leygardagur 19. desember 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 19. DESEMBER 1998
Nr. 242 - 19. DESEMBER 1998
Jógvan Isaksen ummælir:
>Ovarlaga í tí lítla býnum,
beint við tann nýggja skúlan,
stendur eitt mishátt hús við
mønu. Hetta er Sproytuhús-
ið<. Frá fyrstu byrjan er frá-
søguf6lkid í skaldsøguni ógv-
uliga sjónligt, og tað flytir
lesaran stað úr staði, frá ein-
um tilburði til annan. Sagt
verður, at ein kista stendur í
Sproytuhúsinum og í henni
liggur tann trýogtretivu ára
gamli Dánjal í Køk, deyður
frá konu og fimm børnum.
Hvat, id er hent, vita fólk ikki
rættiliga, og tí blómar slaturin
og fer sum ein eldur út í
Sandagerð, har presturin
Thomas Pedersen situr í sín-
um >studerikamari< og í eina
nýggja lestrarbók skrivar:
>Havnar Kirkja 1901<. So er
tíðarfestingin fingin upp á
pláss.
Yvir ein til tað stuttan tein
hevur høvundurin rættiliga
set dik á bæði søgugongd og
forvitni hjá lesaranum. Hví
og hvussu er Dánjal í Køk
deyður? Og hví stendur kist-
an í Sproytuhúsinum og ikki
í kirkjuni?
>Í morgin er aftur ein dag-
ur« er triðja skaldsøgan hjá
Oddvør Johansen og drúgv-
asta bókin hjá henni yvirhgv-
ur. Søgan tekur við í 1901 við
orðunum um Sproytuhúsið
og endar í 1940, tá ið Ange-
lika, einkja eftir Dánjal í Kók
og seinni bátasmiðin Enok,
sigur seg hava hoyrt, at Før-
oyar eru blivnar hersettar av
eingilskmonnum. Tann stóri
parturin av søguni fer kortini
fram tey fyrstu tjúgu árini av
øldini.
Grundin til at kistan vid
Dánjali í Køk stendur í
Sproytuhúsinum er, at tann
sjálvrættvísi danski prestur-
in heldur, at Dánjal hevur
gjørt sjálvmorð og tiskil vil
hann ikki lova honum í kirkj-
una. Lesarin fær kortini tíð-
liga í søguni at vita, at Dånjal
er druknaður í royndini at
bjarga einum hetlendingini.
Við hesi vitan gerst avgerðin
hjá presti hjartaleysari enn
annars.
Tá ið Angelika sær, hvør
maður presturin er, fær hon
styrki og noktar honum aft-
urfyri at jarða Dánjal, tað skal
Fríðrikur próstur á Nesi gera.
Og soleiðis verður tað. Seinni
í skaldsøguni druknar einasti
sonur prest, og sjálvur tekur
hann tað sum eina straff frá
Gudi, uttan at høvundurin
knýtir tað at hansara atburði
mótvegis Angeliku. Lesarin
hevur afturfyri næstan hug at
mutla innantanna: Fast taki
honum!
Dagbókin
fgjøgnum ein part av skald-
søguni verða brot endurgiv-
in úr dagbók, sum sonur
Dánjal í Køk, Sigurd, fór
undir tann dagin, tá ið pápin
er deyður um náttina. Frá-
søgumadurin sigur, at tað er
hendan gamla dagbókin, sum
beiggin skrivaði, ið fekk hann
at fara undir søguna, sum nú
verður fortald. Men fråsøgnin
heldur seg ikki innan teir
karmar, sum vitanin hjá hes-
um frásggufólki neyðturvi-
liga má vera, men ferðast eis-
ini inn í hugan á at kalla øll-
um persónum.
Fråsøgnin vitjar hjá presti,
amtmanni og gðrum við, men
meginlindin er húskið hjá
Angeliku og Dånjali í Køk
og so tad hjå Lisu og Enoki f
Aarhúsinum, id sum frá líður
gerast eitt við eini margtýri-
ligari rúgvu av børnum. Enok
er bátasmiður og i skaldsøg-
uni verður vid fakligum inn-
liti sagt frå hansar strevi og
dugnaskapi á hesum øki.
Skaldsøgan er sum heild á
tremur av smáum lýsingum
av ymiskum fyribrigdum, av
landsløgum og natúr, av søg-
uni aftan fyri hví hetta ella
hatta er so vorðið, sum tað
er. Hesar lýsingar falla væl
inn í ta skiftandi fråsøgnina.
>Í morgin er aftur ein dag-
ur< hevur ongan einstakan
høvudspers6n, og í mongum
er hon lík kollektiv skaldsøg-
uni. Kortini er tað so, at frå-
søguf6lkid - og høvundurin -
í heilum leggja seg út í frå-
sagnina, gera vart við hetta
ella hatta, ella seta beinleiðis
spurningar, og tað er ikki tí
scenisku kollektiv skaldsøg-
uni likt.
Kvinnulýsingarnar eru yv-
irhøvur góðar, kenslubornar
og vid samhuga, medan
mansmyndirnar kunnu tykj-
ast meiri tveydimensionalar.
Nýggja skaldsøgan hjá Oddvør Johansen nevnist >Í morgin er aftur ein dagur<
ve EG
Mynd: Jens Kristian Vang
Beisk og livsjåttandi skaldsøga
Oddvør Johansen: Í morgin er aftur ein dagur. Permumynd: Kanny
Sambleben. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1998, 224 s., kr. 220
Teir vilja bara framá, vilja
útinna síni hugskot á ein ella
annan hátt. Besta dómið er
Enok, sum uttan íhald og har-
til við gleði strevast næstan
allan sólarringin. Tær ein-
faldu arbeiðssamu mans-
myndirnar minna um sam-
svarandi í báðum teimum
seinastu skaldsøgunum eftir
Heðin Brú, >Men lívið lær
og >Tað stóra takið<. Tann
sama menningaroptimisman
eyðkennir eisini fyri ein part
skaldsøguna hjá Oddvør Jo-
hansen.
Um somu tíð er søgan eis-
ini um, hvussu hann sum ar-
beiðir og byggir nakað upp
fyri at gagna sær og sínum
og landinum, men ikki upp á
spekulatión, hvussu hesin
verður snýttur av teimum
ráðandi og teimum, sum
svimja í nánd av maktini. Í
so máta er >Í morgin er aftur
ein dagur< púrasta illusións-
leys. Idealistarnir verða altíð
við sviðusoð, tá ið tað snýr
seg um verdsligt rikidømi,
men teir sigra við síni fyri-
mynd og gjøgnum tað, teir
leggja niður í eftirkomarar-
nar.
Tittulin sipar ftøkiliga til,
at Enok ikki sum onnur vil
keypa sína trød, tí hann vil
vera við, at jørðin bara er til
láns. Ein sakførari og borg-
arstjórin skíra hann naivan og
utopist, men Enok stendur
upp á sítt. Angelika fyri sín
part hevur einki gjørt við
málið, >tí í morgin var aftur
ein dagur<, men tá ið Enok
er farin, verður hon lumpað,
og tey hava sostatt ligið sjóv-
arfallið av sær. Harumframt
sipar tittulin til - og tað verður
væl og virðiliga víst í søgu-
gongdini - at tað er umráð-
andi at liva, meðan vit hava
dagarnar og tey, sum eru okk-
um kær. Einaferð er eingin
dagur í morgin.
Erotiskt flogvit
Tvær aðallyndir í skrivingini
in, er tað sama, tíðin, árini
eftir aldaskiftið, er somuleið-
hjá Oddvør Johansen eru „is karmur í fittum parti av
musikkur og erotikkur, bæði
saman og hvør sær, og bæði
hesi temu eiga sín sjálvsagda
lut í »I morgin er aftur ein
dagur«. Børnini hjá Dånjali í
Køk eru musikalsk, tey læra
at spæla upp å ymisk instru-
ment og onkur lærir hjå Bak-
ar Hansen. Sangur og tón-
leikur kemur á natúrligan hátt
fyri í allari bókini.
Erotikkur eigur sín sjálv-
sagda lut í lýsingini av við-
urskiftunum millum mann og
kvinnu, men harumframt
trínir ein løgin snigil vidhvørt
inn á pallin, eitt erotiskt nat-
úrtalent, kundi tú kanska
kalla hann. August Benadikt-
son sær lítið út fyri verðini -
klænur og reyðhærdur - men
hann dugir at fara við konu-
fólki. Annars hevur hann ilt
við at hugsa um onnur enn
sjálvan seg og svíkur, hvgrja
ferð ið á stendur. At arbeiða
hevur hann ikki stundir til, tí
hann skal mála - hóast einki
spyrst burturúr - og soninum
kann hann ikki taka sær av:
>Harra Gud - hvat hevur man
eina konu til - eg spyrji bara<.
Myndin av listamanninum
er lítið vøkur, og tað at mála
tykist einamest at vera skálk-
askjól fyri at kunna hava ym-
isk konufólk hjá sær. Børn
spyrjast eisini burtur úr hes-
um - bæði innangarðs og utt-
angarðs - og tað er líka við at
henda ein vanlukka, tå ið tvey
av teimum gerast góð, uttan
at vita, at tey hava sama pápa.
Í søguni »Balladen om
Bøledrengen« (Laterna Mag-
ica 1985) eftir William Hein-
esen verdur nakad sama søg-
an søgd, men har rakar van-
lukkan tey ungu. Tad er eins
og Oddvør og William i ein
åvisan mun troyta somu keld-
ur. Tad er kanska heldur ikki
so løgid. Umhvørvid, Havn-
skrivingini hjá Williami
Heinesen, og fólkini, sum
livdu tá, verða tískil eisini tey
somu.
Adressumálið
»I morgin er aftur ein dagur«
er søgulig skaldsøga, men
akkurát hvussu nógv er tikið
úr veruleikanum og ikki, dugi
eg illa at meta um. Fitt av
søguligum persónum koma
fyri í skaldsøguni, aloftast
undir øðrum navni, meðan
tann nevndi Fríðrik próstur er
Fríðrik Petersen, sum um
hetta leitið var Føroya próst-
ur. Ein annar við egnum
navni er Bakar Hansen, sum
Sigurd skal ganga til violin
hjá. Tann farisæiski danski
presturin eitur í skaldsøguni
Thomas Pedersen og er ný-
komin á sumri 1901. I »Før-
oya biskupa, prósta og prest-
atal< stendur presturin í Suð-
urstreymoyar Prestagjaldi um
hetta mundið at vera Emil
Brusch Rohde, og hann er
ikki nýkomin, men hevur sit-
ið á garðinum í Sandagerði
síðani 1897. Her verður altso
brúktur ein blandingur av
veruligum og íspunnum per-
sónum.
Eitt søguligt mál millum
fleiri í skaldsøguni er tað til-
tikna >adressumálið<, sum
endaði við Fúlubók. Tveir av
høvudsleikarunum í hesi gølu
vóru Svenning Rytter amt-
maður og Jóannes bóndi, sum
var landstingsmaður. Meðan
adressumálið, tað eg dugi at
síggja, fær eina neyva søgu-
liga lýsing, so fáa leikararnir
onnur nøvn. Amtmaðurin eit-
ur í skaldsøguni Benjamin-
sen, og Jóannes bóndi verður
nevndur Jógvan Olsen. Or-
søkin er ivaleyst, at høvund-
urin å tann hått stendur friari
og í Benjaminsens føri kann
endurgeva úr hansara tonk-
um.
Í øllum adressumálinum
stendur Jógvan Olsen bóndi
stinnur, og loksins vinnur
hann á donsku embætis-
monnunum. Kortini sleppur
hann í skaldsøguni ikki und-
an at fáa eitt lítið prik. Enok
er sloppin at skera torv úti á
Glyvursnesi, og hann byggir
sær eitt torvhús, men so nokt-
ar bóndin honum at skera
meira og tekur torvhúsið til
seyðahús. Skaldsøgan ger
hesa lakonisku nidurstødu
»eg haldi sjålv, at tad allatid-
ina man hava verið meining-
in<. Enn halda bøndumnir seg
eiga bæði maktina og heið-
urin her á fold.
Okkara núverandi politiska
stóða verður í einum stuttum
broti tikin upp í frásagnina.
Frásggumaðurin hugleiðir
yvir amtmenn og teirra loya-
litet og setur síðani tann
naska spurningin: »Hvørjum
eru vit føroyingar 100%
lýdnir og loyalir ímóti?< og
svarar, at vit eru klovin. Lýs-
ingin av viðurskiftunum mill-
um Føroyar og Danmark er á
tann beiska bógvin: »Føroyar
eru ein kambfjødur; ein lítil
blødandi kamfjødur á tumli-
num Danmark. Tú letur hana
vera og vónar, at hann heldur
uppat at bløda av sær sjálv-
um; ti fyri so vitt er tad ikki
titt problem.« At åbyrgdin
eigur at vera okkara egna,
munnu vit greidliga hava
sannað tey seinnu árini.
>Í morgin er aftur ein dag-
ur« er ein fjølbroytt og und-
irhaldandi skaldsøga, sum tú
livir teg inn í, og sum tú ert
keddur av at leggja frá tær, tá
ið høvundurin lokar fråsøgn-
ina. Einastaðni verður sagt,
at Enok er takksamur fyri lív-
ið: >tí hann fær loyvi at lukta
og hoyra og anda<. Hetta
sama takksemi lýsir av allari
skaldsøguni.