Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 242 — 19. DESEMBER 1998 tíðindablað Ferðin á kavascootara og í sámatjaldinum átti ævintýrdámin á ferðini SSV Kendi danski sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen skerur sær ein bita av turkaðum reinsdjørakjøti í sámatjaldinum Båturin »Mjånes« førdi okkum til Loppa kommunu mótmæli vóru ímóti at byggja 110 metur høgu byrgingina. Nú, 10 ár seinni, er stridsøksin grivin. Orkuverkið er har, og umframt at geva megi, so hevur tað eisini atdráttarmegi. Ferðafólk í stórum tali vitja, fyri at síggja kendu og bergtakandi byrgingina og orkuverkið. Mest av gllum minti hetta meg um vitjan á Sórnfelli; at koyra niðan í fjøllini, inn í tunnilin við hurðum í og at ganga inni í stóru hellunum, har turbinurnar stóðu og at eta í hugnaliga hellinum, matstovuni, Men hetta var stórsligið, flott og hugtakandi. Eftir hesa vitjan gekk leiðin beinleiðis á flogvøllin og vit søgdu farvæl við russ- iska og norsku starvsbrødur okkara. Í Oslo søgdu vit so farvæl við restina av ferðaliðnum, tí nú fóru vit í allar ættir. Nøkur okkara fylgdust til Keypmanna- havnar, men eisini tóku danir flogfarið beinleiðis til Árhus Ein ferð, pakkað við upplivingum, var at enda. Ein ferð, har fyrri parturin, scootarin og sámatjaldið, átti ævintýr- dámin. Seinni helmingur aðrar uppliv- ingar og kunnandi løtur. Alt í alt eitt sindur av hvgrjum og sjáldan munnu so nógv hava sæð og upplivað so nógv uppá so stutta tíð. Eftir var bert ferðin til Føroya, har stormarnir leikadu og við harðligum tøk- um fluttu leikandi børn og skakaðu tryggjaðar húsatekjur. Gott var aftur at standa á heimligari jørð, eftir heldur harðliga innflúgving, id minti um lendingina í Tromsø nakrar dagar undan. Og tað gjørdi einki, um bussurin til Havnar var fullur av ferðandi, (og enn fleiri ferðandi, ið komu uppí á vegnum), súklum, barnavognum og vidføri. Mest av gllum minti hetta um eina av indisku bussleiðunum, ið ein sær í sjónvarpinum. Men eingin hekk uttanfyri og ongar hønur sótu í búri á tekjuni. Komin úr Kaldbakstunnlinum hugsaði eg, (meðan eg neyðhelt eini súklu, ið helst skal undir okkurt jólatræi): í dimm- inum hómast ljós. Nú var ikki langur vegur eftir. Í Loppa kommunu er svartskygnið horvið og nógv virksemi er á bryggjuni, har russ- arar landa eftir fastari avtalu og íslendingar byggja fiskavirki