týsdagur 6. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 2 - 6. januar 2004
Nr. 2 - 6. januar 2004
19
Hús brunnu í grund
Gomlu húsini í Sig-
mundargøtu 24 í
Havn stóðu ikki til at
bjarga, tá eldur kom í
tey mánanáttina.
Kriminaldeildin hjá
løgregluni kannar nú
málið og hevur sent
boð eftir fólki frá
kriminalteknisku
deildini hjá ríkispol-
itiovastanum at koma
at gera kanningar.
Møguliga er illgruni
um, at eldurin varð
ásettur
ELDSBRUNI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað var um tveytíðina
mánanáttina, at fólk varn-
aðust nógvan og tjúkkan
royk koma frá húsunum í
Sigmundargøtu 24 í Havn.
Sløkkiliðið varð boðsent,
men húsini stóðu ikki til at
bjarga. Alt brann innan úr
teimum.
Tey trý vindeyguni úr
gomlu katólikkakirkjuni,
Bauers Húsum, sum hava
sermerkt hesi húsini, eru nú
farin fyri skjeyti. Har var
onki at gera. Eldurin hevði
húsini í sínum valdi, og tey
brunnu í grund.
Tað verður mett at vera
sera heppið, at ongin vind-
ur var hesa náttina, serliga
tá hugsað verður um nógva
vindin, sum annars hevur
verið um nýggjárið.Talan
kundi tá havt verðið um
nógv størri og meiri umfat-
andi skaða. Eldurin var so
mikið stórur, og tað var
torført at fáa tamarhald á
honum, so um vindur hevði
verið, so er ikki ilt at
ímynda sær, at onkur av
húsunum, sum standa so
nær við, eisini kundu havt
fingið skaða av eldsbrun-
anum. Serliga grannahús-
ini, har seks íbúðir eru í,
standa tætt við. Ikki meira
enn einar tríggjar metrar frá
húsunum, sum brunnu í
grund.
Harafturat
noyddust
grannarnir
út
gjøgnum
vindeyguni, tí tað var ikki
hugsingur um at sleppa sær
út gjøgnum dyrnar í nógva
hitanum frá eldinum.
Húsaeigarin
er
ikki
heima, og ongin persóns-
skaði stóðst av ógvusliga
eldsbrunanum.
Ásett
Kriminaldeildin hjá løg-
regluni kannar nú málið.
Bergleif dyrnar í nógva hit-
anum frá eldinum. Bergleif
Brimvík, leiðari á kriminal-
deildini, sigur, at tey hava
sent boð eftir serfrøðingum
niðrifrá at koma at gera
kanningar.
– Eg fái ikki sagt so nógv
um hetta málið sum nú er.
Kanningar mugu gerast,
sigur Bergleif.
Hann sigur tó, at løgregl-
an hevur tosað við grannar-
nar, og ein teirra sigur seg
hava hoyrt fótafet uttanfyri
stutt áðrenn eldurin varð
fráboðaður og kundi hetta
týtt uppá, at løgreglan hev-
ur illgruna um, at eldurin
varð ásettur.
Men hetta vil leiðarin á
kriminaldeildini ikki koma
nærri inn á, so longi ongar
kanningar eru gjørdar.
– Men vit er í øllum før-
um øgiliga áhugað í at
hoyra frá fólki, sum hava
sæð eitt hvørt í hasum øk-
inum, sigur Bergleif, sum
eisini viðgongur, at tað
kann tykjast løgið, at tað
kemur eldur í eini hús, har
ongin er býr hvønn dag.
– Eigarin hevur verið
burtur í eina tíð nú, men tað
kann sjálvandi hugsast, at
tað er onkur, sum hevur
lógliga atgongd til húsini,
sigur hann.
Bergleif Brimvík veit
ikki at siga við vissu, nær
serfrøðingarnir koma upp
at kanna málið, men tað
verður ein av fyrstkomandi
døgunum. Inntil tá eru hús-
ini avsperrað.
Eldurin stóð himmal høgur
yvir gomlu sethúsunum í
Rættará. Tíbetur var stilli, so
eldur gjørdi bert smávegis
skaða á grannahúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Húsini stóðu ikki at bjarga, og eldurin stóð út gjøgnum so at siga øll vindeyguni í húsinum
Mynd: Ávlur Haraldsen
Gomlu vindeyguni í katólsku
kirkjuni, Bauers Húsum, fór
fyri skeyti. Tey eru frá
næstsíðstu øld og vóru
sermerkt fyri húsini
Mynd: Eirikur Lindenskov
Nógvir sløkkiliðsmenn vóru til arbeiðis í nátt, og um fýratíðina
– eftir at hava oyst húsini undir vatni í tveir tímar, hevði sløkki-
liðið tamarhald á eldinum
Mynd: Eirikur Lindenskov
Seinastu tríggjar
mánaðirnar eru fýra
heimarøktarar í
Vágunum uppsagdar.
Orsøkin er rætt og
slætt manglandi
pengar, sigur Malan
Helgadóttir, eftirlits-
kvinna og økisskriv-
ari í Vágunum. Hon
er sannførd um, at
einasta orsøkin til, at
støðan ikki er heilt
akutt er tann náttúr-
liga frágongdin, sum
hevur verið seinasta
árið
HEIMARØKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Støðan kundi verið heilt
hættislig á heimarøktarøk-
inum í Vágunum. Tí nú
hevur økisskrivarin og eft-
irlitskvinnan Malan Helga-
dóttir togað í neyðbrems-
una. Hon er vorðin troytt av
at játtanin verður skorin ár
eftir ár, og tí hevur hon tik-
ið tey stigini, sum eru
neyðug til tess at kunna
halda játtanina. Og hetta
gongur útyvir starvsfólkið
og brúkararnar.
Fýra heimarøktarar eru
sagdar úr starvi síðani sein-
asta heyst, og brúkarar fáa
rætt og slætt at vita, at tað
tíverri ber ikki til at fáa
hjálp, tí ongir pengar eru
til.
– Hetta er ein syndarlig
støða, sum vit eru komin í,
og nú ber ikki til longur,
sigur Malan.
Tað er ongin tungur
brúkari á bíðilistanum, sum
nú er, men har eru fólk, ið
tørvar hjálp á ymiskar aðrar
hættir. Til dømis til rein-
gerð.
Malan ivast ikki í, at tað
er tann náttúrliga frágongd-
in, sum hevur verið í
Sandavági
og
Miðvági
seinasta árið, sum bjargar
støðuni í fyrstu atløgu, men
tað kunnu tey ikki liva við í
longdini.
Lægri støði
Uppsagnirnar hava við sær,
at heimarøktin í Vágunum
ongantíð kemur uppaftur á
tað støðið, sum hon var á
fyrr í summar.
Heimarøktararnir hava í
fleiri ár nú fingið størri og
størri arbeiðsbyrðu, tí tær
skulu gera meira við minni
tíð, at tað ber ikki til at
leggja meira á herðarnar á
teimum. Og tí endaði tað
við, at fýra heimarøktarar
vórðu sagdar úr starvi, og
ongin brúkari verður tikin
inn afturat.
Sostatt er tað ikki ar-
beiðsbyrðan hjá heimarøkt-
arunum, sum økist við hesi
sparingini, sum tey nú hava
framt, men heldur gongur
tað út yvir brúkaran.
– Eg eri troytt av at siga
við fólk, at eg síggi tørvin,
men eg fái onki gjørt, tí her
eru ongir pengar, sigur
Malan.
Hon fegnast bara um í
øllum hesum, at ongin
liggur á sjúkrahúsi og bíðar
eftir røktarplássi.
– Tað er tað ringasta, sum
kann henda.
Malan greiðir frá, at ar-
beiðsbyrðan innan heima-
røktarøkið er ójøvn. Og
hon veit, at talan er um eitt
lakari tíðarskeið nú, og
tískil stúrir hon fyri, hvussu
tað fer at verða, tá meira
kemur aftur.
Eitt politiskt krav
Malan sigur, at hon skilir
væl
ótryggleikan,
sum
hendan sparingin hevur
havt við sær, men sam-
stundis leggur hon dent á,
at tað einasta politiska
kravið til heimarøktina í
dag er, at játtanin skal hald-
ast. Og tað heldur hon er
nógv fyri.
– Í fleiri ár hevur Fíggjar-
ætlanin rátt yvir hvør hevur
rættindi og ikki, og tað
kann ikki halda fram, tí
haldi eg, at tíðin er komin,
har politkarar, sum tora,
skulu seta seg niður við
hesum akutta málinum og
lógarfesta heimarøktina, tí
hetta fer bara at standa við
og versna, sigur Malan,
sum eisini eftirlýsir pengar,
sum eru játtaðir til heima-
røktina.
Hon veit, at játtanin er
hækkað í fleiri ár nú, men
hon sigur, at teir koma ikki
út til brúkaran.
– So tað er ikki gott at
vita, hvat pengarnir fara til.
Gamaní, fer ein partur til
lønarhækking, sum heima-
røktararnir hava fingið,
men tað er ikki alt, tað er
púra sikkurt, sigur Malan.
Hon vísir at enda á, at í
Vágunum kosta 24 brúkar-
ar, sum búgva á trimum
sambýlum umleið helvtina
av tí, sum 130 brúkarar úti í
øki tvey, sum er Vágar/
Norðstreym kosta.
– Vit kunnu ikki liva við
hesi støðuni. Okkurt má
gerast og tað skjótt eisini,
sigur Malan Helgadóttir at
enda.
Náttúrliga frágongdin
bjargar heimarøktini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegi okkara,
tann 19. des. 2003, og gjørdu okkum dagin
ógloymandi.
Ætt, vinum og okkara landsfólki annars,
ynskja vit eitt av Harranum vælsignað
nýggjár, við tøkk fyri alt tað, ið farið er.
Oddbjørg og Johannes Poulsen v/ familju
Herverk og
rúsdrekka-
koyring
Løgreglan hevur
verið nógv úti um
vikuskiftið í sam-
bandi við smærri
herverk og bilførar-
ar eru eisini tiknir
fyri rúsdrekka-
koyring
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Løgreglan hevur ikki havt
úr at gera um vikuskiftið,
men boð hevur tó verið
eftir teimum til fleiri
smærri herverk og lítil
ferðsluóhapp eisini.
Eitt herverk varð framt
á bygningin, har Heima-
røktin og Serforsorgin
halda til, eitt annað var á
ein bil. Hetta var alt
fríggjakvøldið og leygar-
náttina.
Sunnumorgunin
tók
løgreglan við stuttum
millumbilum tveir bil-
førarar, sum koyrdi ávirk-
aðir í miðbýnum. Báðir
verða
skuldsettir
fyri
rúsdrekkakoyring.
Tann seinni hevði onki
koyrikort frammanundan.
Ein bilførari varð steðg-
aður á landsvegnum fyri
at koyra ov skjótt. Aftur-
fyri at koyra 122 km/t
kann hann vænta sær ein
treytaðan dóm upp á
koyrikortið tey komandi
trý árini.
Royk luktur
Fríggjakvøldið
var
Sløkkiliðið boðsent út á
Landssjúkrahúsið, tí tey
hildu seg kenna royklukt
har. Men tá sløkkiliðið
kom, var ongin roykur at
finna nakrastaðni. Lukt-
urin var framvegis har,
men ongin eldur var at
finna. Heldur ikki varð
staðfest, hvaðani lukturin
kom frá.
C
M
Y
K
19
18