Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 Eitt rimmar ítróttar 17 vikuskifti hjá VB-kvinnunum Hondbóltur: Kvinnuliðið hjá VB fekk fýra stig við sær suður aftur til Vágs um vikuskiftið — og tað vóru fýra stig fleiri enn tey flestu høvdu roknað við EMiL L. JACOBSEN Tad hevur ikki gingid ser- liga væl hjá VB-liðnum í ár. Undan hesum vikuskiftin- um høvdu tær spælt tiggju dystir, og niggju av teimum vórðu taptir. Bert í tí eina dystinum — á heimavelli móti Gl/Tjaldrinum — eydn- aðist tað VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17. I øðrum dystum hevur tað verið nær við — millum ann- að móti Stjørnuni — men sum oftast hevur verið hild- ið, at tað bert var á heima- velli, at VB kundi hótta hini liðini (td. taptu taptu tær ikki minni enn 27-16 á Kambsdali móti hinum botnliðnum Gl/Tjaldrinum. Men ta mytuna punkter- aði VB, tá tær leygardagin vunnu 31-26 í Vestmanna og dagin eftir endurtóku bragdið á Skála, har tær sigraðu 21-16. Fyri at taka dystin í Vest- manna fyrst, so vóru tað ser- liga verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað er rættiliga nógv fyri ein kvinnudyst. Tað byrjaði eft- ir ætlan hjá VIF, sum kom á odda 3-1. Men VB kom upp á javnleik 4-4, og so settu tær ferð á. Næstu løt- una tóku tær seg framum 9- 5, og VIF megnaði ongantíð rættiliga at koma afturíaftur. Undirmetan av m6tstøduni kann hava spælt inn, men tað skal ein sum kunnugt ongantíð gera, og VB var eisini klárt betra liðið. Hålvleiksstødan var 14- 11 til vágsgenturnar. Í byrj- anini av seinna hálvleiki hótti VIF aftur og minkaði til 13-14 og 14-15, men nærri kom heimaliðið ikki. Tað var sum sagt einki serliga gott verjuspæl at síggja í Vestmanna leygar- dagiu, og tilsamans vóru ikki færri enn 15 brotskøst í dystinum. Av teimum átti VB tey átta, og her vísti Sólrun Krosslá seg sum ein Seks ferðir á rað skoraði Sólrun Krosslá frá sjey metrum, áðrenn hon brendi tað sjeynda brotskastið Mynd: Álvur Haraldsen sera tryggur skjútti. Seks ferðir á rað lumpaði hon VIF-målverjan, og ikki fyrr enn sjeyndu ferð brendi hon, men tå var stødan longu 27-21 til VB, og tiggju minuttir vóru eftir. Hjå VIF bilti sum so einki f ålopsspælinum, har Ioana Rapa skeyt tiggju mål, og tað er ikki so ofta, at eitt lið tapir, hóast tað skjýtir 26 mál. Men tá tað riggar so illa í hinum endanum, vend- ist ikki aftur, og fyrsti úti- sigurin hjá VB í ár var veru- leiki. So inn á Skála... Dagin eftir gekk leiðin av Hotel Føroyum inn á Skála at spæla móti StIF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti eitt heilt vikuskiftið norðan fyri til at spæla tveir dystir. Tær eru ikki so nøgdar við, at kapp- ingin er løgd soleiðis, men hesaferð høvdu tær onga or- sek til at fara 6nøgdar suður aftur. Tí eins og í Vestmanna eydnaðist tað at vinna á StÍF við fimm málum, og so hevði VB knappliga tvifald- að sítt stigatal eftir bert tveimum dystum. Á Skála var tað annars ikki so nógv, sum bendi á, at VB fór at vinna einaferð afturat. Fyrri hálvleikur var javnur, men heimaliðið hevði munin, og í hålvleik- inum var stødan eisini 13- 11 til StIF. Men í seinna hálvleiki var úrtgkan hjá StlF sera, sera soltin. Tað gingu 23 — trý- ogtjúgu — minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn heimaliðið aftur fekk mál. Tá hevði VB fingið seks mál, og so vóru tær á odda 17-13. Tað stendur illa til, tá eitt lið bert skjýtur trý mál ein heilan hálvleik, men hesa- ferð hevði VB betri skil á verjupartinum, og hóast StIF fekk seks brotskøst, skoraðu tær bert upp á fýra av teimum. Tvey komu fyrstu fimm minuttirnar, og tey setti Sóley Mikkelsen í málið. Í seinna hálvleiki, tá Á #22" < StÍF ikki fekk mál, brendu tær tvey brotskøst innan fimm minuttir. Hjá VB var tað aftur Sól- run Krosslá, sum gekk und- an, og sunnudagin skeyt hon seks mál (hesa ferð bert tvey upp á brotskast). Nú verður spennandi at síggja, hvat VB kann fáa burturúr hesum báðum sigrunum Kappingin liggur still nú B-kvinnurnar fingu fýra stig á síni triðju vikuskiftisferð norðanfyri Mynd: Álvur Haraldsen men tað ber kortini væl at byggja víðari upp á avrikini um vikuskiftið, og tað verður neyvan bert í Vági, at hini liðini í framtíðini fara at fáa trupulleikar av VB.