Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 13 Tjóðveldisflokkurin hevur nú kunngjørt sína valskrá. Skráin er áhugaverd, tí hon er merkt av andsøgnum og avdúkar hon samstundis, at flokkurin sostatt er í andsøgn við seg sjálvan. Hetta hevur ein leingi havt varhugan av – nú hava vit tað svart upp á hvítt í sjálvari valskránni. Sum formaður flokksins sjálvur greiddi frá á tíðindafundi, stendur politikkur Tjóðveldisfloksins nú á fýra beinum. Hesi eru fullveldi, sosial vælferð, frælst vinnulív og bein- hørð búskaparstýring. Men hetta hongur ikki saman, tí í upplegginum verður upplýst, at 24 yvirtøkulógir liggja klárar at avgreiða, tá og um flokkurin kemur aftur í stjórn. Hvat hetta kostar er ikki uppplýst, men hesar yvirtøkur verða dýrar, tað er eyðsýnt, tí talan er um stór og tung øki. Hvussu kann hesin politikkur sameinast við meira sosiala vælferð? Hvussu skal pláss verða fyri at fíggja yvirtøkur- nar, samstundis sum pláss skal gerast fyri øktum sosialum útreiðslum? Vit eru eftirbátur á sosiala økinum. Hetta varð í ríkiligt mát skjalprógvað í valsendingini sunnukvøldið 4. januar. Kunnu hesi bæði mál - 24 tungar og kostnaðar- miklar yvirtøkur og øktar sosialar útreiðslur sameinast uttan eitt munandi hægri skattatrýst enn rekordhøga skattatrýstið, sum vit longu hava í dag? Triðja bein Tjóðveldisfloksins er eitt vinnulív bygt á frælsar marknaðarkreftir. Vinnulívið skal sleppa at virka ótálmað av almennari stýring. Hetta man ivaleyst vera størsta broytingin í politikki Tjóðveldisfloksins. Frá at vera vinstrahallur loysingaflokkur við lyndi til planbúskap er flokkurin vorðin liberalistiskur sjálvstýrisflokkur. Men eisini her er andsøgn, tí flokkurin sigur í sama andadrátti, at vit skulu hava avgjørda búskaparstýring. Hvussu kanst tú hava avgjørda búskaparstýring samstundis, sum tú gevur vinnulívnum púra fríar teymar? Her er enn ein and- søgn. I sambandi við stýringina verður nógv gjørt burtur úr, at vit takkað verið Karsten Hansen hava ein sunnan búskap. Spurningurin er: hava vit veruliga ein sunnan búskap? Nýggjársdag varð avdúkað í útvarpinum, at stórir og týðandi partar av vinnulívinum eru í djúpari kreppu, og at at tilsvarandi arbeiðsloysi hóttir. Hartil varð avdúkað, at kreppan í stóran mun stavar frá almennari líkasælu og trot á sunnum, mennandi og tryggum karmum um vinnuna. So hetta við tí sunna búskapinum man vera so sum so. At enda skulu vit nevna, at tað í valskrá Tjóðveldisfloksins verður gjørt nógv burtur úr øllum teimum pengum, sum fráfarandi landsstýri, enn einaferð takkað verið Karsten Hansen, hevur samlað á bók – heilar tvær milliardir! Merkir hetta ikki við øðrum orðum, at Karsten Hansen og hansara starvsfelagar í fráfarandi landsstýrinum hesi seinastu fimm árini hava tikið tvær milliardir meira í skatti og avgjøldum inn frá borgarunumn, enn tørvur hevur verið á til tess at fáa almennu hjólini at mala? Tað hevur ongantíð verið hildið at vera góður politikkur at taka meira inn í skatti enn neyðugt, fyri at almennu útreiðslurnar skulu kunnu rindast. At breggja sær av hesum júst um sama mundið sum tað er vorðið prógvað, at Føroyar hava heimsins størsta skattatrýst er næstan at spotta landsins hart plágaðu skattgjaldarar. DAGSINS MEINING Sosialurin Valskrá við andsøgnum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Súsanna Dam Vit eru øll púra greið yvir, at nývalda løgting og lands- stýri hvørki koma til búgv- ið borð ella skorin klæði. Her verður eitt upptak eftir at hitt romantiska sambandi millum fullveldisflokkar- nar spældi fallit, og hin kaldi veruleiki gjørdi síni krøv galdandi. Fyrst skal ein fíggjarlóg gerast. Hetta arbeiðið átti fráfarna samgonga at havt framt fyri mánaðum síðani, og gamaní útreiðslusíðan er liðug verður sagt, men teimum resta inntøkur. Eftir størstu innløguár nakrantíð letur fullveldisstýrið við sínum sjálvberandi búskapi eftir seg eitt illa hagreitt húsarhald, har stórur tørvur er á nærum øllum tænast- um til vanliga borgaran, og afturgongd á nógvum vinnuøkjum. Tey gólaðu óført um, at nú var kjansurin, sum ongantíð áður, til at skapa ein sjálvberandi búskap, og tey fingu kjansin, men misnýttu hann av tí ring- asta. Nú skal annað skinn um bak, og tá Sambandsflokk- urin altíð hevur prógvað, at hann dugir at um- og samskipa viðurskiftini eftir teimum givnu fyritreytun- um, fara vit sjálvandi av húsi at seta kross fyri flokk- in ella okkurt av valevn- unum. Mikkjal Sørensen Valevni javnaðarfloksins í Suðuroy Loysnin við føroysku flakavirkjunum, ið bleiv gjøgnumførd fyri um leið 10 árum síðani varð, at tey virkir, ið skuldu verða opin blivu koyrd í alment stovn- aða P/F Føroya Fiskavirk- ing (har framtaksgrunnurin eigur 100%), meðan tey, ið ikki skuldi vera opin, blivu koyrd í hin sokallaða "møl- posan". Nú 10 ár seinni, hevur Føroya Fiskavirking lítla og onga framleiðslu havt á flakavirkinum í Vági. Hetta ber ikki til longur, antin má tað almenna fiskavirking lata upp flakavirkið í Vági her og nú, ella skulu teir avhenda virkið til aðrar. Tað verður als ikki góð- tikið, at eitt 100% alment partafelag niðurbindur hetta øki her suðuri í so langa tíð. Tá eg hugsi um, hvat út- tøkan hjá tímaløntu ar- beiðsfólkunum, í knýtt hava verið at flakavinnuni her suðuri, hevur verið seinastu árini, má eg bara undrast hvussu tey fáa tað at bera til fíggjarliga. Ein má ásanna at har er ein ótrúliga góð fíggjarstýring. Hví velja Sambandsflokkin? Loysn fáast á flakavirkinum í Vági Gerhard Lognberg Løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin Valið nærkast, jólini eru farin afturum og eitt nýtt ár er byrja. Val er í hondum og í hesum sambandi vil eg aftur hesaferð bjóða meg fram, sum valevni fyri javnaðarflokkin í Sand- oynni. Eitt sum eg meti, hevur alstóran týdning fyri Sand- oynna, er at fáa ein undir- sjóvartunnil um Skopunar- fjørð og havi eg verið við til, at leggja hetta mál fyri tingið, har tað fekk góða viðgerð. Sandoyggin eigur og skal standa fyri tørni, aftaná at tunnulin, er gjørdur um Leirvíksfjørð, hetta vil bøta munandi um trivnaðin í oynnið. Í Sandoynni eru tvey sera vandamikil vegastrekki, eitt er vegurin eystur gjøgnum sandslíð, bilar sum koyra hetta strekkið hava fleiri staðni einki sýnið, hetta hevur í fleiri førum ført til ferðsluóhapp. Vegurin er eisini í støðum skrædnaður og er hetta rættuliga hættis- ligt fyri t.d stóru bussarnir sum koyra við skúlabørn- unum til eystan bygdirnar. Eg setti fleiri ferð, í undan- farna valskeiði lands- stýrismanninum spurningar um hetta vegastrekki, og vil eg halda á fram, at arbeiða fyri, at vegastrekki verður tryggari at ferðast á, hetta er eitt sera átrokandi mál. Tað næsta vegastrekki er helst vandamiklasta vega- strekki í landinum og tað er farleiðin millum Húsavík og Dal, har er alneyðugt at tunnil verður gjørdur og ongantíð ov skjótt. Eg legði í undanfarna valskeiði upp- skot fyri tingið, um at fáa pening settan av til kjarnu- boringar, tað var uml. 600.000 kr, men málið fall, men vónandi fer, at bera betur til í einari komandi samgongu, har javnaðar- flokkurin er partur. Hetta eru mál sum eru at meta sum átrokandi fyri Sandoynna og ætli eg, um eg fái møguleika, at gera mítt til at hesi mál verða loyst til frama fyri okkara oyggj. Annars vil eg nýta høvi at ynskja øllum Harrans signing í nýggja árinum. Vegakervið í Sandoy VALGREINAR Sambandið rennur eftir halanum Jógvan Arge Valevni Tjóðveldis- floksins í Suðurstreymi Sambandsflokkurin tykist vera høgt í metum. Hansara høvuðloysi fær undirtøku frá meir enn einum fjórðingi av velj- araskaranum. Tað hevur sínar grundir. Arbeiðslagið í sam- gonguni seinastu 18 mánaðirnar hevur ør- kymlað veljaran. Sam- gongan undir fólka- floksleiðslu hevur verið so illa stjórnað, at fáur hevur sæð samljóð mill- um avtalað stevnumið og framdan politikk. Her hevur ikki gingið um fliðuna. Tjóðveldisflokkurin ásannaði hetta í tøkum tíma og er fegin um, at veljararnir sleppa at taka støðu aftur. Tí tað er al- neyðugt at fáa gongd aftur á skútuna. Vit hava sjálvbjargnis- leiðina fremst í okkara skjøldri. Vit stevna fram móti einum sjálvstøðug- um og sjálvberandi sam- felag, har føroyingar ráða fyri borgum í Føroyum. Tað gerst ikki við sam- bandsflokkinum á brúnni. Hann vil ikki fram. Hann vil allar- hægst mala í ring, sum hundur, ið rennur eftir sínum egna hala. Sambandsflokkurin hevur onki framsøkið boð upp á framtíðina. Hann ivast neyvan í at hækka blokkin aftur. Hann hevur heldur onki ímóti at spenna lands- kassan fyri vinnulívið aftur. Sleppur sambands- flokkurin framat, fer Lisbeth at stýra Føroyum sum eitt ekkó av Anders Fogh í Keypmannahavn. Vit vita øll, hvat tað endar við. Tí er hetta valið avger andi fyri allar sjálvstøð- ugt hugsandi føroyingar. Vilt tú, at framtíðin skal verða okkara, so vel- ur tú Tjóðveldisflokkin. X við E. Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð Jógvan á Lakjuni tingmaður og valevni Fólkafloksins í Eysturoy Hetta gamla føroyska orðatakið hugsi eg mang- an um, tá ið tosað verður um, at vit ikki eiga at blanda politikk og religi- ón saman. Eg skilji á ein hátt, hvat fólk meina, tá ið hetta verður sagt, tí sjálvandi eiga vit ikki at misnýta átrúnað til egnan politiskan vinning. Men tá ið tað kemur til etisk mál sum t.d. fostur- tøku og skrásett parlag, ið hava verið so nógv frammi í seinastuni, so ber ikki til at svíkja tína innastu sannføring - tað sigur seg sjálvt! Tað er álvarsamt at sleppa tí kristnu lívsfat- anini og fara at hugsa í humanistiskum banum, har menniskjað setur seg sjálvt í sentrum og ikki góðtekur, at ein hægri autoritetur er til - ein hægri myndugleiki, sum hevur sett nakrar virðis- normar, ið vit ikki hava loyvi at lóggeva ímóti. Vit eru so ymisk og kunnu vera ósamd um nógv - eisini tá ið um átrúnað ræður. Men eg vóni ikki, at vit nakrantíð fara at gera lógir, sum eru í stríð við skaparans meginreglur. Tað verður tjóð okkara til vanlagnu! Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð! Jóhanna í Ólavsstovu valevnið tjóðveldisfloksins í Suðuroy Hóast tað ikki merktiskt stórt til tað, nú jólastákanin varð um at koma í hæddina so mundi tann 5. desember 2003 verða ein dapur dagur hjá flestu suðringum, nú Løgmaður valdi at slýta samgonguna og skriva út nýval. Hví dagurin skuldi verða daprari fyri suðringar enn fyri aðrar føroyingar kunnu vit so spyrja ? Jú tí tað var undir sjálv- stýrissamgonguni, at suðuroyggin aftur kom á føroyakortið. • Tað var undir sjálvstýris- samgonguni at farið varð undir at byggja nýggjan Smyril. • at sjúkrarøktarskúlin var settur á stovn á Tvøroyri. • at verklagslóg var gjørd í samband við ger av tunnil ímillum Øravík og Hov. • at farið varð undir at gera djúphavn í Vági. • at fari varð undir at byggja samferðsluhavn á Tvøroyri • og tað var undir sjálv- stýrissamgonguni at farið varðundir at byggja Mið- námsskula í Vági. Oyggin, sum í áravís lá sum ein burturgloymdur blind- tarmur, og sum ongin hevði áhuga í, byrjaði hesi sein- astu árini aftur at gerast ein partur av landinum. Tað tyktist aftur at ljósn- að fyri framman og vón sýntist at verða fyri at her skuldi fólkið kunna bú- leikast. Framtíðin ! Tjóðveldisflokkurin hevur fyri 6 árum síðani sett økis- menning á politisku dags- skránna. Og hóast samferðslu- kervið her suðuri enn trongir til munandi ábøtur, kunna okur glaðast yvir tey framstig, ið nú eru komin undir land, bæði í oynni sjálvari men eisini um suðuroyarfjørð. Hvat hevur framtíðin so at bjóða okum? er nú komið á mál, og skulu okur verða nøgd við tað, ið higartil er framt ? Nei langt ífrá, hettar er ikki nógmikið! Skulu fólk kunna búðleikast her, mugu tey hava okkurt at gera! Sum støðan er nú so hevur miðnámsskúlin havt við sær at okur so dánt varð- veita ungdómin í oynni, men síðani missa vit tey!!!! Jamen hettar er ein náttúr- lig gongd kring alt landi kannst tú siga, allur før- oyskur ungdómur leitar sær heimanifrá í lestrarørind- um, ja tað er rætt nokk, men okra ungdómur kemur ikki aftur eftir lokna út- búgving, her er onki at koma aftur til. Okra ungdómur skal, áðrenn farið verður undir útbúgvingina takað støðu til, skal eg gera tað, eg havi størstan áhugað í, ella ætli eg mær aftur til suðuroyar at búgva ? Hyggja okur í hagtølini so vísa hesi, umframt tað at sunnara helvt av Suður- oynni hevur størst ar- beiðsloysið í landinum, eisini tað at suðuroyggjin sum heild er tann parturin av landinum, har lønirnar eru lægstar. Seinastu skrá- setingarnar hjá búðskapar og løgfrøðingarfelagnum vístu at bert ein limur var í suðuroynni. Hettar gevur okum eina ábending um, hvussu nógvar lønir úr almennu miðfyrisitingini fella til suðuroyar, so at siga ongar! Við verðandi gongd verður størstiparturin av fólkinum í suðuroynni pen- sionistar innanfyri tey komandi 20 árini. Her verður onki fólk í arbeiðsførðum aldri eftir. Ongin at ansa pensionist- unum, ongin at føða børn, og hvat skulu vit gera við nýggjan Smyril, nýggjan tunnil og nýggjan mið- námsskúla tá ongin verður at nýta íløgurnar? Skal suðuroynni verða lív laga og skal landið alt fáa nyttu av teimum íløgum, ið eru og í nærmastu framtíð verða gjørdar í suðuroynni; so mugu átøk gerast, ið hava við sær at okra unga fólk fær møguleikar at venda aftur og búðsetast í oynni. Tjóðveldisflokkurin er sannførdur um at skal verulig økismenning fremj- ast, er neyðugt at øll øki í landinum kunnu mennast í rímiligari javnvág. Størri partar av almennari um- siting, trivnaðaruppgávum og fleiri mentanartilboð skulu verða kring landið. Tjóðveldisflokkurin virk- ar tí miðvíst fyri at leggja størri uppgávur frá landi til kommunur at umsita og at kommunurnar mugu sam- starva um at loysa uppgáv- urnar. Hetta skapar arbeiðs- pláss, trivnað og nýggjar møguleikar fyri økismenn- ing. Lagnudagurin Skal 20 januar 2004 ikki gerast lagnudagurin har Suðuroyggjin aftur verður gloymd. Har okra politik- arar bert minniast til okum upp undir val, tá okra at- kvøður kunnu gerast tungan á vágskálini; so er neyðugt at okur suðringar standa saman um Tjóð- veldisflokkin. Nú landi alt verður bundin saman í eitt øki norðanfyri skopunarfjørð, er Tjóðveldisflokkurin okra trygd fyri at suður- oyggin ikki verður burtur úr hugaheiminum hjá rest- ini av føroyingum, Suðringar...... standi tí saman um Tjóðveldis- flokkin tann 20 januar ! Gott val. Bárður Nielsen Løgtingsmaður Landskassans útreiðslur eru øktar við yvir 50 % tey seinastu 5-6 árini Hetta er nógv tann størsta økingin, ið verið hevur í Føroyum nakrantíð uppá so stutta tíð. Hetta er undr- unarvert, tá havt verður í huga, at fremsta málið hjá samgonguni hevur verið at fingið ein sjálvberandi bú- skap, men í veruleikanum kann sigast at okkara bú- skapur er minni sjálvber- andi nú, enn áðrenn júst skrædnaða samgongan tók við í 1998. Eitt er at útreiðslurnar eru øktar frá 2,3 mia. upp í 3,5 mia. hesi árini, men harafturat er blokkurin skerdur við 366 mió. um- framt at hann er fastfrystur. Fyri at halda samfelagnum koyrandi skulu inntøkur landskassans frá skatti og avgjøldum verða 1,6 mia. hægri nú enn fyri 6 árum síðani og svarar hetta til at hesar inntøkur skulu liggja javnt eini 60% omanfyri samlaðu inntøkurnar hjá landskassanum í 1998. Veruleikin er beiskur Nú sær umsíðir út til, at samgongan sá veruleikan í eyguni og ásannaði at trøini vaksa ikki inn í himmalin og at tá teirra dreymur um, at alt ber til, brast, var ikki annað at gera enn at fáa ein enda á samgonguni áðrenn alt endaði heilt galið. Samgongan kom til búgvi borð í 1998 og sum ikki einaferð tá Tjóveld- isflokkurin hevur sitið við makt, verður samfelags- skútan avleverað aftur við stórari slavsíðu, til hinar at ruddað upp í. Tað verður ikki bara sum at siga tað at fáa ruddað upp aftaná stóra skaðan, fráfarna samgonga hevur gjørt, men vit vilja royna at fáa samfelagsskútuna aftur á beint og byggja uppaftur álitið á okkara politisku skipan, so Føroya fólk aftur kenna seg trygg á hesum klettum og sum rættir føroyingar. Sambandsflokkurin vil tryggja føroyingar, við at føra ein ábyrgdarfullan politik, so at vit sjálvi hava ábyrgd av okkara gerðum fyri allar tíðir. Útreiðsluøkingin oman fyri 50% Íløgan í framtíðina! C M Y K 13 12