Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 6. januar 2004 15 Ása Olsen valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum í Suðurstreymoy Nú nýggi bygningurin á L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m verður tikin í nýtslu fyrst í hesum árinum, er ætlanin, at fara meir og meir yvir til, at viðgera sjúklingar ambu- lant. Tá hettar hendir, kemur sjálvandi bæði størri trýst at liggja á Heimarøktini, samstundis sum ein fær bæði størri og truplari av- bjóðingar enn nú. Sum øllum kunnugt, hev- ur verið trupult at halda játtanina við verandi skip- anum, so at um ikki játtanin verður hækka svarandi til tær øktu avbjóðingarnar, er greitt, at tað koma at verða tænastur innan Heimarøkt- ina, ið koma at detta burtur. Tá talan er um tey bleytu virðini so sum Heimarøkt, sjúkrahús o. a., er umráð- andi at velja umboð inn á ting, ið sjálvi starvast innan økið, og tí vita hvar veruligi trupulleikin er, og hvussu hann kann loysast. Tað nyttar onki at koma við eini ørgrinnu av vallyftur uppundir val, tí at tey seinastu tvey árini hava víst, at eldraøki enn einaferð hevur verið fyri vanbýti, og at vallyftini bert rukku til valið var av. Vit hava skyldu til at tryggja okkara gomlu eitt virðiligt lívskvøld, og er tað nakað eg sum valevni Sjálvstýrisfloksins vil ar- beiða fyri. Sunleiv Højgaard Valenið fyri Javnaðarflokkin Tíðin er komin til at steðga tí spekulatiónini, sum er komin í fiskidagar og loyvir. Loyvir, sum eru fingin ókeypis skulu brúkast. Sum er, verður í summum føri loyvini ikki brúkt, og seld fyri stórar upphæddir og enda í lummunum hjá teim- um heilt fáu. Vit hava nógvar framúr reiðarar, sum leggja størstu orkuna í at vinna sær, manning og landi valuta. Spekulatión, har loyvir verða brúkt sum søluvøra ger, at unga ættarliðið hev- ur rættuliga vánaligar møguleikar at fáa sær fiskifar, sum so mangir av teimum droyma um. Í dag er fiskiloyvið tann størri parturin av kostnaðinum, um menn hugsa um at keypa egið skip. Vit kenna gongdina úr Íslandi, har nógv flestu loyvir, eftir hondini, sita á fáum hondum og speku- lantar liva av at selja av hesum loyvum. Nei, óbrúktir fiskidagar og loyvir, eiga at fella aftur til landi, og ikki enda sum søluvøra hjá einstakling- um. Hetta má steðgast. Verji fólksins ogn. Tað gert tú við at velja Javnaðar- flokkin tann 20 januar. VALGREINAR Vit taka tónleikin í álvara Musikskúlin skal eisini styrkjast, fyri at fáa eitt enn betri tilboð til ríka tónleikalívið í Føroyum. Tað hevur Javnaðar- flokkurin gjørt sær greitt. Tí hava vit eisini sett hetta beinleiðis í valskránna. John Johannessen Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi john@jokarin.com Jú, vit skulu geva tón- leikinum C-vitaminir! Poptónleikur er eisini tónleikur. Tí vil Javn- aðarflokkurin framvegis skapa ein møguleika fyri at stuðla ungum, evna- ríkum tónleikarum, sum vilja royna at koma út um landoddarnar við sínum tónleiki. Eisini popptón- leiki. Hetta sjálvt, um tað annars so virðiliga tóna- skaldið, Sunnleif Ras- mussen, í grein á internet Dimmu, og helst eisini í bløðunum, kallar slíkan tónleik fyri døgnflugu- tónleik og hevur hug at rokna hetta slagið av tónleikarum, fyri at vera á einum mentanarligum síðuspori. Teit Lassen, Eivør Pállsdóttir, Guðr- una Sólju Jacobsen og Týr, halda vit ikki vera á einum mentanarligum síðurspori. Vit virða tey í øllum førum og halda, at slíkur tónleikur eisini er list. Tí vilja vit eisini stuðla hesari listini. Tað koyrir ikki landið á húsagang. Men skapar ein nýggjan vinnumøguleika. Styrkja musikkskúlan Góð útbúgving skapar dugnasemi. Soleiðis er eisini við tónleikinum. Tí hevur Javnaðarflokkurin samsundis sett sær sum endamál at styrkja musikskúlan. Musikskúlin hevur gjøgnum árini verið ógvuliga mennandi fyri ungdómin, og harvið fyri tónleikalívið í Føroyum. Men eisini í musik- skúlanum er orkan av- markað. Millum annað av fíggjarligum ávum. Hetta vil Javnaðarflokk- urin gera nakað við, fyri at fáa pláss fyri so nógvum næmingum, sum gjørligt. Og eisini fyri at skapa ein so góðan musikkskúla, sum gjør- ligt.. Endamálið við ment- anarpolitikkinum á tónleikaøkinum má vera at geva teimum ungu so góða tónleikaliga út- búgving, so góðan førn- ing, sum yvirhøvur gjør- ligt. Hetta skapar okkum í seinna enda veruliga listarliga virðing úti í heimi. Soleiðis skrivaði Sunnleif Rasmussen eisini í sínari grein. Og eg eri púra samdur við honum. Men fyri tað er tað ikki skeivt, eisini at stuðla poptónleikarum. Sunnleif Rasmussen vil hava: "Munagóðan stuðul til tónlistarliga menning og harvið dygd, heldur enn døgnflugu- kendan løtuvinning!" Javnaðarflokkurin er samdur. Tí løgdu vit fram broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2001, um at játta musikkskúl- anum 950 túsund krónur eyka. Hetta uppskotið fingu vit samtykt. Og tað gjørdi stóran mun hjá musikskúlanum. Javnaðarflokkurin vil geva tónlistini munagóð- an stuðul til listarliga menning og dygd. Tí settu vit eisini uppskot fram á ting í 1999, um at stuðla tónleikarum at fáa møguleikan at vinna marknað uttanlands. Hetta fyri at breiðka føroyska vinnugrund- arlagið, til eisini at fevna um tónleik. Men tað bleiv felt av samgonguni millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Gev tónleikinum C- vitaminir. Atkvøð fyri lista C 20. januar. Kristoffur Gaardlykke Valevni Javnaðarfloksins í Vágum Eftir mínum tykki eru handverkslærlingar lesandi eins og øll onnur lesandi og tí skulu teir eisini hava somu ágóðar. Sum støðan er í løtuni eru handverks- lærlingar, sum teir einastu lesandi í Føroyum noyddir at gjalda fullan ferða- kostnað. Ferðakostnaður er ein sera tung byrða, hjá ein- um lærlingi úr útjaðaranum og tí vil eg arbeiða hart fyri, at skipanin við ferðakortum til lesandi, eisini kemur at umfata handverkslærlingar. Eftir at undanfarna sam- gonga meldaði út, at endurgjaldið fyri lønarút- reiðslur ímeðan lærlingar eru í skúla skuldi avtakast, hava meistarar aftra seg við at taka nýggjar lærlingar inn. Hetta er sera óheppi, tá hugsa verður um, at tørv- urin á handverkarum er ovurhonds stórur, og tí meini eg at hetta endur- gjaldið skal varðveitast, soleiðis at tilgongdin av handverkarum heldur fram. Hetta er gjørligt við tínum stuðli á valinum 20. januar! Finnur Helmsdal tjóðveldisflokkurin Vit hava havt barnafor- sorgarlóg síðan 1960, og nú er ein spennandi dagførd og víðkað útgáva á trappuni. Barnaforsorgarlógin tekur tó bert atlit at børnum og ungum sum hava trupul- leikar og sum eru upp til 18 ár. Eingin serskild lóggáva er fyri somu børn og ung, tá tey fara um tey átjan árini. Hetta hóast tey og familjur teirra eru í júst somu støðu. Tí eiga vit at lóggeva soleiðis, at sam- felagið bjóðar ungum við trupulleikum, og sum eru blivin átjan, tilboð viðvíkj- andi ymiskum viðkomandi og átroðkandi viðurskift- um. Tilboð um bústað er kanska mest átroðkandi. Tó eru tilboð um útbúgving, arbeiði, stuðul og ráð- geving av grundleggjandi týdningi fyri hesi ungu, sum so ella so hava fingið eina ringa byrjan men sum meira enn so kunnu koma aftur á beint, bert vit eru viljað at stuðla teimum. Sum er, verða hesi ungu viðgjørd og viðfarin eins og øll onnur, ið gerast átjan. Og tað er ikki altíð nøkt- andi hjá einum, sum er viðbrekin og tí hevur serligan tørv. Betri umstøður til handverkslærlingar! Ókeypis fingin fiskiloyvir, gullrandað lummarnar hjá teimum fáu Heimarøktin og nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum! Tilboð til ung yvir átjan ár 15 14 Nr. 2 - 6. januar 2004 VALGREINAR Hví sleit Tjóðveldis- flokkurin samgonguna Jógvan við Keldu løgtingsmaður og valevni á Lista A Hesi báðir ikki serliga royndu politikarar rædd- ust, nú búskapargongdin tykist venda, ella í besta lagi at standa í stað. Helst er tað bara Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og onkur tjóðveldismaður, sum livir tætt upp at teim- um, sum enn ikki vilja á- sanna, at Tjóðveldisflokk- urin sleit sjálvstýris-sam- gonguna. Føroyingar eiga at leggja sær í geyma, at hesi bæði eru ikki serliga roynd í politikki, og ser- liga ikki, tá búskaparliga framgongdin steðgar, og kanska gerst til aftur- gongd. Týðiliga hoyrist á teim- um, at "tað ikki hoyrir heima í einum samfelagi, at afturgongd er, og nýtsl- an gerst ov stór, tað var bara nakað sum hendi í áttati- og nítiárunum, og skal ikki koma fyri aftur". Almenni sekturin veksur "trygt" Einki er yvir at dylja, at hesi og fleiri við teimum hava enn ikki fingið við, at tað eru margfaldar kreftir, sum seta kós í ein- um so lítlum samfelagi sum Føroyar við einum so eintáttaðum vinnulívi. Einki svart/ hvítt. Tíðir kunnu koma, har neyðugt er við ávísum stuðli, fyri at vinnan, eins og tað almenna skal fáa lívbjarga sær. Tá tað almenna hevur tørv á peningi, játtar polit- ikarin av skattaborgarans peningi, so inntøkur svara til útreiðslurnar. – Al- menni sektorurin er støð- ugur og veksur støðugt, meðan vinnan hevur góð ár fyri síðani aftur at liva undir álvarsligum hótta- falli. Duettin Høgni og Krist- ina spyrja: "Ja, men hví hevur vinnan ikki lagt nóg mikið niðurfyri í góðum árum"? Tey hava ikki spurt seg sjálvi, um góðu árini nú vóru so yvirhonds góð hjá vinnuni. Hetta er tað, sum Fólka- flokkurin hevur havt at stríðst við nú í sløk seks ár. Hóast alt eru vit kom- nir fyrimyndarliga væl burtur úr hesum sosialist- iska "selskapi". Nakrar orsøkir til at tey hoyknaðu Ein orsøk til, at hesi ikki orkaðu meira var, at kom- andi árið ikki verður eins gott og tey farnu. Tí skulu sterkir herðar, og fleiri nýggj átøk setast í verk, sum fara at seta størri krøv til politiska støðið. Fólkaflokkurin hevur greitt allari tjóðini frá, at neyðugt er at lækka skatt- in, tí hann er alt ov høgur. – Kanningin seinastu tíðina vísir, at skattaokið í Føroyum er tað tyngsta! Tjóðveldisflokkurin hevur lagt dent á, at skal skattalætti gevast, skal sami peningur í minsta lagi verða kravdir inn aðrar vegir. Fiskurin grundarlagið undir vinnuni Fólkaflokkurin góðtekur ikki, at okkara vinna skal gjalda í dýrum dómum fyri eitt fiskiloyvi, tí vit meta, at sjómaðurin og harvið vinnan hevur rætt- indi til fiskin, og at nóg stríggið er hjá teimum at yvirliva. – Hinvegin verð- ur neyðugt at einfaldgera almennu umsitingina inn- an vinnuna. Tjóðveldisflokkurin hevur greitt frá, at ein so- kallaður "grønur skattur", tað vil m.a. siga ein eyka- skattur leggjast á vinnuna. – Hetta vil Fólkaflokkurin ikki. Hetta eru í fyrstu syftu bert nøkur fá dømi. Tjóðveldið blakaði handklæðið í ringin Fólkflokkurin harmast um, sum eg fyrr havi skrivað, at Tjóðveldis- flokkurin ikki kláraði at halda út, men sum Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøð- ingur segði, blakaði hand- klæðið inn í ringin. Tá er liðugt. Fólkaflokkurin hevur uppiborið eina veruliga uppbakking frá Føroya fólki, og vónandi fáa vit hana til hetta valið. – Lat- ið okkum halda sosialist- isku leiðini aftur, við tí leiðslu sum Tjóðveldis- flokkurin ídag hevur. Eg fari tí at heita á føroy- ingar, her hugsi eg sjálv- andi serstakliga um mítt egna valdømi Klaksvíkina og Norðoyggjar, um at fáa eina uppbakking. Við hesum fari eg at ynskja øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár. Jakob Holm valevni Sambandsfloksins Nú tá fullveldisskútan hev- ur kollsiglt og er farin til botns, einaferð með alla, siga vit farvæl til eitt full- veldisævintýr, sum hevur nærum koyrt Føroyska samfelagið á heysin. Vit muga bróta upp um ermar, enn einaferð, og síggja veruleikan og sann- leikan í eyguni. Uppruddingararbeiðið verdur tungt og krevjandi, men vit hava tikið tøk áður, og eru enn einaferð til reiðar. Vit í Sambandsflokkin- um eru klár við eini heild- arætlan, sum hevur nýskip- an við sær. Vit vilja arbeiða fyri at endurnýggja heimastýris- skipanina, varðveita rættar- skipanina, og framhaldandi hava somu ríkisborgarar- ættindi. Vit vilja virka fyri, at heilsuverkið og skúlarnir skulu fáa munandi betri sømdir enn tey hava í dag. Vit mugu heldur ikki gloyma tey gomlu í sam- felagnum, (pensionistar- nar), sum hava lagt lunnar undir vælferðarsamfelagið, sum fullveldissamgongan í dag nærum hevur forkom- ið. Sambandsflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at tryggja rættindini og vælferðina hjá pensionist- unum. Vit vilja arbeiða fyri betri búskaparviðurskiftum, og betri sosiallóggávu, so vit koma at hava somu sømdir og rættindir sum borgarar- nir í hinum Norðurlond- unum. Hetta vil eisini hava eitt betri og sunnari um- hvørvi við sær. Um tú vilt vera við til at tryggja framtíð tína, so kanst tú gera hetta við at seta X við lista B. Gott val ! Tryggja framtíð tína Jenis av Rana Valevni Miðfloksins Greinin er skrivað sum svar til ein, ið ynskir at vita nærri um støðu Miðflok- sins til fullveldi (spurn- ingurin sæst á heimasíðu floksins – www.miðflokkurin.fo). Takk fyri vøkru orð tíni um týdningin av at trúgv- andi taka ta ábyrgd av landsins leiðslu, sum vit eru ætlaði at hava. Tilveran er jú ikki tilvildarlig, var tað so, var alt líkamikið. Tvørturímóti hevur Skapari okra tilrættalagt alt út í æsir, m.a. lagt til rættis ætlanir og verk til hvørjari løtu í lívi okkara( hygg t.d. efesus brævið kap. 2 v.10 ). Tí er so umráðandi fyrst av øllum at liva í hesum ætl- anum og m.a. bera teimum, vit liva saman við, men eisini samfelagnum sum heild, tað Hann gevur okk- um. Hava vit funnið Hann, so hava vit funnið tað besta, og tað mugu vit bera víðari inn í dagliga dag okkara- í skúla, vinnulív, politik v.m. Sjálvandi yvirlata vit ikki leiðslu samfelagsins til tann, sum ikki hevur funnið tað besta- t.e. lívið í Kristusi. Tvørturímóti brúka vit tað, Hann gevur okkum, at skapa og mynda tað samfelag við, sum vit, børn og eftirkomarar okk- ara annars, skulu liva í! Viðvíkjandi tjóðskapar- politikki Miðfloksins, so er hesin ikki nógv útgreinaður í stevnaskrá floksins, sum varð skrivað fyri góðum 10 árum síðani- tvs. áðrenn fullveldiskjakið kom í hæddina. Í løtuni situr ein nevnd og orðar broytingar í stevnuskránni, men m.a. tjóðskaparpolitikkurin hevur ligið greiður seinastu árini, og fari eg at lýsa hann niðanfyri. Miðflokkurin flokkar politikk sín í primer mál og sekundær mál. Tað primera er, at vit sum tjóð og fólk fyrst av øllum mugu seta álit okra á Guð og Skap- aran- síðani kemur alt annað. Tú kanst verða so frælsur, sum tjóð ella einstaklingur, sum tú vera vil, men er tað primera, t.e. viðurskiftini við Harra og Frelsara tín ikki greið, ert tú millum stórstu trælur heimurin veit um at siga. Og tú kanst vera í tí best hugsandi sambandi- við Danir, í ES ella USA, men tó ótryggari og fátækari, enn hugsast kann, hevur tú ikki sett álit títt á Harran Gud. Tá álit títt, mítt og lands okkara er sett á Hann, sum ynskir at sleppa at stýra skapanarverki sínum, fyrst tá eru vit trygg og kunnu fara at skipa viður- skifti okkara( secunder mál okkara) annars- tá á klett- fastari grund. Millum onnur sekunder mál kemur týdningarmikla málið um tjóðarfrælsi- og har hevur flokkurin eina greiða støðu. Vit meta at Skaparin hevur sett okkum í eitt paradís at liva og búleikast . Seta vit álit okkara á Hann, fer aldri, aldri at tróta til dagsins tørv á nøkrum øki! Søkið fyrst ríki Guds… so skal alt hetta verða tykkum givið- er eitt av lyftum hansara til okk- um. Sjálvandi skulu vit samstarva við aðrar heim- sins tjóðir, og millum tær eru Danmark, Ísland, Grøn- land og Norðurlond annars sjálvsagdar í fremstu røð. Men tað finst einki hald- gott argument fyri, at ein av hesum tjóðum hevur rætt at stýra øðrum, hvusu lítil hendan stýring enn skuldi verði! Vórðu danir rættir demokratar, so høvdu teir fyri langari tíð síðani veitt Føroyum og Grønlandi tjóðarfrælsi, so at hesar tríggjar tjóðir á jøvnum føti kundi havt eitt virðiligt samstarv! Viðvíkjandi heildarveit- ingini, sum danir senda okkum á hvørjum ári, eru nú tríggir fyrrverðandi høgtstandandi danskir politikkarar- Krag, Elleman Jensen og Engel, sum geva okkum rætt í, at danir í mong, mong ár hava havt ein stóran fíggjarligan fyrimun av Føroyum. Ein fyrimun so stóran, at ein fíggjarliga uppgerð vildi víst at Føroyar eiga pening til góða hjá dønum, eftir at heildarveitingin( blokk- urin) er frároknaður. Tí atkvøddi Miðflokkurin imóti niðurskurðinum av heildarveitingini og ráddi til at ein fíggjarlig uppgerð fyrst varð gjørd. Sum eina síðstu roynd at forða hesari peningayvirflyting til danir legði flokkurin uppskot fyri Løgtingið um at senda ætlaðu minkanina út til fólkaatkvøðu millum Før- oya fólk.. Ein av áheitanum Mið- floksins á hinar føroysku flokkanir, nú val stendur fyri durum, er, at vit saman eiga at biðja um eina fíggjarliga uppgerð við danir Tá hendan fyriliggur verður nógv greiðari og einfaldari hjá fólki at taka støðu til spurningin um tjóðarfrælsi. Bestu heilsanir og ynski um Signing Harrans. Hanna Jensen Valevni Fólkafloksins Umboð úr mest sum øllum flokkum ilskast nú og tá inn á politisku støðuna í Før- oyum. Ikki bert hava vit ta vanligu vinstra-høgra ás- ina, men eisini loysing- samband ásina. Sum so mong hava ásannað, og sum vit øll hava kent á egn- um kroppi, so kann vera sera trupult at skipa sam- gongu, og ilt er at føra ein miðvísan politik, sum fylg- ir eini politiskari hugsjón meiri neyvt. Sera nógvar neyðloysnir verða gjørdar, fyri at flokkar, við ym- iskum hugsanum eftir aðrari av áðurnevndu ásum, kunnu arbeiða við málum, sum fylgja hinari ásini. Hetta er ikki nýtt fyri nakran. Loysnin er ikki enn einaferð at tiga málið um ríkisrættarligu støðuna burtur. Skulu vit arbeiða fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, so er tað nú! Og einasta haldgóða loysn fyri Føroyar er, at vit avgera og gjalda alt sjálv. Broyting má fara fram, so vit kunnu halda okkum til politik, sum snýr seg um at velja ímillum vinstra og høgra Tí okkara ríkisrættarliga støða er ein blindgøta, tá um politik og menning ræður. Vit mugu halda áfram at yvirtaka málsøki. Vit mugu fyrireika okkum til at gerast sjálvbjargin á øllum økjum. Stuðulsskipanir eru einki at byggja eina framtíð á. Tað er at kasta ábyrgdina á onnur og at sleppa fræls- inum og avgerarrættinum. Heldur ikki kann nakað høpi vera í, at skatt- gjaldarar í einum øðrum landi skulu gjalda tað, sum restar í, tá vit hava sett okkara livistandard. Váðaverk? Nei, ikki um vit fara hóvliga og miðvíst fram og syrgja fyri at loysa aðrar samfelagstrupulleikar samstundis. Ikki seinni, men nú! Nú! Primer- og secunder mál Miðfloksins C M Y K 14