Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 20. desember fylti Aksel Hansen, stjóri á Bacalao, 80 ár. Aksel er bæði kendur sum vinnulívsmaður og sum undangongu- maður í Føroya Ríðingarfelag Hendan dagin møttu ríð- ingarmenn, vinir og kenn- ingar upp í rossahúsinum hjá Akseli í Havnardali, har m.a. ein myndaframsýning var sett upp í sambandi við føðingardagin. Seinni var farið inn í húsið hjá Føroya Ríðingarfelag, har okkurt var til matna. Einir 20 mans frá Tórshavnar Manskóri sungu, og fleiri røður vórðu hildar. Teir sum hildu røðu vóru m.a. Júst Rubeksen, Regin Eikholm, Vilhjálmur Christiansen (Lil) og Heðin Samuelsen. Allir høvdu nógv gott at siga um Aksel. Heðin Samuelsen, fyrrverandi stjóri á Føroya Handils- skúla, segði m.a. at hann kom at kenna Aksel í 1968, tá hann (Heðin) arbeiddi hjá Jógvani Sundstein og kom út á Bacalao sum grannskoðari. Hann merkti beinanvegin hvussu stóran áhuga Aksel hevði fyri før- oyskum vinnulívi. Seinni komu teir at kennast í sam- bandi við teirra felags áhuga fyri rossum. Aksel er føddur og upp- vaksin í Havn, sonur Annu, f. Joensen, av Eiði, og Poul Hansen, heilsølumann, ætt- aður úr Vestmanna. Liðugur við realskúlan fór Aksel í bankalæru í Sjó- vinnubankanum. Í 1944/45 var hann eitt skifti í Íslandi. Eftir kríggið var hann eitt ár í Royal Bank of Scot- land. Síðan arbeiddi hann fyri Alec White frá fyritøk- uni P.J. Johnson, sum tolkur í sambandi við alt samskifti sum fyritøkan hevði við tey føroysku skipini í Bretlandi eftir kríggið. Heim afturkomin tók hann sær av skipunum, sum vóru knýtt at heilsøluni hjá pápanum, Poul Hansen. Í 1952, eftir at stórhvala- veiðufelagið, Sperm, var farið á húsagang, tóku níggju mans, m.a. Aksel og beiggi hansara, Hans, seg saman og leigaðu tveir av hvalabátunum til stórhvala- veiðu. Høvuðsmenn vóru Esmar Fuglø og mammu- beiggi Aksel, Eiðis Hans Jacob. Teir leigaðu seg inn í gomlu fabrikkina hjá Østrøm á Skálatrøð, fingu fimm plátufrystarar til vega og frystu tað stórhvalatvøst, sum ikki varð selt feskt. Stórhvalaveiðan var bert um summarið, og um vetur- in fóru teir undir at skera flak, sum teir frystu til út- flutnings. Flakavinnan var ókend her, og teir fingu tí ein dana frá Bornholm at leggja teimum lag á. Fram- leitt varð m.a. 400 g vøra til USA. Bacalao bleiv so stovnað í 1953 og Aksel bleiv settur sum stjóri, og hevur hann verið tað øll árini. Fyrstu tíðina var klipp- fiskurin ein av høvuðs- útflutningsvørunum og eitt skifti var sildaarbeiði ein týðandi táttur í virksemin- um. Bacalao var í mong ár størsta privata arbeiðspláss í Havnini. Tá fiskiskapurin var í hæddini arbeiddu millum 200 og 250 fólk á virkinum. Síðan Føroya Fiskavirk- ing yvirtók flakavirkið í 1993, hevur P/F Bacalao fyrst og fremst verið eitt reiðaravirki við egnum ís- virki. Skipini sum teir varða av eru: Brestir, Mýlingur, Kallsevni og Grímur Kamban. Aksel hevur altíð havt stóran áhuga fyri rossum og ríðing, og var hann ein av teimum, sum stovnaðu Føroyinga Ríðingarfelag í 1943. Hinir vóru Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen. Aksel hevur verið ein av undangongumonn- unum í felagnum og tað eru ikki so fá íslandsross, hann hevur fingið til landið. Or- sakað av heilsuávum er hann nú givin at ríða. Aksel Hansen 80 ár: Føðingardagurin hildin í Havnardali Aksel Hansen á einum av sínum seinastu ríðitúrum. Her heilsar hann Viljormi Tórsheim, sum hevði stóran føðingardag Mynd: Jan Müller Umleið 20 mans frá Tórshavnar Manskóri sungu í húsunum hjá Føroya Ríðingarfelag á 80 ára føðingardegnum Mynd: Jan Müller Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, og Aksel Hansen Mynd: Jan Müller NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Týsdagin 30. desember høvdu Anna Helena og Joen Jacob Mortensen í Klokkaragøtu í Havn verið gift í 50 ár. Tey bæði teljast avgjørt millum tey friðar- ligu í landinum. Anna Helene arbeiddi í nógv ár á Lágargarði, og Joen Jacob var múrari. Anna Helena er úr Havn- ini. Foreldrini vóru Elsu- beth Malena, sum var ættað úr Svínoy, og Sámal í Gong. Tey fingu sjey børn: Jens, Petur, Ragnhild, Maria, Helgi, Flemming og Anna Helena. Eftir á lívi eru umframt Annu Helenu Mia og Flemming, sum øll búgva í Havnini. Joen Jacob er svínoying- ur og millum svínoyingar verður hann nevndur Joen Jacob í Ovasta húsi. For- eldrini vóru Anna Karhrina og Elisias, sum var ættaður úr Húsavík. Tey fingu fimm børn: Johanna Olina, Joen Jacob, Johannes Alfred, Hans Jacob og Anna. Johanna Olina býr í Svínoy, og Anna, sum búði í Norð- depli, er farin. Johannes Alfred og Hans Jacob búgva í Klaksvík. Joen Jacob fór sum teir flestu tá í tíðini til skips. Hann sigldi eitt nú við Kelduni og Svínoynni, sum pápi hansara í nógv ár var við. Joen Jacob gekk á skiparaskúla hjá Fischeri Heinesen í Klaksvík, og hann var bestimaður við Svínoynni. Tað mundi vera síðsta árið, at Jákup hjá Jensi førdi hana. Tá ið hann var fluttur til Havnar, fór Joen Jacob at arbeiða hjá svágrinum Peturi í Gong. Meðan hann arbeiddi har, fekk hann sveinabræv sum múrari. Saman við Hanusi Hansen ella Hanusi hjá Amaliu, sum eisini var ættaður úr Svínoy, hevur Joen Jacob útinnt nógv múraraarbeiði í høvuðsstaðnum og eisini aðra staðni. Í Ovasta húsi vóru teir musikalskir, og Joen Jacob hevur spælt bæði harmon- iku og mandolin. Hann var í mong ár tenorur í sang- kórinum í Ebenezer, har hann og konan framvegis hava teirra andaliga heim. Joen Jacob hevði bát saman við svágrinum Heina Svarthamar, og Anna Helena og Joen Jacob og yngra ættarliðið plaga at vitja í Svínoy, har tey eiga húsini, sum foreldrini hjá honum bygdu í Lágbø. Anna Helena og Joen Jacob eiga fimm børn: Helgi, Atli, Ragnar, Elisa- beth og Sóley. Helgi, Atli og Elisabeth búgva í Havn- ini, Ragnar býr í Esbjerg, og Sóley býr í Noregi. Barnabørnini eru tólv í tali. Ein regla var dottin burtur ímillum, tá ið henda greinin stóð í blaðnum leygardagin. Vit biðja lesararnar halda okkum til góða. Sunnudagin 4. januar fór Bjørn á Heygum um tey hálvt hundrað. Bjørn tekur dúgliga lut í almenna orða- skiftinum, hann er oftast avgjørdur og leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sigur sína hjartanas meining, og tí hevur hann ikki so sjáldan staðið í and- glettinum. Bjørn býr í Havnini, men hann er vestmenningur, og hann tekur ofta til, hvussu hugaligt tað var at vera barn og at mennast har norðuri. Bjørn er sonur til Mariu og Brynjolv á Heyg- um, og harvið er hann abbasonur tiltikna fram- burðsmannin fyrsta partin av farnu øldini, Ólav á Heygum. Umframt Bjørn fingu Maria og Brynjolvur eina dóttur. Tað er sang- fuglurin Rúna á Heygum. Eftir at hava hjálpt páp- anum at stoypa betongrør og at hava verið til skips við Kap Farvel, fór Bjørn í 1972 í studentaskúlan í Hoydølum. Hann átti at havt lokið prógv í 1975, men hann fekk ikki sama slag av prógvi sum tey flestu av hinum í hansara árgangi. Tað var ikki tí, at hann ikki megnaði at standa royndina. Eitt nú í søgu hevði Bjørn sjáldsamt innlit, og tað segðist vera rættuliga áhugavert at vera vitni, tá ið hann í studenta- skúlanum leiddi floksfelag- arnar ígjøgnum eitt nú seinna verðaldarbardaga og greiddi frá, hví og hvussu Hitler, Stalin, Churchill og allir hinir telvaðu. Stóra søguliga innlitið segðist hann at hava fingið frá páp- anum. At Bjørn ikki fekk prógv, sum tey flestu av hinum, komst av málstríðnum, sum miðskeiðis í sjeyti árunum var afturvendandi í Hoy- dølum. Bjørn taldist mill- um tey tólv, sum í 1975 ikki gingu við til, at skrivligu uppgávurnar hjá teimum í ávikavíst samfelagsfrøði og lívfrøði vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Bjørn fór at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, og tað gekk upp á stás, tí longu í 1981 leyk hann embætis- prógv. Bjørn kom beinan- vegin aftur til Føroya. Hann arbeiddi eitt skifti hjá Líkn- ingarráði Føroya og hjá Mogens Birch, advokati. Teir báðir, Bjørn og Birch, samstarvaðu, men Birch andaðist heilt stutt eftir, at teir báðir vóru farnir í sam- starv. Síðani rak Bjørn virkið einsamallur í eitt skifti, og nógvu tey sein- astu árini hevur tað verið saman við Alfredi Petersen. At Bjørn dúgliga og bragdliga hevði tikið lut í almenna orðaskiftinum og í 1993 hevði verið við í arbeiðnum at gera álitið, sum var grundarlagið undir nýggju Stýrisskipanarlóg- ini, mundi vera orsøkin til, at hann á løgtingsvalinum í 1994, uttan at hann framm- anundan hevði verið floks- politiskt aktivur, var á list- anum hjá Sambandsflokk- inum í Suðursteymi. Hetta var mitt í kreppuni, og velj- ararnir settu Bjørn sannfør- andi í tingið. Sambands- flokkurin í Suðurstreymi fekk tríggjar tingmenn. Bjørn varð fyrst valdur við 648 persónligum atkvøðum ella meiri enn teir báðir næst valdu tingmenninir – Lisbeth L. Petersen og Finnbogi Arge – fingu tilsaman. Hvat veljararnir hildu um Bjørn sum politikara fekst ongantíð at vita. Hann gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur á løgtingsvalin- um í 1998. Tá hevði hann í fýra ár havt rættuliga turbolent politiskt lív. Tað lá á ljóði, at hann hevði havt møguleika fyri sessi í landsstýrinum, men tað gjørdist ongantíð veruleiki. Formaðurin í Sambands- flokkinum, Edmund Joen- sen, var løgmaður, og tað er ikki ov nógv sagt, at for- maðurin og nýggi tingmað- urin í Suðurstreymi ofta ikki vóru samdir. Bjørn er giftur við Beatrice Ann, fødd Tho- mas, úr Havnini. Tey eiga tvey børn – Birgit, sum lesur til lækna í Keyp- mannahavn, og Heiðrik, sum gongur síðsta árið í Hoydølum. Bjørn er svenskur konsul, og hann er uppboðshaldari í Suður- streymi. Ein part av frítíð- ini nýtir hann í seglbátinum Ljómi, sum hann saman við familju og vinfólkum hevur siglt nógv við, bæði kring oyggjarnar og í granna- londunum. Dagurin 6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin (Matt. 2, 1-11). 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðidagur Krists og var róptur Epifania Domini (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trettandi dagur jóla. Anna Helena og Joen Jacob Mortensen gullbrúdleyp Bjørn á Heygum 50 ár Sunnudagin 4. januar 2004 fylti Jens av Reyni hýruvognsførari í Havn 60 ár. Jens er havnar- maður, sonur Laurentzu og Jens Paula av Reyni. Hann er út- búgvin húsasmið- ur og hevur ar- beitt í byggivinn- uni og hjá pápan- um á Fiskacen- tralinum á Vest- aru Bryggju í Havn. Hann koyrdi hýruvogn eitt skifti í 70-unum, og síðan 1986 hevur hann koyrt fast við egnum hýruvogni á bilstøðini Auto. Jens er giftur við Linu, f. Frawley, úr Fuglafirði. Umframt vanligu hýru- vognskoyringina hevur Jens eisini aðrar uppgávur. Hann hevur t.d. í nógv ár havt gott samstarv við Sosialin, og er hann altíð góður at heita á, tá okkurt er, sum skal koyrast út frá húsinum ella heintast. Hann er stillførur og álít- andi. Starvsfólk og leiðsla á Sosialinum ynskja honum tillukku við føðingardegn- um og alt tað besta í fram- tíðini. Jens av Reyni 60 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Ebba Olsen, andaðist leygardagin 3. januar. Bønarhald verður í kapellinum á landssjúkrahús- inum týskvøldið 6. januar kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 7. januar kl. 13.00 Fyri tey avvarðandi Kári, Bjarni,Torbjørn, Hans Pauli og Marius C M Y K 17 16