Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 19. DESEMBER 1998 Leiðin gekk til Alta (2): Ferdafråsøgn (Seinni partur): I dimminum 10. til 13. december savnaðust norður- lendsk tíðindafólk norðarlaga í Noreg, í Alta, har millum annað varð vitjað og gist í sámatjaldi og ferðast varð á kavascootara. Hesum greiddu vit frá í fyrra partinum av ferðafrásggnini. Teir báðir seinnu dagarnir gingu meira við fyrilestrum, kunning og vitjanum. Her verður stutt tikið saman um báðar seinnu dagarnar. Farið verður so í smálutir við onkrum av hesum seinni. Alt í alt ein túrur við eitt sindur av hvørjum og sjáldan munnu so nógv hava sæð og upplivað so nógv uppá so stutta tíð. Fyrri partur, „Í vrá á villini vetrarvíddum“, stóð í blaðnum hósdagin ORÐOG MYNDIR: DAGFINN OLSEN Fyrri parturin av ferðini var avgjørt tann meira avbjóðandi, spennandi og ødrvisi, sum eisini varð greitt frá í fyrra partinum av ferðafrásggnini. Ferðin vid kavascoot- aranum inni á frostoyðini og gistingini hjá sámabóndanum Ole Anders, var heilt víst eitt serstakt og spennandi upplivilsi. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so var hetta tað mest ævintýrkenda á ferðini. Men troytt vóru vit luttakandi eftir hesa ferð á frostoyðini, tí hildið var avstað beinanvegin, sum vit komu til Alta. Er dagsins fyrilestrar seinna dagin, sluppu tey flestu sær til songar í góðari tíð, tá vit vóru komin á pláss í „Fylkes- mannens krigskvarter“, - partur av Há- skúlanum í Finnmark, Alta. Vit hoyrdu henda dag millum annað um Russland og Norðurkallin í søgu- ligum samanhangi, ið Jens Peter Nielsen, professari greiddi frá. Hann kom m.a. inn á sambandið millum russar og norðmenn og skemtiligt var at hoyra, hvussu hesir høvdu ment sítt egna mál, fyri at sam- skifta um fisk og sølu. Eitt mål, ið var bland av russiskum, norskum og enskum og sum nærum bert kundi nýtast til at pråta um fisk og sølu. Sum t.d. tå ein hevði roynt at greiða frá, at hann hevði ligið nátt á einum annars sera sámiligum gistingarhúsi, ið bar navn eftir líka sámuligu frúnni, ið stóð fyri húsinum. Hetta kundi ikki sigast ødrvisi á bland- málinum, enn at hann heyði ligið so og so nógvar nætur á hesi annars so høgt mettu frúnni, til miklan látur fyri lutraraskaran. Fyrilesturin hjá Odd Mathis Hætta er eisini verdur at nevna. Hann prátaði um sámamentan og religión. Hvussu trúgv og yvirtrúgv valdaðu. Í summum førum tókti mær, at hetta minti um Føroyar í gomlum døgum. At hava ymiskt fyri, ritual, tá ein kom ymsar staðir og at halda, at ymiskt var, læt okkum kalla tað, íbygt. Sera áhugavert. Eisini greiddi umboð frá Norsk Hydro okkum frá oljuvinnuni har á leiðini og um hvussu leitað verður og um hverjir vansar eru í slíkum arktiskum umhvørvi. hómast ljós | Loppa: glotti í num Leygardagin gekk leigin við M/S Mjánes til Øksfjord. Vit vitjadu Loppa Kommun- una, ið hevðu verið fyri fråflyting, arbeiðsloysi og svartskygni. Tó, góðar kreftir tóku saman hendur og vendu gongdini. Nýggi bygdarráðsformaðurin, orðfórandi, var ein livandi og litríkur persónur Hesin Arne Dag Isaksen greiddi livandi frá, saman við unga skrivstovu- ovastanum. Og satt var, sum norsku tíðindafólkini søgdu, at tað var nærum spell, at hann ikki var í stórri kommunu, tí hann var veruliga tað, ið har nevnist ein „medie begivenhed“ Loppa kommune hevur megnað at fáa hjólini at mala aftur. Nýggj alifóðurverks- miðja er bygd. Arne Dag koyrdi sjálvur gravkúnna, sigst, so gkið kundi gerast byggiklárt til tíðina. Russar og íslendarar Teir hava fasta avtalu við russar at landa har og íslendarar byggja stór fiskavirki á bryggjugkinum. Virkni og framfúsni var allastadir at hóma á bryggjuni. Í Noreg er eingin verja, lóg, sum sigur, at útlend- ingar ikki kunnu eiga fyritøkur, upp til 100%, hinvegin hevur ein norðmaður ikki loyvi til hetta sama, greiddi ein norð- maður mær frá, og skilti hann líka lítið sum eg av hesum síðsta. Arne Dag Isaksen hevði eisini tað heldur skemtiligu vending, ella áskoð- an,at Oslo var størsta útjaðara øki í Noreg. Tað var als ikki umvent! Sanniliga var ljós at hóma norðuri í dimminum. Ljóst var bert einar 3 - 4 tímar dagliga. Frá umleið klokkan 10 - 11 til klokkan 14:30. Men her í Loppa var svartskygnið horvið. Á hesum túrinum hildu eisini luttak- andi tíðindafólk fyrilestrar um ymiskt og greiddu frá sínum arbeidsøki og sínum landi. Hetta helt fram, tá vit aftur vóru við hús á kvgldi. Og øll tyktust samd um, at hetta var sera gevandi og áhugavert. Á kveldi var ein betri døguråi fyrireik- aður, við gllum góðum frá havinum, sera hugnaligt og væl smakkaði. Síðsta dagin, sunnudagin, gekk leiðin til orkuverkið í Alta. Vatnbyrgingin, ið gjørdi navnið Alta kent víða um, tí stór