Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 EMiL L. JACOBSEN Við framúskarandi mål- mansspæli, disciplineraðum verjuspæli og flótandi á- lopsspæli helt StÍF sær á gleimi í Vestmanna og gav 1. manslidi VÍF sítt kanska størsta tap nakrantíð á heimavølli í landskapping- ini. StÍF vann íkki minni enn 41-25, og tað var ikki eitt mál ov nógv. Fyri at taka málmans- spælið fyrst, so var tað enn betri enn móti Kyndli fyrr í vikuni, og tá var tað sera gott. Johan Danielsen tók alt, sum vestmenningar sendu ímóti honum, serliga fyrsta korterið, tá StÍF kom á odda 12-3. Hetta er ein næstan 6- hoyrd stóða í Vestmanna, har VÍF hevur verið føroya- meistari tvey tey seinastu årini. Men leygardagin var tað StÍF, id spældi sum ein føroyameistari. Tað hava teir gjørt fyrr, men ofta hev- ur tað verið ov svingandi hjá strandaliðnum, og tí hevur tað ongantíð eydnast teimum at standa seg móti VÍF og Kyndli á stigatalv- uni, tå samanum er komið. Í løtuni hevur StÍF besta liðið í landinum — ella kan- ska er tað rættari at siga, at teir hava best spælandi liðið í landinum. Seinastu tveir dystirnar hava teir vunnið móti oddaliðunum, og um teir megna at halda tað, sum teir hava víst seinastu vik- una, ja, so endar gullið í Eysturoynni í ár. Frá 12-3 tók VÍF seg upp á 13-7, men nærri sluppu teir ikki. Tá hålvleikur var, vísti máltalvan 9 til heima- liðið og 20 til útiliðið. Eins og ímóti Kyndli mikukvøld- ið var StíF-álopið í hopla, og fimm spælarar býttu tey 20 málini ímillum sín. Hetta er eisini ein av styrkjunum hjá StÍF. Teir hava góðar og málsóknar spælarar á øllum plássum, og eingin er bang- in fyri at royna seg. Spælið gongur skjótt og væl, og teir eru nóg væl fyri kropsliga til at halda ferðini uppi. Í verjuni eru teir nærlagd- ir og vita, hvar teir skulu leggja trýstið. Áki Olsen, sum vanliga skjýtur mál uppá strípu fyri VIF, fekk einki burturúr leygardagin, og hann skeyt bert trý mál henda dystin. Og tá tað samstundis eydnaðist StÍF at skora í so at síga hvørjum álopi, kundi tað ikki ganga gðrvísi. Við hålvleiksstøduni 20- 9 kundi ein trúð, at strand- ingar fóru at slakka eitt sindur av í seinna hálvleiki, men so varð ikki. Teir hugn- aðu sær úti á vellinum, og ítróttar Sosialurin Føroyameistararnir vóru í dýrastu neyð Hondbóltur: Við målmansspæli í serklassa var StíF- málverjin Johan Danielsen grundarsteinurin fyri eyðmýkjandi heimaósigri til VÍF eftirsum hetta var seinasti dysturin áðrenn jólasteðgin, var heldur eingin orsøk til at spara seg. Júst tað at kappingin nú heldur ein steðg upp á tríggjar vikur, kann vísa seg at gerast óheppið fyri StÍF. Teir hava riðið á aldukamb- inum seinastu tíðina, men tað at kappingin nú verður avbrotin, kann bróta rútm- una hjá teimum. Tað frættist eisini, at John Petersen, sum hevur riggað sera væl sum vongur í sein- astu dystunum, fyrst í janu- ar mánaði fer av landinum í fótbóltsørindum, og tað er ein stórur missur fyri StfF- liðið. Teir hava í seinastu dyst- unum skift millum lítið og einki út — teir seks sum byrja inni, spæla so at siga allan dystin. Tað hevur rigg- að væl og hevur eisini skapt eina kjarnu, sum kann fara, um onkrir av spælarunum falla frá. Men um strandingar kunnu endurtaka avrikini móti Kyndli mikukvøldid og móti VIF leygardagin (og tað er eingin orsøk til at halda, at teir ikki kunna tað), so er StÍF eins stórur favorittur til føroyameist- araheitið og nakað annað lið. VÍF kom sær rættiliga í 15 Hjalmar Klein Olsen roynir seg, men StÍF. -verjan arbeiddi væl allan dystin ófgri leygardagin, og teir skulu hinvegin fegnast um, at kappingin nú liggur still í tríggjar vikur. Teir kundu Telefon 11248" HANDILIN ER sum so einki gera við, at málverjin hjá mótstgðuliðn- um stóð so væl, men teir kláraðu heldur ikki serliga Mynd: Álvur Haraldsen væl at spæla seg igjøgnum. Leygardagin nyttaði lítið at dúva upp á skotini útifrá hjá Áka og Sámali. Nógvir favorittar eru til føroyameistaraheitid, og VIF er framvegis ein av teimum. Ein dystur sigur so lítið í tí stóru heildini, men vestmenningar hava í gllum fórum fingið okkurt at hugsa um í jólafrítíðini. Agnar Joensen er fríur móti Johan Danielsen, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað VIF at skora Mynd: Alvur Haraldsen