Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

grannauppgerð Teri NIELSEN Tað hevur ikki gingið ov væl hjá hoyvíkingum sein- astu dystirnar. Undan dyst- inum leygardagin hevði H71 bert ognað sær trý stig í teimum seinastu fýra dyst- inum, og tað er ov lítið hjá einum so ambitigsum felag sum H71 Neistin hevur hinvegin havt heldur misjøvn avrik, og tað hevur ofta verið trup- ult at mett um liðið. Til dømis kann nevnast, at ter hava vunnið báðar sínar dystir móti StíF í grund- spælinum, meðan teir blivu avhølvadir av strandingum í steypakappingini. Tað var tí ringt at meta um úrslitið áðrenn dystin, men tey flestu høvdu helst væntað, at hoyvíkingar fóru at draga longra stráið, men so fór ikki at verða. Umskipad H71-1id Venjarin hjå hoyvikingum, Hans Gudmundsson, var undan dystinum noyddur til at umskipa liðið hjá sær nakað. Sonur hansara, Finn- ur, hevði leikbann, og tiskil var Hallur Danielsen settur inn á miðjuna at virka sum spælskipari. Hetta eydnað- ist eisini rímuliga væl hjá Halli, men tað er greitt, at Hallur ongantíð fer at 6- rógva eina verju eins nógv og Finnur ger, tí at Finnur Hansson er ikki bert spæl- skipari, men eisini ein rætt- uliga vandamikil skothóttan útifrá. At neistamenn ikki noyddust at hugsa so nógv um at verja mitt á, gav teim- um betri umstødur til at ansa serliga væl eftir Hans Guðmundssyni. Tað lukk- aðist teimum eisini serstak- liga væl at fáa vart fyri skot- sterka íslendinginum, tí hann fekk einans tvey mál. Hans skeyt tað fyrsta og tað seinasta málið hjá H71 í dystinum. At tað eydnaðist neista- monnum at verja so væl fyri sterka íslendinginum, var fyrst og fremst teimum báð- um Kára Mortensen og An- dreas F. Hansen fyri at takka. Kári vardi beint yvir av Hansi, og tær ferðir, ið Hans slapp fram við Kára, var Andreas klárur at verja fyri fyrrverandi venjara sín- um. Tað vóru annars hoyvík- ingar, sum komu betur frá fyrra hálvleiki. So at siga ítróttar SOSTAVUTIK allan fyrra hálvleik høvdu hoyvíkingar leiðsluna, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru teir á odda við fýra málum, 14-10. Sterki verju- leikarin hjá hoyvíkingum, Olaf Vestergaard, fekk møguleikan á strikuni í dystinum móti Neistanum, og í fyrra hálvleiki var hann besti málskjútti hjá H71 við sínum fýra málum, og tað er ein leiklutur, sum hann ikki er ov vanur við. Dómararnir vóru annars noyddir til at steðga dystin- um eina løtu, tí at lítið og einki skil var á dómaraborð- inum. Nýtt fólk var útvegað av hoyvíkingum til hesa uppgávu ístaðin fyri teir smådreingirnar, sum høvdu fingið uppgávuna frå byrj- an, og so kundi dysturin set- ast í gongd aftur. At slíkt kemur fyri í 1. deild hjá monnum er undir alt lág- mark, serliga tá ið havt verður í huga, at hetta ikki er fyrstu ferð í ár, at slíkt kemur fyri. Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 Neistin basti hoyvikingum Hondbóltur: Við at seta leikandi venjaran hjá H71, Hans Guðmundsson, út av spælinum, eydnaðist tað leygardagin Neistanum at koppa hoyvíkingum í spennandi Neistamenn koma fyri seg ; Tað gekk munandi betur hjá teimum bláu monnunum úr Neistanum eftir steðgin. Verjan virkaði enn betur, og samstundis fór álopið eisini at virka rættuliga væl. Ser- liga vóru tað teir báðir bakk- arnir, Kári Mortensen á høgra og Karl Oddmar Ras- mussen á vinstra, sum komu í gongd. Skotini hjá teimum báðum fuku um oyrini á málverjunum hjá H71, sum als ikki komu í gongd í dyst- inum leygardagin. At tað eydnaðist Neistanum at fáa so nógv mál upp á hopp- skot, er nokk so óvæntað, tí at verjan hjá hoyvíkingum er jú tiltikin høg og væl- vaksin, men móti Kára og Karl Oddmari gjørdi verjan ikki tær stóru skreytirnar. Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki eydnaðist tað eisini Neistanum at fáa níggju mál, meðan hoyvík- ingar bert fingu tvinni, og so var tað brádliga Neistin, sum var á odda 19-16. Tað hjálpti ikki um stød- una hjá hoyvíkingum, at veteranurin Jákup Símun Simonsen, var noyddur at fara av vellinum við skaða tíðliga í dystinum. Hann kom inn aftur á vøllin seinni, men eftir hvat ítrótt- arsosialurin hevur frætt, so hevur hetta bert gjørt skað- an verri. Hoyvíkingar komu, undir leiðslu av Halgir Dal-Ole- sen, so spakuliga fyri seg aftur, og tá ið einans seks minuttir vóru eftir at leika, javnaðu teir til 24-24. Tveir minuttir seinni legði Kári Mortensen Neistan á odda 25-24, men minuttin seinni javnaði Hans Guðmunds- son til 25-25, og tríggir min- uttir vóru eftir at leika. Hesa løtuna fekk H71 tríggjar út- vísingar, meðan Neistin fekk trý mál og vann harvið dystin 28-25! Tjaldrid einki stig i grundspælinum Hondbóltur: Í fleiri dystum hevur tað verið um reppið, at Tjaldrið hevur ognað sær stig, men tað er tó altíð gloppið teimum av hondum. Soleiðis var eisini í seinasta dystinum í grundspælinum Allan Mørkøre skeyt niggju sunnudagin av teimum 24 málunum hjá KIF moti Tjaldrinum TeERJI NIELSEN Nógv hondbóltskón hava leingi sagt, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Tjaldrið úr Runavík fór at ogna sær fyrstu stigini í hes- um kappingarárinum. At ein tann frægasti møguleikin hjá runavíkingunum at ogna sær stig var sunnudagin, tá ið KÍF var á vitjan, man lítið vera yvir at dylja, hóast kollfirðingar hava staðið seg rættuliga væl higartil í ár. Sterkar verjur Fyrri hálvleikur var rættu- liga javnur, allur sum hann var. Lidini fylgdust væl, og størstu leidsluna fyri steðgin høvdu kollfirðingar, tá teir um miðjan fyrra hálvleik vóru á odda við trimum málum, 7-4. Kollfirðingar høvdu leiðsluna ein stóran part av fyrra hálvleiki, men í sein- asta minuttinum megnaðu teir gul/svørtu av Skála- fjórðinum at koma upp á javnt við tveimum skjótum málum, so at hålvleiksstød- an gjørdist 13-13. Verjurnar hjá báðum lið- unum stóðu seg væl í dyst- inum, og av somu orsøk var tað heldur ikki so ofta, at málverjarnir báðir fingu víst tað stóra. Nógv av málunum, sum kollfirðingar fingu, vórðu skorað eftir skjótálop. Verj- an hjá KÍF fekk fatur á fleiri bóltum, meðan runavíking- ar vóru í álopi, og Sk vóru tað serliga Allan Mørkør men eisini V hanr sen og Súr i sen, sum str bóltinum og skoraðu í hir brúktu møguleikarnir hjá heimaliðnum gjørdust tiskil dyrir, og tad var eisini stad- fest, sum vit skrivadu eftir dystin millum Neistan og Tjaldrid i farnu viku, at runavikingarnir hava stórar trupulleikar við at skipa seg og koma aftur við, tá ið måtstødulidid fer í skjót- álop. Kollfirðingar avgerandi leiðslu Byrjanin av seinna hálvleiki kom at verða rættuliga av- gerandi fyri dystin. Fyrstu níggju minuttirnar av seinna hálvleiki fekk heimaliðið einans tað eina málið, með- an kollfirðingar fingu fimm mål og harvið løgdu seg á odda 18-14 Runavíkingarnir royndu allatíðina at koma inn aftur í dystin, men tað eydnaðist teimum ongantíð at koma upp á javnt, hóast teir gjørdu ein vørr móti end- anum av dystinum. Eftir at Eddie Joensen hjá KIF fimm minuttir fyri dystarlok, legði kollfirðing- ar á odda 24-19, spentu runavíkingar seg út, og tað eydnaðist teimum eisini at skora fýra mál á rað, so at stødan, tá ein góður hålvur minuttur var eftir av dyst- inum, var 24-23 til KÍF. Kollfirðingar fóru tá í álop, og tá ið eini 15 sekund vóru eftir, royndu teir seg eisini við einum skoti upp á mál, sum málverjin hjá Mjaldur, Kári Hansen, argaði út til innkast bólturin tá ístaðin nálkast til 3 'hugs- "nað a KuUnGa sær YVII num o roynt at fingid eitt mål. Hevði tað eydnast, so hevði Tjaldur harvið tryggjað sær fyrsta stigið í hesum kapp- ingarárinum, men so varð ikki. Stigid kemur helst skjótt Tað er eingin ivi um, at liðið hjá runavíkingum er nóg gott til, at teir kunnu ogna sær stig. Teir hava í fleiri dystum víst, at teir kunnu spæla upp við fleiri av hin- um liðunum, og í summum fórum hevur bert reint 6- hepni forðað fyri, at teir fingu fyrstu stigini til høld- ar. Onkuntíð hevur trupul- leikin eisini verið, at Tjaldur hevur havt ov lítið fólk (ímóti Neistanum seinasta týsdag var bara ein eyka- maður), men í dystinum sunnudagin høvdu teir bert eitt tómt pláss á beinkinum, og tá skal havast í huga, at Abraham Hansen ikki var við, tí at hann var leikbann- aður Í teimum flestu dystunum hjá runavíkingum hava tað verið ávíkavist Poli Hansen, Jens Martin Knudsen og Mortan Hansen, sum hava skarað burturúr av útileik- arunum, men nú eru aðrir eisini farnir at gera um seg. Í dystinum sunnudagin var tað Arnfinn Langgaard, sum var besti maður hjá heima- liðnum, og tað er kanska eitt tekin um, at liðið er við at hava eina størri breidd, sum teir eisini hava tørv á Dómararnir í dystinum Alexander og Artur Johan frá UDT 1 MA