Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teltlupost til sostkalurn itrottar 13 ítróttin: emil Csosialurin.fo Johan Danielsen fegnast um enn eitt mál til StÍF. Sjálvur syrgdi hann fyri, at VÍF ongantíð kom í nær námind av StÍF-liðnum Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo 7) Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur: Javnasta grundspælið nakrantíð endaði við fleiri óvæntaðum úrslitum, bæði í kvinnu- og í mansdeildini EMiL L. JACOBSEN Fyrra helvt av føroysku hond- bóltslandskappingini endaði um vikuskiftið, og hon endaði við fleiri ikki sørt óvæntaðum úrslit- um. Eitt tað, sum fólk blivu mest bilsin av, mundi vera, at kvinnu- liðið hjá VB, sum í 10 dystum bert hevði fingið tvey stig, megn- aði at vinna bæði í Vestmanna og á Skála, og tað enntá dag um dag. So at siga alla kappingina hava tað verið tvey avgjørd botnlið í kappingini hjá kvinnunum: VB og GI/Tjaldrid. Tey tvey stigini, VB- kvinnurnar høvdu undan hesum vikuskiftinum, høvdu tær fingið á heimavglli móti hinum botn- liðnum Gl/Tjaldrinum. Tí tóku vágskvinnurnar gll á bóli við teim- um báðum sigrunum. Eisini Gl/Tjaldrið fekk eitt 6- væntað stig burturúr vikuskiftin- um, tá tær leygardagin fingu javn- leik móti Stjórnuni. Eins og VB hevur Gl/Tjaldrið ofta havt tað torfórt móti hinum liðunum í deildini, og bert fáar dagar áðrenn javnleikin móti Stjórnuni høvdu tær tapt stórt móti Neistanum í steypakappingini. Fyri GI/Tjaldr- ið var tað bert spell, at VB fekk ikki minni enn fýra stig, tí hóast javnleikin bleiv samanlagda eyst- uroyarliðið enn meira einsamalt í botninum. , Hjá monnunum vísti StÍF í Vest- manna, at teir eins væl og onnur lið kunnu strúka avstað við FM- gullinum. Spælið hjá strandaliðn- um hevur koyrt sera væl í seinast- uni, og í Johan Danielsen eiga teir eisini besta málmannin í landin- um. Um StÍF megnar at halda dampinum uppi, kann alt henda. VIF-lidid tykist vera nógv vikn- að síðani í fjør og í fyrra árið, tá teir blivu føroyameistarar. Ingi Olsen er ikki við meir, og enn hevur venjarin Daniel Rapa — sum eisini hevur verið sera óheppin, tí hann hevur verið skaddur ein stór- an part av tíðini, hann hevur verið í Vestmanna — ikki veruliga megn- að at sett dám á liðið. Kyndil hevur gjørt eitt kupp við venjaranum Jacobi Jonsson, sum helst er besti útispælari í føroysku kappingini í løtuni. Tað frættist, at liðið hjá Kyndli verður enn meira styrkt í endaspælinum við monnum, sum fyrr hava spælt í felagnum, og tað ger eisini Kyndil til ein av fremstu FM-favoritt- unum. Tá kappingin byrjaði, var H71 eisini ein av fremstu favorittunum, men teir hava víst seg at missa stig á løgnastu støðunum, og tað kann kosta, tá tað verður talt sam- an fyri seinastu ferð tann 1. apríl. Tey mundu ikki vera nógv, sum roknaðu vid, at H71 fór at vera tað niðasta av teimum trimum høvudsstadarlidunum, tá grund- spælid var lidugt, men tad er stød- an nú. I Neistanum hevur venjarin An- dreas F. Hansen havt góða åvirk- an, og hann hevur lyft aðrar upp á eitt hægri stødi. Kári Mortensen hevur altíð verið á høgum stødi og er tað enn, men eisini ein mað- ur sum Karl Oddmar Rasmussen hevur havt eitt gott ár higartil. KIF hevur gjørt tað gott í ár, eftir at útlitini beint áðrenn kapp- ingin byrjaði, ikki vóru av teimum bestu. Teir tríggir HB-ararnir All- an Mørkøre, Rói Arting og Súni Fríði Johannesen hava styrkt nógv um liðið, men spurningurin er, hvat verður av KÍF, tá fótbólturin byrjar aftur longu í komandi mán- aði Tann spurningurin er eisini rættiliga aktuellur í Runavík, har Tjaldrið endaði grundspælið uttan stig. Fleiri ferðir var nær við, men eydnan hevur ikki verið við Tjald- ursmonnum, sum komu seinni í gongd enn hini liðini. Nú verða øll stigini býtt í helvt, og í Tjaldr- inum kunnu teir ugga seg við, at teir í øllum førum ikki missa nak- að stig av hesum! Og sum heild hava teir heldur einki at missa, tí eingin væritar nákað av teimum.