Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSU Nr. 242 — 19. DESEMBER 1998 Nú fer hond- bólturin s mw Á í jólafrí Hondbóltur: Seinastu dystirnir í grundspælinum verða spældir í dag og í morgin. Hjá kvinnunum er vinnarin av grundspælinum funnin, men hjá monnunum kann VÍF framvegis troka Kyndil av ovastu rókini EmiL L. JACOBSEN Eina ferð um hálvgum seks tíðina í morgin endar grundspælið í hondbóltskappingini hjá teimum vaksnu. Tá hava øll liðini spælt móti hverjum ødrum tvær ferðir, og tilsamans hava liðini spælt tól dystir í part Tey flestu munnu vera samd um, at kappingin higartil í ár hevur verið ein tann besta nakrantíð við tað, at liðini eru so jøvn, og gll liðini missa stig Tá grundspælid er liðugt, verða stigini hjá gllum liðunum býtt í helvt og rundað av uppeftir. Og tá endaspælið so byrjar mikudagin 6. januar í 1999, verður kappingin enn javnari enn hon er nú — í gllum fórum á stigatalvuni, men vænt- andi eisini á vøllunum kring land- ið Her verður ikki tikið samanum kappingina higartil, tí tað er meira hóskandi at gera tað týsdagin, tá seinastu dystirnir í fyrru helvt av kappingini eru spældir, men vit kunnu hyggja nærri at seinasta umfarinum av grundspælinum, sum verður spælt í dag og í morg- in. Hjá kvinnunum hevur Kyndil, sum vann FM-heitið seinast, spælt allar sínar dystir, meðan bæði Stjórnan og VB framvegis hava tveir dystir eftir. Tað kann tosast nógv um, hví tað er so, men fyri VB merkir tað enn eitt vikuskiftið við tveimum dystum norðanfyri — annað vikuskiftið á rað og tað triðja tilsamans í hesum kapping- arárinum. Vágskvinnurnar hava saman við Gf/Tjaldrinum ligið niðast alt Lesið eisini itrottin á Internetinum 2 Í www.sosialurin.fo Fá H71 og Neistin spældu i landskappingini fyrr í ár, vunnu Finnur Hansson og teir 26-18. Í morgin skulu Kári Mortensen og hinir so royna at beta um tað úrslitið Mynd: Álvur Haraldsen kappingarárið higartil, og enn hava tær einki stig fingið á úti- velli. I dag spæla tær í Vestmanna, og í morgin gongur leiðin so inn á Skála. Tey flestu munnu ikki rokna við, at VB fær nakað stig hetta vikuskiftid heldur. Bæði VIF og StIF eru væl við í kappingini, og hjá báðum hesum liðunum ræður um at vinna seinasta dystin, so tað verður enn tættari, tá farið verður í holt við endaspælið Stjørnan byrjaði kappingina við at spæla fýra útidystir, áðrenn tær fingu sín fyrsta heimadyst. Í dag spæla klaksvíkss zenturnar á Kambsdali, og í morgin enda tær heima móti Neistanum Liðið hjá norðoyingum byrjaði við at vinna á Kyndli, men teir mongu útidystirnir í byrjanini gjørdu annars, at Stjørnan lá eitt sindur aftanfyri hini oddaliðini, sum kappingin gekk. Men á heimavelli hava tær enn ikki tapt, og stigini, sum eru komin til høld- ar i Kl-høllini, hava togað liðið upp aftur miðum hinar FM-kandi- datarnar. GÍ/Tjaldrið tapti ikki minni enn 13-34 í steypakapping- ini móti Neistanum h6skvøldid, og tað er lítið sum bendir á, at tær kunnu gera nakað við formsterku Stjørnuna. So sær tað meira spennandi út sunnudagin, tá Neistakvinnurnar vitja í Klaksvík. Tá hesi bæði lið- ini spældu í Havn fyrr í kapping- ini, vann Neistin so tepurt sum 21-20, og við styrkini, sum Stjørn- an vísir á heimavølli, har åskod- ararnir allir sum ein standa saman um liðið hjá sær, mugu tær metast sum lítlir favorittar. Men stórsig- urin hjá Neistanum á Kambsdali hóskvgldið gevur eisini teimum góða barlast at fara til Klaksvíkar við, hóast tann dysturin neyvan verður eins lættur og tann móti GÍ/Tjaldrinum, har Neistin longu í hálvleikinum var á odda 16-5. Spennandi dystur í Vestmanna Hjá monnunum er tað enn ikki avgjørt, hvør vinnur grundspælið. Kyndil hevur spælt allar sínar tólv dystir og er í løtuni ovast við 18 stigum. Tað kunnu féroyameist- ararnir úr VÍF eisini koma, men so krevst av teimum, at teir vinna heimadystin móti StÍF í dag, og tað kann vísa seg at gerast ein tung uppgáva. StÍF vísti stórspæl móti júst Kyndli mikukvøldid, har teir vunnu 27-23. Her er ógjørligt at finna nakran upplagdan vinnara frammanundan, men um tað eydn- ast StÍF at vinna dystin, byrja teir endaspælið við sama stigatali sum VÍF (8 stig), hóast teir enda grund- spælið við einum stigi færri Kyndil byrjar endaspælið við 9 stigum, so tað verður so at siga byrjað aftur frá null tann 6. januar Í Havn í morgin verður lokal- uppgerð millum H71 og Neistan H71 hava ikki spælt landskapp- ingardyst síðani 5. desember, tá teir taptu við einum máli móti StlF á Skála. Tvær vikur eru gingnar síðani tá, og allir hinir dystirnir, sum hava verið ímillum, hava elvt til, at steypavinnararnir frá í fjør eru dotnir niður á fjórða plássið. Neistin vann tyskvøldid á Tjaldr- inum uttan at spæla væl, men teir eru nå bert eitt stig aftanfyri H71. Men tað tykist kortini ikki, sum um Neistin hevur heilt ta somu styrkina sum liðini omanfyri teir, og H71 má eisini sigast at vera mest upplagda boð upp á ein vinn- ara í morgin. Um tað eydnast åvikavist StIF og H71 at vinna sínar dystir um vikuskiftið, sær stødan, tá endaspælið byrjar, so- leiðis út: Kyndil 9 stig, VIF 8 stig, StÍF 8 stig og H71 8 stig! Javnari kann tað næstan ikki vera. Botndysturin hesaferð er í Runavík millum Tjaldrið og KÍF. Á tí væl kenda >pappírinum< er hetta besti møguleiki hjá Tjaldrin- um at fáa nakað stig, og tað er í gllum fórum seinasti møguleiki í grundspælinum. Urslitid av hes- um dystinum fær eisini stóran tydning fyri útgangsstýðuna í endaspælinum. Um KÍF vinnur, byrja teir við 4 stigum, meðan Tjaldrið einki hevur, men um Tjaldursmenn vinna, hevur KÍF 3 stig og Tjaldrið 1, tá lagt verður til brots aftur 6. januar. Í STOÐAN - menn: 1. Kyndil 125900 59 325 - 295 18 2. VÍF 1 8 0 3 324 - 262 16 3. StíF 1 6 í 4 316 - 275 13 (4. HT1 1 6 í 4 317 - 281 13 5. Neistin 1 68 0 $ 259 - 255 12 6. KÍF ss 2 2 7 268 - 325 8 7. Tjaldur 180 0 1 268 - 381 o Leygardagin 19.12.98 Sunnudagin 20.12.98 16:00 VÍF-StíF 16:00 Tjaldur-KÍF 16:00 H71-Nelstin