týsdagur 22. desember 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998
Stjórnan hevði
skeivan hugburð
Hondbóltur: GÍ/Tjaldrið fekk javnleik móti Stjørnuni, sum helt seg hava
vunnið longu áðrenn dysturin byrjaði
EMiL L. JACOBSEN
Fyri Stjørnuna var hetta
vikuskiftid einki at reypa av
Tær spældu tveir dystir og
fingu bert eitt stig burturúr
Tað var í øllum førum eitt
minni enn væntað, men tá
tær leygardagin bert fingu
javnleik móti botnliðnum
Gl/Tjaldrinum og dagin eft-
ir taptu stórt móti Neistan-
um, má sigast, at urtøkan
var sera soltin
Hevði tað ikki verið ti, at
VB hevði eitt so gott viku-
skifti og vann á bæði VIF
og StÍF, so hevði Stjørnan
nú ligið á fimta plássi. Og
tær skulu eisini fegnast um,
at hetta bert var í grund-
spælinum, og at javnleik-
urin á Kambsdali tí ikki fer
at kosta so nógv, sum hann
annars kundi gjørt. Ikki tí,
so jøvn sum kappingin er,
kann mista stigið leygar-
dagin eisini gerast rættiliga
avgerandi í síðsta enda.
Beinta Joensen skeyt
níggju mál móti
Stjørnuni leygardagin
(Savnsmynd)
Dysturin á Kambsdali
leygardagin var ikki góður
Trupulleikin hjá klaksvíks-
gentunum var, at tær høvdu
vunnið dystin, áðrenn hann
var byrjaður. Soleiðis sá tað
í øllum førum út, og hóast
spælið gekk væl í fyrra
hálvleiki, so var tað bert
Annika Ljósstein, sum var
nøkur verulig hóttan fyri
eysturoyarliðið
Stjørnan helt seg framm-
anfyri allan fyrra hålvleik,
og í hálvleikinum vóru tær
á odda 15-11. Men í seinna
hálvleiki vendi gongdin
Annika Lyjósstein
mansvard, og so var einki
bit eftir í Stjørnulidnum
Nakað inn í seinna hálvleik
noyddist Annika eisini at
gevast vegna skaða, og tað
gjørdi ikki støðuna lættari
hjá útiliðnum.
Gl/Tjaldur hevur í ár ikki
verið kent sum eitt lið, sum
spælir skjótan hondbólt, og
liðið hevur sum oftast eisini
roynt at fingið hini liðini
niður í ferð. So var eisini
leygardagin, og tað eydnað-
ist sera væl. Tí gjørdist tað
eisini lættari hjá heimaliðn-
um at fylgja við. Fyrstu
bleiv
tíggju minuttirnar av seinna
hálvleiki fekk GI/Tjaldrid
seks mál, meðan Stjørnan
fekk tvey, og so var stødan
18-17 til heimalidid. Men
so fekk liðið tvær útvísing-
ar innan tveir minuttir (báðu
ferðirnar Sunrid Gledis-
heygg), og Stjørnan kom
upp á 19-18 aftur. Tað gekk
aftur og fram, og GÍ/Tjaldr-
ið kom á odda 20-19, áðr-
enn stødan bleiv 21-20 til
Stjórnuna.
Gl/Tjaldrið javnaði, men
Simona Hansen setti síðani
eitt brotskast í netið til 22-
21 til klaksvíksliðið. Tríggir
minuttir eftir at spæla, og
minuttin eftir varð Beinta
Joensen víst út í tveir min-
uttir. Stjørnan så nú út til at
skula fara avstað við báðum
stigunum, men tær megn-
aðu ikki at skora í yvirtals-
støduni, og í seinasta min-
uftinum fekk heimaliðið
brotskast. Tað skoraði
Beinta Joensen, sum júst
var komin inn aftur, uppá,
og so endaði dysturin við
javnleiki 22-22
Tað hevur gingið illa hjá
Gl/Tjaldrinum higartil í ár,
og hóast framgongd hevur
verið at hóma, vóru tey helst
ikki nógv, sum høvdu rokn-
að við øðrum enn sigri til
Stjørnuna. Ahugin fyri liðn-
um er heldur ikki stórur
millum getufólk og á Skála-
fjørdinum. I steypadystin-
um móti Neistanum fyrr í
vikuni vóru als eingir á-
skoðarar, og leygardagin
vóru teir sambært dómara-
seðlinum bert sjey í tali.
Lítil áhugi millum við-
haldsfólkini, og mentalt var
liðið hjá Stjørnuni heldur
ikki til reiðar leygardagin
Tær undirmettu G1/Tjaldrid
nakað so dyggiliga, og ein
tílíkur hugburður er sum
kunnugt ongantíð sunnur.
Tað megnaðu kvinnurnar
hjá GI og Tjaldrinum eisini
at revsa, og tað var um repp-
ið, at tær vunnu. Tær fegn-
aðust um stigið, tær høvdu
vunnið, men tað mundi
koma eitt sindur illa við, at
hitt botnliðið, VB, megnaði
at vinna báðar sínar dystir
hetta vikuskiftid. Tað merk-
ir, at hóast vunna stigið —
einans tað triðja í kapping-
ini — bleiv GI/Tjaldrid meira
einsamalt í botninum.
Neistin vann
tryggan sigur
i Klaksvík
Hondbóltur: Neistakvinnur vunnu 27-15 á Stjørnuni,
sum als ikki megnaði at fylgja við í seinna hálvleiki
EMii L. JACOBSEN
Í hesum kappingarárinum
hevur ítróttarhellin í Klaks-
vík verið ein sterkur skansi
hjá kvinnuliðnum hjá
Stjørnuni. Bert eitt stig hev-
ur Stjórnan mist á heima-
velli, og tað var í javnleik-
inum móti Kyndli — og tá
kundi Stjørnan tað sama
vunnið dystin
Tí var tað eisini rættiliga
6væntad, at Neistin skuldi
vinna ikki minni enn 27-15
í Klaksvík sunnudagin.
Av tí at tað hava verið
trupulleikar við fax-mask-
inuni í Kl-høllini, hava vit
tíverri ikki fingið nakran
dómaraseðil frá dystinum,
men Neistin vann so 27-15
eftir at hava verið á odda
11-8 í hálvleikinum.
Vit frætta úr Klaksvík, at
Neistakvinnurnar høvdu
sigurin ríkiliga uppibornan.
Tær vóru væl betri og vóru
harafturat nógv meira upp-
settar enn liðið hjá Stjørn-
uni. Alitid á klaksvíksliðn-
um, Annika Ljósstein, fekk
ein skaða í dystinum móti
Gl/Tjaldrinum dagin fyri,
men hon spældi kortini, hó-
ast tað ikki var við fullari
megi. Men tað batti so lítið,
hóast liðini í fyrra hálvleiki
vóru rættiliga jøvn.
Helga Ellingsgaard er
heima í Føroyum í løtuni.
Hon byrjaði ikki í málinum,
men kom inn seinni og tók
nógv skot. Hinvegin vóru
skotini hjá Stjørnuni einki
at reypa av, og tað gjørdi
eisini arbeiðið hjá málverj-
anum lættari.
Ein av orsøkunum til, at
munurin var so lítil í fyrra
hálvleiki var, at Stjørnan
dugdi væl at gera sær dælt
av, at Neistin í heilum skifti
åt millum verju og ålop. I
byrjanini av seinna hålv-
leiki kom Neistin eftir, at
Stjørnan fekk fyrimun av
hesum. Tær góvust við út-
skiftingunum, og so var
einki eftir at gera hjá heima-
liðnum, sum sostatt ikki
megnaði at yvirhála Neistan
á ødrum plássi.
Har endaði Neistin á 17
stigum — tvey færri enn
oddaliðið Kyndil — og nú
stigini verða býtt í helvt, er
bert eitt stig ímillum numm-
ar eitt og tvey. Kyndil byrjar
við 10 og Neistin við 9 stig-
um. Stjørnan fær sjey stig
við sær í endaspælid, og tað
kann saktans takast inn aft-
ur. Men klaksvíksgenturnar
høvdu ivaleyst ætlað sær
meir enn bert tað eina stigið
burtur úr teimum báðum
dystunum um vikuskiftið.
Lovisa Jørgensen og tær í Neistanum vunnu tryggan sigur í Klaksvík sunnudagin
(Savnsmynd)