Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 21 Anfinn Kallsberg er enn løgmansvalevni hjá Fólkaflokkinum, sum ætlar at verða snúningsdepil í kom- andi samgongusam- ráðingum VALSTRÍÐ Bartal Nolsøe Poulsen Fólkaflokkurin hevur um vikuskiftið havt landsfund í Tórshavn. Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi sigur, at sjáldan hava so nógv fólk møtt á lands- fundi hjá flokkinum sum leygardagin. Hann metir, at um 220 fólk vóru í Páls- stovu um vikuskiftið, og tað er tvífalt so nógv, sum vanliga leita sær á fund. Óli Breckmann fegnast um stóru undirtøkuna, fund- urin fekk, og hann er ikki seinur at tengja hana at viðferðini, sum Anfinn Kallsberg hevur fingið frá Tjóðveldisflokkinum sein- astu tíðina. - Fólkafloksfólk møttu manssterk at vísa sín stuðul til flokkin og løgmann. Lagið var av tí besta, og tað kendist veruliga, at fólk rættiliga ætlaðu sær at stríðast fyri einum góðum úrsliti, sigur Óli Breck- mann. Fundurin var so skipaður, at løgmaður fyrst greiddi frá gongdini í málinum, sum førdi til at samgongan varð uppsøgd, og val varð útskrivað. Óli Breckmann legði síðani fram val- skránna til komandi løg- tingsval, og Jørgin Niclas- sen greiddi frá avrikunum hjá Fólkaflokkinum sein- astu árini í samgongu. Anfinn løgmansevni Tá ið vit spurdu Óla Breck- mann, um flokkurin var vorðin samdur um eitt løgmansevni, um so verður, at Fólkaflokkurin kemur í samgongu eftir valið, svar- aði hann, at flokkurin enn sum áður stendur saman um Anfinn Kallsberg. Hann helt tað vera láturligt, at teir stóru flokkarnir skulu vera so støðufastir í at nokta eina samgongu við Kallsberg sum løgmanni, tá ið helvtin av Føroya fólki er samt um, at Anfinn Kalls- berg er best egnaða løg- mansevni sum er. Sambært Óla Breckmann er tað bert kávalótir, tá ið Tjóðveldis- flokkurin noktar at fara í eina samgongu við Anfinni Kallsberg sum løgmanni. Hann væntar eisini, at Sam- bandsflokkurin fer at koma á aðrar tankar, um so verð- ur, at hann og Javnaðar- flokkurin ikki fáa einsa- mallan meiriluta á løgtingi eftir 20. januar. Javnaðarflokkurin hevði fríggjakvøldið væleydnað hugna- kvøld á Gallarí Jinx VALSTRÍÐ Bartal Nolsøe Poulsen Seinastu árini eru nýggir hættir at føra valstríð komnir fram. Undan val- inum í 2002 skipaðu fleiri av politisku ung-manna- feløgunum fyri væleydn- aðum kjakfundum á Café Natúr, og í ár hevur Florentze á Skipagøtu, sum eigur og rekur Gallarí Jinx á Áarveg- num, so tikið stig til líkn- andi tiltøk. – Eg havi vent mær til allar teir politisku flokk- arnar at vita, um áhugi er fyri at nýta hølini hjá mær til eitthvørt politiskt tiltak í januar mánaða, sigur Florentze á Skipagøtu. Hon sigur, at nakrir flokk- ar hava sýnt stóran áhuga, men enn er tað bara Javnaðarflokkurin, ið hevur tikið stig til nøkur ítøkilig tiltøk; og tað fyrsta fór av bakkastokk- inum fríggjakvøldið, tá ið javnaðarfólk og onnur savnaðust á hugnaliga gallarínum til politiskt hugnakvøld, har Sámal Ravnsfjall skipaði fyri felagssangi. Katrin Gaard, sum er virkandi formaður í Suð- urstreymoyar Javnaðar- felag heldur, at tiltakið, ið nú hevur latið upp fyri valstríðnum, var væleydn- að. – Tað var ætlað sum eitt hugnakvøld, har veljarir høvdu møguleika at møta valevnunum hjá flokkinum. Hon sigur, at felagið ætlar at skipa fyri afturvendandi fundum í gallarínum á Áarvegnum hvørt fríggjakvøld fram til valið. Nýhugsan Katrin Gaard fegnast um nýggja møguleikan at røkka fólki við politiska boðskapinum hjá felag- num. – Hetta er ein nýggjur máti at gera tað uppá. Tað vísir seg, at valfundir av tí gamla slagnum megnað ikki at savna eins nógv fólk nú sum fyrr, og vit mugu finna uppá nýggjar hættir at koma í samband við fólk. Tað krevur eitt sindur meira at savnað fólk til politiskt kjak, so um vit ikki megnað at savna fólk, mugu vit fara til teirra. Katrin Gaard væntar at Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag saman við hinum politisku valfeløg- unum í høvuðsstaðar- økinum fer at skipa fyri politiskum kjakfundum komandi tíðina, umframt tey tiltøk, sum felagið hjá henni stendur fyri í leigaðu hølunum á Blá- dýpinum. Har hava tey café hvønn dag fram til valið, umframt størri og smærri tiltøk. Politiskur hugni á Gallarí Jinx Eini 300 fólk vóru savnað í Lærara- skúlahøllini á Frælsinum, tá Tjóð- veldisflokkurin leygardagin skipaði fyri fólkafundi. Við einari blanding av seriøsum røðum, skemti, tónleiki og einum vælupplagd- um Tobba megnaði Tjóðveldisflokkurin at skapa ein lívligan fólkafund í orðsins sanna týdningi FÓLKAFUNDUR Kristian E. Andersen Ein fullsett Læraraskúla- høll var leygardagin karm- ur um ein lívligan fólka- fund hjá Tjóðveldisflokk- inum. Á fundinum hendi eitt sindur av hvørjum, júst sum siðvenja er við føroyskum fólkafundum. Høgni Hoydal legði fram valskrá Tjóðveldis- floksins. Karin Kjølbro helt eina rørandi røðu. Sjúrður Skaale tosaði um tilfeingi og møguleikar Tjóðveldisfloksins í val- stríðnum, og Tobbi var í essinum við einari kanón- røðu og sum garvillur fólkatónleikari saman við Sámali Ravnsfjall. Men ikki nokk við tí. Heri Sim- onsen, skemtari, megnaði at bjóða nærum hvørja tí einastu pissubløðru í salinum av við undir- haldandi, beinraknum og, til tíðir, heldur grovum skemti. Væl nøgdir – Vit megnaðu at savna eini 300 fólk til fundin, og tað eru vit sera glaður fyri, serliga tá hugsað verður um, at fundurin varð lýstir so stutt áðrenn, sigur ein av fyrireikarunum, Sjúrð- ur Skaale, við Sosialin. Hann heldur áfram við at siga, at endamálið við fundinum var at nýta tað tilfeingið, sum flokkurin hevur, so gott sum gjørligt. Tí Tjóðveldis- flokkurin hevur als ikki ráð til lýsingar hvønn tann einasta dag, sum aðrir flokkar hava. – Onkur av hinum stóru flokkunum hevur kanska eini tríggjar ferðir so nógvar pengar sum Tjóð- veldisflokkurin at nýta í valstríðnum. Tjóðveldis- flokkurin hevur ikki ráð til tað øgiliga lýsingarátak, ið ávísir aðrir flokkar hava. Tað merkir so, at vit eru noyddir at nýta tað til- feingið, ið vit hava. Og tað er so millum annað, at Tjóðveldisflokkurin kanska hevur meira virknar limir enn aðrir flokkar, greiðir Sjúrður Skaale frá. Avrikslistin Sjúrður Skaale tosaði millum annað í røðu síni um tilfeingi og møgu- leikar Tjóðveldisfloksins í valstríðnum. Hann nevndi tann sokallaða avriks- listan, ið er ein listi, ið vísir á tey avrik flokkurin hevur gjørt síðan hann kom til í 1998. – Tit hava sæð avriks- listan hjá Tjóðveldis- flokkin fyri tey farnu seks árini. Eg tori at siga, at eingin flokkur nakrantíð hevur havt eitt so gott útgangsstøði til eitt val- stríð, segði Sjúrður Skaale í røðuni. Sjúrður Skaale nevndi, at hesin listin sigur nógv. Hann eigur at nýtast til at sannføra føroyingar um, at Tjoðveldisflokkurin hevur konkret, trúðvirðilig argu- ment aftan fyri seg, og at møguleikar floksins í valstríðnum liggja aðra- staðni enn í dýrum vallýs- ingum. – Støðan er altso tann, at Tjóðveldisflokkurin hevur øll kort á hondini til at vinna hetta valið. Tjóð- veldisflokkurin eigur at vinna hetta valið. Hann eigur ikki at ganga aftur frá seinasta valið, hann eigur at ganga fram. Tað skal ikki vinnast í bløðun- um. Tað skal partvís vinn- ast í sjónvarpi og útvarpi, men tað skal fyrst og fremst vinnast við hús og á arbeiðsplássum og í hondbóltsfeløgum og diskotekum og sam- komuhúsum av øllum slag, helt Sjúrður Skaale áfram í røðuni. Tobbi brillieraði Hæddarpunktið á fólka- fundinum mann uttan iva hava verið Torbjørn Jacob- sen. Umframt at halda eina av sínum klassisku kanonrøðum, ið summi elska og onnur hata, royndi hann seg sum fólkatónleikara saman við Sámali Ravnsfjall. Hóast tað kann diskuterast, hvussu góður sangari Tobbi er, mann einki vera at ivast í, at hann dugir at framføra. Luttakararnir skemtaðu sær í hvussu so er óført í at síggja buldrutta politikkaran royna seg sum buldruttan tónleikara. Onnur tiltøk Sjúrður Skaale sigur at enda við Sosialin, at Tjóð- veldisflokkurin ætlar sær at skipa fyri fleiri líknandi fundum í valstríðnum, og at stuttligt hevði verið, um undirtøkan hjá limum Tjóðveldisfloksins og øðr- um áhugaðum hevði verið líka stór. Men at megna at savna 300 fólk enn einaferð, má skiljast sum at vera ein avbjóðing. Hópin av fólki á landsfundi hjá Fólkaflokkinum Gallarí Jinx var stúgvandi fult av fólki fríggjakvøldið, tá ið Suðurstreynoyar Javnaðarfelag skipaði fyri politiskum hugnakvøldi Fólkaflokkurin snúningsdepil Óli Breckmann sigur, at flokkurin miðar eftir at gerast snúningspunkt í komandi samgongusam- ráðingum. Endamálið er, at ongin samgongumøguleiki skal vera uttanum Fólka- flokkin. – Um hetta skal eydnast mugu vit fáa ein tingmann aftrat, sigur Óli Breckmann við Sosialin. Vit spurdu eisini Óla, um ósemjan um vallistan í Suðurstreymoyar valdømi var tikin upp til viðgerar, men so var ikki. – Tað er altíð keðiligt at missa eitt gott valevni av listanum, men vit vóna, at tey fólka- floksfólk, ið valdu Bjarta Mohr til seinasta val megna at finna eitt annað valevni á lista A, ið er næstan líka gott, tí listin er bæði breið- ur og djúpur. Lívligur fólkafundur Tobbi var í essinum á fólkafundinum leygardagin. Mynd: Laufey H. Blaasvær C M Y K 21 20