Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á ; Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 tíðindablaðið Sesar 23 framhald vuksu tí skjótt og mynd- ugleikaumboðið metti, at hetta var óheppið, tí myndugleikarnir vand- ust við hesar inntgkur. Tá so prísurin fall mitt í áttatiárunum gav hetta álvarsligan baksláttur. Somuleiðis var áhuga- vert at hoyra um, hvussu ein partur av almennu inntøkunum var latin í ein serligan grunn, so- leiðis at peningurin ikki fór í umferð í Alaska. Grunnurin, ið nevndist Alaska Permanent Fund, varð í september virðis- mettur til meira enn 25 mia. US dollarar. Fíggj- armálastýrið og Lands- bankin hava fingið eitt sindur av tilfari um henda grunnin. Á gáttini til eina oljuvinnu Landsstýrismaðurin end- aði svar sítt við at vísa á, at Føroyar standa á gátt- ini til eina oljuvinnu, har altjóða oljufelggini sýna okkara øki stóran ans. Eisini nú oljuprísirnir eru søguliga lágir. - Mær tykir tað vera rætt, at vit kunna okkum væl um, hvussu onnur hava skipað seg, tá olju- vinna hevur tikið seg upp. Higartil hava tað kanska serliga verið tey, sum beinleiðis hava við oljuumsiting at gera, sum hava kunnað seg um hesi viðurskifti. Eg haldi tað vera skilagott, at onnur, t.d. tey sum varða av mentan, fólkalívi, umhvørvi, samferðslu- kervi, vinnulívi í breiðari merking osfr. eisini kunna seg um, hvgrja áv- irkan ein komandi olju- vinna kann roknast at fáa á okkara samfelag. Som- uleiðis haldi eg tað vera rætt, at fjølmiðlarnir, sum hava sera týðandi samfelagsuppgávu, nevniliga at geva al- menninginum innlit í samfelagsbroytingar, røkja sína uppgávu við stødi í veruligari vitan og forstáilsi fyri tí, sum væntast kann at henda, segði Eyðun Elttør í sín- um aftursvari. Nakað av orðaskifti var í tinginum, eftir at spurningarnir hjá Tor- birni Jacobsen vórðu svaraðir. M.a. gjørdi tingmaðurin vart við vandan, tá almenn um- boð og umboð fyri midl- arnar taka av tilboðnum frá oljufeløgunum. Hann helt, at landsstýrið eigur at taka henda spurningin í stórri álvara í framtíðini og vísti her á vandan - tá innbjóðing kemur frá einstøkum oljufelag - at ein tá kemur at standa í takksemisskuld til júst eitt ávíst felag. Saga, Total og Anadarco saman á fóroyskum øki: Fara at bora í ár 2001 Saga Petroleum heldur tað vera í lagi við fyrstu útbjóðing tíðliga ella á sumri í ár 2000. Felagið fer tá helst undir at bora í ár 2001 við vón um at hava funnið olju í ár 2002. JAN MØLLER Tey trý oljufeløgini, tað norska Saga Petroleum, tað franska Total og tað ameri- kanska Anadarco, sum hava arbeitt saman í eina tíð á bretskum gki, hava nú gjørt av at skipa seg í bólk á føroyskum øki eisini - vid ti fyri eygað at bjóða í fyrstu føroysku útbjóðingarrund- uni í 99 ella ár 2000. Tað verður tað norska Saga Petroleum, sum verð- ur operatgrur á føroyskum øki. Terje Hagevang, leit- ingarstjóri hjá Saga sigur, at tey trý feløgini eru væl fyri til at vera við í komandi útbjóðing, ikki minst or- sakað av royndunum, sum Saga hevur á norksum øki og annars á Atlantsmótinum sum heild (The Atlantic Margin). Saga Petroleum hevur brúkt 100 mill. kr. til kann- ingar sínar á føroyskum øki hesi seinastu árini. Hetta er rættiliga stór upphædd fyri eitt einstakt felag. Terje Hagevang sigur, at júst stóra upphæddin, sum Saga hevur brúkt her, vísir, hvussu serigst felagið metir hetta gkið at vera, og hann dylur heldur ikki fyri, at teir hjá Saga meta møguleik- arnar fyri at finna stórar oljukeldur at vera rættiliga góðar. -Talan er um at víðka „bakgarðin“ á norskum gki til eisini at fevna um føroyska landgrunnin. Vit eru við í nøkrum at teimum nýggjastu og mest áhuga- verdu fundunum á norskum øki, sum helst kunnu sam- anberast við føroyska um- ráðið. Tey trý felggini siga í einum tidindaskrivi um nýggja samstarvið, at tey byggja hetta m.a. á roynd- irnar hjá feløgunum á øllum Atlantsmótinum frá Írlandi til Norðurnoreg. Talan er um eitt samanhangandi øki, har talan er djúpt vatn, eins umhvørvi og jardfrødi og tøkniligar avbjóðingar. Nýggja avtalan byggir m.a. samarbeiði millum Saga og Total á djúpum vatni í bretskum øki. Hóast Saga ikki telist millum heimsins størstu oljufeløg so metir Terje Hagevang, at nettup ser- staka stødan hjá felagnum, har tað burturav er eitt „uppstreamfelag“ tvs. tað arbeiðir bara við leiting og framleiðslu av olju, og tann sannroynd, at felagið er operatørur í lisensum á djúpum vatni bæði við Írland, við Bretland og við Noreg, ger, at felagið metir seg ført fyri at taka av avbjóðingunum, sum finn- ast í tí føroyska økinum. At Saga leggur stóran Complete data- communication í for oilrigs, enat dent å føroyska landgrunnin eru longu fleiri dømi um. Felagid var m.a. tad fyrsta at seta å stovn egna skriv- stovu f Føroyum. Eisini hevur Saga brúkt nógva orku til at kanna og stuðla føroyskum vinnulívi við síni vitan um, hvussu tæn- astuvinnan best kann gera seg galdandi í eini olju- vinnu. Total og Anadarco Franska felagið Total hevur eisini arbeitt á føroyskum øki í nøkur ár. Felagið hevur verið við í Lopransboringini og luttekur í GEM-verkæt- lanini. Felagið arbeiðir kring allan heimin. Gjøgn- um dóttirfelagið Total Oil Marine er felagið opera- tørur fyri 11 blokkum vest- an fyri Heltand og 3,5 blokkum í havgkinum uttan fyri Írland. Felagið hevur síðani 1995 borað tríggar brunnar á Atlantsmótinum. Amerikanska felagið Anadarco er eitt av heims- ins størstu óheftu leiti- og framleidslufeløgum. M.a. arbeidir felagid i Alaska, Algerie og í Mekikanska flógvanum. Felagið hevur eisini fingið tillutað leitigki í bretskum og írskum gki. Felagið ætlar at bora sín fyrsta brunn á Atlantsmót- inum í næstum. Terje Hagevang frá Saga sigur, at felagið við sínum drúgvu royndum seinastu 25 árini frá leiting í norsk- um gki serliga og við sínum nýggjastu kanningum bæði við Føroyar og eisini Grøn- land hómar eina spegils- mynd av økjunum. -Vit hava gjørt nógvar kann- ingar, eitt nú av grotsløgum í berginum, og síggja, at jardfrødiligi útviklingurin er tann sami í øllum hesum økinum. Vit hava gjørt okk- ara heimaarbeiði á føroyska landgrunninum so mikið væl, at vit vita, hvar vit vit ætla at bora. Hann vísir á, at teir við sínum seinastu boringum á djúpum vatni út fyri Noreg og Írland hava funnið nógv gass. Í hesum sambandi nevnir hann, at felagið hev- ur gjørt sáttmála um leigu av einum av teimum fáu boripallunum, sum kann brúkast á slíkum vatni sum við Føroyar, nevniliga á øki vid 500 til 1200 metra dypi. Talan er um pallin Scaraboe S. Sosialurin skilur, at tad finnast í mesta lagi 5-6 boripallar í heiminum í dag, sum kunnu brúkast í okkara øki. Tveir teirra bora í løtuni nær markinum. Teir eru Sovereign Explorer, sum Conoco, Arco og Brittish Borneo hava leigað at borað stutt frá markinum, og síðani um Jack Bates, sum Mobil hevur leigað at borað á heilt djúpum vatni millum Føroya og Hetlandi. Aftrat hesum kemur Transocean Leader, sum m.a. Amerada Hess hevur brúkt. Terje Hagevang roknar við, at fleiri av bólkunum, sum fara at bora við Føroyar, fara at vera saman um eina ella fleiri pallar. Hetta er sama mynstur, sum verður brúkt við Falklands- oyggjarnar, har fleiri olju- samtøku hava brúkt ein og sama borilall. ng seinkað Hóast einki ftøkiligt er kom- ið fram um fyrstu føroysku útbjóðingina, so hevur Saga longu tikið hædd fyri, at útbjóðingin verður neyvan fyrr enn í 4. ársfjórðingini á næsta år. Tvs. at loyvini verða latin tíðliga ella á sumri í ár 2000. Uppá fyri- spurning um hetta er óhepp- ið sigur Terje Hagevang, at teir kunnu liva við hesum. -Fáa vit lisens í seinasta lagi á sumri ár 2000 so verður helst byrjað at bora seint sama ár ella helst tíð- liga í ár 2001. Talan verður um fleiri kanningar og skal eisini tíð til at fáa samstarv í lag við aðrar operatørar. Vit ætla at bora tveir brunn- ar í fyrstu syftu og gongst eftir ætlan, so hava vit funnið olju í ár 2002 sigur ein bjartskygdur leitistjóri, sum ikki heldur tað vera so relevant við spurninginum, at tað vanliga skulu borast 10 brunnar fyri at gera eitt fund. -Vit hava fyrireikað okkum so mikið væl, at vit halda tað vera realistiskt við einum fundi um ár 2002. Sagastjórin sigur víðari, at verður hetta gongdin, so kann útbyggingin av felt- inum verða liðug um ár 2008, tá so sjálvur fram- leiðsluparturin fer í gongd. Tá vit spyrja Sagastjóran, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Saga, sum sambart miðlunum seinastu tíðina hevur víst seg at vera eitt felag í trupulleikum, tekur so dýran til á føroysk- um gki sigur Terje Hage- vang, at tað er ein mis- skiljing, at tað stendur so illa til hjá felagnum. -Vit eru førir fyri at fáa yvirskot burtur úr fleiri brunnum, har prísurin er heilt niðri á 6 dollarum fyri tunnuna. Vit gera fløgur í år fyri 5 mía. kr. og í næsta ár fyri 4 mia. Tað vísir, at vit eru eitt felag, sum er við í oljuleitingini. Terje Hagevang sigur, at Frá oljuframsýningini ONS í Noregi herfyri, Eyðun Elttør og Terje Hagevang frá Saga Saga hevur ikki fíggjarligar trupulleikar. Hann váttar, at eitt nú Statoil hevur upp- keypt ein part av partabrøv- unum, soleiðis at Statoil í dag eigur 20% av parta- brøvunum. Men tað er ann- ars eitt ynski í Noregi, at tað skulu vera trý oljufeløg, og hetta er sjálvandi nakað, sum Sagafólk eru fegin um. Hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera ætlanir, sum koyra yvir longri áramál. Hvat viðvíkur føroyska økinum, so er tað eitt so- kallað „highrisk“ øki, men tá talan er um umráðini, sum liggja nær við Foi- naven og Schiehallion, so tykjast øll oljufeløgini at vísa teimum áhuga. Verandi oljuprísir gera ikki, at oljufeløgini taka seg aftur av Føroyaøkinum. - Vit og onnur feløg hava gjørt so stórar fløgur longu, at tað hevði verið burturspilt arbeiði, um vit góvust nú. Men tað er greitt, at soleiðis sum stødan er í dag, so eru tad helst få feløg, sum vilja vága nógvar pengar at leita í økjum longur vestur vit koma, har basaltið er tjúkt og eingin heldur veit, hvat er undir. Tí vilja tey flestu feløgini sleppa at bora nær- hendis longu kendum olju- økjum sigur Saga stjórin at enda.