Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} Nr. 242 — 19. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S062/U% Sámal Erik >Bagge< Hentze (h.m.) var góður stuðul hjá toftamonnum í 1997, og tað verður hann eisini í 1998. B68 fær harumframt tveir brasilianskar spælarar til komandi kapping ambafotboltur á Svangaskar0i… Få BI Fótbóltur: B68 fær styrk uttanífrá til fótbóltskappingina 1999. Spælarar koma úr bæði B36 og HB, og harumframt koma tveir úr Rio de Janeiro EMiL L. JACOBSEN Seinastu árini hevur B68 leitað sær uttanlands eftir spælarum at styrkt um sítt 1. deildarlið. Royndirnar hava ikki verið góðar, men á Toftum ásanna tey, at um liðið skal vera millum tey ovastu, er neyðugt við styrki uttanífrá. Og eisini næsta ár verða tað ikki bert føroyingar, sum fara at manna liðið hjá B68, ið hevur vunnið før- oyameistaraheitið tríggjar ferðir í lutfalsliga stuttu søgu felagsins — seinast í 1992. Talan er um tveir spælarar úr Brasilia, og hetta ljóðar sum vera man sera spenn- andi. Tað má sigast at vera rættiliga forkunnugt, at bra- silskir fótbóltsspælarar spæla við føroyskum liðum. Tey sum eru nóg gomul, munnu minnast, tá brasilska Nú skal meldast til Mjelnirkappingina | NS Cup verður 9. og 10. januar, og meldast skal til kappingina nú . januar, og = kappi ingin fer fram á n 45 57 38 millum 00 og klokk- — an 22.00. Ti eisini Sigur, er ) Norðoya Sparikassi sum er hevuðsstuðul hjá kappingini. liðið Atletico Mineiro var í Føroyum og vitjaði á ólav- søku í 1986. Tá spældu teir móti einum býliði úr Havn, og nógv halda framvegis, at betri fótbóltsspæl enn tað, brasilska liðið vísti tá, ikki er sæð í Føroyum síðani. I fjór vandi ein brasiliu- maður nakrar ferðir vid HB, meðan hann var í Føroyum og ferðaðist, men eftir hvat hesin greinaskrivarin veit, verður tað fyrstu ferð, at tað koma menn úr Brasilía til Føroyar bert fyri at spæla fótbólt við einum føroysk- um líði. Niclas Davidsen, formað- ur í B68, er eisini spentur úpp á framtíðina. Tá vit spyrja hann, um hetta stigið er ráðiligt, eftirsum B68 ikki hevur havt so góðar royndir av útlendskum spælarum, svarar hann: — Eg roknaði við, at tú fór at seta handa spurningin, men gjøgnum árini hava vit fingið fleiri góðar kontaktir, og sambandið millum okk- um og hesar báðar er komið frá álítandi kontaktum, sig- ur Niclas Davidsen. Sum oftast borgar Bra- silia fyri góðari góðsku, tá tað kemur til fótbóltsspæl- arar, og hesir báðir, sum nú koma til B68 — annar er miðvallari og hin áleypari — fara ivaleyst at geva før- oysku kappingini nakað nýtt og spennandi, og teir fara ivaleyst eisini at styrkja væl um B68-lidid, sum hev- ur havt misjøvn úrslit sein- astu årini. Tveir B36-arar eisini til B68 Umframt hesar bådar bra- siliumenninir fær B68 eisini styrk úr Havnini. Í ár vóru verjuspælarin Sámal Erik Hentze (fyrr HB) og mál- maðurin Magnus Poulsen (fyrr B36) í B68, og tað verða teir aftur næsta ár. Harumframt fara teir báðir B36-ararnir Finn Mørk og Fróði Clementsen eisini at spæla við B68 í 1999. Teir spældu báðir við 2. deild hjá B36 i ár, men fingu ikki nógva spælitíð á 1. deildar- liðnum. Tað hevur kortini ikki bert verið tilgongd hjá B68, síðani landskappingin end- aði fyrst í oktober mánaði. Fyrr í ár gjørdist greitt, at ssur Hansen og Fróði Benjaminsen skulu spæla við B36 næsta ár, og tað hoyrist framvegis, at Jákup Eli Hansen fer at spæla við ðrum av høvudsstadarlid- unum komandi ár, allarhelst í HB, har ein annar fyrr- verandi B68-ari, Súni Fridi Johannesen, hevur spælt í ár. 23 Lutakast til EM fyri U16 og U18 Fótbóltur: Hósdagin varð kastað lut í EM-kappingunum fyri U18 liðini hjá gentum og U16 og U18 hjá dreingjum U18 - gentur Bólkur BS: Ongland Føroyar Ukraine … umframt liðið, sum endar nummar 2 í 1. umfars- bólkinum. Tað verður Turkaland, Moldavia, Bulg- aria (teirra luttøka er ikki heilt greið enn) ella Slovenia Kappingin er skipað í trý umfør Í 1. umfari eru 16 lið í fýra bólkum, har av nummar eitt og tvey koma víðari til 2. umfar. Í 2. umfari koma Føroyar so við, og í hesum umfarinum eru tilsamans fimm bólkar Nummar eitt og tvey í 2. umfarsbólkunum koma so víðari til 3. umfar av kappingini. Í hesum um- farinum eru fýra bólkar. Og europameistarin verður so funnin í einum finaluumfari við fýra liðum. Hetta eru tey fýra liðini, sum vinna bólkarnar í 3 umfari Í 2. umfari, har Føroyar eru við, skulu dystirnir vera spældir áðrenn 20. desember 1999. Í 3. umfari skulu dystirnir vera spældir áðrenn 20. maí 2000. U16 - dreingir Bólkur 13: Føroyar Liechtenstein Finnland Hendan undankappingin er skipað i 15 bólkar — 11 bólkar við trimum liðum og fýra bólkar við fýra liðum. Her skulu dystirnir vera spældir áðrenn 10. mars í 2000. UEFA skal hava boð frá teimum ymsu fótbóltssambondunum um, nær dystirnir verða spældir, í minsta lagi 3 dagar áðrenn fyrsta dystin í bólkinum, og í seinasta lagi 15. apríl 1999. Teir 15 bólkavinnararnir koma í endaspælið saman við Ísrael, sum skipar fyri. Í endaspælinum verða liðini býtt sundur í fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum, altso júst so sum vit kenna tað frå EM hjá teimum vaksnu liðunum. EM-endaspælið hjá U16 dreingjaliðunum verður spælt í februar 2000. U18 - dreingir Bólkur 6: Finnland Ungarn Albania Føroyar Kappingin hjá U18 liðunum hjá dreingjum er býtt upp í 14 bólkar. Átta av bólkunum hava fýra lið meðan hinir seks hava trý lið. Her skulu dystirnir í undankappingini vera spældir í seinasta lagi 30. november 1999 Og eins og hjá U16 liðunum skal UEFA hava fráboðan um dystarskránna í seinasta lagi 15. apríl 1999. Tá undankappingin er liðug, verður spælt eitt slag av >miðalumfari<, har teir 14 bólkavinnararnir verða býttir í sjey bólkar (sostatt verður bert ein dystur í hverjum >bólki<). Vinnararnir fara saman við Týsklandi, sum skipar fyri, til EM-endaspælið, sum verður í maí mánaði ár 2000. Misjavnt føroyskt lutakast Fyri føroysku liðini má sigast, at lutakastið var eitt sindur upp og niður. U18 kvinnulandsliðið kom aftur í bólk saman við Onglandi, sum vit fyri ikki so langari tíð síðani taptu stórt ímóti. Hinvegin er vert at festa seg við, at í kappingini hjá U16 dreingjaliðnum eru Føroyar komnar í bólk saman við Liechtenstein, sum má sigast at vera lægri í metum enn Føroyar, tá tað kemur til fótbólt, so her skuldu føroysku U16 dreingirnir ivaleyst havt ein góðan møguleika fyri at fingið okkurt gott burturúr.