týsdagur 6. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 2 - 6. januar 2004
Nr. 2 - 6. januar 2004
7
Sambandsflokkurin strembar eftir leiðsluni
Sum tann triði flokk-
urin, hevur Sam-
bandsflokkurin nú
borðreitt fyri fjøl-
miðlunum val-
skránna, har tað í
høvuðsheitum verður
egnt við tryggleika,
framburði og vælferð
– eitt nú skal margin-
alskattúrin úr 60
niður í 40%
LØGINTSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Við Nýskipanaruppskoti
okkara hevur Sambands-
flokkurin eitt greitt boð upp
á eina framtíðar skipan
innan ríkisfelagsskapin við
Danmark og Grønland.
Hetta segði Lisbeth L.
Petersen, sum mánamorg-
unin legði fram valskrá
Sambandsfloksins fyri før-
oysku miðlunum.
Hon segði, at fyri Sam-
bandsflokkin eru vælferð-
arsamfelagið og persónliga
frælsið hjá tí einstaka meira
virðismikil enn nationalist-
iskar hugsjónir, og flokkur-
in fer tí ongantíð at seta tey
í váða í tilgongdini at gera
Føroyar meira sjálvbjargn-
ar.
– Við Nýskipanarupp-
skotinum vil Sambands-
flokkurin greiða ríkisrætt-
arligu viðurskiftini, har tey
eru ógreið og seta í verk
eina nýggja stjórnarskipan
fyri Føroyar, sum skal av-
loysa verandi heimastýris-
skipan. Soleiðis vil flokk-
urin framvegis ganga á
odda á hóvligu leiðini fram
ímóti størri sjálvbjargni
innan fyri ríkisfelagsskapin
við Danmark og Grønlandi,
segði hon.
Í punktformi sigur Sam-
bandsflokkurin seg vilja
hava, at:
o Vit skulu staðfesta, at
Føroyar er ein sjálvstýrandi
tjóð í ríkinum.
o Vit skulu varðveita
ríkisfelagsskapin og hava
felags
grundlóg
og
kongshús
o Vit skulu framvegis hava
somu ríkisborgararættindi.
o Vit skulu framvegis hava
tvey umboð á Fólkatingi.
o Vit skulu fylgja Danmark
í
gjaldoyraviðurskiftum,
eins og verju- og uttanríki-
spolitikkur formliga eiga at
vera umsitin av ríkismynd-
ugleikunum.
o Vit skulu í høvuðsheitum
varðveita rættarskipanina.
o Vit skulu kunna yvirtaka
øll onnur mál, so hvørt sum
Løgtingið ella Fólkatingið
tekur avgerð um tað.
o Á henda hátt gerast
Føroyar
alt
meira
sjálvbjargnar.
o Á henda hátt varðveita og
menna vit persónliga fræls-
ið og vælferðarsamfelagið
Føroyar.
o Á henda hátt varðveita og
geva vit komandi ættarlið-
um fjølbroyttar møguleikar
í altjóða høpi.
Í millumlandasamráðing-
um fer Sambandsflokkurin
á skynsaman hátt at lýsa
sjónarmið Føroya. Innan
Norðurlandaráðið
vil
flokkurin styðja eitthvørt
tiltak, íð miðar ímóti størri
norrønum
samarbeiði,
mentunarliga
og
fíggj-
arliga.
Ein góð samstarvsavtala
við ES er av alstórum týdn-
ingi fyri okkara útflutn-
ingsvinnu, og neyðugt er, at
vit framhaldandi hyggja
eftir møguleikunum fyri
nýggjum avtalum, nú ið
fleiri nýggj lond eru á veg
inn í felagsskapin.
Lægri skatt - meira
virksemi
Sambandsflokkurin
vil
fremja ein skattareform,
sum bæði fer at lætta um
hjá tí einstaka og fer at
verða fremjandi og menn-
andi fyri øktum virksemi.
Føroyar eru eitt av teim-
um londunum, har fólkið
livir undir hægsta skatta-
trýsti í heiminum. Hetta
minkar um hugin til at út-
búgva seg, at arbeiða og
gera ein eyka innsats.
Við skattareforminum vil
S a m b a n d s f l o k k u r i n
tryggja, at tað altíð skal
loysa seg at arbeiða, tí
arbeiðshugurin og ágrýtnið
hjá
Føroya
fólki
eru
fremstu fortreytirnar fyri
framburði og vøkstri í
føroyska búskapinum.
Sambandsflokkurin
vil
hava at:
• Tað altíð skal loysa seg at
arbeiða meira
• Skatturin av eyka arbeiði
verður 40% í staðin fyri
núverandi 60%
• Tað skal vera lætt at
rokna skattin út
• Skattaskipanin skal vera
løtt at umsita
• Skatturin á arbeiðsinn-
tøkum skal minka
• Verandi fjaldu/innbygdu
skattahækkingarnar verða
burturbeindar
Sambandsflokkurin ásann-
ar, at tað er umráðandi, at
landsins fíggjarmegi verður
væl umsitin, og at gjølla
verður ansað eftir fíggjar-
viðurskiftunum hjá landi og
kommunum, so fólkið ikki
skal gjalda meira enn
neyðugt er.
Almenna fyrisitingin
Sambandsflokkurin
vil
hava eina nøktandi, væl-
virkandi og sterka almenna
fyrisiting, sum kann veita
borgarum og vinnulívi eina
effektiva tænastu.
Nærdemokratiið
skal
styrkjast við at fleiri egnað
málsøki so við og við verða
løgd út til kommunurnar at
umsita. Skal tað gerast
veruleiki, mugu tær liggja
saman í hóskiligum stødd-
um.
Aðalráðini í landsfyrisit-
ingini eru vorðin ov nógv.
Við samanleggingum verða
tey umskipað soleiðis, at
tey gerast færri í tali.
Vinnulív
Sambandsflokkurin
vil
tryggja
framhaldandi
vælferð við at skapa fyri-
treytir fyri búskaparligum
vøkstri.
Sambandsflokkurin fer at
virka fyri at skapa best
møguligar karmar fyri allar
greinar í vinnulívinum.
Virkiskarmarnir
skulu
gerast so víðir sum gjørligt
og bindingar og forðingar
skulu fáast av vegnum.
Møguleikarnir hjá út-
lendingum at seta pening í
føroyskt vinnulív skulu
betrast við at endurskoða
verandi treytir og forðingar.
Tað skal gerast lættari hjá tí
einstaka at seta á stovn og
reka egið virki. Sambands-
flokkurin vil seta í verk
vinnufremjandi skipanir til
tess at stuðla upp undir
nýhugsan og nýskapan í
vinnulívinum.
Sambandsflokkurin
vil
fremja:
• Vøkstur
gjøgnum
arbeiðsmegina
• Vøkstur gjøgnum íløgur
• Vøkstur
gjøgnum
ígongdsetarar og kveikjarar
• Vøkstur
gjøgnum
gransking og menning
• Vøkstur gjøgnum frælsar
marknaðir
Sambandsflokkurin
vil
brúka orku uppá at skapa
best møguligar karmar um
vinnulívið heldur enn at
veita beinleiðis stuðul,
soleiðis at Føroyar framyvir
hava eitt stuðulsfrítt vinnu-
lív.
Allar vinnufyritøkur og
grunnar, sum virka undir
vanligum marknaðartreyt-
um,
eiga
at
verða
einskildar.
Arbeiðsmarknaður
Persónligt frælsi merkir
fyri Sambandsflokkin eis-
ini frælsi hjá tí einstaka
sjálvum at velja, um hann
ynskir at halda fram at
arbeiða eftir at hava rokkið
formliga pensiónsaldrin-
um.
Føroyska vælferðarsam-
felagið hevur brúk fyri øll-
um tøkum kreftum, eisini
teimum, ið eru farin um 67
ár. Sambandsflokkurin vil
varðveita verandi pensións-
aldur, men ynskir at veita
teimum, sum hava hug og
kreftir til tess, møguleika at
halda fram at arbeiða.
Sambandsflokkurin
virðir ábyrgdarfulla sam-
ráðingarrættin hjá pørtun-
um á arbeiðsmarknaðinum.
Flokkurin hevur tað grund-
sjónarmið, at møguligar
broytingar í reglunum á
hesum øki eiga at vera
framdar í samstarvi við all-
ar partarnar á arbeiðs-
marknaðinum.
Sambandsflokkurin
virðir rættin hjá tí einstaka
sjálvum at velja, hvørjum
fakfelag, hann ynskir at
vera limur í.
Samferðsla
Bert við eini vælvirkandi
samferðslu millum allar
partar av landinum, eru
fólk og vinnulív uttanfyri
miðstaðarøkið
tryggjað
javnbjóðis vinnuligar og
mentunarligar karmar. Tí
vil
Sambandsflokkurin
halda fram við at útbyggja
samferðslukervið, so flutn-
ingurin av fólki og farmi
verður tryggari og lættari.
Tunlar eru tryggasti og
lættasti samferðslumøgu-
leikin um sund og um fjøll.
Tí eigur at verða hildið
fram við tunnilsgerð eftir
eini raðfestingarætlan, sum
hevur atlit til metingar um
ynskini á staðnum, og sum
hevur búskaparlig fyrilit.
Umhvørvi
Sum framkomið samfelag
eiga Føroyar at taka sín part
av altjóða ábyrgdini fyri
okkara felags umhvørvi.
Sambandsflokkurin legg-
ur dent á at reka ein virknan
umhvørvispolitikk,
sum
byggir á sjónarmiðini í Rio-
sáttmálanum um burðar-
dygga menning. Tað inni-
ber millum annað, at vit
eiga at leggja størri dent á
at brúka tær alternativu
orkukeldurnar, sum vit
hava møguleikar fyri at
troyta her á landi. Hetta
eigur altíð at gerast við
atliti til umhvørvislig árin.
Lisbeth L. Petersen er forkvinna Sambandsfloksins – og harvið er hon eisini løgmansevni hjá flokkinum. – Ikki »um«, men »tá« vit koma í samgongu, sigur hon
Mynd: Álvur Haraldsen
Familjan er ein av
grundstuðlunum
undir einum væl-
virkandi samfelag. Tí
eiga allar umstøð-
urnar, sum eru við til
at skapa fortreytirnar
fyri einum vælvirk-
andi familjulívi, at
gerast so góðar, sum
til ber, heldur Sam-
bandsflokkurin
LØGINTSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Barsilsskipanin
skal
bøtast, so hon livir upp til
sítt endamál at geva for-
eldrum møguleika at vera
heima hjá barninum fyrsta
árið.
Allar
familjur
skulu
kunna búgva í egnum hús-
um ella í egnari íbúð, um
tær ynskja tað. Betri møgu-
leikar skulu vera fyri at
leiga íbúð.
Rentustuðulin
skal
varðveitast á verandi støði.
Mentan og andslív
Tað hevur stóran týdning
fyri okkara tilvitan sum
tjóð, at føroysk mentan og
andslív fáa bestu gróðrar-
líkindi.
Í eini fámentari tjóð sum
tí føroysku er tað neyðugt,
at bókmentir, tónleikur,
leiklist, málningalist og
onnur list fáa dyggan stuð-
ul, eisini frá tí almenna.
Listin og ítróttin eru
millum
bestu
umboð
Føroya úti í heimi, og Sam-
bandsflokkurin vil tí ar-
beiða fyri, at tey fáa góðar
umstøður at virka í altjóða
høpi.
Útbúgving og
gransking
Tilverugrundarlagið undir
einum nútíðar samfelagi er
í stóran mun treytað av
einari góðari undirvísing-
arskipan. Tí er alneyðugt
framhaldandi í lóggávuni
at tryggja sær, at dygdin í
undirvísingini og í útbúgv-
ingunum er á hægsta stigi.
Fólkaskúlin er grund-
støðið undir øllum undir-
vísingarverkinum, og tí er
tað av avgerandi týdningi
at tryggja fólkaskúlanum
góðar og tíðarhóskandi
umstøður bæði hvat hølis-
viðurskiftum, undirvísing-
artilfari og arbeiðsumstøð-
um viðvíkur.
Føroyska undirvísingar-
verkið skal útbyggjast við
nýggjum útbúgvingum, og
Sambandsflokkurin
vil
tryggja føroyingum at-
gongd
til
útbúgvingar
aðrastaðni á hægsta stigi.
Fiskivinnuútbúgvingar
og
fiskivinnugransking
skulu raðfestast høgt sum
avgerandi fortreytir fyri
menningini av Føroyum
sum fiskivinnutjóð.
Sambandsflokkurin fer
at virka fyri at útbyggingin
av miðnámsskúlum heldur
fram.
Sambandsflokkurin vil
stuðla uppundir eitt gott
føroyskt granskingarum-
hvørvi við at geva betri
møguleikar fyri vísindalig-
um
granskingar-
og
menningarvirksemi.
Almanna- og
heilsumál
Sambandsflokkurin
fer
støðugt at arbeiða fyri at
tryggja teimum gomlu,
teimum sjúku, teimum
brekaðu og øðrum, sum
hava hjálp fyri neyðini eins
góðan stuðul og viðgerð,
sum fæst í okkara granna-
londum.
Sambandsflokkurin fer
at raðfesta eldraøkið í
fremstu røð. Flokkurin fer
at skipa soleiðis fyri, at
haldast kann fram við út-
byggingum á eldraøkinum,
tað veri seg at byggja ellis-
og røktarheim, sambýli,
íbúðir hóskandi serliga til
eldri. Flokkurin fer at virka
fyri framhaldandi menning
og útbygging av heima-
røktini.
Sambandsflokkurin vil
bera so í bandi, at øllum
føroyingum verður tryggj-
að atgongd til mest fram-
komnu
viðgerðarhættir,
annaðhvørt her á landi, í
Danmark ella aðrastaðni í
heiminum.
Íløgur skulu gerast í
føroyska heilsuverkið, sum
ikki hevur havt nóg góð
kor at virka undir seinastu
nógvu árini. Sjúkrahúsini
skulu
nútímansgerast
tøkniliga og møguleikarnir
fyri vísindaligum gransk-
ingar- og menningararbeiði
skulu betrast.
Eftirútbúgving av starvs-
fólki í heilsuverkinum skal
raðfestast høgt, so vitanar-
støðið framhaldandi kann
mennast.
Vælferðin er hjartamál Sambandsfloksins
Fígging í leysari luft
Eins og hinir flokkar-
nir hevur Sambands-
flokkurin eina rúgva
av tilboðum í val-
skránni, men einki
ítøkiligt svar upp á,
hvussu tilboðini skulu
fíggjast. Flokkurin
ætlar at steðga arbeið-
inum við yvirtøkulóg-
ini alt fyri eitt
LØGTINGSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sum nummar trý í røðini,
eftir Javnaðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin,
legði
Sambandsflokkurin
sína
valskrá fram mánamorg-
unin á Hotel Hafnia. Ein
felagsnevnari fyri valskrá-
irnar higartil hevur verið, at
tað trýtir ikki við góðum til-
boðum
frá
flokkunum,
meðan teir eru trekir at upp-
lýsa veljaranum, hvussu
nógv tilboðini koma at
kosta føroyska samfelagn-
um, um tey verða sett í verk.
Valskráin
hja
Sam-
bandsflokkinum er einki
undantak. Málini sum Sam-
bandsflokkurin
millum
annað ætlar at arbeiða fyri
er skattalætti, betrað Bars-
ilsskipan, útbygging av
Miðnámsskúlum og sam-
ferðslukervinum. Nú ein
búskaparlig niðurgongd í
føroyska samfelagnum er
veruleiki,
hevði
verið
ynskiligt at fingið ítøkiligt
at vita, um tað er ráðiligt
gera slíkar íløgur, sum
flokkarnir undir valstríðn-
um lokka veljaran við.
Sambandsflokkurin
hevur gjørt nakrar útrokn-
ingar upp á skattalættan,
sum flokkurin ætlar at
fremja í verki. Arbeiðið er
kortini ikki heilt liðugt, og
tí var ikki møguliga at fáa
hendur á tølunum. Lisbeth
L. Petersen vissaði kortini,
at føroyska samfelagið tolir
væl, at skatturin av eyka ar-
beiði verður settur niður frá
60 % til 40%.
Eingin Anfinn
Búskaparligi parturin av
valskránni hjá Sambands-
flokkinum
við
millum
annað
skattalættanum
minnir nógv skattapolitikk-
in hjá Fólkaflokkinum.
Lisbeth L. Petersen varð á
tíðindafundinum spurd um
Fólkaflokkurin er besta
boðið upp á ein samgongu-
felaga. Hon svaraði, at Sam-
bandsflokkurin vil varðveita
allar samgongumøguleikar
opnar, og tí hevur eingin
ávísur flokkur betri møgu-
leikan enn nakar annar.
Hon legði kortini afturat,
at Sambandsflokkurin hev-
ur havt eitt gott andsstøðu-
samstarv við Javnaðar-
flokkin, og hetta samstarv
kundi møguliga mennast til
eitt samgongustarv eftir
løgtingsvalið.
Sambandsflokkurin
slerdi enn einaferð fast, at
flokkurin undir ongum um-
støðum tekur undir við, at
Anfinn Kalsberg verður
løgmaður í einum møgu-
ligum samgongusamstarvi
við Fólkaflokkin.
Tjóðveldisflokkurin
meldaði eisini greitt út
fríggjadagin, at flokkurin
heldur ikki kann taka undir
við Anfinni Kallsberg sum
møguligum løgmansevni.
Fólkaflokkurin
tvíheldur
kortini framvegis um, at
Anfinn Kallsberg leiðari í
flokkinum, og hann er eisini
løgmansevni Fólkafloksins.
Leiðsluna
Sambandsflokkurin hevur
staðið seg rættiliga væl í
seinastu veljarakanningun-
um, og tað er spátt flokk-
inum at fáa eitt metval tann
20. januar. Stendur tað til
Sambandsflokkin sjálvan,
hevur flokkurin leiðsluna í
eini samgonguni eftir løg-
tingsvalið. Flokkurin vil
eftir fimm í ár andstøðu
sleppa fram at aftur lands-
ins leiðslu. Hóast ivi sein-
asta mánaðin hevur stungið
seg upp um, hvør er løg-
mansevni hjá flokkinum, so
kveistraði Lisbeth L, Pet-
ersen henda iva til viks, og
gjørdi greitt, at hon er løg-
mansevni hjá flokkinum.
Ongin yvirtøkulóg
Sjálvsstýrissamgongan
hevur seinasta valskeiðið
lagt nógva orku í yvirtøku-
lógina. Síðan Tvøroyar-
skjalið varð undirskrivað,
hava drúgvar samráðingar
verið á embætismannastigi
millum føroyskar og dansk-
ar myndugleikar um yvir-
tøkur av fleiri málsøkjum.
Stendur tað til Sambands-
flokkin, steðgar yvirtøku-
arbeiðið
alt
fyri
eitt.
Sambandsflokkurin vil ikki
heilt útihýsa yvirtøkum í
framtíðini, men flokkurin
leggur dent á, at yvirtøkur-
nar mugu gerast, tá tað
loysir seg fíggjarliga
– Yvirtøkur eru ikki mill-
um fremstu málini hjá
okkum. Vit vilja gjarna
hyggja at summum møgu-
ligum yvirtøkum, men tær
mugu gerast, tá vit hava
fíggjarliga orku til tað, og í
íløtuni eru onnur átrokandi
mál meira týdningarmikil
enn yvirtøkurnar, sigur Lis-
beth L. Petersen.
Forkvinnan fýltist eisini
á, at arbeiðið við yvirtøku-
lógini hevur verið dult fyri
andstøðuni, og Sambands-
flokkurin ikki visti, hvussu
langt arbeiðið er komið.
Samráðast við danir
Kemur Sambandsflokkurin
fram at landsins leiðslu, vil
flokkurin arbeiða fyri, at ein
nýggja avtala um ríkis-
rættarliga spurningin verður
gjørd við danir. Flokkurin
ætlar sær at samráðast við
danir um eina nýggja skip-
an, sum skal avloysa Heima-
stýrislógina.
Lisbeth
L.
Petersen sigur, at føroyska
útgangspunktið vera út frá
nýskipanaruppskotinum hjá
Sambandsflokkinum.
Stendur tað til Lisbeth L. Petersen og Sambandsflokkin, so steðgar arbeiðið við yvirtaka málsøki alt fyri eitt. Fíggjarliga orkan
skal raðfestast øðrvísi, heldur flokkurin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6