Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 45 Leikur ER NAKAR ÁHUGAÐUR í ótrúliga fittum dukkuvognum við stálkassa og bogaðum stelli (gamalt snið – sum »Silver Cross«) Ógvuliga ringir at fáa fatur á, verða ikki gjørdir longur. Tlf. 214770 Lutaseðlar SKIPSLEIKIR 2003 Vinnarin av kurvini gjørdist lutaseðil nr. 19165. Vinnarin biðist venda sær til tlf. 220314. Takk fyri stuðulin. TB-piltarnir UNGDÓMSARBEIÐIÐ HJÁ HEIMAMISSIÓNINI 18. des vóru lutaseðlarnir drignir. Tølini vóru hesi: 1) 2353 2) 0765 3) 3495 4) 2262 5) 0979 6) 4299 7) 7699 8) 2973 9) 6845 10) 5563 11) 7899. Ert tú tann heldigi vinnarin, so send seðilin við fullari addressu til: HeimaMissións Ungdómur, 437 Nesvík. Takk fyri stuðulin! HeimaMissións Ungdómur 10. FL. MIÐVÁGS/SANDA- VÁGS SKÚLI 1) 1601 2) 1134 3) 1903 4) 1254 5) 1093 6) 1360 7) 1461 8) 1206 9) 1170 10) 897 11) 529 12) 1384 13) 346 14) 259 15) 199 16) 786 17) 1907. Avheintast á tlf. 333187/332777 Matur NEYTAKJØT TIL SØLU Skorið og pakkað, verður koyrt út har landfast er. Tlf. 223277- 423258 Pløgg TROYGGJA TIL SØLU Ein troyggja til føroyska kvinnu- búnan til sølu fyri 1400 kr, óbrúkt, stødd L. Tlf. 424116/724116 Samband MAÐUR ynskir samband við kvinnu 58-62 ár. Eg drekki ikki. Skriva til Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 7231 PARTNER SØGES Kvinde mellem 30 og 40 år som ønsker børn og familie. Jeg er selvstændig dansk landmand (planteavl), bor i Midtjylland, nær naturskønne områder mellem Viborg og Vejle. Jeg er 49 år, har brunt hår, grå grønne øjne, 182 cm. høj, 84 kg. er ikke ryger, har et godt helbred, er trofast og ærlig, har ingan børn, går ind for gensidig respekt og frihed for hinanden i et varigt forhold. Interesser: Naturen, mit erhverv, rejser og venner. Jeg søger en kvinde, som ønsker familie, der kan lide at bo på landet (3 km fra landsby med købmand og skole) er ikke ryger, trofast og (k)ærlig og har humor. Et barn under 10 år ingen hindring. Alle breve med foto får svar med foto. Skriv til Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 1642/3 Sjavs SJAVSKAPPING Sjavskapping verður leygardagin 3. januar 2004 kl. 16.00. N.S.Í. Súkklur CROSS TIL SØLU Aprilia MX50. Koyrt 3508 km. Einki útstoyt, til sølu fyri 15.000 kr. Nýprísur 25.000 kr. Hon er ca. 1 ár. Tlf. 448784/257018 SÚKKLA TIL SØLU DSB súkkla í góðum standi til sølu fyri 1000,- kr. Tlf. 314600 ella 252711 DAMUSÚKKLA til sølu fyri 400 kr. Er í o.k. standi. Tlf. 270628 SÚKKLUR Tvær lítlar barnasúkklur við stuðulshjólum bíliga til sølu. Tlf. 317880 eftir kl. 18 Teldur TIL SØLU IBM telda við Microsoft Windows XP, 500 MHz, 184 MB Ram, sera vælegnað til skúlabrúk og Internet, til sølu fyri 5.000 kr. Tlf. 455279 FARTELDA TIL SØLU Toshiba Satellite S2800. 700 MHz Intel Pentium 3, 192 MB Ram, 10 GB Harddisk, DVD, Modem, Netkort, 2 x USB, 13,3" Skerm, TV-out, Windows Me, Word, Works Suite. 5.000 kr. Tel. 509160 TELDA TIL SØLU AMD XP 2000+, 256 Mb DDR RAM (3200), Soltek botnkort við 6 kanals ljóðkorti, AGP x8 og USB 2.0, 80 GB harddisk, 32x12x40 brennari, win XP pro. 17" skerm, 1 joystik og eitt joypad, til sølu fyri kr 5500. Tlf. 313471/507585 TELDU OG EDV Blekk patrón til HP 359i og HP 350CBi, óbrúkt, til sølu fyri 250 kr. (+frakt). Tlf. 0045 86428627/ 0045 26747474 (eisini sms) TIL SØLU ein rudari (beinari) við 4 port svitch og ein access point 11mbps og eitt tráðleyst netkort 11mbps alt fyri 2000 kr. Ring tlf. 223491 X-BOX SPÆL TIL SØLU Wreckless, The Yakuza Mission, bilspæl 275 kr. Tlf. 441503 eftir kl. 18, Bárður X-BOX SPØL Fifa football 2003 og NRA kurvabóltur 2003 til sølu fyri 500 kr. Tlf. 448106 ella 508096 MODEM bíliga til sølu. Tlf. 314600 ella 252711 FARTELDA HP XE4500. Intel 1.7 Ghz Pentium 4. 256 MB DDR-Ram Pc266. 30 GB harddisk. 8xDVD. 32 MB Ati Radeon v/ tv-out. 16 bit ljóðkort. 45 K modem. 10/100 netkort. 14.1" skermur. Windows SP Pro, 4 mðr. garanti, 10.000 kr. Ring 222244 TIL SØLU Logitech ningman róður og eitt logitech ningman joystick, bæði eru lítið brúkt og til sølu fyri 500 kr. stk. Tlf. 265509 TELDA TIL SØLU AMD 133 MHz, 512 Mb ram, 40 Gb harddisk, 56K modem, 32 Mb Geforce 2 skermkort, Dvd drev og Windows XP Home, til sølu fyri 3.700,- teldan verður seld uttan skerm, mús og hátalarar. Tlf. 258411 HP/COMPAQ NX7000 FARTELDA 1,5 GHz Centrino – 512 RAM – 40 GB HD – 64 MB skermkort – widescreen (1680x1050) – dvd/cd- rw – stór taska – Bluetooth mús – sera ljóðleys. Nýprísur 25.000 kr. til sølu fyri 18.000 Tlf. 584487 PS2-SPØL TIL SØLU PlayStation 2 spøl til sølu: 'Max Payne', 'The Thing' og 'Devil May Cry 2' (300 kr pr. stk), 'Medal Of Honor: Rising Sun' og 'Mission Impossible' (nýggj spøl, 400 kr pr. stk). Ring til 229713, helst eftir kl. 18 TIL SØLU ein rutari (beinari) við 4 port switch og ein access point 11 mbps og eitt tráðlest netkort 11 mbps til berbærar teldur. Alt til sølu fyri 2.000 kr. agnar@online.fo GRAFIKKORT TIL SØLU Professionelt grafikkort, Diamond Fire GL2 AGP til grafik, film og tekniprogramm, sum t.d. Microstation, Autocad MCAD, og 3D-StudioMax bíliga til sølu. Ring 261680 Tónleikur BÝTI UM Eg eigi fløgur og LP, danskar og útlendskar. Eg leiti eftir føroyskum fløgum. Tlf. 0045 86428627/ 0045 26747474 (eisini sms) EL-GUITAR TIL SØLU Óbrúktur 1/2 ára gamal Yamaha AEX500 hálv-akkustiskur guitar við tveimum innb. mikrofonum (Magnetic Pickup og Piezo Pickup), einum 15 W VOX forsterkara og fótstativi til sølu. Ljóðar einastandandi. Nýprísur 8500 kr., til sølu samlað fyri einans 4500 kr. Saltangará, tlf. 260590 SUBWOOFARI TIL SØLU VDO dayton forsterkari 4x150 w., fyllir lítið. Kenwood KFC- 415, 12 500 w. MP3 SPÆLARI Archos jukebox recorder 10 GB mp3 spælari við usb. er 115 x 83 x 34 mm stórur. Til sølu fyri 1500 kr. Tlf. 313471/507585 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Lítið brúktur digitalur strong satellit móttakari frá Canal digital til sølu vegna flyting, nýprísur 2.990. Gev eitt boð. Tlf. 322958 YNSKIST Parabolskermur ynskist. Tlf. 227447 Ymiskt NEW YORK BESTIKK YNSKIST Eg mangli eitt sindur av New York (blankt) bestikkinum, og tað er gingið út, hevur nakar nakað at selja mær so ring. Tel. 311443 ERICSSON R600 Lítil og løtt fartelefon, hevur verið í nýtslu í 1 mðr. Verður latin fyri 650 kr. Tlf. 312602 SÓKNIST EFTIR einum at ferðast saman við til Kbn. tann 22. jan. og uppaftur 26. jan. altso ein vikuskiftisferð. Vinarliga ring 514765 NOKIA 5510 ca 24. mð. til sølu fyri 1.000,- Nýprísur 4.200,- Hevur m.a. WAP, Fm-radio og MP3 o.a. Ladari og headset fylgir við. Tlf. 318985 eftir kl. 16 FARTELEFON SMS Chatboard óbrúkt til Nokia 51xx og 61xx model. Góð til m.a. sms, telefonbók v.m. fyri 150 kr. (+frakt) Tlf. 0045 86428627/ 0045 26747474 (eisini sms) FARTELEFON Uppladari til Ericsson 626 óbrúkt við antennu til sølu fyri 100 kr. (+ frakt). Tlf. 0045 86428627/ 0045 26747474 (eisini sms) SAMSUNG A800 2 mán. gomul til sølu fyri 2.000 kr. Nýprísur 2.350 kr. Tlf. 257892 FLØSKUINNSAVNAN Leygardagin 3. jan. fara ogur undir innsavnan av fløskum. Ágóðin fer til svimjarar, ið koma at luttaka í kapping í DK. Ogur banka á dyrnar eftir kl. 13.00. Takk fyri. Gott nýggjár. Tvøroyrar Svimjifelag TRENINGSBONKUR við 30 kg. í leysum vektum til sølu. Tlf. 321002/521002 TIL SØLU Fartelefon: Samsung E 700 nýggj, við avsláttri. Sony Ericsson P800, nýggj við avsláttri. Sony Ericsson T610, við avsláttri. Tlf. 590099 EYGNAKANNING FYRI SEYÐAHUNDAR Djóralæknastovan saman við Føroya Seyðahundafelag skipa fyri eygnakanningum av seyðahundum 6.-7. jan. 2004. Teir, ið ynskja at fáa hundar sínar kannaðar kunnu seta seg í smb. við Eyðstein Jensen á tlf. 510195 ella við at senda ein teldupost til eyj@e-finance.fo Hetta er byrjanin til at gera eina skráseting av seyðahundum í Føroyum, og er tað tí umráðandi at so nógvir hundar sum gjørligt verða kannaðir. Tað er ikki krav at verða limir í Føroya Seyðahundafelag fyri at fáa hund sín kannaðan. Føroya Seyðahundafelag PINKUBARNASVIMJING Undirvísing í pinkubarnasvimjing byrjar í Kollafjarðar Svimjihøll týsdagin 6. januar. Bólkur 1: Pinkubørn 2-6 mðr. kl. 10.00. Bólkur 2: Pinkubørn 2-6 mðr. kl. 10.45. Skeiðið heldur fram, hvønn týsdag, til og við 20. apríl. Kostnaður 600 kr. Undirvísari er Majbritt Mohr, lærari í pinkubarna- svimjing. Tilmelding hjá Havnar Svimjifelag, mánadagin 5. januar kl. 17-18.30. á tlf. 319885 ella skriva til hs@hs.fo TIL SØLU 75 ymisk rundstemplaði serfrímerkir frá Finnlandi, frá árunum 1997- 2001 til sølu fyri 100 kr. + frakt. Tlf. 0045 86428627/0045 26747474 (SMS) TIL SØLU 50 ymisk rundstemplað serfrímerkir frá Finnlandi, frá árunum 1998- 2001 til sølu fyri 75 kr. + frakt. Tlf. 0045 86428627/0045 26747474 (SMS) FARTELEFONIR TIL SØLU Ein Nokia 3410 + eyka cover fyri 700 kr. og ein 7650 lítið brúkt selist til hægstbjóðandi. Min. 2.000 kr. Tlf. 250372 NOKIA 6510 Ein Nokia 6510 10 mðr. Til sølu vegna keyp av nýggjari, hevur m.a. wap, fm radio o.m.a. Nýprísur 2400, til sølu fyri 1200, ladari og headsett fylgir við. Tlf. 211680 TAKKARHEILSAN Til tykkum øll, sum hava stuðlað felagnum á ein ella annan hátt, takka vit hjartaliga. Gleðilig jól og gott nýggjár. Vágs Svimjifelag HYGG HER! Ein Nokia 3310 við nýggjum battaríi til sølu fyri 500 kr. Tlf. 317034/261089, Hjørtur TIL SØLU 1 par av Salomons-slalom ski brúktar + skistavar, 1 par túr ski, 1 par slalom stivlar str. 40 til sølu. Tlf. 448506 NOKIA TIL SØLU Ein sera góð Nokia 3310 við ladara til sølu fyri 600 kr. Tlf. 258411 MOTOROLA C350 1 mánaða gomul við litskermi, polyfoniskum ringitónum, spølum, vibrator, kalendara, GPRS og mangt annað. Headsett fylgir eisini við. Til sølu fyri einans 850 kr. Send mær ein mail: kd@post.olivant.fo BJARGINGARVESTUR Lítið brúktur bjargingarvestur 15-30 kg. til sølu fyri 150 kr. Tlf. 317880 eftir kl. 18 NOKIA 3650 TIL SØLU fyri 2000 kr. Ladari fylgir við. Telefonin hevur innbygt digitalt kamera, spøl og video, kann upptakast í 1 min. 16 megabyte pláss í tlf. o.m.a. Tlf. 250537 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Eg og foreldur míni takka hjartaliga fyri vitjan, gávur, heilsanir og alla hjálpina á konfirmatións degi mínum 5. okt. Við ynskjum um eitt av Harr- anum signað nýggjár. Eyð Justinussen, Tórshavn Góði Tummas Heri Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum. Takkk fyri alt tú ert fyri meg. Kona tín Góði babba Tillukku við 40 ára degnum. Vit eldka teg. Gleða okkum til leygarkvøldið. Ynskja Jón S., Hans K., Arnfinn og Johnfinn Góði Trygvi Jóhan Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum 31. des. Her er tú cool. Heilsan mamma og babba Heja Stefan Hjartaliga tillukku við teimum 40 árunum í morgin Ynskja vit Á Merkrunum 23 Góði fitti Jákup Hjartaliga tillukku við 5 ára føðingardegnum. Ynskja Óli, Ester, Tóri, mamma og babba Góða fitta Linda Hjartaliga til- lukku við 9 ára føðingardegnum 5. januar. Jesus pápi signi lívsleið tína. Her eru tit fitt bæði sum altíð. Tey allarbestu ynskir frá okkum her norðuri. Abbi og omma Góði elskaði Otto Hjartaliga tillukku við 13 ára føðingardegnum, ið var nýggjársaftan. Jesus pápi signi framtíð tína. Ynskja mamma, babba, Eyð og Oddbjørg Til tann hippi-asta bartendaran Hey góða. Takk fyri góða service. Heilsan vælnøgdir kundar Heyyy Darling Smell nú ikki um av stress. Tað er altíð pláss til ein afturat. Heilsan kraftfóður og hoyggj C M Y K 45 44 Sonni Jacobsen valevni Miðfloksins í Vágum Seinasta valskeið hevur víst, at Miðflokkurin er ein støðufastur, álítandi og samstarvsfúsur flokkur, sum ikki gongur upp á kompromis við síni grund- sjónarmið. Vit, sum kenna Mið- flokkin og tey fólk, sum manna henda flokk, eru ikki skøkk. Men tað munnu vera tey, sum undrast? Ella vistu tey hetta framman- undan, men royndu bert at spilla flokkin út? Undir øllum umstøðum vóru tað mong, sum lótu illa at og hildu illa standa til, tá tað frættist, at "Miðflokkurin" skuldi við í samgongu. Hvør skal siga, nú var illa statt, nú fór alt púrasta út at koyra. Tey fingu so ein "positivan" hvøkk. Tað tey høvdu pástaðið um Mið- flokkin helt als ikki í veru- liga lívinum. Og sjálvandi ikki. Uttan aðra sammeting so kemur mær til hugs, tá Ronald Reagan var settur amerikanskur forseti. Tá vóru tað fleiri altjóða ser- frøðingar sum í ramasta álvara vildu vera við, at nú stóð illa til í heiminum. Hasin maðurin var púra óútrokniligur, søgdu tey. Ja, ein fekk ta fatan, at tað fyrsta Reagan fór at gera, komin í "ovalað rúmið" var at trýsta á reyða knøttin og byrja triðja heimsbardaga. Tey fóru skeiv. Reagan vísti seg faktiskt at vera líka frægur forseti, sum flestu undanmenn hansara. Hetta var alt politisk propaganda, tá alt kom til stykkis, sum so mangan í søguni. Hvat so við øllum "ræðu- søgunum" um Miðflokkin? Út frá politisku mótstøðu- fólkunum far ein ta fatan, at Miðflokkurin gongur inn fyri reinum miðaldarligum ella gamlatestamentligum standi. Alt hetta er sjálv- andi humbukk og møsn. Sum eg síggi tað, stendur Miðflokkurin ikki fyri nógv øðrum enn t.d. Jó- annes Patursson sáli og mangir aðrir høgt virdir politikarar gjørdu í sínari tíð: Einum modernaðum, kristnum, frælsum og demokratiskum Føroyum. Í gomlu kristnu Føroyum var hetta hildin ein dygd. Í nútíðar - eg skal ikki siga heidnu - men nógv minni kristnu Føroyum, verður hetta hildin ein last. Og hetta er veruleikin! Mótstøðufólkini siga, at vit ongar moralskar ella átrúnaðarligar reglur mega hava, tí fólk mugu kunna velja sjálvi. Trupulleikin er bara tann, at tey hava einki at seta í staðin. Úrslitið verður tí eitt samfelag við ongum føstum etiskum ella moralskum reglum og tað kann einki samfelag liva við í longdini. Hetta er tí reint ábyrgdarloysi og tað kann prógvast. Tað er roynt fyrr í søguni! Øll tey ríki og tær mentanir, sum hava slept øllum moralskum reglum eru fallin. Vit hava andaliga, etiska og moralska sannleikan sum barlast. Vit gloyma ikki tey veiku og illa fyrikomnu í samfelagnum, men taka samstundis ikki fíggjarliga stuðulin undan teimum, sum klára at bjarga sær sjálvum. Hetta er miðpolitikkur. Fyrst hevði Miðflokkurin ov lítlan politikk, søgdu tey. Nú sýnist hann at hava ov nógvan politikk? Tá vit tosa um at varðveita Føroy- ar sum eitt land, sum byggir á eitt modernað, kristið, frælst og demokratisk grundarlag hava tey bara eitt mótspæl. Eina verju, tey skríggja: "fundamental- isma!" Eg ivist stórliga í um tey vita hvat funda- mentalisma er fyri nakað? Tað ljóðar bara passaliga ljótt og niðrandi - júst sum tá børn rópa ókvæmisorð hvør eftir øðrum. Vilt tú í dag verja tey veikastu í samfelagnum er lønin so- statt ókvæmisorð, og hetta frá teimum, sum siga seg vera so "human". - Skilji tað hvør ið skilja kann. "Humanisman" hjá hesum røkkur neyvan longur enn til tey sjálvi? Um ikki annað kom burt- ur úr seinasta valskeiðið, so frøir tað meg, at vit í øllum førum fingu víst, at ákær- urnar og speii mótvegis Miðflokkinum vóru buldur úr tómum tunnum. VIÐMERKINGAR Støðufastur og álítandi