Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 11 UTTAN ÚR HEIMI Fleiri ungir misnýtarar Meðan donsku stórhandlarnir fegnast um, at teir selja so nógv rúsdrekka sum ongantíð fyrr, boðar felagið Anonyme Alkoholikere frá, at alt fleiri og fleiri ungfólk niðan fyri 18 ár leita sær hjálp frá felagnum. Forkvinnan hjá Anonyme Aqlkoholikere í Keyp- mannahavn, sum bert verður nevnd við fornavninum Helle, sigur við blaðið Urban, at av teimum umleið 3.000 limunum í danska AA, eru umleið 200 yngri enn 18 ár. Hon sigur, at talan er bæði um dreingir og gentur, og at tey eru úr øllum samfelsgsbólkum. Á misnýtsluviðgerðarstovninum á Fyn mælir leiðar- in, Anette Søgaard Nielsen, myndugleikunum til at hækka avgjaldið á rúsdrekka aftur. Avgjaldið fall tann 1. oktober í fjør, og hevur hevur gjørt, at munandi meiri rúsdrekka verður selt í Danmark nú. Anette Søgaard Nielsen mælir eisini myndugleikunum til at seta 18 ára aldursmark fyri rúsdrekkakeypi í handlunum. Leita enn eftir stjóra Almenna norska oljufelagið Statoil hevur framvegis ikki fingið nýggjan stjóra, eftir at Olav Fjell legði frá sær tann 23. september. Hann fór frá, eftir at tað var komið fram, at Statoil hevði havt samband við sera iv- ingasamar persónar í Iran. Nevndarformaðurin í Statoil, Jannik Lindbæk, sigur við Aftenposten, at ætlanin er at finna ein nýggjan stjóra nú, so navnið kann almannakunngerast tann 11. februar, tá felagið fer at kunngera roknskapin fyri 2003. Jannik Lindbæk sigur, at nevndin hevur ikki so nógv evni at velja ímillum, men at nøkur eru eftir, og at teirra millum eru bæði menn og kvinnur, sigur hann. Tað eru heldur ikki bara norðmenn, tí onkrir útlending- ar eru ímillum evnini. Síðani Olav Fjell fór frá, hava kreftir í Noregi kravt, at Statoil skal hava eina kvinnu í stjórastólin, og vit kunnu í hvussu er siga, at kvinnurnar eru væl umboð- aðar í nevndini, sum skal taka avgerðina. Umframt Jan- nik Lindbæk sita tvær kvinnur í nevndini, sum skal finna stjóran, Kaci Kullmann Five og Marit Bakke. Kann avdúka meiri Ísraelsku myndugleikarnir stúra fyri, at kjarnorku- teknikarin Mordecjai Vanunu fer at avdúka fleiri loynd- armál, tá hann sleppur úr ísraelskum fongsli tann 21. apríl. Mordechai Vanuno, sum er 49 ára gamal, hevur sitið í fongsli seinastu 18 árini. Hann verður kallaður heims- ins fyrsti vápnaeftirlitsmaður. Í 1986 tók ísraelska fregnartænastan Mossad hann, tí hann hevði avdúkað fleiri loyndarmál um kjarnorkuverkið Dimona, har hann hevði arbeitt í átta ár. Avdúkingar hansara elvdu til, at umheimurin kom til ta niðurstøðu, at Ísrael hevði millum 100 og 200 kjarnorkuløðingar. Nú bera myndugleikarnir ótta fyri, at hann skal halda fram við sínum avdúkingum, nú hann slepuur leysur. Av tí sama hava myndugleikarnir við heimild í einari undantakslóg skipað so fyri, at Vanunu fær ikki loyvi at fara úr Ísrael, eftir at hann er sloppin úr fongslinum. Forðaðu atsókn Løgreglan í Saudiarabia vil vera við, at hon hevur forð- að yvirgangsmonnum, sum ætlaðu at søkja at einum ravmagnsverki uttan fyri høvuðsstaðin Riyadh. Tað sigur sjónvarpið Al-Arabiya. Ein saudiarabiskur embætismaður upplýsti fyri fronsku tíðindastovuni AFP í gjár, at løgreglan var komin fram á eina bumbu í einum handli nærhendis ravmagnsverkinum. Løgreglan fekk øll út úr handl- inum beinanvegin, og síðani tóku serfrøðingar sær av bumbuni. Eygnavitni hava greitt frá, at bumban í handlinum var ikki tann sama, sum var ætlað ravmagnsverkinum, men saudiarabisku myndugleikarnir vilja ikki siga, um tað var tann sama bumban, ella um talan var um tvær bumbur. Í Kina hava heilsu- myndugleikarnir staðfest ein tilburð av SARS. Samstundis verður ein møguligur tilburður í Filips- oyggjunum kannaður SARS Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri jól boðaðu kinesisku heilsumyndugleikarnir frá, at teir kannaðu ein 32 ára gamlan mann, tí illgruni var um, at maðurin hevði ta herviligu lungnasjúkuna SARS, og nú er staðfest, at talan er um ta sjúkuna. Tá SARS gjørdi um seg í kinesiska landspartinum Guangdong seinast, vildu serfrøðingar vera við, at sjúkan hevði samband við eitt serligt kettuslag, sum ver rættiliga vanligt har. Kanningar seinni hava eis- ini víst, at eitt virus, sum er funnið hjá hesum kettun- um, líkist sera nógv virus- royndum, sum eru tiknar hjá SARS-sjúklingum. Tí hava myndugleikarnir í Guangdong nú gjørt av at avlíva fleiri túsund kettur av hesum slagnum, sam- stundis sum teir eggja fólki til at beina fyri so nógvum rottum og kakerlakkum, sum tey yvirhøvur kunnu. Á tann hátt kann tað eydn- ast at forða fyri, at sjúkan skal fara at gera um seg av álvara, sigur heilsumynd- ugleikarnir. Á Filipsoyggjunum kunngjørdu myndugleikar- nir í gjár, at teir hava eftirlit við einari kvinnu, tí illgruni er um, at hon kann hava fingið SARS. Kvinnan hevur arbeitt í Hongkong, men kom aftur til Filips- oyggjarnar beint fyri jól. Sunnumorgunin lendi amerikanska rúmdarfarið "Spirit" á gongustjørnuni Mars. Nú skal tað kanna, um nakað lív hevur verið har. RÚMDIN Árni Jornsen fartekst@mail.dk Á amerikonsku rúmdar- støðini NASA hildu fólk ondini, tá "Spirit" hevði sett seg. Men 20 minuttir seinni hálsfevndust fólk, tí tá hevði farið sent ta fyrstu myndina niður á Jørðina. Tað prógvaði, at tað 360 pund tunga farið hevði sett seg í Gusev-gopopinum í øllum góðum. – Hetta er eitt ótrúligt bragd, og fyri NASA er hetta ein stór løta, segði Sean O'Keefe, sum stendur á odda fyri amerikonsku rúmdarkanningunum. "Spirit" er tað fyrsta av teimum amerikonskum rúmdarførum, skal skal gera kanningar á Mars teir næstu tríggjar mánaðarnar. Hitt farið, sum eitur "Op- purtunity", skal eftir ætlan- ini seta seg á gongu- stjørnuni tann 24. januar. Kanningartól hjá teimum báðum førunum skulu kanna skorpuna á Mars fyri at vita, um lív einaferð hevur verið har. Á jólum lendi evropeiska rúmdarfarið "Beagle 2" á Mars, men tað hevur ikki givið ljóð frá sær síðani. SARS ger aftur um seg Skal leita eftir lívi á Mars Frøin á amerikanska rúmdargranskingarstovninum NASA var stór, tá "Spirit" sendi ta fyrstu myndina av Mars MARKNAÐARRÁK Í høvuðsheitinum hava búskapar- ligu uppgerðirnar, ið eru kunn- gjørdar farnu vikuna, verið bjart- ar. Framleiðsluvinnuálitið úr USA gjørdist gott og betur enn væntað. Talið av positivum stjór- um í amerikonsku framleiðslu- vinnuni eru nú økt úr 62,8% í 66,2% seinasta mánaðin. Verður grópað í uppgerðini sæst, at m.a. bjartskygnið um starvssetanir og prísvøkstur er økt, og hetta er sera positivt fyri amerikanskan búskap. Eisini uppgerðin av frumumsøknum um arbeiðsis- loyisstuðul í USA gjørdist sera bjart. Uppgerðin farna fríggjadag vísti eina lækking heilt niður í 339.000, og hetta er lægsta stigið síðani januar 2001. Hóast bjørtu búskaparligu upp- gerðirnar úr USA, er dollarin viknaður enn meira og hevur aft- ur sett met. Orsøkin er í høvuðs- heitinum risa hallið á handils- javnanum, men orsøkin til at doll- arin viknaði enn meira um árs- skiftið, er hóttanin um yvirgang, ið hevur ligið sum eitt skýggj yvir virðisbrævamarknaðunum sein- asta mánaðin. 100 evrur kostaðu mánamorgunin 126,53 dollarar meðan kostnaðurin fyri 100 doll- arar um sama mundið var 588,60 krónur. Vandi er fyri, at dollarin kann vikna enn meira. Hósdagin er fundur í evropiska miðbankanum ECB. Marknaðar- rák væntar ikki, at evropiska rentustigið verður broytt. Kortini verður sera áhugavert at hoyra viðmerkingarnar hjá miðbanka- leiðaranum Trichet, um metsterku evruna. Hóast evran, sambært keldum í ECB, enn ikki er ein hóttan móti evropiska vakstrar- spíranum, kann ein áhaldandi sterk evra sum frálíður køva hendan spíran. Við verandi upp- lýsingarstigi frá ECB, skal ikki væntast at evropiska rentan verð- ur lækka orsakað av sterku evruni. Umframt fundir hjá tjóð- og miðbankum fara aðrar stórhend- ingar fram hesa vikuna. Millum annað verður mánaðarliga amer- ikanska arbeiðsmarknaðarfrá- greiðing kunngjørd. Væntað verður sambært Bloomberg, at arbeiðsloysið verður óbroytt á 5,9%, og at 150.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í desembur. Um hendan sum væntað verður bjørt, verður roknað við, at renturnar sum heild hækka hesa vikuna, samstundis sum at partabrøv fara at standa seg væl. Annað, sum kann føra við sær bjartar parta- brævamarknaðir hesa vikuna er, at sokallaður nýggjur peningur oftani verður lagdur í partabrøv beint eftir eitt ársskifti. Gekkar- nir hesa og næstu vikurnar kunnu tó gerast tíðindi um neytaøði í USA og yvirgangshóttanir. Dollarin kann vikna enn meira Vika 2, 2004 www.kaupthing.fo Kom og syng við í Mentanarhúsinum Leygarkvøldið verður fjølbroytt sangløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað er Yngra Kvartettin úr Betesda í Klaksvík, sum skipar fyri SANGLØTA Á evangelisku sangløtuni í Mentanarhúsinum, sum byrjar klokkan 19.00 leygarkvøldið, fer dentur at verða lagdur á felagssang og kvartettsang. Eisini verður framløga og filmsbrot á skránni. Rógvi Joensen úr Klaksvík og David Lukama úr Sambia fara at hava eitt orð til áhoyrararnar. Tað er hálvtriðja ár, síð- ani teir, ið manna kvartett- ina, byrjaðu at syngja sam- an, og hava teir hesa tíðina verið sera virknir. Í fjør høvdu teir 32 tiltøk runt í samkomunum í Føroyum. Sangløtan í Mentanar- húsinum er fyrsta tiltakið hjá teimum í ár, og ætla teir ikki at liggja á løtu síðuni í nýggja árinum. Longu kvøldið eftir sang- løtuna í Fuglafirði, verða teir at hoyra í Ebenezer í Havn, og 17. januar verður sangløta í ítróttarhøllini í Klaksvík. Einaferð í februar gongur leiðin til Suðuroyar, men ikki er heilt fastlagt enn, nær tað verður. At teir kalla seg Yngra Kvartettin kemst av, at í Betesda í Klaksvík er frammaundan ein kvartett, sum er kend undir navnin- um, Kvartettin í Betesda. rs Í eini knappari vending kallaðu hesir seg Yngra Kvartettin, og teir síggja nú eisini bara heilt ungir út. Frá vinstru: Jóhan Petur Hansen, guitar, Guttorm Jakobsen, guitar, Dávur Johannensen, bass, Petur Vitalis, sang, Jóhan Páll Joensen, sang, Jógvan Høj, sang og Torkil Mørkøre, sang og tangentar. Leivur Vitalis vantar á myndini, hann spælir trummur Floksformenn dystast á Føroya Læraraskúla Fyrsti almenni val- dysturin til løgtings- valið 20. januar verður á Føroya Læraraskúla í kvøld, týskvøldið, kl 19:30 LØGTINGSVAL Tíðindaskriv Á fundinum fara teir seks floksformenninir á tingi og Johan í Kollafirði at dystast. Fyri Fólkaflokkin verð- ur tað Anfinn Kallsberg, fyri Javnaðarflokkin: Jó- annes Eidesgaard, fyri Sambandsflokkin: Lis- beth Petersen, fyri Mið- flokkin: Jenis av Rana, fyri Sjálvstýrisflokkin: Kári P. Højgaard, fyri Tjóðveldisflokkin: Høgni Hoydal og fyri Hin Stutt- liga Flokkin: Jóhan í Kollafirði. Evni verða m.a.: • Fíggjarviðurskifti: Hvussu klára vit tað fíggj- arliga við minni blokk- stuðli? • Fullveldismálið: Er sjálvstýristilgongdin farin fyri bakka? • Vinnupolitikkur: Skulu rækju- og alivinnan stuðlast av tí almenna? • Almanna- og heilsu- politikkur: Hava vit ikki longur ráð til at senda foreldur við sjúkum børnum til við- gerðar uttanlanda? Hvat hendir við okkara fólka- pensjón? – Fundurin verður fyrsti møguleikin hjá politisku flokkunum at hava eitt breitt kjak um, hvussu landið skal stýrast kom- andi fýra árini. Eisini fáa flokkarnir høvi til at bera síni sjónarmið fram um ymisk mál. Á fundinum fáa áhoyrararnir eisini høvi til at seta politikar- unum spurningar, siga næmingarnir í 1. L á Før- oya Læraraskúla, ið siga endamálið við fundinum vera at fáa eitt áhugavert og fjølbroytt kjak. C M Y K 11 10