Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 23 Nógv fólk var saman- komið, tá ið stóra nýggjársbálið á Tvøroyri varð brent leygarkvøldið NÝGGJÁRSHALD Bartal Nolsøe Poulsen Ringa veðrið gamlaárs- kvøld førdi nógva staðni til, at nýggjárshaldið varð avlýst ella útsett. Eisini á Tvøroyri valdu fólk at bíða við at brenna bál, til veðrið batnaði; og leygarkvøldið var so avgjørt at bjóðað nýggja árinum eitt seinkað vælkomið. Oddur Dimon, sum er formaður í gamla- ársnevndini á Tvøroyri sigur, at leygarkvøldið var sum á nýggjárinum á Tvør- oyri. Nógv fólk vóru møtt, og skipað varð fyri bæði kyndlagongu og fýrverki, áðrenn bálið varð brent. Yvir 1.000 fólk Seinastu árini hevur Tvør- oyri rættiliga tikið seg fram millum aðrar sum nýggj- ársbýur. Gamlaársnevndin á Tvøroyri er sett saman av fólki, sum av sínum ein- tingum hava tikið stig til at skipa fyri onkrum serligum um ársskiftið. Oddur Dimon sigur, at tað heila byrjaði í smáum fyri einum 14 árum síðani, og tiltakið er síðani voksið gjøgnum árini. Seinastu árini hava væl yvir 1.000 fólk verið í ítróttarhøllini í Trongisvági til sjampanju og ábit á midnátt ársins síðsta kvøld. Kostnaðarmikið tiltak Gamlaársnevndin á Tvør- oyri arbeiðir so at siga alt árið við fyrireikingum til nýggjárshaldið. Nógvur peningur skal til eitt tílíkt tiltak, og hóast Tvøroyrar kommuna stuðlar teimum fíggjarliga er neyðugt at savna væl av peningi saman til at gjalda gildið. Nevndin skipar t.d. fyri bilafram- sýning á hvørjum ári. Oddur Dimon sigur, at samanlagt hevur tiltakið í ár kostað um 150.000 kr. Bálið, sum skuldi brenn- ast 31. desember í síðsta ár var eitt tað størsta, sum menn vita frá at siga. Gamli biografsalurin hevur tænt fyri seg, og endaði sínar dagar á bálinum í Trongis- vági síðsta leygarkvøld. Eisini vórðu fleiri egning- arskúrar, sum vóru noyddir at víkja fyri nýggja fiska- marknaðinum, ið bygdur verður, koyrdir á bálið. Biografur og egningarskúrar upp í royk Nýggjársbálið á Tvøroyri var eitt tað størsta, sum menn vita frá at siga Myndir: Leivur Nygaard Oddur Dimon er formaður í Gamlaársnevndini, sum á hvørjum ári ger nógv burturúr ársskiftinum á Tvøroyri C M Y K 23 22 Gamlaárskvøld vóru 15 tær bestu í 2003 gjørdar upp í Útvarpinum. Ovast á tónatindinum í fjør gjørdist ein gomul rotta úr útlondum, og so mátti ein forelskaður sjónleikari víkja TÓNLEIKUR Pop.fo Ozzy Osbourne hevur verið virkin á altjóða rockpallin- um í fleiri ártíggjund, men framvegis hevur hann tokka millum føroyingar. Í øllum førum var tað ein sangur hjá honum, sum var ovast á tindinum, tá ið 15 tær bestu fyri 2003 vóru gjørdar upp. Sangurin Dreamer, sum onga aðrastaðni stóð seg væl, var í fleiri mánaðir á 15 teimum bestu, og fleiri av vikunum var hann ovar- laga. Sangurin Forelskaður Sjónleikari, sum seinastu mánaðirnar hevur verið heitasti sangurin á 15 teim- um bestu, mátti taka til takkar við næstfremsta plássinum. Gospelbólkurin I AM kom leygarkvøldið strúkandi inn á fyrsta plássið á 15 teimum bestu. Tað er sang- urin Wait, sum er nummar 1 hesa vik- una, men fleiri aðrir føroyskir sangir klára seg væl TÓNLEIKUR Pop.fo Gunnar Mikkelsen noyðist hesa vikuna at lata odda- sessin á 15 teimum bestu frá sær, tí gospelbólkurin I AM hevur tikið yvir. Sangurin Wait kom bein- leiðis inn á fyrsta plássið. Fleiri føroyskir sangir standa seg væl á 15 teimum bestu í løtuni. Forelskaði Sjónleikarin hjá Páll Finnur Páll er nummar 4, Eivør Pálsdóttir er nummar 5, Teitur Lassen er nummar 6, Høgni Lisberg nummar 10 og Kristel Lisberg nummar 15. Útlandið Í útvarpssendingini Mentan 2003, sum varð sent í ÚF undan ársskiftinum, søgdu limirnir í gospelbólkinum I AM, at nú fóru teir at brúka meira orku upp á útlandið. Bólkurin gav fyri jól út sína næstu fløgu, og hon fekk sera góða móttøku. Tað sama fekk I AM á kon- sertum, sum teir spældu kring landið. Tónleikararnir í I AM vildu ikki siga nakað ítøki- ligt um, hvat teir vilja í út- londum, men teir søgdu, at tað sær spennandi út. Í øll- um førum munnu ætlaninar uttanfyri landoddarnir snúgva seg um at spæla á konsertum, men kanska okkurt annað spennandi fer at henda bólkinum kom- andi mánaðirnar. Ozzy best í farna ári I AM á toppinum