Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 5 Formaðurin í Starvs- mannafelagnum ávarar harðliga ímóti útspælinum frá Havnar arbeiðs- mannafelag og Føroya Arbeiðara- felag um at góðtaka lønarsteðg afturfyri at fáa skattalætta LØNARSTEÐGUR OG SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hatta má eg harðliga ávara ímóti! Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum, ávarar staðiliga ímóti nýggjasta útspælin- um frá teimum stóru fakfel- øgunum á privata arbeiðs- marknaðinum. Í útvarpinum nú um árs- skiftið, hava bæði formað- urin í Havnar Arbeiðs- mannafelag og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag boða frá, at tey eru opin fyri at gera eina avtalu, sum ber í sær, at lønirnar skulu ikki hækka meiri, men afturfyri skal skatturin lækka, so at keypiorkan ikki minkar. Hetta er ein rættiliga kollveltandi hugburðs- broyting hjá fakfeløgunum, tí higartil hava tey blankt víst hesum tankanum frá sær, tí tey hava ført fram, at skattapolitikkur og samráð- ingar á arbeiðsmarknaðin- um hava onki við hvørt annað at gera. Arbeiðsviðurskiftini á ar- beiðsmarknaðinum ávirka øll hvørt annað, so hóast talan í hesum føri bara er um ein part av privata ar- beiðsmarknaðinum, er ong- in ivi um, at tað eisini hevði ávirkað alemnna arbeiðs- marknaðin, eins og allan arbeiðsmarknaðin annars. Men formaðurin í størsta almenna fakfelagnum, Starvsmannafelagnum, er ikki so heilhugaður fyri hugskotinum um lønar- steðg fyri skattalætta sum tey á privata arbeiðsmarkn- aðinum eru. Tvørturímóti ávarar hann harðliga harðliga ímóti ætlanini. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at útspælið frá Havnar Arbeiðsmannafelag og Før- oya Arbeiðarafelag, er alt ov illa umhugsað. – Reaktiónin frá arbeiðs- gevarunum átti at sagt Før- oya Arbeiðarafelag og Hav- nar Arbeiðsmannafelag, alt. Tað, hann sipar til, er tann skjóta reaktiónin frá Vinnu- húsinum, har Jan Morten- sen, eisini í Útvarpinum, boðaði frá, at teir fóru ikki at leggjast á boðini, men fóru skjótt at seta seg í sambandi við fakfeløgini um málið. – Arbeiðsgevararnir vóru rættiliga á gosið beinanveg- in og tað er ikki so løgið, tí hetta er ógvuliga kærkomið hjá teimum. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at er trupulleikin tann, at vinnu- lívið ikki er kappingarført, heldur hann, at vinnan skuldi tikið í egnan barm og kanna eftir, um leiðsl- urnar eru nóg góðar, heldur enn at leggjast eftir lønun- um. – Ella er endamálið at bjarga kappingarførinum við at draga livistøðið í Føroyum niður, tí hetta verður endin, vinnur hesin tankin frama. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at vit vita, at treytin fyri at varðveita samfelagið á høgum støði, er, at útbúgv- ingarstøðið er høgt. – Skulu vit gera Føroyar til eitt láglønarland, verður alt støðið í samfelagnum hareftir, tí útbúgvin ar- beiðsmegi leitar ikki í láglønarlond at fáa arbeiði. Og at útflyta arbeiðs- plássini til láglønarlond fyri at varðveita kappingar- førið, heldur hann líka lítið um. – Hetta er tann skeiva gongdin og føroyingar áttu at verið meiri at sær komin, enn at útnytta armóðina hjá øðrum til at varðveita eitt høgt livistøðið í Føroyum. Heldur skuldu vit roynt at hjálpt láglønarlondunum og hjálpt teimum upp á sama støði, sum vit eru á. Gunnleivur Dalsgarð vís- ir á dømini um, ar rækju- skip eru farin undir fremm- ant flagg. – Vit siga, at vit klára okkum ikki í kappingini. Fyri at klára okkum, aftra vit okkum ikki fyri at út- nytta tey, sum eru nógv verri fyri enn vit. Hetta er onki annað enn at útnytta neyðina hjá øðrum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at føroyingar ætla at verða eitt sjálvbjarg- ið samfelag, tí vit vilja ikki danskar vaskikonur og donsk verkafólk at betala fyri okkum. Men tá ið tað sansar at, fara vit til eitt land, sum er nógv fyri enn Danmark, til at fáa okkum fyrimunir. Álvarsligar avleiðingar Gunnleivur Dalsgarð legg- ur enn dent á, at skatta- politikkur og samráðingar um løn, skulu skulu ikki tengjast saman, tí hetta eru tvey mál, sum, ikki hoyra saman. – Hetta er rættiliga grundleggjandi og hetta er ein aðalregla, sum vit ikki víkja frá. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at øðrumegin er hetta ein spurningur um at løn- takarar fáa rættvísaløn fyri tað arbeiðið tey gera. – Men at leggja skatt á fólk er ein politiskur spurn- ingur. Hinvegin er tað ómoralskt at leggja meiri skatt á borgararnar, enn tað er brúk fyri, fyri at sam- felagshjólini kunnu mala og at vit hava tað vælferð- arstøðið, vit vilja hava. – Halda politikarar, at teir taka ov nógvan skatt frá borgarunum, ella halda teir, at samfelagið er ov dýrt í rakstri, er at gera nakað við tað. Gunnleivur Dalsgarð hel- dur, at tankin um lønar- steðg afturfyri skattalætta er alt ov illa umhugsaður. – Tá ið vit tosa um lønar- steðg, ella lønarlækking, verður helst hugsað um sáttmálalønirnar, – Men hvat við øllum, teimum, sum fáa meiri enn sáttmálaløn. Veruleikin er, at tað eru heilt nógv, sum fáa meiri enn sáttmálaløn. Hvat gera vit tað?, spyr Gunnleivur Dalsgarð. – Samstundis er nógv at hoyra um at vit hava ikki nokk av pengum til heilsu- verk, heimarøkt, skúlaverk, strandferðslu og hvørt av sínum, tí øll eru rakt av spariknívium. – Skal skatturin lækka, samstundis sum peningur longu nú manglar til øll hesi økini, hvussu skulu vit so fíggja teyt frameftir? Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at nógv hevur verið funnist at ymsum brúkara- gjøldum, sum eru sett í verk. – Skal skatturin lækka, síggi eg fyri mær, at so má hvør einstakur borgari betala fleiri og fleiri tæn- astur sjálvur og so mugu brúkaragjøld leggjast alt møguligt fyri at halda sam- felagshjólini malandi. – Hvussu skulu vit ann- ars fíggja allar tær felags ábyrgdir vit hava í vælferð- arsamfelagnum. Lækkar skatturin, verður sjálvandi ov lítið onkustaðni. – Avleiðingin verður, at antin mugu vit lækka væl- ferðarstøðið, ella mugu vit áleggja brúkaragjøld fyri at fíggja tað, sum tann felags- skatturin annars fíggjaði. Og Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hóast skattatrýstið er høgt, heldur hann, at skatturin er væl farin, tá ið hann fer til at fíggja nakrar tænastur, sum vit øll fáa gleði og gagn av. – Samstundis eru tað nógv viðurskifti, hava fíggjarliga ávirkan á hvønn einasta borgara, sum ikki broytast fyri tað um lønin lækkar. Gunnleivur Dalsgarð hugsar um, at vit hava onga sum helst ávirkan á prísin á byggitilfari, olju, ella øðr- um, so ein lønarlækking kann føra verri umstøður. Onki álit á politikarum At gera sáttmálar um løn er ein spurningur ímillum fak- feløg og arbeiðsgevarar. Men tað eru hvørki fakfel- øg ella arbeiðsgevarar, sum gera av, hvussu stórir skatt- urin skal vera. Tað er tað eina og alein Løgtingið, sum ger av. Skal avtala um skatta- lætta og lønarsteðg gerast, krevst tískil eisini, at ein avtala verður gjørd við politikarar um skattapolit- ikkin. Men Gunnleivur Dals- garð ásannar eisini, at hann hevur ikki so frægt álit á politikararnar, at hann hevði hættað sær at gjørt eina avtalu við teir um skattalætta afturfyri lønar- steðg. – Tí stúrir hann fyri, at hetta fer at fáa heilt álvars- ligar avleiðingar fyri allar løntakarar og hann væntar eisini, at hetta fer at at elva til nógv meiri ófrið á ar- beiðsmarknaðinum, serliga tá ið tað fer at vísa seg, at lyftini frá politikarunum ikki vera hildin og at teir fara at áleggja brúkaragjøld fyri alt møguligt fyri at vinna tað innaftur, sum teir missa við skattlættanum. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at hetta er eitt so mikið stórt og grundleggjandi mál, at tað er óhugsandi at tað verður framt uttan so, at full semja verður um tað. – Alt annað er at provok- era partarnar á arbeiðs- marknaðinum til ófrið. Men Starvsmannafelagið góðtekur ikki eina slíika mannagongd. Hann heldur eisini, at hetta er eitt mál, sum fak- feløgini áttu at viðgjørt meiri, áðrenn nakað verður boðað frá, sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað. Hann sigur, at fakfeløgini hava samstarvað so frægt, at tey hava kunnað tosað seg til semj um tey grund- leggjandi málini. Tí heldur hann eisini, at fakfeløgini eiga at seta seg saman at tosa um hesi við- urskiftini, áðrenn lopið verður framav, heldur Gunnleivur Dalsgarð. Starvsmannafelagið: Kortanei til at lækka lønirnar fyri at fáa skattalætta Ætlanin at lækka lønirnar afturfyri at fáa skattalætta, fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri allar løntakarar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Reaktiónin frá arbeiðsgevarun um sigur alt, heldur Gunnleivur Dalsgarð Johan er ein frískur vindur Hálvføroyski skemt- arin og fyrrverandi fólkatingslimurin, Jacob Haugaard, held- ur, at Johan í Kolla- firði eigur at lova før- oyingum fleiri fiskar og lekrari grind, og hann væntar sær eitt feitt og undirhaldandi valstríð frá stuttliga kollfirðinginum LØGTINGSVAL Kristian E. Andersen – Politikkur er í veruleik- anum eitt fullkomið sjónleikarhús. Politikkarar lova tað, teir ikki klára at halda. Eg lovaði viðvind á súkklubreytunum og stytri bíðirøður í keypssamtøkun- um á sinni. Johan í Kolla- firði eigur at lova føroying- um fleiri fiskar og lekrari grind, er fyrsta viðmerking- in hjá Jacob Haugaard, tá Sosialurin í telefonini spyr hann um Johan í Kollafirði og Hin stuttliga flokkin. Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum so mong við eitt komu í tankar um, tá tíðindini um Hin stuttliga flokkin frættust, gleðir seg at síggja, hvussu valstríðið hjá Johan í Kollafirði og Hinum stuttliga flokkinum fer at vera. Hann heldur, at Johan í Kollafirði má gera alt fyri at vera so stuttligur sum yvirhøvur gjørligt undir valstríðnum. – Eg vóni, at Johan í Kollafirði fer at geva føroy- ingum eitt totalt feitt og undirhaldandi valstríð. So undirhaldandi, at føroyingar skrædna og liggja eftirá í berum látri. Sjálvur gleði eg meg at síggja, hvussu tað fer at gangast honum, og eg vóni, at tað verður stuttligt, sigur Jacob Haugaard. Í Guds mynd Jacob Haugaard er púra ósamdur við formanni Miðfloksins, Jenis av Rana, sum í Sosialinum fyri fáum døgum síðani lýsti hin Hin stuttliga flokkin at vera eina niðurgering av fólka- ræðinum. – Hatta er fullkomiliga burturvið, sum Jenis av Rana sigur har. Heilsa hon- um frá mær og sig, at vit eru øll skapt líka í Guds mynd, og at fólkaræðið er fyri øll. Fólkaræðið snýr seg millum annað um at fáa meiriluta. Jenis av Rana hevur eisini sínar ætlanir við slíkum viðmerkingum, nevnliga at vinna sær meiri- lutan. Um Jenis av Rana ikki kann taka tað, at Johan í Kollafirði stillar upp, hev- ur hann misskilt fólkaræðið, og so egnar hann seg ikki at vera politikkari, sigur Jacob Haugaard. Hálvføroyski skemtarin heldur, at føroyingar, sum vanliga eru eitt so mergjað fólkaslag, hava brúk fyri einum frískum vindi, sum Johan í Kollafirði er. Hann heldur, at Johan hevur rætta hugburðin, vil royna okkurt nýtt og hevur tað áhoyrara- tekkið, sum politikkarar hava brúk fyri. – Í politikki hevur mann brúk fyri monnum, ið duga at selja eina vøru. Billetseljarar vil eg kalla teir. Tit hava handan har skallutta við djúpu røddini, butterfly og sigar, Breck- mann eitur hann. Hann plagar at duga tað. Johan hevur uttan iva eisini slíkar seljaraeginleik- ar, leggur Jacob Haugaard afturat. Angrar einki Einki er at ivast í, at Jacob Haugaard tosar út frá royndum. Einans kendur sum skemtari, kom hann í 1994 púra óvæntað inn í Fólkatingið við vónleysum, skemtiligum vallyftum. Har skuldi hann knapliga sita millum royndar risar í donskum politikki og taka støðu til týðandi politisk mál. Jacob Haugaard ásann- ar, at hann als ikki hevði væntað at koma inn, og at tað var ótrúliga trupult. – Eg gravaði faktiskt mína egnu grøv. Tá mann situr uttanfyri er tað so ótrúliga lætt at vera stutt- ligur og rópa upp um tað, mann vil. Men tá mann so kemur inn og veruliga skal taka avgerðir, tá er tað trupult. Politikkur er jú har kapitalur, vald og ein rúgva av áhugamálum møtast. Har er ikki lætt at ferðast og mann skal vera varin. Tykkara Høgni Hoydal er eitt gott dømi um hatta. Beint áðrenn hann kom í stjórn sá tað bjart út við ætlanum hansara, men aftaná at hava roynt tær í tí veruliga politiska spælin- um, sær ikki so bjart út longur. Hatta er munurin á at vera innanfyri og uttan- fyri, greiðir Jacob Hau- gaard frá. Hóast hesar trupulleikar við at royna seg í politikki angrar Jacob Haugaard einki og er glaður fyri tær royndirnar, hann gjørdi sær. – Eg havi lært ótrúliga nógv, um hvussu politikkur veruliga virkar. Eg vil siga, at hatta var eitt slag av meistaraútbúgving í sam- felagsfrøði, eg tók har, sigur Jacob Haugaard kanska við ætlanum um veruliga at geva Johan í Kollafirði brell. Helst ikki inn Hóast fyrrverandi Fólka- tingslimurin gleðir seg at uppliva kollfirðingin undir valstríðnum, heldur hann, at Johan í Kollafirði má vóna ikki at koma inn á ting. – Johan má vóna, at hann ikki kemur inn. Vanlig fólk sum eg og hann hava tað ofta trupult við at skilja tað veruliga politiska spælið og álvarsemi í truplum avgerð- um. Og mann kann koma sær í álvarsamar trupulleik- ar. Um tað skuldi hent seg, at hann kemur inn, má hann beinavegin finna sær onkr- ar klókar gamlar menn við politiskum royndum at ringja til, hvørja ferð ein avgerð skal takast, sigur Jacob Haugaard at enda, sum í sínari tíð sum politikkari altíð spurdi seg fyri hjá vinmanninum og táverandi borgarstjóranum í Århus, Thorkild Simonsen. Fyrrverandi fólkatingslimurin, Jacob Haugaard, heldur at Johan í Kollafirði eigur at lova føroyingum fleiri fiskar og lekrari grind Mynd: Jan Müller ” – Í politikki hevur mann brúk fyri monnum, ið duga at selja eina vøru. Billetseljarar vil eg kalla teir. Tit hava handan har skallutta við djúpu røddini, butterfly og sigar, Breck- mann eitur hann. Hann plagar at duga tað. Johan hevur uttan iva eisini slíkar seljaraeginleikar C M Y K 5 4