lág- * Ul. — Hækka prísirnir, verður munurin enn stýrri. Landsstýrimaðurin sigur, at manningin verður eisini væl dýrari á Beskytteren. — Við Tjaldrinum eru 11 mans og tað sama verður við skipinum, vit ætla at byggja. Við Beskytteren skulu minst 16 mans vera við, helst 19 mans, sigur mann- ingin sjálv. — Men halda vit okkum til 16 mans, fer tað at kosta 3,5 meiri til hýrur, enn tað kostar at manna Tjaldrið og tað nýggja skipið. — Sostatt fer tað at kosta minst 5,1 millión bara í olju og í hýrum, umframt í møguligum ødrum útreiðsl- um, sum vit ikki kenna til enn, segði Jørgen Niclasen. Hann sigur, at tosa vit so um at leiga Beskytteren i fleiri år, kann hann skjótt blíva dýrur. Annars verður sagt um Beskytteren, at hann er væl- egnaður til eftirlit, men minni væl egnað til bjarg- ing, tí hann manøvrerar ikki so væl. — Vit hava brent okkum einaferð av at keypa brúkt. — Og vit skulu ikki gera sama mistak aftur, so tað er neyðugt, at vit hugsa okkum væl um. Ósatt Henrik Old segði, at tað var ósatt, at Beskytteren kostaði so nógv meiri í rakstri enn Tjaldrið, sum Landsstýris- maðurin sigur, at hann ger. — Sjálvandi er eitt stórt skip dýrari í rakstri enn eitt lítið skip. — Men tað ljóðar heilt burturvið, at Beskytteren brúkar fyri 1,6 millión meiri í olju. — Tað kann ikki vera uttan at ætlanin er at sigla við fullari ferð, 24 tímar um samdøgurid, 365 dagar um árið, og tað ger hann ikki. -So upplýsingarnir um oljunytsluna eru beinleidis ósannir, segði Henrik Old. — Hann trúði heldur ikki uppá, at lónarútreiðslan er so stór, sum landsstýris- maðurin segði. Men skulu fimm mans hava 3,5 milliónir í løn um árið, eru teir so væl løntir, at vit skuldu havt sýkt kans hjá vaktartænastuni, helt Henrik Old. Annars minti hann á, at í 1995 upplýsti fiskivinnu- stjórin fyri løgtinginum, at tað fór at kosta tríggjar milliónir at hava Ólav Halga siglandi í eina tíð aft- urat. Men síðani er sami Ólavur Halgi gjørdur istand fyri ein 1/10 part av tí, ella minni enn 300. 000 krónur, og nú er hann klassaður fyri fýra ár afturat. Eisini Jógvan á Lakjuni ivaðist í roknistykkinum hjá landsstýrismanninum. Hann segði, at Beskytter- en hevur tríggjar motorar, men at tað er ikki neyðugt brúka allar tríggjar alla tíð- ina. Eisini Hergeir Nielsen helt, at kostnaðarmetingin var skeiv, tí hann hevði tos- að við skiparan á Beskytt- eren og teir prísir, sum hann upplýsti, samsvara ikki við teir, sum landsstýrismaður- in hevði. Jóannes Eidesgaard helt ki, at Beskytteren var so illa egnaður til bjarging, sum Jørgen Niclasen vildi DOCUMENT WorkCentre 450c Set eitt kraftverk frá Xerox á skriviborðið TextBridge Pro rød for;ula XEROX print framúr livkendir litir sjålvstødugt fax id nytir vanligt pappir pc fax fax, ið sendir beinleiðis frå PC'aranum KO oe sinnum Skannari namn tekst og skjal inn í telduna við Pagis Pro og P/F. Petersen & Guttesen Tlf, 311115 - fax 317115 vera við. --Hann hevur prógvað hvat hann kann, segði Jóan- nes Eidesgaard Jørgen Niclasen svaraði aftur, at hann hevði bara teir upplýsingar at halda seg til hann fekk frá umsitingini