Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar SOS R Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 Heidi Harviken farin aftur til Noregs Hondbóltur: Sterki bakkurin/miðspælarin hjá Neistakvinnum, Heidi Harviken, er farin aftur til Noregs Emi L. JACOBSEN Í kappingini i ár hevur ein nýggjur spælari verið at sæð uliðnum hjá Neist- anum. Tað er Heidi Harvik- en úr Noregi, sum hevur spælt á høgra bakkinum og á miðjuni hjá Neistaliðnum Heidi Harviken er 24 ára r- gomu! og frá kiverum Hed im Taðer okkurt Hedemørkinm. 1að er okkurt um 120 kilometrar frá Osk Hon hevur altíð havt ein dreym um at vitja F Ísland og Grenland seinasta hálva árið he hon verið skifusnæn á Læraraskúlanum hevur Ul IKKI Vero í I I £ É 3 Q 3 = | var i Føroyum, og tað var av tilvild, at eg endadi i Neistanum, sigur Heidi Harviken f leikskrånni hjå Neistanum til dystin móti VB tann 13. desember — Tað var Hans Holm, sum spurdi meg, um eg hevði áhuga fyri at spæla hondbólt, og eg helt eisini, at hetta var eitt frålikt høvi til at hitta føroyingar, sigur Heidi Harviken, sum í Nor- hevur spælt í 3 e og á deild Har hevur hon spælt vinstri bakkur, men í Neist- anum varð hon mest brúkt sum høgri bakkur ella á miðjuni. Í byrjanini gekk tað væl hjá henni, og hon skeyt nógv mál, men eftir at hon breyt ngsina í dysti ur hon ikki verið so eyðsæð — Kyndil hevur tað besta løtuni, og tær eru væl samanspældar. Men eistin kann rætta nøk- 7 á liðnum, kunnu tær kvinnuliðið í eisini vera við í toppinum, sigur Heidi Harviken, sum altso sjálv ikki verður við á Neistaliðnum meir. Hon hevur annars ikki spilt tíðina burtur, meðan hon hevur verið í Føroyum. Umframt at ganga í skúla og spæla hondbólt hevur hon m.a. verið á fjalli í Vág- unum og gingið til Gása- dals. Hon hevur vitjað allar oyggjarnar í Føroyum uttan Dímunar og Hest — og tað er meira, enn tú kanst siga um nógvar føroyingar… (Kelda: Leikskráin hjá Neistanum) Heidi Harviken skeyt nógv mål i byrjanini av kappingini, men i seinastuni var hon ikki so nógv frammi John Petersen fer til Schweiz Fótbóltur: Skálamaðurin i B36, John Petersen, fer í næstum til Schweiz, har hann skal royna seg á einum 2. deildarliði EMiL L. JACOBSEN I løtuni ger hann mest um seg á hondbóltsliðnum hjá StIF, men tey, sum fylgja við, munnu vita, at John Petersen eisini telist millum okkara frægastu fótbólts- spælarar. Skálamaðurin, sum sein- astu tvey árini hevur spælt við B36, og sum fyrr eisini hevur spælt við GI og B68, fer eftir ársskiftið til Schweiz, har hann skal royna seg á einum 2. deild- Ein vælkend sjón í føroyskum fótbólti seinastu árini. Nú verður hetta kanska eisini lagi í Schweiz, har John Petersen skal royna at spæla seg til ein sáttmála arlidi. Hetta er eitt felag, sum eitur Yverdon, og sum ligg- ur okkurt um ein tima frå meira kenda bynum Gen- eve Liðið spælir sum sagt í 2. deild, men teir satsa upp å uppflyting, og eftirsum kappingin í Schweiz er skipað á tann hátt, at rætti- liga nógv lið flyta upp og niður, skuldi góður møgu- leiki verið fyrr, at liðið fer at vinna sær pláss í bestu deildini. John Petersen skal í fyrstu atløgu niður til Schweiz í eina viku, og um hann stendur seg væl har, skal hann við liðnum á venjing- arlegu í Marokko stutt seinni. Yverdon ætlar at leiga John Petersen frá B36 í eitt hálvt ár fyri fyrst, og um báðir partar eru nøgdir við hetta hálva árið, eru góð lík- indi fyri, at ein sáttmáli verður gjørdur. Schweiz í aldudali Schweiziskur fótbóltur er ikki millum teir mest frammarlagu í Europa. Landsliðið stóð seg væl fyri nøkrum árum síðani, tá bretin Roy Hodgson var venjari, og teir rukku 2. um- far av HM-endaspælinum í USA í 1994. Tvey ár seinni var Schweiz eisini við í EM-endaspælinum í Ong- landi, men her gekk ikki so væl, og liðið úr Alpunum megnaði ikki at spæla seg til HM í Fraklandi í summar. Fremsta orsøkin til, at tað ikki hevur gingið so væl í seinastuni, sigst vera, at landsliðið ongantíð er komið fyri seg eftir miss- in av Hodgson, sum gjørdi tað áhugavert at spæla á schweiziska landsliðnum. Á felagsstødi er tað Grasshoppers úr Ziirich, sum er fremsta liðið. Men eisini her er fótbólturin í einum lítlum aldudali, og fyri kortum fekk venjarin hjá Grasshoppers sekkin, tí liðið ikki kláraði at koma við í pengasterku Champ- ions League í ár. Tað hevur ikki verið so nógv samband millum før- oyskan og schweiziskan fótbólt upp gjøgnum árini, men fyri ngkrum árum síð- ani spældi HB í intertoto- kappingini móti schweiz- iska liðnum Aarau, og har var stórur munur á.