Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 9 Turid Christophersen og Rúni Nielsen hava hildið saman í trý ár. Januar mánaði verður ein heilt serlig av- bjóðing hjá parinum, sum býr í Havn. Bæði hava valt at stilla upp til løgtingsvalið í Suðurstreymi. Ikki nóg mikið við tí, tí tey stilla upp fyri hvør sín flokk. Flokk- arnir eru ongir minni enn stríðshanarnir frá farna samgongu- skeiði, Tjóðveldis- flokkurin og Fólka- flokkurin LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Eftir øllum at døma, hava pør í Føroyum ikki nóg mikið at kjakast um í tí dagliga, uttan at tey eisini skulu draga kjakið inn í politiska lívið. Hetta er sjálvsagt at gera ov nógv av, men spyrt tú Turid Christophersen og Rúna Nielsen, so er svarið óivað, at tey hava ongar trupul- leikar við at bæði at halda saman sum par og at stríðast politiskt. Turid og Rúni stilla bæði upp til løgtingsvalið 20. januar í Suðurstreymi. Tað mest margháttiliga er kort- ini, at tey hava valt at stilla upp fyri hvør sín flokk. Flokkarnar eru heldur ikki hvør sum helst. Turid og Rúni stilla upp fyri ávika- vist Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin, og júst hesir báðir flokkarnar hava verið í táttinum á hvørjum øðrum stóran part av seinasta samgonguskeiði. Um Turid Christophersen og Rúni Nielsen skriva politiska søgu sum fyrsta parið, ið stillar upp fyri hvør sín flokk í sama val- dømi, skal verða ósagt, men henda hending má hoyra til tær heilt sjáld- somu. Áhugin fyri politikki hevur altíð stórur hjá báðum teirra, og tí meta høvuðspersónarnir ikki, at uppstillingin kemur brád- liga. Gjørt avtalu Turid og Rúni hava hildið saman seinastu trý árini. Hon er úr Vestmanna, með- an hann er av Tvøroyri. Hóast bæði eru ættað uttanfyri miðstaðarøkið, so hava tey kortini bæði valt at stilla upp í Suðurstreymi. Seinastu árini hava bæði Turid og Rúni verið sera virkin í ungmanna- feløgunum hjá ávikavist Fólkaflokkinum og Tjóð- veldisflokkinum. Tey ætla bæði at nýta nógva tíð upp á valstríðið. Nakað av tíðini verður nýtt til markera seg persónliga, meðan tíð er eisini sett av til at hjálpa ungmanna- feløgunum hjá Tjóðveldis- og Fólkaflokkinum undir valstríðnum. Hava tit gjørt nakra av- talu um hvussu tit bæði fyrihalda tykkum undir val- stríðnum? Vit hava avtalað, at vit sjálvsagt hava hvør sítt valtilfar. Upplýsingar, sum vit nú einaferð fáa frá flokkunum, mugu vit eisini halda fyri okkum sjálvi. Vit verða noydd at verða pro- fessionell undir valstríð- num, tí annars er skjótt, at vit koma koma í eina dupultrollu yvirfyri flokk- unum, sum vit stilla upp fyri, og tað má ikki henda. Eg kann eisini leggja afturat, at vit fara so ikki at arbeiða ímóti hvørjum øðrum, sigur Rúni Nielsen. Politiskur jóladøgurði Áhugin fyri politikki hjá skyldfólkunum hjá bæði Turid og Rúna er rættiliga stórur. Tey bæði siga frá, at ikki færri enn fimm valevni vóru saman 1. jóladag til ein døgurða bita. Pápi Rúna, Dan Nielsen, stillar upp fyri Tjóðveldis- flokkin í Suðuroyar val- dømi. Kona mammu- beiggja Turid, Heidi Peter- sen, er uppstillað í Norður- streymi. Ikki nóg mikið við tí, Niels Uni Dam er giftur við sysktinabarninum hjá Turid, og hann er valevni hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi. - Vit fimm vóru 1.jóladag saman til døgurða. Undir sjálvum døgurðanum hildu vit okkum frá at kjakast um politikk, men so skjótt vit vóru liðug at eta, so var politikkur á skránni. Ikki heilt óvæntað, so var málið um Anfinn Kallsberg á skránni, greiða Turid Christophersen og Rúni Nielsen frá. Fullveldi og fiskivinna Spurd um, hví tey hava valt at stilla upp, svarar Rúni fyrst, at hann hevur eitt brennandi ynski um, at Føroyar skulu gerast eitt fullveldi. Verður hann vald- ur, vil hann eisini virka fyri, at Føroyar gerast eitt valdømi. Rúni hevur verið virkin í politikki síðan 1997, og eitt tíðarskeið var hann formaður í Unga tjóð- veldinum. Turid greiðir frá, at henn- ara hjartamál liggja í fiskivinnuni. Hon hevur gingið á fiskivinnuskúlan- um í Vestmenna, og Turid heldur, at høvuðsvinnan í Føroyum er eitt ómetaliga áhugavert og avbjóðandi politiskt økið. Fleiri kvinnur stilla upp Forkvinnan í Javnstøðunevndin i, Annika Wardum Joensen fegnast um, at talið av kvinnum, sum stilla upp, hækkar. Hon heldur, at høvdu valfeløgini havt longri skot- brá, høvdu møgu- liga fleiri kvinnur verið á vallistun- um LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað gongur spakuliga framá hjá kvinnunum í føroyskum politikki. Til løgtingsvalið 20. januar eru í alt 58 kvinnur uppstillaðar. Hetta svarar til góð 23% av samlaða talin- um. Sammett við løg- tingsvalið í 2002, er ein framgongd at hóma. 20,9 av valevn- unum í 2002 vóru kvinnur, meðan talið til valið hesaferð er góð 2% hægri. Í Tjóðveldisflokk- inum stilla flest kvinn- ur upp. 12 kvinnur eru á tjóðveldislistanum, meðan 11 eru á javn- aðarlistanum. Fegnast Forkvinnan í Javn- støðunevndini, Annika Wardum Joensen fegn- ast um framgongdina. Hon sigur í stuttari viðmerking, at hon heldur tað verða posi- tivt, at talið av kvinn- um, sum stilla upp, hækkar. – Tíðin til uppstill- ingina hesaferð var knøpp, og eg havi var- huga av, at valfeløgini ikki hava havt neyðugu tíðina at finna fleiri kvinnur at stilla upp. Høvdu tey havt betri tíð, so høvdu møguliga enn fleiri kvinnur ver- ið stillaðar upp, sigur hon. Par skal stríðast politiskt SJÁLDSOM UPPSTILLING: Parið Turid Christophersen og Rúni Nielsen eru millum valevnini til løgtingsvalið 20.januar. Tað sjáldsama er, at tey stilla upp fyri hvør sín flokk í sama valdømið. Flokkarnir eru stríðshanarnir frá farna samgonguskeiði, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Mynd: Jens Kristian Vang – Eg hevði ynskt, at Fólkaflokkurin hevði livað upp til sítt undirheiti sum er radikalt sjálvsstýri Rúni um Fólkaflokkin ‘‘ ‘‘ – Tjóðveldisflokk- urin átti at verið meira samstarvssinn- aður í arbeiðinum at fremja fullveldi í Føroyum Turid um Tjóðveldisflokkin ‘‘ ‘‘ Bakur og Stelkur hava landað tvær ferðir í ár Seinni túrurin varð avbrotin, tí Bakur fekk maskinbrek. Ein reim slitnaði, sum skaddi eitt sindur frá sær FISKIVINNA Nýggju trolararnir hjá reiðarínum, Beta í Salt- angará, Bakur og Stelkur, hava longu landað tvær ferðir í hesum árinum. Skipini fóru út triðja jóladag og landaðu góð 200.000 pund fyrsta 2. januar. Tey fóru beinanveg- in útaftur, og mánadagin, 5. januar, vóru tey inni aftur við 150.000 pundum. Hes- in seinni túrurin varð av- brotin, tí Bakur fek maskin- brek. Tað var ein reim, sum slitnaði. Reimin skaddi eitt sindur fyri sær, og neyðugt varð at senda boð eftir eykalutum. Bakur megnaði til lands við egnari hjálp. Ragnar Olsen vónaði, at eykaluturin kom við flog- farinum mánadagin, og at skipini kundu fara útaftur í dag. – Tað tekur umleið ein dag at umvæla tað, sum farið er, sigur hann. Beta hevur eisini land- ingarmiðstøð, og Ragnar veit at siga, at nøkur skip hava verið úti millum jól og nýggjár. – Vit vita um nakrar trol- arar, sum hava verið úti, men enn hava teir hava ikki landað her hjá okkum. Nýggjársaftan og fríggja- dagin eftir nýggjár landaðu trý garnaskip í Saltangará. Nýggjársaftan landaði Nim, og fríggjadagin Tor og Vesturland. Tá ið vit frættu, sat Ragn- ar ikki við ítøkiligu land- ingartølunum hjá garna- bátunum, men hann heldur ikki, at skipini høvdu so nógv hesaferð. Yvirhálaðir Hinir fýra Kuba-trolararnir eru ikki farnir útaftur enn. Ragnar sigur, at tey gomlu skipini hava verið í dokkini á Skála til eftirlit, men hann væntar, at tey verða klár at byrja nýggjan túr seinni í hesi vikuni. – Hetta er neyðugt eftirlit, sum vit gera, tá ið høvi er. Nú um halguna eru nakrir dagar, har skipini liggja; tá er kjansur at gera neyðugu yvirhálingarnar, sigur hann. Ragnar veit annars at siga, at skipini hjá partafel- agnum, Beta, hava fiskað fyri einar 50 milj. krónur í farna ári. – Samanlagt hevur skipa- raksturin í farna ári givið eitt hall uppá einar 2 milj. krónur. Spurdur, hvussu gongdin hevur verið hjá nýggju skipunum í mun til teimum gomlu, sigur hann: – Hóast Bakur og Stelkur hava nógv størri skyldur, er úrslitið hjá teimum ikki verri enn hjá teimum gomlu. Skipini hava riggað óføra væl, og fiskiskapurin hevur verið góður. Hinveg- in hevur upsaprísurin verið ógvuliga lágur. Ragnar Olsen sigur, at tað hevur eisini kostað fel- agnum pening, at trý skip hava ligið á Skála, sum ikki hava verið í vinnu. – Men nú eru hesi skipini so seld, sigur hann at enda. vj – Vit fingu eina góða hálva miljón fyri hvørt skipið, sigur Ragnar Olsen á Beta FISKIVINNA Síðan nýggju skipini hjá reiðarínum, Beta, Bakur og Stelkur, komu til landið í desember mánaði í fjør, hava Skúgvur, Munkur og Grælingur ligið svína- bundnir á Skála. Fiski- loyvini eru flutt yvir á nýggju skipini, og tí hava hini skipini bara ligið og gnagað gummi. Hetta hevur sjálvsagt tyngt nakað um úrslitið hjá Beta, men nú eru so øll skipini seld av landinum. Øll skipini seld Ragnar Olsen sigur, at Skúgvur er seldur til Arg- entina, Munkur til Gambia í Afriku, og Grælingur er seldur einum felag í Mur- mansk. Spurdur, hvat felagið hevur fingið fyri skipini, sigur Ragnar, at prísirnir liggja um góða hálva miljón fyri hvørt skipið. – Hetta eru ikki teir nógvu pengarnir, men sølan merkir, at reiðarríið nú er leyst av skipunum. Hann sigur, at fyrsti sølusáttmálin varð undir- skrivaður í november, annar í desember, og nú seinasta leygardag varð seinasti sáttmálin um sølu undir- skrivaður. Skipasøga Tað skerst ikki burtur, at gomlu Kuba-trolararnir eru ein partur av føroysku skipasøguni. Tey eru bygd í 1970, og komu higar til lands í 1973. Skipini vórðu øll umbygd til ísfiskaveiði í 1977 og 1978. Fyrsta skipið fór til fiskiskap í november í 1977, men tey flestu loystu í 1978. Ragnar sigur, at prísurin fyri gomlu skipini sjálvsagt hevði verið nógv hægri, um tey vórðu seld í Føroyum við fiskiloyvi. – Men tað er nú einaferð soleiðis, tá ið tú fæst við skiparakstur. Skipini eru nú seld, og harvið tyngja tey ikki longur um raksturin hjá felagnum, sigur Ragnar Olsen. vj Tað hevur kostað Beta pen- ing, at trý skip hava ligið uttan fiskiloyvi. Skiparakst- urin gav eitt hall í fjør uppá umleið 2 milj. krónur Skúgvur, Munkur og Grælingur seldir Skúgvur er seldur til Argentina, Munkur til Gambia í Afriku, og Grælingur er seldur einum felag í Murmansk C M Y K 9 8